fríggjadagur 30. mai 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 102 - 30. mai 2008
21
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Atli
gevur
avboð
Jógvan Martin Olsen,
landsliðsvenjari,
sendi
hósmorgunin boð eftir
miðvallarleikaranum hjá
HB, Kára Nielsen, at
koma við landsliðnum til
Estlands at spæla lands
dyst
mikukvøldið
4.
juni.
Neyðugt var við einum
nýggjum manni, tá tað
kom avboð frá Atla Dani
elsen. Atli spælir við
Frem í Danmark, og tá
Frem skal spæla týdning
armiklan dyst í donsku
kappingini, ber ikki til
hjá honum at koma við
til Estlands.
Kári Nielsen er 27 ára
gamal og hevur spælt
seks landsdystir fyri Før
oyar.
-mørk
FSF á
kongress
í Sydney
Altjóða fótbóltssamgong
an hevur í hesum døgum
kongress í Sydney í
Australia.
Fyri Føroyar eru trý
umboð við á kongressini.
Hesi eru Høgni í Stóru
stovu,
forseti,
Ísak
Mikladal, aðalskrivari og
Rúni Heinesen, nevndar
limur í FSF.
Størsta einstaka málið
á kongressini er helst
uppskotið
hjá
FIFA
forsetanum, Sepp Blatter,
um at avmarka talið av
útlendskum spælarum á
ymsu feløgunum. Eitt
uppskot, sum ber heitið
“sixplusfive”, og enda
málið er at avmarkað tal
ið av útlendskum spælar
um til fimm spælarar
fyri hvørt liðið. Eitt tal,
sum skal vera galdandi
fyri øll fótbóltsfeløg í
heiminum.
-mørk
Nú kappingin í fyrstu
deild fer um fyrsta
triðingin, er TB í
álvarsligum vanda
fyri at verða krøkt av
oddastríðnum. Og tað
kann ávirka úrslitini,
at landsliðssteðgur er
í Formula-deildini
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Við fýra stigum upp til 07
Vestur og AB er uppgávan
hjá TB á ongan hátt ógjørlig
at loysa, men úrslitini sein
astu vikurnar hava als ikki
givið ábendingar um, at
tvøramenn í løtuni hava
styrkina at bjóða hinum
trimum oddaliðunum av.
Leygardagin er tó aftur
ein nýggjur møguleiki hjá
TB, tá teir vitja í Klaksvík,
men tað kann koma illa við,
at landsliðssteðgur er. Tað
gevur nevnliga møguleika
hjá KÍ at flyta yngstu spæl
ararnar úr Formulahópin
um niður á 1. deild, og tí er
ikki óhugsandi, at talan
verður um eitt væl mannað
lið hjá KÍ.
Tann trupulleikin er eisini
serstakliga aktuellur hjá
bæði VB/Sumba og 07 Vest
ur, sum spæla móti ávíkavist
EB/Streymi og HB. Hjá
báðum pørtum hava teir
næst bestu fingið góð úrslit
seinastu umførini, og við
møguliga styrktum spælara
hópum eru tey væl før fyri
at gera uppgávuna hjá mót
støðuliðunum heilt trupla.
Ein møguleiki, sum eisini
er til staðar hjá AB í úti
dystinum móti B68, tó at
toftamenn ikki hava heilt so
nógvar spælarar at taka av.
Ikki minst tí skaðar eisini
hava gjørt um seg hjá
liðnum.
Seinasti dysturin í 1.
deild er millum NSÍ og Vík
ing, sum bæði hava lið í
fremstu deildini.
Hópirnir
kunnu
styrkjast
Saman við 07 Vestur rennur
AB kapp um at fylgja við VB/
Sumba í oddinum. Bæði liðini
hava um vikuskiftið truplar
uppgávur móti eykaliðum hjá
Formula-feløgum
Sosialurin mannar Formula-liðið við teimum spælarunum, sum
stóðu best í 9. umfarinum av Formula-deildini
liðið
Andras Gango (ÍF)
Bartal Eliasen (ÍF)
Fróði Benjaminsen (HB)
Bárður Olsen (EB/Str.)
Sølvi Vatnhamar (Víkingur)
Niclas Joensen (B68)
Milic Curcic (KÍ)
Hanus Thorleifsson (B36)
Hjalgrím Elttør (NSÍ)
Alexandur Johansen (Skála)
Christian Høgni Jacobsen (HB)