Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juli 2001síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 129 - 10. juli 2001 gult28 cyan28 magenta28 svart28 GÍ liðið hevur víst væl størri yvirskot, enn flestu av spælarunum á hinum liðunum hava havt Føroyska fótbóltskappingin er farin í summarfrí. Tað verður ikki spælt aftur í landskappingini fyrr enn sunnudagin 5. august. Tá sær skráin soleiðis út: EB/Streymur–GÍ, HB–KÍ, VB–B68, NSÍ–FS Vágar og B71–B36. Í 10. umfarinum vunnu GÍ og B36, meðan VB og HB, sum høvdu ein evarska lítlan møguleika at koma upp undir B36, taptu á útivølli. B68 vann á HB, og harvið gjørdist tað tættari í kappingini um bronsuna, sum fer at hava pláss í Intertoto Cup við sær, um B36 vinnur steypafinaluna. Tað er sera ivasamt, um nøkur kapping yvirhøvur fer at vera um oddasessin. GÍ er fimm stig undan B36. Vit hava áður nevnt tað, og vit kunnu gott endurtaka tað. Í trettanda umfarinum fær B36 vitjan av GÍ. Um gøtumenn fara at vinna ta ferðina, so bendir alt á, at allur spenningurin fer at hvørva, og at tað ikki fer at bera til at rokna við øðrum meistara enn gøtumonnum. Botnurin ressaði sær rættuliga á. Tey bæði niðast staddu liðini fingu fulla úrtøku, og støðutalvan vís- ar, at í stutta summar- steðginum er einki avgjørt, tá tað ræður um niður- flytingina. Summarsteðgurin er rættuliga stuttur. VB skal spæla í Europa Cup í annaðkvøld, og B36 og KÍ fara at fyrireika seg til steypafinaluna, sum verður ólavsøkudag. Ymsar tíðir Hesa ferð vóru dystirnir spjaddir yvir alt vikuskift- ið. Áður hava dystirnir í Eysturoy verið spældir ymsar tíðir. Hetta varð gjørt, tí tað varð roknað við, at áskoðarainntøkurnar fóru at verða størri, men nú er nakað síðani, at hetta varð lagt av. Í vikuskift- inum var fótbóltur í Gøtu fríggjakvøldið, í Gundadali og í Vágum seinnapartin leygardagin, á Eiði leygar- kvøldið og á Svangaskarði seinnapartin sunnudagin. Fótbóltsveðrið var av tí besta, og áskoðarafjøldir- nar til teir tríggjar dystirnar í Eysturoy vóru væl størri, enn tær vanliga plaga at vera. Um tað var góða veðrið, lítla kappingin frá øðrum dystum (2. deild fór longu næstsíðsta vikuskifti í summarfrí) ella okkurt annað, sum var orsøkin, er ilt at taka dagar ímillum um, men tað kundi kanska hugsast, at onkur loftar møguleikanum, at dystir skulu spælast fríggjakvøld og leygarkvøld (aftaná at 2. deildardystirnir hava verið á skránni). Søgan endurtekur seg Tá tað í einum umfari er møguleiki at síggja fleiri dystir, ber tað betri til at sammeta avrikini hjá ymsu liðunum, enn tað vanliga ber til. Og út frá teimum trimum dystunum í Eyst- uroy var tað púra greitt, at í løtuni eru gøtumenn væl betri fyri, enn hini fimm liðini, sum spældu har í vikuskiftinum, eru tað í løtuni. Gøtumenn eru likamliga betri fyri, og likamliga yvirskotið ber við sær, at teir eisini sinniliga eru betri fyri. Hetta hevur sæst aftur í, at GÍ hevur fingið væl færri kort, enn mótstøðu- menninir hava fingið, og tað hevur eisini sæst aftur í, at GÍ í nógvum dystum síðstu løtuna hevur fingið avgerandi málini. Næst- síðsta mikukvøld gekk tað javnt á fyrsta tíman ímóti B68, so koppaði dysturin GÍ til fyrimunar. Síðsta fríggjakvøld gekk tað javnt á ímóti KÍ, inntil eitt stórt korter var eftir. So var tað týðuligt, hvønn veg tað bar, og síðstu trettan minuttirnar var útselt hjá KÍ, meðan GÍ hevði orku at skora fýra mál. At gøtumenn eru so nógv betri fyri, enn mótstøðu- liðini eru tað, er høvuðs- orsøkin til, at teir eru fremstir. At FM vinnararnir eru likamliga og harvið eisini sinniliga betri fyri enn mótstøðumenninir er einki nýtt. Fýra tey seinastu árini eru góð dømi um hetta. B36 vann FM í 1997. Í nógvum dystum fingu teir avgerandi málið í síðstu løtu. Teir vóru betri fyri, enn hini liðini vóru. Í 1998 vann HB FM. Gongdin var akkurát tann sama, sum hon var hjá