Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juli 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 130 - 11. juli 2001 Nr. 130 - 11. juli 2001 5 gult4 cyan4 magenta4 svart4 gult5 cyan5 magenta5 svart5 Fyri at bøta um ferðslutrygdina verð- ur rundkoyring gjørd við Krossin í Søldar- firði. Spreingi- arbeiðið niðan móti Gøtueiði verður væntandi liðugt í ár VEGAGERÐ Edvard Joensen Søldarfirði: Tað verður gjørd rundkoyring á vega- mótinum við Krossin í Søldarfirði. Tað fer at bøta munandi um trygdina, verður sagt av Landsverk- frøðingsstovninum. Teir fylla upp niðan fyri vegin fyri soleiðis at gera pláss fyri sjálvari rundkoyr- ingini. Niðan móti klettin- um verður sum er, meðan tað plássið millum vegir- nar, har eitt nú busskýlið nú er, verður partur av sjálvari rundkoyringini. Busskýlið verður flutt, verður sagt frá Landsverk- frøðinginum. Tað skal flyt- ast eitt sindur niðan eftir vegnum móti Gøtueiði og setast upp aftur í niðaru vegsíðu. Tað fer ivaleyst at lætta mundandi um ferðsluna á Krossinum, tá rundkoyr- ingin kemur, verður sagt frá Landsverkfrøðinginum. Sum er, er keðiligt at koyra har, serliga hjá teimum, sum koma oman av Gøtu- eiði. Haldast skal av fyri blum báðumegin frá. Um- framt at ein keðilig høvd er, sum ger tað heldur ósýnt hjá teimum, sum koma inn eftir úr bygdini í Søldar- firði. Spreingiarbeiðið niðan móti Gøtueiði skal eftir ætlan verða liðugt í hesum árinum, eins og tilfarið haðani eisini skal vera burturbeint, siga tey hjá Landsverkfrøðinginum. Soleiðis at tann soevndi ráðvegurin er klárur. Men ivaleyt verður ikki klárt at koyra eftir honum enn. Vegurin oman av Gøtu- eiði móti Krossinum er heldur brattur, verður sagt, og tí er hann lækkaður nakað væl í niðara parti nakað niðan, áðrenn hann so verður lyftur upp aftur gjøgnum skarðið, sum skotið er í Gøtueiði. Tað er trongligt at ar- beiða á vegastrekkinum millum Krossin og Gøtu- eiði, láta tey at. Bratt er og ringt at standa, tá skotið er, og gravast skal burtur. Og ferðslan er rættiliga nógv á staðnum. Hvørja ferð skotið verð- ur, má ferðslan steðgast eina løtu, til grivið er frá aftur. Og tá standa beinan veg einir 50-60 bilar eftir 10 minuttum, siga tey hjá Landsverkførðinginum. Tað ber heldur ikki til hjá teimum bara at skjóta nær sum helst, ella tá tað liggur best fyri hjá teimum sjálv- um. Fyrilit má takast fyri ferðaætlanini hjá Dúgvuni, soleiðis at bilar, sum skulu til Leirvíkar til Dúgvuna, ikki verða steðgaðir og missa túrin orsakað av vegarbeiðinum. Men eitt hjartasuff hava tey. Og tað er, at tað eru ikki allir bilførarar, sum vísa nóg góðan ferðslusið, tá koyrt verður á staðnum. Tað er týðuliga merkt, at arbeitt verður á vegnum. Men hóast tað, eru tað veruliga bilførarar, sum bara koyra, sum einki var. Og teir eru »skítfarligir« bæði fyri seg sjálvar og ikki minst arbeiðsfólkið, sum frammanundan hevur tor- førar umstøður at arbeiða undir. Og tey leggja dent á, at tað bara eru føroyingar, sum koyra ov skjótt har, hóast rættiliga nógvir út- lendskir bilar eisini ferðst tann vegin. Men ikki eina einastu ferða hava tey lagt merki til, at teir koyra ov skjótt ella eru til ampa fyri arbeiðsfólkið. Annars verður vegarbeið- ið, sum gjørt er innanvert fram við eystara armi á Skálafirði, gjørt liðugt eftir summarfrítíðina. Tá verður vegurin undir Valaknúkum endaliga asfalteraður, verð- ur