hósdagur 29. mai 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 101 - 29. mai 2008
Tónleikur
Bogi Andreassen, fyrireikari av
Asfalt, leiðari í Margarin
fabrikkini og ein av stjórunum í
Five Star Entertainment, var
stigtakari til hesa presentatiónina
og bíðar nú spentur eftir at fáa
aftursvar frá kommununi.
Tað hevur verið tosað nógv
um at brúka Gamla Reinsarí sum
spælistað í langa tíð nú, og enda
málið við hesum fundinum var at
vísa á, um tað yvirhøvur ber til at
brúka staðið til nakað sum helst.
Politikkarar, umsiting, tónleik
arar og onnur áhugað vórðu
bjóðað við.
Tað er nevniliga so, at polit
ikkararnir eru blivnir nakað for
virraðir av øllum prátinum um
hetta. Summi siga, at tað hevði
riggað, ímeðan onnur siga, at tað
ikki hevði riggað. Eg skjeyt upp
fyri kommununi at bara royna
tað av. At bjóða fólki inn har at
hoyra tónleik, so tey kundu
sleppa at kjakast eitt sindur um
tað, púra óformelt.
Vit bjóðaðu m.a fjølmiðlum,
SamVit, Tutl, Fut, MenTón osfr.
Anna Katrina Petersen framførdi
fólksligan popp við einum bólki,
og tað riggaði ordiliga væl inn.
Fólk vóru ótrúliga positiv, bæði
tónleikarar og politikkarar, og
niðurstøðan hjá teimum flestu
var, at Gamla Reinsarí væl kann
brúkast sum spælistað. Tað hevur
eina góða stødd, staðið er hugna
ligt, og so ljóðar tað eisini væl
inni har. Tað eru sjálvsagt onkrar
ábøtur, sum skulu gerast, fyri at
fáa tað heilt optimalt, men sum
er, er tað í øllum førum eitt gott
stað at byrja. Nú bíða vit bara
eftir, at kommunan tekur næsta
stig at koyra tað víðari. Tað er
spennandi at vita, hvat fer at
henda, sigur Bogi.
Tórshavnar Kommuna er
positiv
Ingibjørg Berg, trivnaðarstjóri
hjá Tórshavnar Kommunu sigur,
at tað er stórur politiskur vilji og
ynski um at gera eitt spælistað í
Havnini.
Hetta avprøva vit nú í
Hansens Pakkhúsi, ella Gamla
Reinsaríi, sum tað verður kallað
á vanligum máli. Tað hevur verið
snakkað leingi um, hvat húsið
skal brúkast til, og vit hava nú
avgjørt at prøva tað av sum
spælistað. Vit hava arbeitt við
ymsum alternativum hølum, men
í løtuni er tað so hetta, sum vit
hyggja heilt konkret uppá.
Tað er tó týdningarmikið at
leggja sær í geyma, at eingin
endalig avgerð er tikin enn við
Gamla Reinsaríi, men at vit enn
bara eru í prosessini at finna
útav, um tað kann brúkast. Tað
var tí, vit høvdu tiltakið í síðstu
viku; fyri at avprøva akustikk og
stemning. Ætlanin frá nú og fram
til Ólavsøku er at hava reglulig
tiltøk av hesum slag við ymisk
um tónleiki, fyri at finna útav,
hvussu tað riggar í ymsum
samansetingum. Og tá so hetta
tíðarskeiðið er farið, fara vit at
gera eina evaluering, greiðir
Ingibjørg frá.
Appelera til ein breiðan
málbólk
Hergeir Staksberg, tónleikari,
heldur, at Gamla Reinsaríi hevði
verið eitt gott alternativ til hini
støðini, sum eru í býnum.
Eg haldi, at staðið er kul. Har
er ikki ov snobbut, men tað
hevur eitt feitt, gamalt huglag og
persónligheit. Gólvið skal líka
viðgerðast eitt sindur, og tað skal
eisini ljóðisolerast, men annars
kann tað rigga ordiliga væl. Nú,
tá Kaggin fór, er hetta næstan
eisini tann einasti møguleikin.
Tað er tó eingin, ið sigur, at
hetta verður tað endaliga
spælistaðið, men tað er í øllum
førum eitt gott stað at byrja.
