hósdagur 29. mai 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 101 - 29. mai 2008
Klaksvíkskvinnan
Vivian Slyne telist
nú millum mongu
mótahandilsfólkini
á kendu Miðalhavs
oynni Mallorca.
Herfyri lat hon upp
snotuligan móta
handil í høvuðs
staðnum Palma.
Skreytlutirnir hjá
Tórgerð Suðuroy gan
ga longu sum heitt
breyð, og skjótt verða
Guðrun & Guðrun
vørur eisini á handils
hyllunum. Úr litfægra
handlinum ljómar
føroyskur tónleikur
út á handilsgøtuna og
fær forvitnar turistar
at støkka inn á gólvið.
Og har tekur smílan
di og fryntliga havn
arkvinnan Hjørdis
Klein ímóti teimum
Handilslív
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tá Sosialurin og Rás2
komu framvið mótahandil í
mest vitjaðu handilsgøtuni
á Mallorca ljómaðu tónarnir
frá Frændum út á gøtuna.
Og í hurðini stóð Vivian
Slyne, sum saman við øðr
um hevur latið upp sín fyrs
ta mótahandil á hesi kendas
tu
ferðavinnuoynni
í
Miðalhavinum.
Vivian og Petur Slyne
fluttu til Mallorca fyri
knøppum ári síðani. Tey
búgva í høvuðsstaðnum Pal
ma. Petur tekst við grafiskt
arbeiði fyri fyritøkuna Ikon
í Føroyum. Einki er til hind
urs fyri at kunna sita á skriv
stovu á Miðalhavsoyggj og
arbeiða fyri fyritøku í Før
oyum. Tvørturímóti fær
hann meira frið her til sítt
arbeiði.
Vivian hevur valt sær
nýggja lívsleið. Eftir at
hava arbeitt sum frisørur
hevur hon nú valt handils
yrkið. Og hon hevur tikið
rættiliga stóra og heldur
óvanliga stigið at lata upp
mótahandil í tí annars sera
lívligu handilsgøtuni mitt
inni í Palma býi.
Eg havi leingi hugsað
um at royna nakað nýtt eftir
at hava havt frisørsalong í
17 ár og havi so brúkt hesa
tíðina á Mallorca at hugsa
um, hvat nýtt eg kundi fin
na uppá, og so kom hugskot
ið at lata ein handil upp.
KERA FASION
Tað eru umleið tvær vikur
síðani, at Vivian lat móta
handilin KERA FASION
upp mitt í hjartanum á Pal
ma. Ein djørv og spennandi
avgerð, nú tað longu eru
hundraðtals
mótahandlar
har frammanundan. Men
Vivian ynskir so at koma
við nøkrum nýggjum, sum
aðrir handlar ikki hava. Í
fyrsta lagi merki úr Norður
londum. Hetta eru dýrar
vørur men eru á sera høgum
støði.
Vit hava so eisini tikið
nøkur bíligari merki men
síggi eg longu nú, at tað er
ikki so lætt, nú her eru so
nógvir handlar við bíligum
vørumerkjum úr Spania. So
har kann eg ikki kappast.
Men tað er gott, at man lon
gu eftir eini viku kann finna
út av, hvønn veg man skal
fara.
Vivian sigur, at hon fer
eisini at selja føroysk merki
og hevur tosað við Guðrun
og Guðrun og aðrar designa
rar í Føroyum um at selja
teirra vørur. Tó so at tað lon
gu finnast vørur framleiddar
í Føroyum á hyllunum. Tað
eru skreytlutir frá Tórgerð
Suðuroy, sum higartil hava
selt sum heitt breyð.
–Vit fara at leggja okkum
eftir at marknaðarføra Før
oyar og føroyskar vørur, og
vit hava fingið katalog við
myndum úr Føroyum, sum
verða skrødd burt sigur
Vivian, meðan føroyskur
tónleikur frá Frændum rung
ar út úr hátalarunum.
Og hon leggur aftrat: –
Kunnu vit eisini marknaðar
føra føroyskan tónleik her á
Mallorca eisini, so vilja vit
fegin gera tað.
Vivian er annars ikki
einsamøll um nýggja og
spennandi KERA konsept
ið. Navnið er rættiliga sjáld
samt og persónligt. Tað er
sprottið úr hugtakinum,
sum vit í Føroyum úttala
”kjera”. Hon hevur eisini
aðrar partnarar í Føroyum,
sum hava sett pengar í nýgg
ju verkætlanina. Ætlanin er
at lata upp enn ein kvinnu
mótahandil í august ella
september, so longu nú
verður leitað eftir øðrum
hølum. Hetta er bert byrjan
in. So verður ein mann
fólkahandil latin upp til
jóla.
Gott stað
Vivian hevur ein son, sum
gongur í 9. flokki í Føroy
um. Hann kemur til Mallor
ca, nú skúlaárið endar. Hon
hevur eisini ein son uppá 5
ár, sum gongur í sponskum
skúla í Palma. So frá nú av
tekur Vivian tað, sum tað
kemur.
Sjálv er hon sera fegin
um nýggja heim sítt. –Hetta
er eitt oyggjaland eins og
Føroyar, og her er ótrúliga
gott at vera. Eg havi verið
her einar sjey átta ferðir,
áðrenn eg flutti hertil at
búgva. Eina løtu hugsaðu
vit okkum at fara til Barce
lona á meginlandinum, men
okkum dámar betur oyggja
land, so her verða vit í hvus
su er fyri fyrst. Her eru
sjálvandi nógv ferðafólk og
verður alt sjálvandi merkt
av tí. Men kortini er her
nógv lokalt, sum sermerkir
gerandisdagin. Fólk eru
sera fryntlig, og tú kennir
teg vælkomnan. Sagt verður
at tað búgva umleið ein mil
lión fólk á Mallorca men
taka vit tilflytarar og ferða
fólk við so búgva her eini
átta milliónir fólk alt árið.
Føroyskur m
Vivian uttanfyri snotuliga
KERA handilin, sum
ikki smæðist burtur
millum hundraðtals
mótahandlarnar í Palma býi
á Mallorca.
Mynd: Jan Müller