hósdagur 29. mai 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 101 - 29. mai 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Meistararnir úr NSÍ
hava enn eina ferð
mint á, hvussu torført
tað kann vera at fóta
sær hjá liði, sum
hevur vunnið FM fyri
fyrstu ferð
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í gjárkvøldið var 9. umfar í
bestu
fótbóltsdeildini
avgreitt. Harvið er fyrsti
triðingurin av kappingini
farin
afturum.
Fyrsta
umfarið í næsta triðinginum
verður ikki fyrrenn annað
vikuskiftið. Formuladeildin
heldur frí í vikuskiftinum.
Tað kemst av landsdystinum,
sum verður í Estlandi miku
kvøldið í næstu viku.
Ikki uttan orsøk plagar at
verða tikið til, at tað er tor
ført at standa seg hjá
liðunum, sum eru flutt upp,
og tað plagar eisini at verða
sagt, at tað ofta hilnast illa
hjá liði, sum hevur vunnið
FM fyri fyrstu ferð.
Um mett verður út frá
úrtøkuni í fyrsta triðinginum
av kappingini, so passar
fyrra útsøgnin ikki so væl,
sum hon ofta hevur gjørt,
meðan seinna útsøgnin pass
ar væl betri enn tann fyrra.
B68 og ÍF eru uppflytarar.
Felags fyri liðini er, at tey
hesa ferð taptu við einum
máli ímóti favorittunum úr
høvuðsstaðnum.
Tað
er
eisini felags fyri tey bæði
eysturoyarliðini, at tey eftir
fyrsta triðingin av kapp
ingini ikki eru í vanda fyri
at flyta niður, og at tey í ein
støkum umførum hava víst
nakað av tí besta fótbólts
undirhaldinum, sum higartil
hevur verið at sæð.
Í fjør flutti AB niður við
17 stigum, og í fyrraárið
flutti B68 niður við 18 stig
um. Úrtøkan hjá ÍF og B68
hevur higartil verið ávika
víst 10 og 11 stig. Sum
gongdin higartil hevur verið
hjá teimum báðum niðastu,
so kann tað væl hugsast, at
tað fyri at sleppa undan nið
urflytingini verður neyðugt
at skava kanska 1720 stig
saman. Harvið ber til at
ímynda sær, at B68 og ÍF
eftir fyrsta triðingin av kapp
ingini hava savnað meiri
enn helmingin av tí, sum
skal til hjá teimum fyri at
røkka málinum, sum tey
hava sett sær fyri hetta kapp
ingarárið. Tað er at sleppa
undan at flyta niður.
Hjá meistarunum í NSÍ
hevur tað gingið striltið.
Vónin at endurvinna FM
heitið tykist eftir fyrsta
triðingin av kappingini ikki
at skula verða veruleiki.
Eftir ellivu umfør er NSÍ
ellivu stig aftanfyri EB/
Streym. Hugburðurin hjá
meistarunum tykist fram
vegis vera góður, men leik
liga restar nógv í FM taktir
nar frá í fjør. Hóast gongdin
ikki hevur verið nakað ser
lig, so bendir avgjørt einki
á, at støðan skal verða, sum
hon var eitt nú hjá B71 árið
eftir, at sandoyingar høvdu
vunnið fyrsta og higartil
einasta FM heitið. Tá flutti
B71 niður!
Undanfarnu árini hava
nógvir venjarar fingið sekk
in. Í fjør stóðu feløgini mest
sum í bíðirøð fyri at siga
venjararnar úr starvi. Tað er
merkisvert, at tað eftir
fyrsta triðingin av kapping
ini framvegis eru teir somu
tíggju, sum hava ábyrgd
ina.
Sambært omanfyri stand
andi so kundu tað kanska
verið tey bæði botnliðini og
meistararnir, ið vóru besta
boðið upp á at skifta venj
ara. Einki bendir kortini á,
at hesi feløgini hugsa um at
skifta venjarar.
Nýggju liðini hava kløkkað
Ein partur av triðja hálv
leiki á Rás2 eru SMSboð
frá lurtarunum. Í tann
mun at tíðin røkkur, verða
hesi boð lisin upp í send
ingini. Og bestu SMS’ini
verða eisini prentað í
mánadagsútgávuni
av
Sosialinum.
Bid John William ùr Kì
gevast vid øllum hasum
umberingunum. Sjàlvandi
hava tey størstu feløgini
ungar evnarìkar leikarar.
Men teir mugu royna at
fàa okkrt burturùr teim
um, og ikki bara tosa og
tosa. Annars heilsa Dan
frà nàbùgvanum nidri
undir har sum hann byr,
fra HBfan nr. 1 ;) «
Red lions hja hb er eitt
fantastiskt
ahaldandi
fjepparafelag. Stort ros
til red lions uttan tykkum
einki
liv
i.
Heilsan
frensurin «
Hevdi jakup a borg ik sa
so gott ut, hevdi han
fingid reytt kort fyri
hevnd a bartal «
Spoylara? ùtgreina tad«
I eysturoynni bruka tey
spoilarar a bilinum. For
restin hava tey eisini
wunderbaum:) «
Var domarin imoti IF aft
ur i dag?«
Martin, ultras elskar teg«
Sambært Portalinum fekk
Wellington reytt kort fyri
at sparka leikara nidur.
So sigast mà, at bønin hjà
Eli Hentze er hoyrd hjà
dòmarunum.
Come on heri,tù gloymdi
at spyrja hvussu omma
levi æt?«
Rodrigo Silva uh ah i
wanna knooow, how you
score that Goal...!;)
Heilsan Ott«
Lat okkum hoyra ein eb/
streyma sang. LEKKIRT
at vera eb/streyma fjepp
ari í hesum døgum :)«
Hvar kom ta reyda kortid
ì dag, var ta ik har sum
venjari grenjar um at
dòmarin :)«
NSI = Nògv Serbiskt
Iskoyti. Uha nu er langt
sidani vit taptu, minnist
ikki hvussu tad følist. Vit
eru a rættari kòs. Besti
dystur hja Hedin i ar. Go
KI«
Hvi fær Bartal eitt so lætt
gult kort? Ju, ti nu hevur
hann
karantenu
aftur,
hvørjum kriterium døma
domarinir eftir? Ti spyrji
eg Eiler: hvat var munuri
a ti vemmiligu taklingini
fra ti fyrrverandi lands
lidsleikarinum Chr. H.
moti ti nyggja Aka Peter
sen skuldi verid bein
leidis reytt!!«
Eg havi bert ein spurning
til if ? Hvi grenja teir so
òluksàliga illa ? harragud
kunnu teir ik verda eitt
sindur rògligari har afturi
ì verjipartinum :o ?«
Super at b68 tapti, b36
tad
betra
lidid,buuu
b68:)«
Spell tad ikki gekk Skàla
eiga allan fyrra hàlvleik
hinir skora, Rùni ? Puha.
Go Skàla Go Skàla fjepp
ari:)«
Sagt í
3. hálvleiki
Hóast KÍ hevur havt góðan byrða seinnu umførini, so mugu teir ásanna, at javnleikirnir eru dýrir, tá sigrarnir geva trý stig