fríggjadagur 30. mai 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
22
Einki land í heiminum hevur
meiri skóg enn Russland. Nógvur
skógur ger tað møguligt hjá
russum at framleiða nógv pappír.
Nógv pappír ger tað møguligt at
hava eitt tungt pappírsveldið. Og
møguliga er miljardatals nøgdin
av russiskum viði tann størsta
rættvísgeringin fyri hesum sama
russiska pappírsveldinum. Og
skalt tú til Russlands krevur tað
russiska pappírsveldið sítt.
Fyri at kunna vitja Russland
skalt tú hava bæði eina innbjóð
ing, og eitt visum/uppihaldsloyvið,
og tú mást gjalda fyri bæði. Tú
mást hava eina ferðatrygging,
sum er galdandi í minst eitt ár,
og býrt tú privat í Russlandi – og
ikki á Gistingarhúsi – mást tú fara
á eina lokala ferðaskrivstovu og
skráseta títt uppihald í Russlandi.
Ferðaskrivstovan gevur tær so
eitt skjal, sum tú mást hava uppi
á tær, meðan tú ert í Russlandi.
Umborð á flogfarinum ávegis
til Russland má ein útfylla eitt
dupultskjal, onnur helvtin skal
latast inn tá ein skal til innferðar
passeftirlitið, og hin helvtin skal
latast inn til útferðarpasseftirlitið,
tá ein er á veg heim aftur. Neyðugt
er eisini at hava pass uppiá sær.
Sjáldsom og løgin fyribrigdi fyri
ein norðurlendskan ferðamann.
Men aftaná 4 fantastiskar
dagar í Moskva, og eina ógloym
andi fótbóltsfinalu, so vigar
tunga russiska skrivstovuveldið
kortini ikki nógv ímóti teimum
góðu upplivingunum, sum ein
vinnur sær við einari slíkari ferð.
Tá ein er vaksin upp undir Kalda
Krígnum er kortini ikki frítt, at ein
hevur nakrar fordómar um landið,
sum var høvuðsryggurin í gamla
Sovjetsamveldinum, og óttin fyri
tí ókenda spælir sjálvandi inn hjá
einum, sum bara er kendur við
tað norðurlendska og bretska.
Ivan Eginson
Vit 8 føroyingarnir, sum ferðaðust
saman yvir til Moskva, høvdu ein
fyrimun fram um aðrar føroyingar,
sum vóru til Champions League
finaluna. Vit høvdu nevnliga
Ivan Eginson, sum ferðaleiðara.
Livandi alfrøðin og málgeniið,
Ivan Jevgenivitj Moskalenko
alias Ivan Eginson er millum mest
trúgvu Føroyavinir, sum finnast
í hesi verð. Tá tað lá klárt, at
antin Aliðið hjá undirritaða,
Manchester United ella Bliðið,
Barcelona kom at verða annað
liðið í finaluni – tíbetur gjørdist
tað Aliðið – ringdi Ivan til Mín:
Heri! Nú mást tú koma til
Moskva. Tú hevur onga umber
ing, eg havi útvega tær eitt
atgongumerkið til Champions
League finaluna!
Hetta var ov stórt at siga nei
til! Ivan ringdi við áminningum
nakrar ferðir:
Hevur tú minst til ferðatrygg
ing? Hevur tú goldið til Aeroflot?
Fyri ein, sum bara hevur
ferðast millum norðanlond,
Bretland, Týskland og Spania
var tað eitt sindur ringt at fata,
at so nógv hóvasták verður
gjørt burtur úr ferðini hjá einum
føroyingi til høvuðsstaðin í
heimsins størsta landið. Men
týsmorgun 20. juni sótu vit so í
Airbusflogfarinum hjá Aeroflot
ávegis úr Keypmannahavn til
Moskva. Undirritaði misti passið
og ferðaseðilin heim aftur undir
setrið, og óttafullur, sum eitt kalda
krígsbarn sá eg bæði internering
og Gulag fyri mær! Men Eli og Atli
bjargaðu passinum og returferða
seðilinum, og eg slapp gjøgnum
passeftirlitið í øllum góðum. Ein
fyrndarblíður passeftirlitsvørður
segði bara: “Oh Denmark” tá
hann sá tað sokallaða grøna
“føroyska” passið. Hinir 7 hava
fylgt leiðini hjá teimum flestu, og
hava fingið sær eitt pass upp úr
reyðrótarglasinum.