Eg giti eisini, at tað hevði
verið gott fyri at máta pulsin og
útvikla seg. Líka sum t.d Losjan
í Gøtu. Í løtuni er tað bara
Margarinfabrikkin, men har
koma ongantíð meira enn 50
fólk, og tey eru øll ræðuliga ung,
sum ganga har. Gamla Reinsarí
hevði kunnað appelerað meira til
tey eldru og kanska havt ein
breidri málbólk. Tað skal bara
gerast kul og fáa skeinkiloyvi, so
kann tað blíva ordiliga gott. Tað
hevði eisini verið eitt gott
alternativ til hini støðini, tí í
løtuni er tað alt ov einstáttað, og
tú mást næstan vera ein dansi
bólkur, fyri at kunna framføra
nakrastaðni.
Gott fyri samfelagið
Beinta Gregersen, ið er leiðari
og íverksetari av Húsinum og
Dávavirkinum í Klaksvík, hevur
hesar hugleiðingar um Gamla
Reinsarí sum møguligt
spælistað:
Eitt spælistað hevur so ræðu
liga stóran týdning fyri eitt sam
felag. Um ikki nakar pallur er
hjá tónleikarum at framføra á,
koma teir ongantíð út við tí,
sum teir gera.
Tað hevur ikki bara týdning,
at tað er ein pallur, men eisini at
tað er ein pallur fyri teir lítlu,
óroyndu bólkarnar. Í Havnini er
jú egentliga bara Norðurlanda
húsið, og har skalt tú vera rætti
liga etableraður, fyri at kunna
spæla. Tað manglar ein pallur til
øll tey, sum spæla tónleik, ið ikki
er mainstream og ikki endiliga
savnar eitt so stórt publikum.
Tey fáa umframt pallin eisini
eitt umhvørvi at ferðast í,
líkasinnað fólk at práta við og
útveksla royndir við,
viðmerkingar frá áhoyrarum
osfr, sum kann vera ræðuliga
læruríkt fyri tey. Eitt sovorðið
spælistað er eisini viktugt fyri
okkum sum áhoyrarar. Tí hvar
skulu vit annars hoyra hendan
tónleikin?
Gamla Reinsarí er absolutt
ein góður møguleiki at skapa
eitt slíkt stað. Tað vera nokk
nakrar forðingar hjá harða
tónleikinum, tí tað er so nógv
søga í bygninginum, at komm
unan nokk ikki verður við uppá
at gera tær stórvegis broyting
arnar í húsinum. Men hetta er í
Gamla Reinsarí møguligt
spælistað í Havnini
Mikudagin í síðstu
viku vórðu politikarar,
kommunufyrisiting,
tónleikarar og tónleika
áhugað savnað niðri
í Gamla Reinsaríi á
Tórsgøtu til presenta
tión av hølinum sum
møguligum spælistaði.
Móttøkan frá fólki var
framúr positiv, og mest
sum øll vóru á einum
máli um, at staðið í
framtíðini kann gerast
ein týdningarmikil
liður í miðsavnanini
av tónleikalívinum í
Havnini.
Her eru seks ymsir
vinklar um Gamla
Reinsarí sum spælistað
frá fólki, ið øll á
einhvønn hátt eru
knýtt at føroyska
tónleikalívinum
- Fólk vóru ótrúliga positiv, bæði tónleikarar og politikkarar, og niðurstøðan
hjá teimum flestu var, at Gamla Reinsarí væl kann brúkast sum spælistað,
sigur Bogi Andreassen, leiðari í Margarinfabrikkini
- Tað er stórur politiskur vilji og ynski um at gera eitt spælistað í Havnini,
sigur Ingibjørg Berg, trivnaðarstjóri í Tórshavnar Kommunu. Heðin
Mortensen, borgarstjóri, var sjálvandi eisini við til móttøkuna
- Eitt spælistað hevur so ræðuliga stóran týdning fyri eitt samfelag. Um ikki
nakar pallur er hjá tónleikarum at framføra á, koma teir ongantíð út við tí,
sum teir gera, sigur Beinta Gregersen, leiðari av Húsinum í Klaksvík
Sunneva Háberg Eysturstein
myndir: Jan Müller og
Eirikur Lindenskov