fríggjadagur 30. mai 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti 21
Nr. 97 • 23. mai 2008
Sløsaði við
loyniligum skjølum
Kanadiski uttanríkisráðharrin
Maxime Bernier er farin úr
sínum starvi, tí hann hevur
sløsað við loyniligum skjølum.
- Hann hevur latið loynilig
skjøl liggja frammi á einum
ótryggum stað, og tað er
ein álvarsamt mistak, sigur
forsætisráðharrin, Stephen
Harper. Uttanríkisráðharrin
hevur verið undir stórum trýsti,
síðani tað kom fram, at ein av
hansara fyrrverandi unnustum
hevur hvat tilknýti til Hells
Angels umhvørvi. Tá ið hendan kvinnan so eisini vísti á, at uttanríkisráðharrin hevði sløsað
við loyniligum skjølum, fór Harper úr starvinum.
Australska poppdrotningin Kylie Minogue fyllir 40 ár í dag. Kylie
Minogue er best kend sum songkvinna, men hon byrjaði sína
yrkisleið sum sjónleikari. Skjótt var tað tónleikurin, sum fylti meira,
og hon er saman við Madonnu einasta kvinna, sum hevur verið ovast
á hitlistum í 80’unum, 90’unum og í hesari øldini. Kylie Minogue
hevur givið 10 studiofløgur út. Fyri nøkrum árum síðani stríddist hon
við krabbamein, men síðani hevur havt gjørt comeback við nýggjum
tónleiki og konsertferð.
Seinastu tíðina hava
filmshetjur sum Rambo,
Rocky og seinast Indiana
Jones gjørt comeback á
hvíta tjaldinum. Men tey,
sum kundu hugsað sær ein
nýggjan film við Dirty Harry,
fáa ongan slíkan film. 78
ára gamli Clint Eastwood,
sum hevði leiklutin sum
Dirty Harry fimm filmum
um harða løgregulmannin,
segði við fjølmiðlarnar til
filmsstevnuna í Cannes
herfyri, at tað kemur ikki upp
á tal at gera ein nýggja Dirty
Harry-film. Seinasti filmurin
um Dirty Harry er frá 1988.
Bruce Springsteen er
væl fyri, nú hann er
farin á konsertferð í
Europa. Ummælarin hjá
BT, Steffen Jungersen,
hevur verið til konsert
hjá Springsteen í Dublin,
og hann kvitterar við 6
stjørnum til The Boss.
- Kongurin er komin
aftur, skrivar Jungersen
í sínum ummæli.
Eisini írsku ummælini
av somu konsert
hálova amerikanska
rocksangaranum.
Í stuttum
Lagt til rættis: E yðun Klakkstein
Dirty Harry pensióneraður
The Boss í
toppformi
Minogue rundar 40
McCartney
heiðraður
Popptónleikarin Sir Paul
McCartney hevur nú fingið
ein nýggjan heiður. Hann
er nevniliga gjørdur til
heiðursdoktara á virda
Yale universitetinum
í USA. Hetta hendi
sunnukvøldið, tá ið
Yale helt sín 307 ára
føðingardag.
- Vit eru hugtikin av tínum
musikalsku evnum og
vælgerandi arbeiði, segði
rektarin Richard Levin
til hátíðarhaldið, har
McCartney takkaði fyri og
spældi sangin Hey Jude
saman við einum bólki.