Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juli 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 130 - 11. juli 2001 Nr. 130 - 11. juli 2001 3 gult2 cyan2 magenta2 svart2 gult3 cyan3 magenta3 svart3 Leygardagin skipar Norðoya Kunningar- stova fyri gongutúri GONGUTÚRUR Tíðindaskriv Klaksvík: Leygardagin skipar Norðoya Kunn- ingarstova fyri gongutúri eystur á Gerðadalar eftir Dalagøtuni. Farið verður av »Grund- um« við minnisvarðan í Gerðabø kl 13 um Kvíg- ingaskarð oman í Kvíg- ingardal, har steðgað verður á, og har verður okkurt leskiligt at fáa. Farið verður síðan aftur til gongu úr Kvígingardali í Hellisdal um Heldarskarð gjøgnum Torvadal heim á Núpin, har komið verður umleið kl 19, og gongu- túrurin er at enda komin. Um ikki viðrar leygar- dagin verður roynt aftur sunnudagin, sigur Norðoya Kunningarstova. Frásøgumaður á túrinum verður Andrass Joensen, bóndi í Niðristovu, Gerð- um. Áhugað kunnu keypa atgongumerki á Kunn- ingarstovuni í Klaksvík til leygardagin kl 12, tað kostar 50 krónur fyri vaksin og 20 krónur fyri børn. Meðan sólin skein á gular sóljur í tí grøna grasinum, og mýrusníp- an spenti sínar veingir, fingu vit tey sorgarboð, at tú mín kæri svágur, Jacob Monrad, var slóknaður, bert eina viku eftir, at vit vitjaðu teg á Klaksvíkar sjúkrahúsi. At tað skuldi ganga so skjótt, hevði eg ikki roknað við, at hetta varð tað síðsta farvæl og takka tær fyri alt tað, tú hevur verið fyri meg og míni. Tað verður ein stórur saknur ikki at síggja títt smílandi andlit, títt góða lag og tín kærleika, ið tú vísti í verki tínari fa- milju og nærmastu. Mest komi eg persón- liga at sakna tey livandi orðaskifti, vit ofta høvdu. Vit tosaðu opið um alt millum himmal og jørð. Tú var so væl inni í øllum samfelags- spurningum og sá, at fyri at fáa eitt betri samfelag, har tað sosiala bleiv prioriterað, mátti kvinnan verða við í av- gerðunum. Sum bygdaráðsfor- maður royndi tú á tín hátt at lyfta tað gamla bygdasamfelagið inn í nútíðina, hóast stóra mótstøðu frá konserva- tivum kreftum, ja, so evnaði tú at betra um korini viðv. skúlaviður- skiftum, ungdómshús, at hjá komandi ættarliðum skuldi gerast lættari at arbeiða í bø og haga, arbeiddi fyri, at virkir komu og harvið ar- beiðspláss, arbeiddi fyri gomlum og sjúkum, heimarøkt og mangt, mangt annað, og ikki minst kirkjuna, ið tú var so góður við. Tú hevði sanniliga framtíðarvisiónir, sum hevði ov trong kor heima á landi. Á sjónum tók tú tær av nógvum unglingum, sum vóru komnir á skeiva kós, og við tínum næstrakær- leika, humøri og ar- beiðssemi fekst tú nógv- ar á rætta kós, ja, heilt frá Danmark vórðu ung- lingar sendir, og hetta nívdi teg, at tú ikki hesi seinastu árini kundi gera hetta arbeiðið. Tá ið ommusonur mín bleiv sjúkur og ikki treivst undir New Foundlandi, ja, so var tú har við tíni hjálpandi hond, sum altíð, og hjálpti honum at koma heim í øllum góðum. Teir sosialu samfe- lagsspurningarnir stóðu altíð ovarlaga á arbeiðs- setningi tínum. T.d. trupulleikar av rús- drekkamisnýtslu og av- varðandi teirra, ja, so hjálpti tú umframt per- sónliga so eisini pen- ingaliga, t.d. Kreppu- miðstøðini fyri kvinnur. Í kreppuárunum rann tú frá sakførara til sak- førara fyri familjur, ið vóru við at missa hús og heim, tí gribbarnir lógu alla tíðina framvið at taka alt frá hesum familjum. Men tá var tú har og veitti eina hjálp- andi hond, so familj- urnar vórðu verandi. Jú, sanniliga ein hollur fosturlandsvinur, sum alla sína tíð arbeiddi í markini fyri teimum, ið trongdu til hjálp, tú var altíð til reiðar nátt sum á degi. Ein sannur stríðs- maður. Altíð var tú fúsur at hjálpa øðrum, ongantíð hugsaði tú um teg sjálvan, tú gav teg altíð 100% fyri onnur, og tú gjørdi tað í verki. Eitt lýsandi dømi um næstra- kærleika, ikki bara í orðum, men í verki. Tað er tað, ið telur. Tað er torført at finna orð fyri tann sakn, ið nívur okkum í hesari løtu. Men vit eru takk- som fyri alt tað, tú hevur verið fyri okkum. Tú verður ongantíð gloymdur. Má Harrin styrkja tíni nærmastu í stóru sorg teirra! Friður veri yvir minn- inum um stríðsmannin Jacob Monrad, og takk fyri alt, tú var fyri okkum. svigarinna Minningarorð um Jacob Monrad Joensen Kunngjørt verður, at okkara elskaði pápi, verpápi, abbi og langabbi Hans C. Jacobsen (vanliga nevndur Hans hjá Poul Nikkel) Tvørábakka,Tvøroyri andaðist sunnudagin 8. juli. Jarðarferðin verður hósdagin 12. juli kl. 13.00 úr Salem á Tvøroyri. Fyri tey avvarðandi Poul, Rikka og Lena Nú kunnu føroysk virki skráseta seg, so oljuoperatørar lættari kunnu fáa fatur á teimum OLJUVINNA Eirikur Lindenskov Oljuvinnufelagið hevur saman við oljuoperatørum í føroyska økinum gjørt eina veitaraskrá, nevnd FOIR (Faroese Oil Industry Register). Har ber nú til at skráseta seg. Foir er sett saman av tveimum dátabásum. Í tí eina kunnu øll føroysk virki, sum hava áhuga í oljuvinnuni, skráseta seg. Upplýsingarnar, sum virkið skal skráseta, eru tær somu fyri øll virkini. Upplýsing- ar, sum skulu skrásetast, eru m. a., almennar upp- lýsingar um virkið, rokn- skaparligar upplýsingar, upplýsingar um heilsu, trygd og um hvørvi, upp- lýsingar um góðskustýring og upplýsingar um, hvørjar vørur og tænastu, virkið ætlar at bjóða fram í oljuvinnuni. – Við at skráseta seg í Foir, verður virkið meira sjónligt fyri oljufeløgini og undirveitararnar á føroyska økinum. Kolvetnislógin ásetir, at oljufeløgnini skulu geva føroyskum virkjum ein veruligan møguleika at taka lut í eini føroyska oljuvinnu, sigur Oljuvinnufelagið í tíð- indaskrivi. – Foir verður tí eitt amboð hjá oljufe- løgunum og undirveitarum teirra at finna egnaðar føroyskar fyritøkur, sigur felagið. Mannagongdirnar frá oljumálastýrinum fara at krevja, at útlendsku fe- løgini brúka Foir. Í hina dátubásina eru upplýsingar frá oljufe- løgum og undirveitarum til føroysku virkini at síggja. Feløgini skulu í góðari tíð skráseta allar sáttmálar oaman fyri 100.000 krónur í føroyskum øki. Dátúbásan skal geva føroysku feløg- unum møguleika at vísa sín áhuga at taka lut yvir fyri útlendsku feløgunum. Oljufeløgini og undirveit- ararnir sklu eisini skráseta í dátubásina, hvør fær sátt- málarnar. Meira er at frætta um hetta á www.foir.fo Virki kunnu skráseta seg í oljudátabása Í dátabásanum hjá FOIR ber til hjá føroyskum virkjum at skrásetas eg, so lættari verður hjá oljuoperatørum at finna føroysk virki Gongurtúrur eystur á Gerðadalar Nú er greitt, at olju- skattadeildin hjá Toll- og Skattstovuni skal liggja í Klaksvík. Hetta hevur Karsten Hansen gjørt av, nú teir fyrstu skatta- pengarnir frá olju- vinnuni skulu avreiðast í Føroyum. Hetta er øll starvs- fólkini tó ikki so fegin um KOLVETNI Stefan í Skorini Fyrsta liðið av arbeiðs- monnum á oljuboripallin- um Sovereign Explorer er farið til verka. Í hesum mánaðinum skulu teir tískil eisini lata sínar fyrstu krónur til føroyska skatta- valdið. 35% skulu menn- inir, sum arbeiða á bori- palli, lata í skatti. Hesin skattur skal um Toll- og Skattstovuna. Har er sett á stovn ein kolvetnis- skattadeild, sum skal taka sær av skattakrónunum úr oljuvinnuni. Henda deildin skal liggja í Klaksvík, tá oljuvinnan tekur dik á seg. Hetta hevur Karsten Han- sen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, kunnað starvsfólkið á Toll- og Skattstovuni um mána- dagin. Flytanin av kolvetnis- deildini er í tráð við sam- gonguskjalið, sum sigur, at ein partur av almennu umsitingini skal flytast úr miðstaðarøkinum og út til bygdirnar ella útjaðaran. Søkja eftir fólki Óli Heinesen er leiðari á Toll- og Skattstovuni. Hann sigur, at tað fyrsta tey fara at gera er at søkja eftir fólki, tí sum nú er megna tey ikki alla umsitingina sjálv. – Tá oljuvinnan er farin í gongd, krevur hetta nógva arbeiðsmegi á kolvetnis- skattadeildini. Eg trúgvi, at vit mugu hava hjálp úr útlondum fyri at megna arbeiðsbyrðuna. Tað er eisini umráðandi, at fólk kemur higar at útbúgva okkara fólk, so tey vera før fyri at loysa uppgávurnar, sigur Óli Heinesen um kolvetnisskattadeildina. Hann metir ikki, at flytingin kann fara fram fyrr enn einaferð í heyst, tí tað er ov krevjandi. Tað er tískil ikki væntandi, at kolvetnisskattadeildin verður flutt beinanvegin. Óli Heinesen sigur, at enn er alt hetta ógvuliga nýtt, og tí vita tey ikki, hvussu alt hetta skal skipast í sambandi við oljuskattin, og tey mugu gera sær nakrar royndir. Annars hevur ein ar- beiðsbólkur við trimum fólkum arbeitt við olju- skattinum seinasta hálva árið. Tey hava verið í Noregi og Bretlandi og kannað, hvussu hetta ar- beiðið er skipað har. Hesin bólkur hevur gjørt eitt tilmæli um, hvussu henda deildin skal skipast, men ikki tikið avgerð um, hvat hon skal liggja. Ikki so heppið Onkur av starvsfólkunum vil vera við, at tað kanska ikki er so heppið at flyta deildina úr miðstaðarøkin- um. Best hevði verið at kanna hetta arbeiðsøkið áðrenn avgerð er tikin um, hvar henda deildin skal liggja. Henda deildin verður stór, tá oljan væntandi fer at spríkja úr undirgrundini, og nógv fólk fer at arbeiða har. Royndirnar hjá somu deildum í Bretlandi og Noregi eru, at stevningar kunnu væntast, tí trupul- leikar um tulkingar av lógini standast, og um- sitingin krevur nógv fólk. Ein slík deild krevur, at møguleikar fyri at útvega væl útbúna arbeiðsmegi eru góðir. Harafturat kunnu væntast fleiri byrjunar- trupulleikar, tí fundarvirk- semi við oljufeløgini verð- ur stórt, og tey eru øll í Havn. Vit royndu at fáa eina viðmerking frá Karsten Hansen, landsstýrismanni, men hann var ikki at hitta. Fólk í Smærugøtu í Havn vilja fegin gera vart við, at ikki øll húsarhaldini hava skrivað undir mót- mælisskrivið, ið sent varð myndugleik- unum, har tey mótmæla at ætlanunum um, at fleiri brekað flyta inn í grannalagið SAMBÝLI Stefan í Skorini Herfyri stóð grein í Sosial- inum um, at íbúgvar í Smærugøtu í Havn ikki vilja hava fleiri brekað í grannalagið, tí framman- undan eru tvey sambýli í økinum. Tey bóru ótta fyri, at menningartarnað við álv- arsomum atferðartrupul- leikum, sum kanska kundu vera vandamikil við kriminellari fortíð, fóru at flyta inn í gøtuna.Tey hildu tað vera skeivt fyrst at royna at flætta tey brekaðu inn í samfelagið saman við vanligum fólki og síðani at savna tey brekaðu saman- aftur, tætt saman í lítlum øki. Tí tóku tey stig til mót- mælisskrivið. Eini 10-12 húsarhald í gøtuni hava skrivað undir, fingu vit at vita frá einum teirra. Ikki øll við Fólk búsitandi í Smæru- gøtu hava nú gjørt vart við, at ikki øll standa saman um hetta skrivið. Bára Johansen býr í Smærugøtu, og hon vísir á, at eini tredivu hús eru í gøtuni, og tí stendur grannalagið ikki saman um hetta. Hon er ikki samd við hinum í, at enn eitt sambýli í gøtuni fer at oyðileggja umhvørvið. Hon bjóðar hinvegin teimum brekaðu vælkomnum í gøtuna, og hon vil fegin hava tey búgvandi har. Hildur Jensdóttir Joensen er ein onnur, ið ikki vil hava nakrar ákærur sitandi á sær. Hon sigur seg heldur ikki kenna nakað til, at fólk steingja hurðarnar, tí tey ikki kenna seg trygg í grannalagnum. Harafturat vil hon vera við, at tey ikki hava sæð hetta skrivið fyrr og hava tí ikki havt møguleika at mótmæla skrivinum. Íbúgvar í Smærugøtu: Ikki øll standa saman Oljuskatturin skal til Klaksvíkar Kolvetnisskattadeildin skal liggja í Klaksvík. Hetta hevur Karsten Hansen, landsstýrismaður, gjørt av. Ein oljukelda kann geva landskassanum einar 10 milliardir krónur, og tær skulu venda í Klaksvík C M Y K 3 2 Sosialurin - 311820 Vikuskiftistilboð fríggja-, leygar- og sunnudag Í tÍ íðarskeiðinum 13.-15. juli og 20.-22. juli Gist eina nátt á fyrstaflokks kamari við øllum hentleikum. Morgunmatur íroknaður. Matstovan borðreiðir við 3 rættum. Kostnaður fyri hvønn á dupultkamari kr. 450,-. Eyka fyri einakamar: kr. 100,- Eyka nátt á dupultkamari kr. 275,- fyri hvønn Eyka nátt á einakamari kr. 450,- (avmarkað pláss) Serprís til børn ið gista inni á kamarinum við vaksnum