hósdagur 29. mai 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 101 - 29. mai 2008
21
Stutt Sagt
Ísland for
dømir Guan
tanamo
Herfyri legði flokkurin
Vinstra-grønir eitt uppskot
fyri Altingið, har flokkurin
mælti til, at Ísland skal
fordøma tað, sum hendir í
fangaleguni Guantanamo,
og at USA skal lata leguna
aftur alt fyri eitt. Nú hevur
uttanríkisnevndin
hjá
Altinginum viðgjørt upp-
skotið, og eftir at hava
broytt orðalagið eitt sind-
ur mælir nevndin Altingin-
um til at samtykkja upp-
skotið. Tað ber í sær, at
tingið heitir á stjórnina og
biður hana fordøma ta van-
virðandi
viðferð,
sum
fangar hava fingið í Guan-
tanamo-leguni, og at amer-
ikonsku myndugleikarnir
eiga at lata leguna aftur
sum skjótast. Uttanríkis-
nevndin sigur seg skilja
amerikanska
bardagan
ímóti yvirgangi, men sig-
ur, at ein tílíkur bardagi
kann ikki seta mannarætt-
indini til viks.
Ísland vil hava USA at lata
Guantanamo-leguna aftur
Mynd: Reuters
Verja oljuna
Samerindu arabisku fúrsta-
dømini við Persaflógvan
fara nú at tingast við amer-
ikonsku vápnaverksmiðj-
una Lockheed Martin um
eina felags skipan, sum
skal verja londini ímóti
rakettálopum. Talan er um
eina sera framkomna skip-
an, og kemur handilin í
lag, skulu fúrstadømini
rinda umleið sjey milliard-
ir dollarar fyri verjuskip-
anina. Tað er tó ein treyt,
at amerikanska herleiðslan
góðkennir handilin. Amer-
ikanska
verjan
hevur
bílagt somu skipan frá
Lockheed Martin og fær
hana væntandi næsta ár,
skrivar AP.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- McCain vil hava meg til Irak saman við sær, men eg ætli
mær sjálvur at vitja okkara hermenn har
Barrack Obama
útlond
Eftir at hava togast
aftur og fram í tíggju
dagar eru umboð
fyri 109 lond vorðin
samd um banna
teimum sokallaðu
tyssibumbunum
Umboðini úr teimum 109
londunum, sum hava tingast
í Dublin teir seinastu 10 dag-
arnar, samdust í gjárkvøldið
um eitt uppskot, sum írski
samráðingarleiðarin, Dáithi
O’Callaigh, hevði lagt fram
fyrr í gjár. Uppskotið er ikki
eitt fullkomið bann ímóti
teimum illa gitnu tyssibumb-
unum, men bannar londum
at brúka hesar bumbur í
kríggi. Samstundis áleggur
avtalan londum at beina fyri
sínum tyssibumbum sum
skjótast og at rudda økir, har
hesar bumbur liggja.
Tað leikaði hart á, áðrenn
semja fekst. Fleiri lond í
Afrika vildu hava eitt full-
komið bann, og fleiri lond í
Vesturheiminum royndu at
útseta gildiskomuna. Tað
var serliga Bretland, sum lá
í buktini. Bretska sendi-
nevndin kravdi at fáa fleiri
undantøk inn í avtalutekstin,
men mikudagin slepti sendi-
nevndin øllum krøvunum
eftir beinleiðis boðum frá
Gordon Brown, forsætisráð-
harra.
- Hendan avtalan verður
eitt stórt framstig og er
grundað á, at Bretland
hevur gingið á odda í stíðn-
um ímóti landminum, segði
Brown, sum samstundis
upplýsti, at bretska her-
valdið hevur fingið forboð
fyri at brúka øll vápn, sum
koma undir tað nýggja
bannið.
Nú skulu tey einstøku
londini staðfesta avtaluna,
sum verður endaliga undir-
skrivað í Oslo í desembur.
Tarik bin Laden,
sum er beiggi tann
navnframa Osama
bin Laden, ætlar sær
at ganga í fótasporum
Mósesar
Eingin hevur gingið tvørtur
um Reyðahavið, síðani Mós-
es gjørdi tað á sinni, men
nú ætlar eitt felag í Dubai at
gera eina brúgv úr suður-
endanum á Jemen til Dji-
bouti. Brúgvin verður 29
kilometrar lomng, og kostn-
aðurin verður sagdur at
vera einastaðni millum 50
og 100 milliardir krónur.
Hugskotið um fast sam-
band tvørtur um Reyðahavið
kemur frá einum felagi í
Dubai, og høvuðsmaður aft-
an fyri tað er Tarik bin Lad-
en. Hann er beiggi Osama
bin Laden, men valdi eins
og hini í ættini at kvetta alt
samband við Osama, tá
hann fór í hernað ímóti
USA og kravdi saudiar-
abisku kongsættina frá.
- Tarik hevur hugsað um
brúnna í mong ár, sigur sak-
førari og ráðgevi hansara,
Jameel Murshed, við AP.
Ætlar at ganga tvørtur
um Reyðahavið
Søgulig avtala um vápnabann
Ein tyssibumba er ein
bumba við millum 40 og
60 smáum bumbum ella
granatum. Tær smáu
bumburnar bresta, tá
tær raka okkurt hart,
men nógvar verða
liggjandi og hava ofta
kravt ósek mannalív. Á
myndini sæst ein ísraelsk
tyssibumba, sum er
funnin í Libanon
Mynd: Polfoto