Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-29, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 [ Nr. 101 - 29. mai 2008 ] HB vann skyldusigur í Gundadali í gjár, tá fuglfirðingar vitjaðu. Hóast gestirnir høvdu lítið at bjóða, so eydnaðist teimum tvær ferðir at fáa bóltin framvið Tróndi Vatnhamar – og tað er ikki nøktandi Fóbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo HB rennur í løtuni aftaná oddaliðnum úr Sundalag­ num. Skyldusigurin á ÍF í Gundadali í gjár broytti einki í stríðnum um gullið, har munurin millum ovastu liðini framvegis er fimm stig. Hóast teir reyðu og svørtu fegnast um sigurin, so var sera óansið verjuspæl atvoldin til, at dysturin fekk óneyðugan spenning. HB fekk síni trý stig, og so heldur ikki meira enn tað. Verjuspælið Ein av stóru trupulleikunum hjá HB í farna kappingarári var av álvara verjuspælið. Heilar 34 ferðir noyddust málverjarnir í málið eftir bóltinum, og tað er ikki vanligt. Stór sveiggj vóru í avrikunum hjá teimum aftastu, og soleiðis var eisini í gjár. Tað skal verða sagt, at hetta hevur verið væl frægari í ár. Men tá bæði Sasha Jovanovic og Atli Petersen sendu framvið Tróndi Vatnhamar var verjuspælið ikki nøktandi. Longu í triðja minuttinum slapp Jovanovic at snara sær í brotsteiginum eftir hornaspark, og síðstu løtuna var Rasmus Nolsøe ikki tættur í Atla Petersen, tá hesin eisini snaraði sær í feltinum og minkaði um leiðsluna hjá heimaliðnum. Jacobsen komin fyri seg Christian Høgni Jacobsen tykist av álvara at hava fingið fótin fyri seg. Hann hevur veruliga gjørt um seg, síðan Rúni Nolsøe, venjari, setti hann á beinkin frá byrjan í heimadystinum móti NSÍ fyri 10 døgum síðan. Í gjár var landsliðs­ leikarin eisini tvær ferðir á blettinum. Eftir einum hálvum tíma fekk hann javnvág í, tá hann við høvdinum stýrdi bóltinum framvið Andras Gango. Uppspælið kom, tá Jacobsen sjálvur tók eitt fríspark skjótt til Pætur Jørgensen, sum hevð tíð og pláss í høgru at finna framherjan, sum kom stormandi. Miðskeiðis í seinna umfarinum økti hann til 3­ 1, tá hann hegnisliga lyfti upp um málverjan. Andrew av Fløtum var ikki í hópinum, sum lands­ liðsvenjarin Jógvan Martin Olsen, hevur úttikið til venjingardystin móti Eyst­ urríki komandi mikudag. Av Fløtum kom aftur á máltalvuna í gjár, men leikliga sýndi hann ikki landsliðsstøðið. Kappingar­ neytarnir eita Rógvi Jacobsen, Christian Høgni Jacobsen, Christian Holst og Arnbjørn Hansen, og tískil er spurningurin, um Andrew av Fløtum hevur verið í landsliðsbúnanum fyri seinastu ferð. Skyldusigur Bartal Eliasen var aftur í miðverjuni hjá fuglfirðing­ um í gjár. Saman við mál­ verjanum Andras Gango, stóð hann sterkastur í mynd­ ini hjá gestunum. Hann hevði fleiri nærdystir við Jákup á Borg, og verju­ leikarin vann flestu teirra. Eliasen kundi tó ikki gera við, at HB fekk trý mál. Teir reyðu og svørtu skuldu vunnið við fleiri málum, og serliga undan hvíldina vóru upplagdir málmøguleikar. Passivt verjuspæl gav ÍF trúnna eitt sera óvæntað úrslit, men veruliga vanda­ miklir vóru teir ongantíð. Pætur Jørgensen hevði fleiri frálík innlegg úr høgru, sum framherjarnir í brots­ teiginum ikki vóru nóg ágrýtnir. Dysturin í gjár gav eisini debut til 19 ára gamla Ingvard Vang, sum fekk seinastu minuttirnar á vøll­ inum. Løtan var ov lítil til, at hann kundi vart við seg. HB vann skyldusigur og fekk trý kærkomin stig í oddastríðnum. ÍF, sum ikki hevur fingið stig seinastu trý umførini, hevur fram­ vegis fýra stig til niður­ flytingarstrikuna. ÍF HB HB-ÍF 3-2 (2-1): HB rennur aftaná HB fekk ein hvøkk, tá ÍF legði seg á odda alt fyri eitt, men vertirnir reistust, og tó at teir ikki imponeraðu, so vunnu teir tey trý kravdu stigini Jones er nú á beinkinum Tað tók sína tíð, men nú eru arbeiðspappírini hjá David Jones loksins komin í rættlag. Fyrstu dystirnar, sum hann var í Føroyum, mátti bretski venjarin hjá ÍF standa uttan fyri girðingina, tí hann ikki hevði neyðugu pappírini at vísa fyri FSF. Nú er hetta tó komið í rættlag, og eins og aðrir venjarar kundi hann tí sita á beinkinum, tá ÍF vitjaði í Gundadali. Súkkluufelag valt nýggja starvsnevnd Aðalfundur var í Tórshavnar Súkklufelag mánakvøldið 26.05.2008. Á fundinum bleiv, millum annað, nýggj nevnd vald. Í fráfarandi nevndini sótu: Sverri Mohr Edvinsson, formaður/kassameistari, Esmar Joensen, skrivari og Eirikur Olsen, nevndarlimur. Av hesum tók bara Sverri Mohr Edvinsson við afturvali, men er hann nú kassameistari. Geyr Gilsteinsson er nýggjur formaður, meðan Eyðfinn Lenvig er skrivari. Uppiborin sigur Páll Mohr Joensen var sjálvsagt fegin um tey trý stigini. ­ Eg vil ikki siga, at marginalarnir vóru við okkum hesaferð. Vit vunnu dystin greitt og uppiborið. ÍF skal eiga rós fyri, at teir ikki spældu so verjukent, sum fleiri onnur lið ofta gera, tá tey eru í Gundadali. Teir royndu at søkja at, men vit vóru omaná. Komandi uppgávan hjá tykkum er B71 á útivølli. Hesir taptu heili 5­0 á heimavølli móti Víkingi í dag, so tit eru greiðir favorittar til tann dystin? ­ Tað kann ein siga, men soleiðis hugsa vit ikki. Vit fara til Sands at stríðast, segði Páll Mohr Joensen við Rás2 eftir dystin.