Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mai 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 102 - 30. mai 2008 19 tíðindi Nú skínur sólin bjarta, og tað hevur hon gjørt til okk­ ara stóru gleði síðani tíðliga í apríl. Sólin er lívgandi, sum hon altíð hevur verið, og gevur okkum lívsneyðug­ ar D­vitaminir. Vit elska sól­ ina. Men vit duga ikki nóg væl at ansa eftir sólini, og solarium verður framvegis brúkt í stóran mun í Føroy­ um. 47% av føroyingum mill­ um 15 og 24 ár taka regluli­ ga solarium. 21% av hesum taka sól hvørja viku, 17% aðruhvørja viku og 38% eina ferð um mánaðin. Tøl­ ini eru hægri enn altjóða tøl. Samstundis er móður­ merkjakrabbi tað slagið av krabbameini, sum veksur mest í Føroyum. Einir 6­10 føroyingar um árið fáa stað­ fest móðurmerkjakrabba­ mein. Solariu eru høvuðsat­ voldin til at tilburðirnir eru mangir og vaksandi. Ultraviolettar strálur kun­ nu geva krabbamein í húð­ ini. Men tað góða er, krabbamein í húðini er tað krabbameinsslagið, sum er lættast at verja seg ímóti. Tað besta tú kanst gera fyri at sleppa undan húð­ og móðurmerkjakrabba er við at: • halda teg burtur frá sólini kl. 12 til 15, tá UV­ strálingin er sterkast • ikki fara í solarium, tí strálurnar líkjast teimum, sum elva til móðurmerkja­ krabba • verja teg við klæðum og sólhatti, sum er góð verja móti UV­strálum • nýta sólkrem – men ver varin, og ligg ikki í sólini í tímavís, tí eingi prógv eru fyri, at sólkrem einsamalt verjir móti móðurmerkjakrabba Njót sólina og ansa væl eftir tær! Keldur: www.cancer.dk www.krabbamein.fo www.uf.fo Gallupkanning fyri Góðan Morgun Føroyar, kunngjørd 08.11.2007 Njót sólina við fyriliti! sólina ordiliga. Depressión? Nei, tað skuldi eg ikki hava, so eg reisti meg upp, og læt meg ongantíð koma hartil aftur, at eg bara legði meg. Men hetta var ein ring tíð, tí eg misti svøvnin og matar­ lystin, og fór nógv aftur. Av tí sama var eg veik, tá eg fór niður til skurðviðgerð, har meiri húð skuldi takast rundanum, har móðurmerk­ ið hevði verið. Krabbin spjatt seg Í Danmark skuldi kannast, um krabbin hevði spjatt seg til eitlarnar. Skurðviðgerðin kom at umfata at taka 4 cm í diametur um móðurmerkið og at taka burtur tveir eitlar undir hvørjum armi, fyri at kanna teir. ­ Eg var so veik áðrenn skurðviðgerðina, at tað tók útvið tríggjar dagar, áðrenn maður mín hevði fult sam­ band við meg aftur, eftir skurðviðgerðina. Aftaná fekk eg kyknusvøll (‘ødem­ ir’), sum merkir, at eg var upptusnað við vætu undir arminum, nú eitlar vóru tiknir burtur. Hetta er van­ ligt fyri krabbasjúklingar. Hereftir varð eg send aftur til Føroya, tí læknin meinti, at eg hevði gott av at styrkja meg, áðrenn næstu skurð­ viðgerð, tí teir noyddust at skera burtur allar eitlarnar undir vinstra armi, hagar krabbin hevði spjatt seg. Vit fingu eina stórfingna vælkomu. Tvey børn vóru eftir okkum á flogvøllinum, og øll familjan var savnað. Eg setti mær fyri at gera alt fyri at styrkja meg, meðan eg var heima. Royndi at eta væl og gekk túrar. Eg var nógv betur fyri, tá eg fór niðuraftur. ­ Umsorganin frá med­ menniskjum var rørandi. Tað komu so mong, sum eg ikki hevði væntað á gátt hjá mær. Summi bara fyri at siga mær, at tey hugsaðu um meg og bóðu fyri mær. Onkuntíð hekk ein posi av nýbakaðum bollum á hurð­ ini, har eg ikki kendi avsend­ aran. Tað andaliga hevði og hevur nógv at siga. Sam­ koman har eg komi, gjørdi mær væl. Biðið varð fyri mær. Eisini í Danmark