B36 í 1997. Í 1999 var KÍ best. Skaðar kendu teir lítið til, kortini vóru um lundi á jólanátt, og í fleiri dystum fingu teir sigursmálið í síðstu løtu. Vágbingar vunnu FM í fjør. Fleiri dystir standa fram- vegis frammarlaga í hug- anum, tá teir í síðstu løtu skoraðu avgerandi málið. Venjingin og spælararnir Vit hava omanfyri staðfest, at fleiri av liðunum eru ikki nóg væl fyri. Mest upplagdi spurningurin er so, um venjingin í feløgunum ikki er nóg góð. Tað hava vit ikki møguleika at meta um. Vit vita, at í flestu feløgunum verður væl meiri tíð nýtt til fót- bóltsvenjing nú, enn tað var inntil fyri heilt fáum árum síðani. Spurningurin er, um hetta sæst aftur í avrikunum í dystunum. Tað er einki at ivast í, at venjararnir eftir bestu sann- føring leggja eitt stórt arbeiði í sítt virki. Men tær síðstu vikurnar hevur hetta ikki sást á avrikunum. Hvi hetta hevur verið soleiðis, er ivaleyst ein spurningur, sum tær komandi vikurnar fer at verða snaraður og vendur í feløgunum. Tað kunnu vera fleiri orsøkir. Ein tann mest upplagda er ivaleyst, at tað er møguleiki fyri, at spælararnir eru overvaðir. Teir hava vant og spælt síðani stutt eftir ársskiftið, og nú sær út til, at teir eru troyttir og hugsa meiri um summarfrí, enn teir hugsa um fótbóltin. Soleiðis er tað í flestu feløgunum, men avrikini hjá GÍ tær seinastu vikur- nar hava víst, at soleiðis er støðan ikki í Gøtu. Har er orkan framvegis stór, og sjálvt um tað í løtum ikki gongur so lætt, so megna teir at arbeiða seg burturúr tí. Teir hava vilja og hug til tað. Hví tað er soleiðis er ilt at meta um. Mest upplagdi møguleikin er at siga, at GÍ hevur breiðari hóp og spælara fyri spælara betri tilfar, enn hini liðini hava. Í fleiri av undanfarnu árun- um hevur tað verið meiri upplagt at komið við hesari metingini, enn tað er í ár. Ein annar møguleiki er, at GÍ spælararnir taka fótbóltin í størri álvara, enn spælararnir á fleiri av mótstøðuliðunum gera. Tað duga vit ikki at siga nakað avgjørt um, men tað er eingin loyna, at gøtumenn altíð hava tikið og framvegis taka uppgávuna í stórum álvara, og tað er serliga merkisvert, at spælarar, sum hava verið við í mong ár, og sum hava vunnið fleiri FM og sum hava roynt seg í altjóða høpi, fremvegis eru grammir. Venjararnir Triði møguleikin er, at GÍ hevur ein betri venjara, enn hini feløgini hava. Tað er eingin ivi um, at GÍ eigur venjaran, sum hevur flestu royndirnar í fremstu røð í Føroyum. Venjarin hevur við nógv- ar lutir í fótbóltinum at gera. At venjarin megnar nógv á nógvum økjum hevur stóran týdning. Eitt er, at hann hevur stórt innlit í sítt egna tilfar og í tilfarið hjá mótstøðuliðunum, og at hann taktiskt megnar at gera nyttu av síni vitan. Ein annar lutur er, at venjarin syrgir fyri, at venjingin alla tíðina er áhugaverd, soleiðis at spæl- ararnir hvør fyri seg og liðið í síni heild kennir framgongd á fysiska, tekn- iska og taktista økinum. Og ein annar og ikki minst týdningarmikil lutur er, at venjarin alla tíðina megnar at fara soleiðis fram, at spælararnir støðugt vísa honum virðing. Hvussu tað er vorðið við øllum hesum, kunnu tey, sum eru tætt knýtt at feløgunum betri meta um, enn vit eru førir fyri at gera tað. Men tað er neyvan nakar ivi um, at GÍ er væl fyri, hvat øllum hesum viðvíkur. Ivaleyst er tað soleiðis, at talan er um eina javnvág, sum er grundað á allar teir lutirnar, sum eru nevndir omanfyri, og ivaleyst á fleiri aðrar lutir, sum vit ikki hava nevnt, sum gera, at tað hjá summum gongur væl, og at tað hjá øðrum ikki gongst so væl (m. a. at leiðslan er skilagóð, støðug og megnar at taka av- gerðir). Gøtumenn og Jo- han Nielsen tykjast higartil í ár alt í alt at hava verið betri til alt hetta, enn øll hini liðini hava verið, og tað sæst aftur á støðu- talvuni, nú fótbóltskapp- ingin fór í summarfrí. Vit mugu vóna, at spæl- ararnir vera