hósdagur 29. mai 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 101 - 29. mai 2008
Ítróttasamband Føroya
fegnast um, at tvey av okk
ara 15 sersambondum sam
bært tilmælinum hjá meiri
lutanum í Fíggjarnevndini
hava fingið hækkað
játtanina við kr. 100.000,.
Men hvat við hinum 13?
Sersambondini hava øll
altjóða virksemi, og luttaka
kvinnur á jøvnum føti við
menn í øllum ítróttagrein
um. Onkur sersambond
hava altjóða nevndarsessir,
meðan onnur hava tikið á
seg at skipa fyri stórum
altjóða kappingum í
Føroyum.
Seinasta ár fekk Ítrótta
sambandið játtað kr.
400.000, til altjóða sam
starv. Lyftið hjá Fíggjar
nevndini var tá, at hendan
játtanin skuldi gerast ein
árligur stuðul til altjóða
virksemið hjá øllum
føroyskum ítrótti.
Uttan at umrøða málið
við Ítróttasamband Føroya
hevur meirilutin í Fíggjar
nevndini nú einvegis skotið
upp at hækka játtanina hjá
tveimum útvaldum sersam
bondum. Ítróttasamband
Føroya átalar, at Fíggjar
nevndin soleiðis leggur seg
út í innanhýsis peninga
býtið hjá Ítróttasambandi
Føroya.
ÍSF vil fegið hava at vita
frá Fíggjarnevndini, undir
hvørjum fortreytum ætlaða
broytingin verður framd.
Sum landsfelagsskapur varð
ar Ítróttasambandið av øll
um ítróttagreinum og kann tí
ikki loyva sær at gera mun á
ítróttagreinunum.
Ítróttasambandið kennir
heldur einki til nakra grein
ing av føroyskum ítrótti og
virkseminum hjá ymisku
sersambondum, sum kann
liggja sum grund fyri hesi
uppíleggingini frá
Fíggjarnevndini.
Játtanin til rakstur av
Ítróttasambandi Føroya og
sersambondunum hevur
staðið í stað í eini 20 ár.
Ítróttasambandið hevur ár
eftir ári sent eina grundaða
umsókn inn um hægri
játtan, uttan at Løgtingið
hevur latið við seg koma.
Royndin hjá
Fíggjarnevndini at leggja
seg úti innanhýsis peninga
býtið hjá Ítróttasambandi
num er óseriøs og má
átalast. Detailstýringin hjá
Fíggjarnevndini er ein
greið niðurgering av tí
demokratisku skipanini
innan Ítróttasamband
Føroya, sum hvørt ár í sátt
og semju býtir tøka pening
in millum Ítróttasambandið
og ymsu ítróttagreinirnar.
Ítróttasamband Føroya
vil samstundis heita á
Fíggjarnevndina og lands
myndugleikar annars at
samskifta við Ítróttasam
band Føroya, sum er lands
felagsskapur hjá øllum
føroyskum ítrótti, og tí
hevur samráðingarrættin
vil landsmyndugleikarnar.
Um almennu myndug
leikarnir ikki virða leik
lutin hjá Ítróttasambandi
num sum landsfelagsskap,
mugu teir fyrireika seg til
umsóknir og trýst frá
hvørjari ítróttagrein sær.
Talið á teimum er í løtuni
25 og er tíbetur vaksandi.
tíðindi
Hvat við hinum 13?
Ítróttasamband
Føroya
Sølvi ReineRt
HanSen
- Hetta var óhugnaligt.
Tað byrjaði við súði,
og síðani kom ein slík
flóðalda, at vatnstøðan
øktist millum 2,5 og 3
metrar. Sjógvurin kom
heilt niðan í túnið hjá
mær, og ein stór tunga
lá eftir, tá sjógvurin
fór út aftur, sigur
Richard Johannesen
í Hvannasundi
Flóðalda
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinnapartin í gjár vóru
fólk í Hvannasundi vitni til
eitt undarligt fyribrigdi,
sum minti um eina flóðaldu.
Tað var dýrdarveður, men
knappliga fór at súða, og
síðan setti nógvur sjógvur
inn í sundið sunnaneftir.
