Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-29, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 [ Nr. 101 - 29. mai 2008 ] Steypaupphiting Tann 14. juni er EB/Streymur partur av finaluni í kapp­ ingini um Løgmanssteypið, og longu nú boðar felagið frá, hvussu upphitingin til hetta fer fram. Ársins fjeppari hjá felagnum, Rógvi Dam, hevur nevnliga boðið øllum EB/ Streyma­viðahldsfólki í bowling­høllina á finaludegnum. Dyrnar í bowling­høllini lata upp klokkan 16, og so skuldi verið góður møguleiki hjá fjepparum at fáa sær røttu litirnar og heit stemmubond undan sjálvum dystinum. Kvinnurnar venja aftur Sophus Dal­Christiansen, landsliðsvenjari hjá hondbóltskvinnunum, hevur longu tann 14. juni sína fyrstu landsliðssamling í nýggja kappingarárinum. Umframt venjing, so verður talan her um eftirmeting av Challenge Trophy­kappingini, sum kvinnulandsliðið var partur av um mánaðarskifti mars/apríl. Í dystinum, har B71 skuldi reisa seg, fekk liðið størsta av­­ smurningin á árinum, og nú er liðið heilt illa spert í botninum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo ­ Hetta var nokk at raka botnin. Nú kann tað bara ganga betur. B71­málverjin, Símun Rógvi Hansen, hevði ikki tey vøkru orðini frammi, tá hann tosaði um dystin á Sandi í gjár. Fimm ferðir noyddist hann í málið eftir bóltinum, og sjálvur krógvaði hann ikki, at talan var um ein kol­ lektivar off­day hjá liðnum. ­ Tað var galið kring allan vøllin. Víkingur vinnur all­ ar nærdystirnar, og tí koma vit ongantíð av álvara inn í dystinum, segði málverjin, tá hann var á tráðnum hjá 3. hálvleiki á Rás2 í gjár­ kvøldið. Víkingaveitsla Hinvegin var talan um sanna málveitslu hjá vitj­ andi víkingunum. Fyrra hálvleik var kanska ikki tað heilt stóra, sum skilti báðar partarnar, og tað var hampuliga langt ímillum uppløgdu mál­ møguleikarnar. Tað eydnaðist tó Sølva Vatnhamar at seta hol á við framúr góðum langskoti, og tá Andreas Lava Olsen nakað seinni økti til 2­0, mundu tey fæstu rokna við, at B71 skuldi koma aftur í dystin. Heimaliðið spenti tó bogan hart eftir steðgin. Og fyrsta góða korterið ella so høvdu teir nógv spæl á hálvuni hjá gestunum. Men sum tað so ofta er sætt, so kostaði hetta í verjupartin­ um. Og tá Sølvi Vatnhamar skoraði sítt næsta mál, fór luftin púrasta úr vertunum. Magnus Skoralíð økti til 4­ 0. Wellington fekk reytt kort í tí, sum líktist berari frustratión, og so kundi innskifti Martin Olsen stað­ festa eyðmýkingina við fimta málinum í dystinum. Í botni Leikliga er einki at ivast í, at hetta var tað lægsta, sum B71 hevur rakt í ár. Verri er tó, at hóast spælið fleiri ferðir hevur verið á heilt góðari leið, so hevur úrtøkan als ikki staðið mát, og nú fer lykkjan av álvara at strammast um hálsin. Munurin upp til niðurflyt­ ingarstrikuna øktist aftur hesaferð, og við einum trið­ ingi av kappingini aftan fyri bak, verður tað nú tungt hjá liðnum at lyfta seg aftur. Ikki minst, tá hugt verður eftir skránni, har oddaliðini bæði, HB og EB/Streymur, eru næstu mótstøðuliðini hjá B71. Hjá víkingunum er lagið hinvegin nakað væl betri. Ikki minst mundi tað kenn­ ast væl hjá forsprákarunum fyri samanleggingini, at fýra av teimum fimm mál­ skjúttunum hesa ferð vóru leirvíkingar. Enn er liðið »bara« miðskeiðis á talvuni, men næsta umfar skulu teir spæla móti B36, og í so máta kann talan væl gerast um lyklauppgerð. B71-Víkingur 0-5 (0-2): B71-hýrurin í botni Dómarabókin Feløg GK RK Stig ÍF 24 3 33 B71 17 3 26 KÍ 15 1 18 B36 18 0 18 B68 17 0 17 Skála 17 0 17 Víkingur 17 0 17 EB/S 12 1 15 NSÍ 14 0 14 HB 11 0 11 Spælarar Símin Hansen B71 1 2 7 Alexander Jovevic ÍF 0 2 6 Balazs Sinko ÍF 2 1 5 Vali Miela Skála 5 0 5 Hans Jørgen Djurhuus Víkingur 5 0 5 Wellington Soares B71 1 1 4 Rodrigo KÍ 1 1 4 Gudmund Nielsen B71 4 0 4 Bartal Eliasen ÍF 4 0 4 Høgni Madsen ÍF 4 0 4 Í yvirlitinum telur gult kort 1 stig. Reytt kort telur 3 stig Máltindurin Formula-deildin Arnbjørn Hansen EB/S 8 Christian Høgni Jacobsen HB 7 Andrew av Fløtum HB 6 Hans Pauli Samuelsen EB/S 5 Rodrigo KÍ 5 Andreas Lava Olsen Víkingur 5 Bartal Eliasen ÍF 4 Jann Ingi Petersen B68 3 Sasa Jovanovic ÍF 3 Jónhard Fredriksberg NSÍ 3 Óli Hansen NSÍ 3 Øssur Dalbúð NSÍ 3 Obele Okeke Onyebuchi Skála 3 Besti málskjúttin í Formula-deildini fær eftir kappingarárið gylta skógvin frá Thomas Dam Ítrótti Formula-deildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 EB/S 9 7 - 2 - 0 21 8 13 23 2 HB 9 5 - 3 - 1 20 6 14 18 3 B36 9 4 - 4 - 1 11 5 6 16 4 Víkingur 9 3 - 3 - 3 16 11 5 12 5 NSÍ 9 3 - 3 - 3 11 13 -2 12 6 B68 9 3 - 2 - 4 8 12 -4 11 7 KÍ 9 2 - 4 - 3 13 17 -4 10 8 ÍF 9 3 - 1 - 5 14 19 -5 10 9 Skála 9 1 - 3 - 5 7 18 -11 6 10 B71 9 1 - 1 - 7 8 20 -12 4 B71 Víkingur Víkingarnir høvdu nógv at fegnast um, tá teir mikukvøldið tóku land á Sandoynni