Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-29, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 101 - 29. mai 2008 tíðindi 33 Vit hoyra javnan, at eisini føroyingar keypa sær íbúðir í suðurlondum. Vivian sig­ ur, at tað er sera dýrt at key­ pa slíkar á Mallorca. Ein vanlig íbúð liggur um einar 4 mill. Skal tú hava eini set­ hús sum vit kenna tað frá Føroyum, so kostar tað ein­ ar 7­8 mill. Tað eru eftir øllum at døma eisini aðrir føroyingar, sum búgva á Mallorca. Sjálv var Vivian um jóltíðir og vitjaði eina tilkomna kvinnu, sum hevði búð á Mallorca í meira enn 20 ár. Eisini veit hon um eina 70 ára gamla føroyska konu, sum býr í Palma. Føroyingar vælkomnir Eru tað annars føroyingar, sum ynskja at vitja handilin hjá Vivian, so skulu tey bara fara til Plaza Major, sum liggur í miðbýnum í Palma. KERA handilin ligg­ ur í smølu gongugøtuni nær­ hendis. ­Eg skal nokk spæla før­ oyskan tónleik, so føroying­ ar, ið koma framvið, eins og tit frá Rás2 og Sosialin­ um, hoyra tónleikin og brú­ ka hann sum vegvísara sig­ ur ein fyrikomandi og væl­ talandi Vivian. Vivian, sum tykist hava nógv jørn í eldinum, letur heilsa heima í Føroyum. – Vilja føroyingar síggja handilin og vitja her, so kun­ nu teir fara inn á heimasíðu okkara, www.kerafashion. com. Har finst adressan hjá nýggja handlinum. Hjørdis úr Havn Vivan er ikki einsamøll før­ oyingur í nýggja handlinum. Hjørdis Klein úr Havn er eitt av starvsfólkunum. –Eg hoyrdi, at tørvur var á fólki og onkrum, sum dugdi spanskt, og eg søkti og fekk arbeiðið. Hjørdis hevur búð í Pana­ ma í eitt ár og hevur verið í Valencia í Spania og í Mex­ ico, har hon so hevur lært seg spanskt. Hon hevur ver­ ið í handlinum, síðani hann lat upp herfyri. Hvussu leingi fer hon at vera her: ­Alt er opið. Eg taki tað, sum tað kemur. Her er virkuliga deiligt at vera. Fólk eru opin og blíð og løtt at koma í samband við. KERA handilin er sera snøggur. Ein Johan úr San­ davági hevur hjálpt til at innrætta og er komin sera væl frá tí heldur Hjørdis, sum vónar, at kundarnir fara at streyma til henda sera vakra og snotuliga handilin, ið avgjørt ikki stendur nakað aftanfyri aðr­ ar flottar mótahandlar í Pal­ ma. mótahandil á Mallorca Umframt Vivian starvast eisini Sue úr Onglandi og Hjørdis úr Havn í nýggja handlinum. Mynd: Jan Müller Skreytlutirnir hjá Tórgerð Suðuroy ganga sum heitt breyð í handilsgøtuni í Palma. Mynd: Jan Müller Vivian á Rás2 Rás2 fer at hava samrøðu við Vivian og Hjørdis í morgunsendingini mánamorgunin