fríggjadagur 30. mai 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 102 - 30. mai 2008
Stutt Sagt
Irakar skylda
nógv
Irak skyldar sínum arab
isku grannum meiri enn
67 milliardir dollarar, og
landið skyldar eisini fleiri
øðrum londum pengar.
Nú sigur forsætisráðharr
in, Nouri Maliki, við
BBC, at hann og stjórnin
ætla sær at biðja grannar
nar og altjóða samfelagið
strika ein part av skuldini.
Amerikanski uttanríkis
ráðharrin, Condoleezza
Rice, hevur heitt á heims
ins tjóðir um at hjálpa
irakska
fólkinum
at
byggja landið uppaftur,
og tað kann millum annað
gerast við at lætta um
skuldina hjá landinum,
sigur hon. Spurningurin
um iraksku skuldina verð
ur viðgjørdur á ráðstevnu
í Svøríki í hesum døgum,
har umboð fyri umleið
100 lond tosa um, hvussu
Irak skal endurbyggjast
eftir kríggið.
Dýrur dia
mantur
Í vikuni varð ein óvanliga
stórur diamantur seldur á
uppboði í Hongkong. AP
tíðindastovan skrivar, at
diamanturin er til støddar
sum ein borðtennisbóltur.
Hann er 101 karat og tann
fjórði í heiminum, sum er
oman fyri 100 karat. Á
uppboðnum í Hongkong
fór hann fyri góðar 500
milliónir dollarar. Upp
runaliga stavar diamantur
in úr einum námi í Suður
afrika. Hetta er ikki tann
fyrsti diamanturin, sum er
funnin har, og tann størsti
óslípaði diamanturin í
heiminum, Cullinandia
manturin, varð funnin í
sama námi.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Obama hevur góða heilsu, so fólk kunnu trygt velja
hann. Menn hann hevur ilt við at sleppa roykingini
David T. Scheiner, lækni
útlond
Í Etiopia hava seks
milliónir børn tørv á
hjálp sum skjótast
Tann trý ára gamla Bizunesh
Hidana var heppin at koma
á
eina
hjálparstøð
hjá
UNICEF, tí tað var í tøkum
tíma. Hjálparfólkini stað
festa, at hon var stak illa
fyri. Hóast hon er trý ára
gomul, vigaði hon minni
enn átta pund.
Bizunesh Hidana er eitt
av teimum hepnu etiopisku
børnunum. Sambært UNI
CEF stendur Etiopia á gátt
ini til ta ringastu menniskja
ligu kreppuna í mong ár.
Umleið seks milliónir børn
hava alt ov lítið til matna,
og av teimum eru 176.000
sera illa stødd og hava tørv
á hjálp alt fyri eitt.
Orsøkin til ta vanlukku
ligu støðuna er áhaldandi
turkur har suðuri í Etiopia,
og tann hækkandi matvøru
prísurin á altjóða marknað
inum bøtir ikki umstøðuna,
sigur Etiopiaumboðsmað
urin hjá UNICEF, Björn
Ljungqvist, við Aftenposten.
Í síðstu viku fekk UNICEF
90 tons av mati og aðrari
neyðhjálp, og stovnurin sig
ur seg hava tørv á 1.800
tonsum teir næstu tríggjar
mánaðirnar.
Felagsskapurin
Læknar
uttan Landamark ávarar
eisini um støðuna har suðuri
í Etiopia. Felagsskapurin
hevur verið virkin í Etiopia
síðani 1984 og hevur í løt
uni umleið 800 starvsfólk í
landinum.
Vit hava sæð nógv børn
og serliga smá børn, sum
hava alt ov lítið til matna,
sigur ein talsmaður hjá
læknunum við Aftenpsoten.
Fyri fjúrtan døgum síðani
skipaði
felagsskapurin
tríggjar viðgerðarstovur til
børn, og í løtuni fáa 435
børn viðgerð har.
Skuldu evropear
valt millum Barrack
Obama og John
McCain, hevði
Obama vunnið við
stórum meiriluta
John McCain er eftir øllum
at døma ikki avhildin maður
hesumegin Atlantshavið. Í
øllum førum vísir ein mein
ingakanning, at í Bretlandi,
Fraklandi, Týsklandi, Italia
og Russlandi vilja fólk
nógv heldur hava Barrack
Obama til amerikanskan
forseta aftan á valið í
heyst.
Samanumtikið siga 52
prosent av teimum spurdu,
at tey vilja hava Obama í
Hvítu Húsini. Bara 15 pro
sent halda, at McCain eigur
at flyta inn hagar.
Barrack Obama er serliga
avhildin í Týsklandi og Frak
landi, har ávikavist 67 og 65
prosent vilja hava hann til
amerikanskan
forseta.
Harðastu kappingina fær
hann í Russlandi, har 31 pro
sent siga seg styðja Obama
og 24 prosent McCain.
Evropear vilja
hava Obama
Barrack Obama er avhildin
maður í Evropa
Mynd: Polfoto
Bizunesh Hidana vigaði minni enn átta pund, tá hon kom á hjálparstøðina (
Mynd: AP
Hon er trý ár og vigar átta pund
Diamanturin í Hongkong
fór fyri 500 milliónir
dollarar
Mynd: AP