góvu Kristnastova og onn­ ur mær tryggleika. Tað hevði nógv at siga, tá fram­ tíðin tóktist at ridla undir mær. Maðurin og trý av børn­ unum vóru um Birgith, meðan hon var á Ríkis­ sjúkrahúsinum. Allir eitlar­ nir vóru so tiknir undir vin­ stra armi. Forbinding varð løgd rundanum, og armurin lagdur í fatl. Hon varð liggj­ andi innløgd, meðan bíðað var eftir úrslitinum. Gleðiboð ­ Tann dagin, børnini skuldu fara heimaftur, skuldi eg fáa boð. So kom læknin og boðaði mær frá, at tey høv­ du fingið allan sjúka vevn­ aðin í skurðviðgerðini. Tað hevði harumframt víst seg, at eg hevði verið á 3. av 4 stigum, áðrenn eitlarnir vórðu tiknir. Vit vóru so glað. Eg minnist, at maðurin og eg runnu gjøgnum Fælledparkina í Keypman­ nahavn í berum ovfarakæti. Maðurin hevði føðingardag henda sama dagin, so sjúk­ lingar og avvarandi høvdu bakað pannukøkur á sjúk­ lingahotellinum Hotel Tórs­ havn. – Tað var fantastiskt at fara heim og vera frísk.Tú ynskir at trúgva tí, men tað liggur kortini alla tíðina og lúrir – torir tú veruliga at trúgva tí? Eisini hóast tú við tíðini fær tað upp á avstand, koma tíðir, har tú ivast. Lívið er dýrabart – eg takki fyri hvønn morgun, eg vakni. Men eg sigi ikki, sum onkur ger, at eg ikki vildi verið hesa uppliving fyriuttan. Sløkkið solarium Birgith hevur ongantíð tikið solarium síðani sjúka móð­ urmerkið. Men satt at siga kundi Birgith sæð út sum hon hevur ligið skerfløt á plenuni hetta fagra sólríka várið: ­ Mær dámar framvegis væl at hava eitt sindur av kuløri, so eg brúki sjálv­ brúnara – men mest summar­ hálvuna. Í dag fáast góðir sjálvbrúnarar. Tað hevur verið tosað um, at sokallaðar ‘parabenir’, sum stundum finnast í sjálvbrúnar­ um, kunnu vera krabbaelv­ andi, men í dag fáast sjálv­ brúnarar uttan parabenir. Eg brúki EasySun­serviettar frá Vello Cosmetics. Hesir serviettar eru ikki feittutir, lukta ikki og vætan druknar beinanvegin inn í húðina. Eg plagi at koyra sjálvbrún­ ara á meg, og síðani faktor­ krem útyvir fyri at verja meg móti sólini. Bleiki mótin í dag Birgith fegnast um, at tað í dag eisini er modernað at vera hvít. Í dag eru mangar hvítar fyrimyndir bæði í Føroyum og uttanlands. Tað er avgjørt vakurt at vera hvítur, og tað er at fegnast um, at fleiri hvítar fyrimynd­ ir eru at síggja í dag. Men tað skerst ikki burtur, at sol­ ariubrúnar ungar gentur eru ein sjónligur partur av býar­ myndini í dag. ­ Tað er syndarligt at sígg­ ja hesi ungu solariubrún. 14­16 ára gomul hugsa ikki um at tað kann vera vanda­ mikið at taka sól. Aldurs­ mark á 18 ár eigur at verða umhugsað. Tað hevði verið eitt signal – eisini til foreld­ ur ­ um at tað veruliga er álvarsligt. Eingin skuldi tik­ ið solarium. Eingin av mín­ um tekur solarium longur, eiheldur vinfólk hjá okkara børnum. Avleiðingarnar av at vit tóku so nógv sól í 80’unum, tær heysta vit í dag. Minst til D-vitaminir D­vitaminir fáa vit gjøgnum sólina. Frá Krabbameinsfe­ lagnum verður víst á, at 15­ 30 minuttir í sólini um dag­ in er nóg mikið til at D­vita­ min verður uppbygt. Og her er ikki talan um at liggja í bikini, men heldur bara at vera úti í dagsljósi og til dømis ganga ein túr ella arbeiða í garðinum. Snjóhvítar fyrimyndir: Eivør, Mary Krúnprinsessa, Cate Blanchett, Madonna, Vígdis Hentze Olsen og Nicole Kidman. ” - Hetta var tað ringasta, sum eg havi verið úti fyri í lívinum. At skula siga mínum børnum frá hesum var so nógv verri, enn at fáa at vita, at eg hevði krabbamein