Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-29, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 [ Nr. 101 - 29. mai 2008 ] Væl skipað lið Venjarin hjá B68, Bill McLeod Jacobsen, hev­ ur rósandi orð til mót­ støðuliðið. Vit spurdu hann, hvussu tað ber til, at spælið hjá B68 er viknað so nógv síðan teir tríggjar dagar fyri dystin vístu frálíkt spæl ímóti ÍF. ­ B36 spælir annar­ leiðis enn ÍF. B36 hevði latið fimm mál inn í átta dystum, og hava sera sterka verju. Teir eru ikki so sterkir har frammi, men teir eru ógvuliga væl skipaðir, segði Bill eftir dystin. ­ Tað bleiv til ov nógv einmansavrik, har ein og ein roynir sjálvur. Hetta tekur langa tíð, har tað hinvegin er nógv lættari at spæla bóltin. Hetta gongur nógv skjótari, staðfestir Bill. Hann er ikki ónøgdur við gongdina higartil. ­ Ein triðingur av kappingini er lokin, og hóast vit hava havt eitt skert lið, so eru 11 stig vunnin. Heldur gongdin fram, so er málsetning­ urin um at grunda seg í deildini rokkin, sigur Bill McLeod Jacobsen. Trýstið gav úrslit Bergur Midjord, sigurs­ harrin hjá B36, var sum vera man fegin um sig­ urin. ­ Vit royna at trýsta høgt uppi á vøllinum all­ atíð, og so er tað bara heppið, at vit fáa málið. Tað loysti seg at trýsta, sigur Bergur, sum somu­ leiðis staðfestir, at mál­ ið fall eftir størsta mál­ møguleikan í dystinum. Tit hava havt trupul­ leikar við at skora mál í ár. Er hetta nakað, ið tit tosa um? ­ Ja, vit tosa eitt sindur um trupulleikan. Vit skapa altíð nakrar mál­ møguleikar, og so mugu vit bara royna at skora uppá teir. Men hetta er ein trupulleiki, og vit mugu bara vóna at tað fer at gangast betur, Súni skal selja seg Súni Olsen hevur lagt trýst á seg sjálvan undan landsdystinum hjá Føroyum móti Estlandi komandi mikukvøld. Við danska bold.dk sigur føroyski landsliðsspælarin, at hetta vónandi er eitt gott forum at prógva sítt virði fyri ein komandi arbeiðsgevara. Viborg, sum Súni spældi við í vár, flutti niður úr donsku superliguni, og Súni hevur gjørt av, at hann ikki leingir sáttmálan við felagið. Gullfuglurin spældi fyrsta landsdystin Tarik Elyonussi, sum spælir í norska Fredrikstad er á ynskilistanum hjá fleiri europiskum stórfeløgum. Mikukvøldið spældi hann fyri fyrstu ferð á norska A­ landsliðnum, og áhugin er neyvan minni eftir hetta. Tarik brúkti bara fýra minuttir á vøllinum, áðrenn hann í seinna hálvleiki javnaði til 1­1 í landsdystinum hjá Noreg móti Uruguay. Uruguay kom tó upp á 2­1, men við beinleiðis frísparki tryggjaði John Arne Riise Noreg javnnleikin. B68 helt leingi B36 frá málmøguleikum, men í evstu løtu eydnaðist tað Bergi Midjord at vinna B36 øll stigini til Havnar FÓTBÓLTUR Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Uppflytararnir úr B68 hava havt eitt gott kappingarár higartil í ár, og á heimavølli hava teir verið sera sterkir. Tað var tískil ikki ein løtt uppgáva, sum bíðaði B36 mikukvøldið. B36 hevur eisini havt trupult við at skapa málmøguleikar í ár, og hetta kundi koma at kosta á Toftum, har B68 bara hevur latið trý mál inn hig­ artil í ár. Tolið heimalið B68 leikti ein sera góðan dyst ímóti ÍF um vikuskiftið, og vónirnar til hendan heimadystin mundu vera góðar. Tað var tó ikki eitt B68­lið, sum eyðsæð vildi nakað frameftir vøllinum, ið kom á vøllin. B68 legði seg langt aftur á vøllin, og B36 fekk nógv pláss at leika á. Senegalesararnir hjá B68 vístu tó góðan stríðsvilja, og góði bóltfør­ leiki og kvikleiki teirra lótu altíð ein vanda vera til stað­ ar hjá B36. B36­spælið endaði tó sjáld­ an við vandamiklum støðum, og tættari enn okkurt langskot komu teir ikki. B68 lá fram­ við, men eiheldur teir megn­ aðu at hótta B36­spælið so mikið, at teir vóru tætt við at leggja seg á odda. B36 vísti betra spælið í fyrra hálvleiki, men eitt tol­ ið og passivt heimalið helt B36 frá vandastøðunum. Mesta spælið fór fram í ein­ um bóltbardaga á miðjuni, og hálvleiksstøðan gjørdist væl hóskandi 0­0. Trýst á báðar endar Tað var eitt meira vakið og framrættað B36­lið, sum kom á vøllin í seinna hálv­ leiki. B36 spældi rættiliga beinleiðis á málið, meðan B68 ikki menti sær nógv frameftir vøllinum. B36 hevði eitt stórt trýst á B68­ málið stóran part av seinna hálvleiki, men úrslitaleysu álopini høvdu hug at møða B36­leikararnar so mikið, at B68 ímóti endanum fekk eitt gott yvirtak og nærkað­ ust B36­málinum í stórum. Neyvleikin var tó ikki til staðar hjá nøkrum liði, og málmenninir høvdu ikki nakran sváran arbeiðsdag. B68 var tó ofta vandamikið í deyðbóltsstøðum, men langar avleveringar, sum hevur verið ein stór hjálp hjá B68 í ár, var lítil hjálp hendan dagin. Hóast liðini høvdu trupult við at skapa málmøguleikar í regninum á Svangaskarði, so skuldi tað vísa seg, at eitt sig­ ursgevandi mál skuldi falla. B68 misti bóltin í uppspælin­ um, og B36 fór í mótálop. Uppspælið endaði í vinstru síðu, har eitt innlegg varð sent til Berg Midjord, sum ikki sveik einsamallur framm­ anfyri málinum og skoraði til endaliga úrslitið, 1­0. Ein B68­verjuleikari stóð tó frammanfyri Berg, men heldur ósannførandi kiksaði hann bóltin, sum hann á ein­ um vanligum degi hevði ruddað burtur í svøvni. Trýstið hjá B36 gav úrslit hóast alt, og hetta heldur teir framvegis livandi í oddastríðnum, har teir nú hava 16 stig á 3. plássi. B68 kom nú niður á jørðina aft­ ur, og verður verandi mitt í deildini við 11 stigum. B68-B36 0-1 (0-1): B36 mátti arbeiða hart Toftamenn vóru tolnir, men í evstu løtu mistu teir stig, tá B36 vitjaði mikukvøldið Mynd: Álvur B36 B68