Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-30, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mai 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 102 - 30. mai 2008 ] Køge nær bjargingini Talan hevur verið um nærum kaotiskar ar­ beiðsumstøður hjá fyrrverandi føroyska landsliðsvenjaranum, Henrik Larsen, í Køge. Felagið hevur fram­ vegis ikki fingið økt eginpeningin somikið, at loyvið at gera verulig­ ar spælarasáttmálar kann endurnýggjast, og tí hev­ ur felagið í løtuni bert møguleika at gera so­ nevndar áhugasáttmálar. Tað ber við sær, at spælarar uttan nakað hóvasták kunnu skifta úr felagnum, og tað er sjálvandi ikki nøkur nøktandi støða. Hinvegin, so hevur liðið havt hampuliga góða úrtøku á vøllinum, og stjórin í felagnum, Jørn Petersen, vantar, at trupulleikarnir verða loystir. ­ Vit hava rokkið part av krøvunum. Eg tími bara ikki at senda meira tilfar inn til DBU, fyrr enn vit hava alt upp á pláss. Higar til hava vit fingið tilsøgn um á leið 70% av teirri upphædd, sum vit skulu hava, og nú royna vit so at fáa seinasta triðingin upp á pláss, sigur Jørn Peter­ sen við bold.dk. Umframt fyrrverandi landsliðsvenjaran, er Jónas Tór Næs eisini í hópinum hjá Køge. Hann hevur spælt fast á høgra bakki í ált vár, og fyri fyrstu ferð er hann við í A­landsliðshópi­ num, nú landsliðið fer til Estlands. -mørk Kvinnuliðini hjá KÍ og B36 taptu bæði í seinnu hálvlfinalunum í gjárkvøldið, men liðini vunnu samanlagt og spæla finalu 14. juni Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað gjørdist sum væntað KÍ og B36, sum spældu seg í finaluna í steypakappingini hjá kvinnum. Hesi bæðini hava seinnu árini dystast í toppinum í landskappingini, og aftur í ár tykjast tey verða sterkastu liðini. Tað gekk tó ikki eftir vild hjá liðunum í seinnu hálv­ finalunum, tí bæði liðni taptu sínar dystir í gjárkvøldið. KÍ var á vitjan hjá Víkingi í Gøtu, og eftir 4­1 í fyrra dystinum hevði KÍ annað beinið í finaluni. Men tá ið Víkingur í seinna hálvleiki legði seg fram um 3­1 var finaluplássið í vanda. KÍ fekk tó skorað til 3­2, og so var finaluplássið tryggjað. B36, sum vann fyrru hálvfinaluna ímóti NSÍ/ B68 5­1, hevði mest sum tryggjað sær finaluplássið, og tað kom heldur ikki í vanda. Men B36 tapti tó seinnu hálvfinaluna 1­0. KÍ og B36 spæla sostatt steypafinalu leygardagin 14. juni kl. 15.00. Finalan verður á ovara vølli í Gundadali. KÍ og B36 í steypafinaluni Dystaryvirlit 1. deild Dagur Dystur Dómari 31.05 VB/S­EB/S Jón K. Í Brekkuni 31.05 NSÍ­Víkingur Rúni Gaardbo 31.05 HB­07 Vestur Birgir Sondum 31.05 KÍ­TB Petur Reinert 31.05 B68­AB Dagfinn Olsen 2. deild 01.06 Víkingur­07 Vestur Fríðin Ziskason 01.06 ÍF­Fram Andreas Josephsen 01.06 KÍ­B36 Jógvan M. Kjell 01.06 MB­AB 07 Vestur 01.06 Skála­TB Vinjard Dam Kvinnur 01.06 Víkingur­B36 Eugen Voda 01.06 AB­KÍ Bent T. Linklett 01.06 Skála­VB/S Milan Cimburovic 1. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB/S 8 6 - 1 - 1 22 8 14 19 2 07 Vestur 8 6 - 0 - 2 36 12 24 18 3 AB 8 6 - 0 - 2 31 10 21 18 4 TB 9 4 - 2 - 3 23 7 16 14 5 KÍ 8 4 - 1 - 3 12 24 -12 13 6 HB 9 3 - 3 - 3 19 13 6 12 7 Víkingur 8 3 - 2 - 3 9 21 -12 11 8 EB/S 9 3 - 0 - 6 11 32 -21 9 9 NSÍ 9 1 - 1 - 7 13 34 -21 4 10 B68 8 1 - 0 - 7 7 22 -15 3 Kastikapping sunnudagin Sunnudagin skipar nýstovnaða felagið fyri frælsan ítrótt, Hvirlan, fyri kastikapping á vøllinum við Eysturskúlan. Kappast verður í raðfylgjuni: spjót, diskur, sleggja og kúla. Nú summarið av álvara er í hondum, eru fólk spent at vita, hvussu formurin er hjá ymsu kastarunum. Og hetta er í øllum førum eitt gott høvi til at royna seg í so máta, eins og vónin sjálvandi eisini er, at nýggir kastarar hava hug at royna seg. Amager millum tey bestu Tað gongur strúkandi hjá Hans Jørgensen, Erling Jacobsen og Páll Klettskarð, sum allir eru partur av U­18 liðnum hjá FC Amager. Týskvøldið spældi liðið 1/8­finalu í DM­kappingini ímóti Hvidovre, og her gjørdist talan um rimmar 7­2 sigur til Amager, sum soleiðis er millum tey átta bestu. Fyri stuttum fekk FC Amager eisini at vita, at U19­liðið komandi kappingarár er við í sterkastu røðini undir DBU. Eitt skifti var finalusessurin hjá KÍ í vanda, men tá tær minkaðu til 2-3 í seinnu hálvfinaluni móti Víkingi var finaluplássið heima. KÍ spælir móti B36 í finaluni Mynd: Norðlýsið