Frá flogvøllinum vóru vit koyrdir
til eini sethús, sum foreldrini hjá
Ivani eiga. Fyrsta kvøldið upplivdu
vit stóran russiskan blíðsskap,
har pápi Ivan, Jevgenij serveraði
okkum russiskar og grannalonds
rættir frá grilluni.
Vitjanirnar á georgiskum og
ukrainskum matstovum hóskvøldið
og fríggjakvøldið vóru góðar, men
kortini ikki kappingarførar við
grilluna hjá Jevgenij. Jevgenij
gamli stóð á høvdinum fyri okkum
hesar 4 dagarnar. Men sum hann
so vituliga mintu okkum á: “I have
been to the Faroe Islands!”
Ivan hevði sett øðrum russisk
um Føroyavinum stevnu. Mynda
manninum, Pavel, diplomatinum,
Andrey Melnikov, sum dugir bæði
íslendskt og føroyskt, og Dimitri,
sum er tann nýggjasti Føroya
vinurin. Við borðið var samskift
á enskum, russiskum og einum
øðrum “verðinsmáli”, føroyskum.
Stóri dagurin
3 av 8 føroyingum halda við
Manchester United, hinir 5
halda við Liverpool, Arsenal og
Middlesbrough, og svóvu teir óivað
betri, enn vit, sum droymdu um
ein Unitedsigur, men kortini vistu,
at Chelsea saktans kundi fara
avstað við steypinum við teimum
stóru oyrunum. Komnir inn til
Moskva herjaðu vit á Reyða Torgið.
Russiska løgreglan var á varðhaldi,
og høvdu teir sett eitt eftirlit
upp við inngongdina til Reyða
Torgið. Komnir á Reyða Torgið var
tað næstan eitt ókenniligt torg,
sum var opinberað fyri okkum.
Ein graslíkisvøllur var lagdur á
Reyða Torgið, har bæði kendir
og minni kendir fótbóltsleikarar
spældu framsýningar og vinar
dystir. Steypið við teimum stóru
oyrunum var sýnt fram í einum
glasbúri, men bíðirøðin til at síggja
steypið var líka lang – ella longri
– enn gomlu breyðbíðirøðirnar í
Sovjetsamveldinum, so tað góvu
vit upp beinavegin. Kortini fingu
vit ferðafelagarnir ein smakk av
einari sovjetiskari bíðirøð. Tað
eydnaðist okkum at sessast við
eitt borð á einari italskari matstovu
– tó ikki italsk tá tað kemur til
tænastuveitingar – Tað gingu heilir
4 tímar frá tí vit bíløgdu fyrstu ferð,
til vit fingu síðsta bitan niður um.
Og hevði Petur Olsen ikki verið
staddur í matstovuni, og hjálpt
okkum við sínum eysturevropeisku
royndum viðv. “tænastustøði”,
so høvdu vit óivað sitið har enn.
Á matstovunum framvið Reyða
Torginum vóru bæði Chelsea og
Manchester United viðhaldsfólk,
og fleiri komu á lagið at syngja
slagsangir. Loksins lidnir á “italsku”
matstovuni, sum ikki serveraði
sniglar, men har fólk arbeiddu
sum sniglar, var tíðin búgvin til at
markera Føroyar á Reyða Torginum.
Poul Helgi Jacobsen, sum arbeiðir
hjá reklamuvirkinum “Karmur”
í Gøtu hevði gjørt eitt føroyskt
flagg við einum serstøkum sniði.
Á teimum niðastu hornunum
hevði hann prentað búmerkini hjá
Chelsea og Manchester United,
og á tí eina ovara horninum hevði
hann prentað eitt Føroyakort,
og mitt á hevði hann við hvítum
bókstavum ritað “Faroe Islands”.
Vit breiða so flaggið út á Reyða
Torginum fyri at taka nakrar myndir.
Knappliga stendur ein rúgva av
fólki frá alskyns londum og tekur
myndir av okkum og flagginum. Í
næstu løtuni koma russar rennandi,
sum vilja sleppa uppá eina felags
mynd við flagginum hjá Poul Helga.
Tá vit so endiliga vóru lidnir við
myndatøkurnar, var tíðin búgvin
at fara við metro´ini til Luzniki
Upphiting á Reyða Torgin
Tað er altíð serligt at vitja Russland á
fyrsta sinni. At vitja Moskva í sam
band við størsta fótbóltsdystin í árin
um ger tað eyka forkunnugt. At síggja
sítt lið vinna Champions League ger
túrin til eitt ógloymandi minni.
Nr. 102 • 30. mai 2008
Ferðafrásøgn
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo