Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-29, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. mai 2008 Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› VARPIÐ Dr1 • Sunnudag 1. kl. 22.20 »Mørkets gerninger« Spennandi krimirøðin - »Second Sight« - hevur bretska sjónleikaran Clive Owen í leiklutinum sum hin framliga Ross Tanner. Meðan Tanner kannar í einum drápsmáli gerst hann varur við, at hann er í ferð við at blíva blindur... SvF • Sunnudag 1. kl. 20.00 »Aftur á nesið« Í sendingini verður vitjað á Trøllanesi og vit hoyra gamla bóndan Jógvan Joensen greiða frá, hvussu tað er at liva sum bóndi í eini lítlari bygd. Somuleiðis verður prátað við Maud Østerø, sum gjørdi av at flyta til Trøllanesar seinast í áttati-árunum, fyri at gerast bóndakona. Lagt til rættis hevur Zacharias Hammer. Dr1 • Leygardag 31. kl. 20.25 »Glistrup« Vangamyndin, sum Flemming Lyngse teknar av Mogens og Lene Glistrup, er ein annarleiðis mynd av tveimum menniskjum, sum hava ognað teirra lív fyri eini søk. Hesin portrettfilmurin fer fram í heiminum hjá parinum og fylgir við í gerandisdegnum, við afturliti í myndasavni.