hósdagur 29. mai 2008síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 101 - 29. mai 2008
41
Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi?
Skriva til sunneva@sosialurin.fo
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
øllum førum eitt stig á vegnum.
Onkuntíð má mann siga takk fyri
tað, sum mann fær, og gera tað
besta burturúr tí, so tað kann
nøkta so stóran tørv sum gjørligt.
Og eg haldi, tað er týdningar
mikið, at mann tekur av nú, tí um
mann sigur nei til hetta, so fara
tað bara at ganga fimm ár
afturat, áðrenn nakað annað
kemur í ljós, greiðir Beinta frá.
Týdningarmikið at lurta eftir
tónleikarunum
Eg haldi, at tað skal vera eitt
stað, har øll eru vælkomin. Har
sum tónleikurin er í hásæti. Har
mann kann fara inn at drekka ein
kaffimunn og práta, óansæð hvat
klokkan er, sigur Beinta víðari.
Tað hevur alstóran týdning, at
kommunan lurtar eftir tónleikar
unum, tí tað eru teir, ið vita,
hvør tørvurin er. Kommunan er
tí noydd til at seta ein leiðara,
sum bæði kann halda skil á, og
sum kann virka sum talirør
millum ynskini hjá kommununi
og hjá tónleikarunum. Og
verður tað gjørt rætt, kann
tónleikarin fáa fantastiska gott
pláss har.
Ein møguleiki er at umsita
tað líka sum Ungdómshúsið í
Keypmannahavn ger. Har
verður tað gjørt soleiðis, at
tónleikararnir sjálvir leiga seg
inn á staðið at hava konsertir, tá
teir vilja. Húsið kann altíð
lænast ókeypis, og har fylgir
anlegg við, men tónleikararnir
skulu sjálvir syrgja fyri at gera
klárt og fyri at promovera
tiltakið hjá sær; at fáa fólk at
møta upp til konsertirnar.
Tónleikararnir fáa so yvirskotið
av inngongdini, so har kann vera
nakað av vinningi, um teir leggja
arbeiði í tað.
At fyriskipa tað sjálvur, kann
vera ótrúliga motiverandi, og teir
kunnu læra, hvat tað krevur at
stápla konsertir upp. Tað kostar
bara kommununi ein dagligan
leiðara, ein teknikkara og so at
innstallera eitt annlegg. Á hend
an hátt sleppur tú fram at, óan
sæð hvør tú ert. Tað er eingin,
sum skal vurdera, hvør er góður
nokk, og tað kann eisini geva
góða variatión í tónleikasløgini,
ið vera at hoyra.
Ikki til rokktónleikin
Fríði Bjørgvin, ið er oddamaður í
trashmetal bólkinum Ineptus,
heldur ikki, at Gamla Reinsarí er
nóg væl innrættað til allar tón
leikastílar, og kundi hugsað sær,
at nakrar broytingar vórðu
gjørdar í hølinum.
Eg haldi, at Gamla Reinsarí,
sum tað er, er feitt til tann tón
leikin, sum vit hoyrdu hin dagin.
Til jamsessions, fólkatónleik,
jazz osfr, men loftið er alt ov lágt
til rokktónleik. Tað er øgiliga
keðiligt, tí eg spæli sjálvur
rokktónleik.
Tað, sum skuldi til, fyri at
staðið eisini bleiv til tann harða
tónleikin, var, at mann tók aðru
hædd vekk ella bara helvtina av tí
og gjørdi eina balkong í eina
endanum. Tað hevði verið pissi
feitt. Tí at so hevði tað kunnað
verið brúkt til allar tónleikastílar,
og so hevði tað eisini sæð feitt út.
Um mann skal gera eitt
spælistað, kann mann akkurát tað
sama gera tað til allar stílar, og
eg haldi, at kommunan burdi
umhugsað tað. Eg ivist bara
stórliga í, at tey ganga við til tað.
