Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mai 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 102 • 30. mai 2008 Vikuskifti 19 Snøgg Norðsetur hús – á Signabø P/F Inni | Niels Finsens Gøta 37 | P.O. Boks 364 | FO-110 Tórshavn | inni@inni.fo | Tlf. 320 410 | Fax 320 510 Fyrsta fatanin Fyrsta fatanin er, at í hesi gøtuni standa húsini sera væl fyri, sum ein perla úti í nattúruni, og tó so tætt við alt, bert 15 minuttir frá høvuðsstaðnum. Alt er liðugt, snøgt og væl hildið, og grannalagið er hugnaligt. Húsini Húsini eru sera væl hildin og í góðum standi, og dygdin er avbera góð. Ljós og luft Húsini standa væl fyri, og nóg mikið er av ljós og luft. Vakurt útsýni er yvir Kollafjørð, Sundalagið og tey hábærsligu fjøllini. Tú kennir teg ongantíð innibyrgdan, men heldur vardan, tí húsini standa í veðurgóðum umhvørvi. Stílur og snið - inni og úti Stílurin er lættur og ljósur. Nógv vindeygu eru, og útsýnið er sera gott. Opni stílurin innan ger, at tú hevur gott samband við umhvørvið uttan, men hóast tað, er tað sera fjálgt inni hjá tær sjálvum Urtagarðurin og umhvørvið Urtagarðurin er liðugt gjørdur, men sjálvandi kanst tú gera meira við at planta runnar, trø og annað. Tað er parkeringspláss til fleiri bilar niðanfyri húsini. Húsini standa í barnavinaligum umhvørvi, sparkivøllur er tætt við, fría nátturan er beint uttanfyri dyrnar, grannalagi er gott, bussurin steðgar beint við, so tað er stutt til allar hentleikar. Alt er gjørt á besta hátt – bæði innan og uttan. Húsini eru sera snotilig – sterkt og væl bygd Fakta: Snotligu Norðseturhúsini eru í 3 hæddum., sum hvør er 85 m2 – samlað búvídd umleið 200 m2. Byggiár 1988. Í ovastu hædd er hjúnarkamar, 2 kømur, baðirúm og útiloft. Í miðhæddini er durur, gongd, wc, køkur, bryggers og stova. Í niðastu hædd er fýrrúm/ kjallararúm, kamar, hobbyrúm, wc og trappurúm. Húsini eru úr timbri, grundin er úr betongelementum við 100 mm bjálving og tekjan aluminium. Húsini liggja í barnavinarligum umhvørvið og sparkivøllur er tætt við. Bussambandið er sera gott, tað tekur 20 min til Havnar. Og tað tekur bert fáar min til barnagarð, dagrøkt, skúla, skótahús, svimjihøll, handlar o.a. www.inni.fo