Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-29, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 [ Nr. 101 - 29. mai 2008 ] Skála stríddist fyri­ myndarliga, og við bara eitt lítið sindur av hepni fingu teir eisini stig burturúr. Men hepnið er aloft­ ast nakað, sum hoyrir einum oddaliði til Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo EB/Streymur mundi vita, at talan undir ongum umstøð­ um skuldi verða um lættan dyst á Skála. Skála hevur aloftast havt eitt sera gott tak á júst EB/ Streymi. Ikki minst á heimavølli. Hartil var odda­ liðið enn einaferð meint rakt av fráveru. Høgni Madsen breyt eitt bein í fótinum seinast, og tí er hann ikki tøkur. Somuleiðis er Mikkjal Thomassen skaddur, og tá Arnbjørn Hansen hartil var sjúkur, var broddurin í álopsspæli­ num ikki tann sami. Eitt kontra var nokk Tí vóru broytingar neyð­ ugar, og leingi órogvaðu hesar oddaliðið, sum hevði ilt við at fáa miðvøllin at hanga saman. Tað komst tó eisini av, at Skála ikki hevði hug at geva oddaliðnum nakran serligan arbeiðsfrið. Við góðum trýsti á miðvøllinum fluttu teir spælið langt niðan á vøllin, og ofta gjørdist talan um heilt vandamiklar støður framm­ an fyri EB/Streyma­málið. Ta einu ferðina við púrasta leysum Obi, men Rene Tórgarð var vakin og fekk byrgt fyri málinum. Og so hendi tað so ofta, sum tað ger í slíkum støðum. Hart kroysta oddaliðið fekk møguleikan stutt fyri hálvleik, og so vóru teir ísakaldir. Upphavið var eitt av mongum hornaspørkum hjá heimaliðnum. Skjótt kontra varð sett ígongd, og so kundi Hans Pauli Samuelsen senda Hanus Eliasen avstað. Og ísakaldur helt fugl­ firðingurin verjuspælara frá bóltinum, samstundis sum hann sendi fram við Predrag Markovic í Skála­málinum. Málið tók luftina Málið hevði helst sína sálarligu ávirkan á liðini bæði. Eftir steðgin hevði Skála í øllum førum ikki orku at leggja sama trýst á gestirnar, sum í nógv størri mun kundu kontrollera dystin heim. Ikki endiliga tí teir nú spældu so øgiliga væl, men sendingarnar hingu nú betur saman. Hóast Skála royndi at flyta fólk fram, so gekst illa at fáa nakað skipað trýst á mótstøðuna, sum tí ofta kundi spæla seg úr trýstinum við einari ella tveimum sendingum. Og við nakað størri neyv­ leika kundu gestirnir eisini punkterað dystin. Størsta møguleikan átti ein púra leysur Hanus Eliasen, men eisini var talan um aðrar vandastøður, sum Skála­ málverjin tó tók sær av. Í hinum endanum megn­ aði Skála sjáldan at skapa tað stóra eftir steðgin, men hóast tapið, so er einki at ivast í, at hópurin kann taka nógv góð ting við sær úr dystinum. Hesa ferð rakk tað ikki móti sterkasta liðinum í landinum. Men verðua hugburður og spæl á sama støði komandi dyst­ irnar, er einki til hindurs fyri, at stigini á Skála gerast nakað væl fleiri komandi vikurnar. Skála-EB/Streymur 0-1 (0-1): Oddalið hava hepnið EB/Streymur Skála Hanus Eliasen skoraði einsamalla málið, tá EB/Streymur mikukvøldið helt fast um munin aftur til næstu liðini Mynd: Sofus D. Johannesen Fremad Amager Invest, sum er felagið handan FC Amager, er ein av partaeigar­ unum í nýstovn­ aða Copenhagen Multiarena, har eitt av stóru donsku ítróttarnøvnunum er drívmegin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Síðani Fremad Amager fyri góðum ári síðani kom á føroyskar hendur, hevur tosið um eitt nýtt stórstadion á Amager av og á verið at hoyrt í fjølmiðlunum. At ætlanir hava verið, er eingin loyna, men nú tykist veruligt kjøt vera komið á ætlanirnar. Í øllum førum er Fremad Amager Invest, sum er føroyska felagið handan Fremad­yvirtøkuna, millum stovnararnar av nýggja felagnum, Copen­ hagen Multiarena A/S. Slagelse-heilin við Danmarks Radio visti í gjár at siga, at Fremad Amager Invest er ein av tveimum stovnarum av nýggja felagnum, og stjóri í hesum er Brian Mollerup. Eitt navn, sum kanska ikki er so kent í Føroyum, men sum verður roknað millum tey heilt stóru í danska ítróttarheiminum. Mollerup verður nevnliga roknaður sum maðurin handan Slagelse­liðið, ið púrasta kollvelti danskan kvinnuhondbólt, og sum í nógvar eisini umdefineraði, hvussu tað ber til at branda og selja ítrótt mótvegis vinnulívinum. Navnið spillir ongan Hvørki Todi Jónsson ella Mollerup vilja gera við­ merkingar til málið í donsk­ um miðlum. Sosialurin hevur í morgun tosað við Heina Zachariassen, nevnd­ arformann í Fremad Amager Invest, men heldur ikki hann vil gera viðmerkingar. Navnið á nýggja felag­ num avdúkar tó endamálið við hesum. Og tað er eingin loyna, at skal FC Amager klintra upp í donskum fótbólti, er Sundby Idræts­ park ikki nóg mikið. Seinast Fremad Amager var í superliguni, mátti felagið flyta nakrar av heimadystum sínum, tí ljósið á Stadion ikki er nóg gott til sjón­ varpsupptøkur. Hartil eru í dag UEFA­ krøv, sum púra neyvt áseta, hvørjar treytir slík stadion skulu lúka, og tað skal stór­ arbeiði til, um Sundby Idræts­ park skal røkka hesum. Við yvirtøkuna segði Todi Jónsson, at málið var at spæla í superliguni í 2010. Tann ætlanin fekk kansk eitt skot fyri bógvin, tá felagið í fjør flutti niður, men um tað so verður í ’10, ’11 ella ’12. So er tað neyvan ov tíðliga at leggja sær hetta til rættis longu nú. Todi við í Stadion-ætlan Eingin prologur í Klaksvík Nú er endaliga greitt, at 13. útgávan av Statoil Kring Før­ oyar verður hildin í summar. Hesa ferð byrjar kappingin tann 17. juli, men hetta verður ikki við prologinum í Klaks­ vík, soleiðis sum tað annars hevur verið gjørt. Kappingin fevnir tí um fýra dagar. Hósdag verður súkklað í Eystur­ oynni. Sandoyggin eigur tørn fríggjdagin. Leygardag verður súkklað í Suðuroy, og seinasti teinurin er í Streymoynni, har endaði verður í Havn. Geyr Gilsteinsson er settur sum kappingarleiðari. Terry reistist Chelsea­stríðsmaðurin, John Terry, sum brendi eitt brotsspark í Champions League finaluni fekk endurreisn, tá hann í gjárakvøldið legði Ongland á odda 1­0 í vinar­ dystinum ímóti USA á Wembley í London. Terry setti pannuna á eitt væl tikið fríspark frá David Beckham, og Tim Howard í amerikanska málinum hevði ongan møgu­ leika at bjarga. Hetti hendi eftir 38 minuttum. Tá ein tími var spældur økti Steven Gerrard úr Liverpool til 2­0, sum gjørdist endaliga úrslitið av dystinum. Sunnudagin spælir Ongland aftur vinardyst, hesaferð á útivølli ímóti