Staðið, sum tað er, er eisini
kul. Tað er eitt stig tann rætta
vegin, men um tað hevði verið
broytt, hevði tað verið enn feitari.
Tí tað eru annars bara tvey støð
her í Havnini, har bólkar sum
Ineptus kunnu spæla; Norður
landahúsið og Sjónleikarhúsið. Í
NLH er eingin kjansur at spæla
vanligar konsertir, og Sjónleikar
húsið er altíð upptikið. Afturat
teimum báðum er bara Mentanar
húsið í Fuglafirði, og tað er
pissiirriterandi at skula koyra
allan vegin norður har, hvørja
ferð ein vil spæla konsert.
Eg mæli við, at kommunan
ger hasa lutvíst lítlu broytingina,
soleiðis at tað verður pláss fyri
øllum tónleikastílum.
Har tú kemur fyri tónleikin
Heðin Ziska Davidsen, tónleik
ari, hevur verið við í almenna
kjakinum um spælistað í Havnini
í mong ár.
Nú hava vit tosað um hetta
spælistaðið í út við fimm ár.
Niðurstøðan hjá mær er, at tað
skal vera eitt millumting millum
vanligu pubbirnar/barrirnar og
Norðurlandahúsið. Tað skal ikki
vera for stórt og flott, men heldur
ikki ov lítið og bulut, sigur
Heðin.
Eitt sovorðið stað hevði gjørt,
at ein sjálvur fór til fleiri kon
sertir; at ein var meira úti um
seg. Sum er, eru nøkur støð, har
mann kann spæla, men tað er eitt
sindur troyttandi at fara við
nøkrum, tú hevur brúkt ein
stóran part av tínum lívi uppá at
skapa, og næstan bara spæla fyri
drukkenboltum. Ikki tí, at tað
bara eru drukkenboltar, sum eru
á støðunum, men teir eru í
hvussu er so nógvir í tali, at teir
stjala myndina av áhoyrarunum.
Nýggja spælistaðið skuldi verið
eitt stað, sum meldaði klárt og
greitt út, at tað er fyri tónleikin,
og at tú also kemur har fyri
tónleikin. Tí at akkurát tað finst
ikki enn. Jú, í Margarinfabrikkini
koma fólk fyri tónleikin, men tað
fungerar bara til eitt vist, tí tað
staðið hevur eitt øgiliga ungdóms
ligt klientell, og ikki allir aldurs
bólkar kunnu umboðast har.
Eg hevði viljað sæð eitt stað,
har mann uppá tvær vikur hevði
kunnað verið á konsert hjá t.d
Sic, Aldubáruni, Budam, og Jack
Schidt, fyri at nevna nøkur dømi.
Eitt stað, har tú kemur fyri tón
leikin, og har sum allar sjangrur
– t.d. klassiskt, jazz, folk, rokkur
og poppur kunnu umboðast síð
um síð. Tað haldi eg hevði verið
sunt fyri allar partar, greiðir
Heðin avgjørdur frá.
- Eg haldi, at Gamla
Reinsarí, sum tað er, er
feitt til t.d jamsessions,
fólkatónleik, jazz osfr,
men loftið er alt ov lágt
til rokktónleik. Tað er
øgiliga keðiligt, tí eg spæli
sjálvur rokktónleik, sigur
Fríði Bjørgvin, forsangari
í metalbólkinum Ineptus
- Tað skal vera eitt millumting millum vanligu
pubbirnar/barrirnar og Norðurlandahúsið. Tað skal
ikki vera for stórt og flott, men heldur ikki ov lítið og
bulut, sigur Heðin Ziska Davidsen, tónleikari
Hvat fer at henda við
Gamla Reinsaríið, kemur í
ljós komandi vikurnar, og
vit fylgja við so hvørt sum
fleiri tíðindi vera at frætta
frá øllum viðkomandi
frontunum