Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-29, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 [ Nr. 101 - 29. mai 2008 ] Nývaldi ÍSF forsetin finst hvassliga at, at Landsstýrið av sínum eintingum hevur hækkað játtanina til tvey sersambond Ítróttur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo »Hvat við hinum 13?« Soleiðis spyr ÍSF-for- setin, nú tað í fíggjar- lógaruppskotinum fram- gongur, at tvey av ser- sambondunum undir ÍSF hava fingið økta játtan. Talan er um ÍSB og FSF, sum hvør hava fingið 100.000 kr. Pengar, sum eru markaðir til ávikavist norðurlendskt sekretariat og kvinnufótbólt. Tað í sjálvum sær fegnast forsetin um, men hann finast at, at ÍSF ikki verður tikið upp á ráð í hesum. - Uttan at umrøða málið við Ítróttasamband Føroya hevur meirilutin í Fíggjar- nevndini nú einvegis skotið upp at hækka játtanina hjá tveimum útvaldum sersam- bondum, sigur forsetin, sum átalar, at Fíggjarnevndin soleiðis leggur seg út í innanhýsis peningabýtið hjá Ítróttasambandi Føroya. - ÍSF vil fegið hava at vita frá Fíggjarnevndini, undir hvørjum fortreytum ætlaða broytingin verður framd. Sum landsfelags- skapur varðar Ítróttasam- bandið av øllum ítrótta- greinum og kann tí ikki loyva sær at gera mun á ítróttagreinunum. Ítróttasambandið kennir heldur einki til nakra greining av føroyskum ítrótti og virkseminum hjá ymisku sersambondum, sum kann liggja sum grund fyri hesi uppíleggingini frá Fíggjarnevndini. - Ítróttasambandið hevur ár eftir ári sent eina grundaða umsókn inn um hægri játtan, uttan at Løgtingið hevur latið við seg koma. Royndin hjá Fíggjar- nevndini at leggja seg úti innanhýsis peningabýtið hjá Ítróttasambandinum er óseriøs og má átalast, sigur Sølvi Reinert Hansen millum annað í lesara- brævinum, sum kann lesast aðrastaðni í dagsins blað. Sættu ferð á rað fekk KÍ stig við sær av vøllinum, men nógvu javnleikirnir merkjast á stigatalvuni Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kanska er hann ikki gull verdur. Men Rodrigo prógvaði aftur í gjárkvøldið, hvussu stóran týdning hann hevur fyri KÍ. Ella sum onkur tók til, so man brasiliumaðurin í løtuni vera populerasti klaksvík- ingurin í Føroyum. Mikukvøldið vitjaðu meistararnir úr NSÍ í Klaksvík, og leingi var NSÍ eisini á sigurskós. Gestirnir fingu betru byrjanina upp á dystin, og fyrsta hálva tíman lógu teir støðugt framvið. Og tað eydnaðist teimum eisini at leggja seg á odda, tá Hjalgrím Elttør gjørdi sær dælt av verjuvillu. Púra óneyðugt misti Harley Bertholdsen bóltin, og so streyk Hjalgrím avstað, áðrenn hann legði tvørtur um til ein púrasta blankan Øssur Dalbúð, sum bara skuldi pota í netið. Eftir leiðslumálið tók NSÍ seg nakað longur aftur á vøllin, men teir áttu framvegis vandamestu møguleikarnar. KÍ tóktist hava ilt við veruliga at skapa nakað, men sum seinni hálvleikur leið, fluttu teir alsamt meira fólk fram á vøllin. Tað gav eisini betri pláss hjá NSÍ at kontra, men 12 minuttir fyri dystarlok javnaði KÍ. Rodrigo Silva tók sær av støðuni, tá fríspark varð gjørt á brots- teigarmarkinum, og við einum dundurskoti sendi hann bóltin í meskarnar handan Tórð Thomsen til endaligu støðuna. Dýrir javnleikir Eftir eina byrjan, har mest sum einki vildi bera til hjá KÍ, tykist flaggskipið hjá norðoyingum veruliga at hava fingið ferð á. Seks teir seinastu dystirnir hava allir givið stig, og tað hevur lyft liðið væl av vandaleið. Hinvegin skerst ikki burtur, at talan enn er um ov nógvar javnleikir. Bert tvær ferðir av seinastu seks ferðunum eru trý stig fingin til høldar, og tað ber við sær, at liðið enn ikki veruliga er farið at klintrað móti ovaru hálvu á talvuni. Hjá NSÍ tykjast javn- leikirnir eisini at hava sítt at siga. Meistararnir hava langt í frá spælt sum meist- arar higar til í ár, og fleiri ferðir eru stig mist í støðum, har liðið í fjør vann stig. Enn sum áður verður sagt, at kappingin er ung, men nú munurin aftur økt- ist, eru altso 11 stig upp til toppin. Og tey kunnu verða serstakliga tung at vinna aftur. KÍ-NSÍ 1-1 (0-1): KÍ og NSÍ halta víðari Landsstýrið detailstýrir ítróttinum Tað er ikki uppgávan hjá landsstýrinum at detailstýra ítróttinum, sigur Sølvi Reinert Hansen NSÍ KÍ Populerasti klaksvíkingurin í Føroyum. Tað er heitið, sum Rodrigo hevur vunnið sær í Klaksvík, og mikukvøldið prógvaði hann enn einaferð, hví so er Mynd: Álvur Haraldsen Chelsea vil hava Scolari Sambært portugisiska fótbóltssambandinum sýnir Chelsea nú áhuga fyri at fáa fatur á portugisiska lands- liðsvenjaranum, Felipe Scolari. Hetta sigur formaðurin í fótbóltssambandinum. Enn hevur Chelsea ikki gjørt nakrar viðmerkingarnar til tíðindini, men Scolari hevur í fleiri ár verið mettur sum ein av bestu venjarunum í Europa. Eisini sigast Chelsea hava verið eftir fyrrverandi italska landsliðsvenjaranum, Marcelo Lippi, men hesin hevur afturvíst tíðindunum sum berar gitingar. Getafe vil hava Laudrup aftur Michael Laudrup hevur seinastu tíðina verið settur í samband við hópin av feløgum í Europa, men nú ljóðar, at Getafe fegið vil hava danan at taka samstarvið felagið uppaftur. Spanskir miðlar vita at siga, at forsetin í Getafe, Angel Torres, nú er til reiðar at geva Laudrup munandi betraðar arbeiðstreytir, um hann kemur aftur til felagið. Millum annað skal Torres hava sagt, at hann ikki fer at blanda seg í avgerðirnar hjá venjaranum á transfermarknaðinum, men at Laudrup tvørtur ímóti skal fáa ein kekk á 100 milliónir krónur til keyp av spælarum.