væl fyri, tá teir hittast aftur, enn teir hava verið tær síðstu vikurnar. Nógvir spælararar eru sera slitnir Jóhann Nielsen og co vóru í sera góðum hýri fríggjakvøldið C M Y K 28 Nr. 129 - 10. juli 2001 29 gult29 cyan29 magenta29 svart29 Søkt verður eftir framleiðsluleiðara Vit søkja eftir einum framleiðsluleiðara til mjøl- deildina á Havsbrún. Vit kunnu bjóða eitt spenn- andi arbeiði í einum dynamiskum umhvørvi, har menningin gongur við rúkandi ferð. Arbeiðsuppgávur: Ábyrgd av framleiðsluni av fiskamjøl og lýsi, her- undir ábyrgdina av: • operatørum og framleiðslustarvsfólkum • støðugt at optimera framleiðsluna • at framleiðslutólini eru í góðum standi • at góðskukrøvini verða hildin • at menna framleiðslu og góðsku á lidnu vørunum Vit rokna við at tú hevur • eina holla, tekniska útbúgving • kunnleika til maskinur og teldur • góð samstarvsevni Umsóknir skulu verða okkum í hendi innan 13.aug- ust 2001. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til okkum. Pf. Havsbrún FO-530 Fuglafjørður Tlf. 414400 · Fax 414401 Mail: bep@havsbrun.fo Dell Dimension 4100 Dell Latitude C500 FARODANE 07-01 Serprísur fyri Logitech tráðleyst knappaborð & mús: 630,- v/mvg 700 MHz Celeron, 128MB SDram, 10GB Harddisk, 14.1" XGA TFT skerm, 24xCD-Rom, IrDA 1.1, 8MB ATI 2xAGP Rage Mobility M-1 3D grafikkort, Innbygt 16Bit SB Pro kompat. 3D ljóðkort, Dualpoint (Touch Pad og Track stik), 3.5" 1.44MB FloppyDrev, Smart Lithium Ion battar, Windows 2000 DK , 1 ára garanti FARTELDA Dell Latitude C500 700MHz 19.750,- v/ mvg DELL Dimension 4100 0605b 1000MHz 1000MHz Intel PIII, 128MB SD-RAM PC133, 40GB IDE Harðdisk(7200rpm), 16X IDE DVD-ROM (40XCD), 56K V.90 Data/Fax Modem, 32MB nVIDIA GeForce 2MX grafikk- kort v/TV-OUT, Creative SB 64v ljóðk., DELL E771p 17" litskerm, AltecLansing ACS340 há- talarar v/subwoofara, 3.5" disklastøð, MS. IntelliMouse v/ Scroll, DELL músamátta, Norton AntiVirus2000 (90dg. roynd), MS. WorksSuite2001 DK, Windows ME DK 3 ára garanti. 13.990,- v/ mvg Einans seytjan ár eftir lítillætnu byrjanina í einum kjallararúmi í Austin, Texas, og djørvu framsøgnir grundleggjarans, Michael Dells, um at “basa IBM”, hava kundarnir nú gjørt Dell til heimsins størsta telduframleiðara. Dell Computer, sum fyri tveimum árum síðani fór fram um IBM, hvat marknaðarparti viðvíkir, hevur nú eisini tikið seg fram um Compaq, og er sostatt í heiminum sum telduframleiðari. DELL framleiðir heimateldur, desktops, farteldur og workstations umframt smærri og størri servarar. Í teldunum, sum í høvuðsheitum verða framleiddar í Írlandi, finnast bert lutir av hægstu dygd. nr. 1 Fyrivarni verða tikin fyri broytingum og prentvillum DELL á odda Søkt verður eftir dagrøktar- mammum at byrja 1. september, fyribils í hálvt ár, at ansa børnum í 1. og 2. flokki. Umsóknir skulu vera dagfrøktini í hendi seinast 16. juli. Dagrøktarskipanin í Sjóvar kommunu 490 Strendur Summarfrí Í tíðarskeiðnum frá mánadegnum 16. juli til mánadagin 06. august 2001 verður ongin avgreiðsla á Stuðulsstovninum vegna summarfrí. Stuðulsstovnurin Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 110 Tórshavn E-mail: studul@studul.fo Stjóri til fiskavirki Pedagogur til frítíðaransingina í Runavíkar kommunu Søkt verður eftir pedagogi at arbeiða 25 tímar um vikuna í frítíðaransingini í Runavíkar Komm- unu. Frítíðaransingin, sum er skipað undir Kommunalu Barnaansingini, er normerað til 30 børn. Vit ynskja at tú ert kreativ/ur, hevur góð sam- starvsevnir og hevur hug at arbeiða við børnum. Starvið verður at seta 1.september 2001,ella eftir nærri avtalu. Um ongin pedagogur søkir, verður hjálparfólk sett. Nærri upplýsingar starvinum viðvíkjandi fáast frá leiðaranum á tlf. 256930. Skrivlig umsókn skal vera Kommunalu Barna- ansingini í hendi í seinasta lagi 23/07-2001. Kommunala Barnaansingin Heiðavegur 600 Saltangará 29