Fólk í Hvannasundi meta,
at frá tí, at vatnstøðan var
lægst, tá sjógvurin dró út úr
sundinum, til hon aftur var
í hæddini, var ein munur
upp á einar 2,53 metrar. Tá
vatnstøðan var hægst, stóð
sjógvur niðan móti egn
ingarskúrunum í bygdini,
og tá fjaraði aftur, stóðu
bátar á turrum botni, og
fiskur spraklaði í fjøruni.
Rákið í sundinum broytt
ist nógv, meðan fyribrigdi
vardi.
Eftir at byrging er løgd út
í Hvannasund, hevur lítið
rák verið í sundinum, tí
sjógvur bert sivar um byrg
ingina. Onkur bátur, sum
var sunnanfyri byrgingina,
tá fyribrigdi fór fram, gekk
ikki fyri seið, so hart sum
tað fór at reka. Onkur
heldur, at rákið, tá tað var
harðast, var einar seks míl.
Onkur annar heldur, at tað
kanska var heilt uppí einar
8 míl.
Í Hvannasundi gjørdust
fólk rættiliga bilsin av tí,
sum hendi, og fólk fóru at
seta sær spurningar um
orsøkina. Í fyrstani hugsaðu
fólk, at byrgingin kanska
var skrædnað, og í aðrar
mátar kundi talan kanska
vera um omanlop onku
staðni, sum hevði sett
nógvan sjógv inn í sundið.
Skjótt
vistu
hvanna
sundsmenn, at byrgingin
var heil, og tá ringt varð til
fólk í oyggjunum nærindis,
og samband hevði verið við
fólk, sum vóru á báti í
Hvannasundi, gjørdist eis
ini greitt, at flóðaldan
heldur einki hevði við
omanlop at gera.
Fólk í Hvannasundi siga
seg ikki hava upplivað slíkt
áður ein slíkan góðveðurs
dag hesa tíðina av árinum.
Sum skilst, vardi fyri
brigdi í Hvannasundi í
umleið ein hálvan tíma,
men eingin veit við vissu at
siga, hvør orsøkin var.
Mest nærliggjandi er tó
at hugsa sær, at eitt hvørt er
hent við botninum, og her
hugsa fólk í Hvannasundi í
fyrsta lagi um møgulig
omanlop ella aðrar for
skjótingar.
Um ringast vildi til, kundi
fyribrigdi í Hvannasundi
kostað mannalív, tí tað er
vanligt, at børn spæla dygst
við sjóvarmálan. Tá vatn
støðan broyttist so nógv,
sum hon gjørdi, kundi vandi
staðist av hesum, um illa
vildi til.
Ein eldri maður í Hvanna
sundi, Richard Johannesen
(79), sigur við Norðlýsið,
at tá sjógvurin dró útaftur
úr
sundinum,
lá
ein
sprellivandi tunga í túninum
hjá honum.
Flóðaldufyribrigdi
í
Hvannasundi var so ógvus
ligt, at fleiri bátar stóðu uppi
á turrum eina góða løtu.
Sjógvurin var myrkur og
luktaði skitin, og her halda
fólk í Hvannasundi, at tað
er dálking frá alivinnuni í
sundinum, sum rusk
aðist upp av botninum
og
kom
inn
við
alduni.
Hetta var óhugna
ligt at síggja í góð
veðrinum. Tað byrj
aði við súði, og
síðani kom ein slík
flóðalda, at vatn
støðan øktist millum
2,5 og 3 metrar.
Sjógvurin kom heilt
niðan í túnið hjá
mær, og ein stór
tunga lá eftir, tá
sjógvurin fór út
aftur. Eg tók hana og
legði hana í eitt kar, og her
hevur hon tað fínt. Fiskur
sprellaði allastaðni á turrum
botni, tá sjógvurin fór út
aftur,
sigur
Richard
Johannesen í Hvannasundi.
Norðlýsið var so beina
samt at læna Sosialinum
myndir, sum Sverri Christ
iansen og Kristian Petersen
hava tikið.
Løgið flóðaldufyribrigdi
Bátar í Hvannasundi stóðu á turrum botni,
og fiskur spraklaði í fjøruni
seinnapartin í gjár