sagt frá Landsverkfrøð- ingsstovninum. Gera rundkoyring í Søldarfirði Nýggju vatntunnl- arnir hjá elfelagnum SEV norðuri í Eysturoynni verða tryggjaðir nú meðan turra árstíðin er VATNORKA Edvard Joensen Tunnlarnir hjá SEV norðuri í Eysturoynni verða tryggj- aðir og reinsaðir, nú meðan turra árstíðin er. Tí verður einki vatn leitt gjøgnum teir í løtuni. Tað rennur aftur vatn í Vesturdalsá oman Millum Fjarða. Fólk, sum koyra framvið, hava undrast á, hví so er, tí áin varð turkað herfyri, tá vatnið varð tikið og leitt gjøgnum tunnilin í Eiðisvatn, haðani tað fer gjøgnum turbinuna niðri í Barmi. Onkur hevur gitt, at ov mikið av vatni er, hóast tað skuldi verið ósannlíkt, meðan onkur annar heldur, at kanska er tað av um- hvørvisorsøkum, at vatn aftur er komið í ánna. Men so er ikki, sigur Klæmint Weihe, stjóri á elfelagnum SEV. Hann sigur, at grundin er, at teir hava valt at gera onkrar neyðugar ábøtur í tunnl- inum nú, meðan turt er, og lítið vatn rennur burtur. Hann hevði verið fegnari, um grundin var ovmikið vatn. Men har manglar í. Turt hevur verið í summar, og tað ger, at nógv olja verður brend, sigur hann. Partar av vatntunnlinum norðanvert í Eysturoynni vóru eitt sindur ivasamir, sigur Klæmint Weihe. Soleiðis, at neyðugt var at festa veggirnar fyri at sleppa undan, at leyst grót seinni fór at detta niður í tunnilin og verða til ampa. So heldur enn at koma aftur um aftur seinni at rudda, verður nú bundið um heilan fingur og tryggjað, árðenn nakað hendir. Arbeitt verður í summar. Og tvinnar orsøkir eru til tað, sigur SEV stjórin. Tað er lættast at gera tað nú, meðan útgerðin enn er á staðnum. Og so er hendan tíðin tann turrasta á árinum, so tað fer sum minst av vatni til spillis, meðan arbeitt veðrur í tunnlinum. Arbeiðið við at tryggja og reinsa tunnilin verður væntandi liðugt um ólavsøkuleitið, sigur Klæ- mint Weihe. Tá verður so turt aftur í Vesturdalsá. Annars er tunnilsarbeiðið í Norðureysturoynni liðugt, sigur Klæmint Weihe. Feløgini, sum hava borað tunnilin og gjørt inntøkini, eru við at rigga av. Ruddað verður í haganum, har arbeitt hevur verið. Skerv- og grótrúgvur, sum ligið hava eitt nú við munnan oman fyri Funning og við Eiðisvatn, verða beindar burtur. Við Eiðisvatn hevur verið bummur fyri vegin í longri tíð. Og tað fer tað eisini at verða í framtíðini, sigur SEV stjórin. Orsøkin er, at amboð og onnur útgerð, sum SEV hevur havt stand- andi á arbeiðsplássinum Suðuri í Dali, ikki fekk frið. Ótangar høvdu fyri at koyra suður haðar um næturnar at gera herverk. Og tí kann SEV ikki liva við, sigur stjórin. Annars var avtalað, at SEV skuldi syrgja fyri, at gýtingarmøguleikarnir hjá sílastovninum í Eiðisvatni ikki versnaðu, eftir at vatnið varð hækkað orsak- að av byrgingunum. Hetta arbeiðið er ikki gjørt enn, og er grundin tann, sigur Klæmint Weihe, at einki frættist frá av- varðandi hagastýri, sum skal vera við í avgerðini um, hvussu gerast skal. SEV hevur leingi verið til reiðar at gera arbeiðið, men tað skal vera í samráð við hagastýrið. Og haðani er einki rætt, hóast fleiri brøv eru send teimum, sigur SEV stjórin. Tryggja vatntunnlarnar Tað rennur aftur í Vesturdalsá. Men um ólavsøkuna ella so, verður vatnið aftur latið í tunnilin Mynd: Edvard Joensen Fylt verður upp niðan fyri Krossin, so betri pláss verður fyri nýggju rundkoyringini Mynd: Edvard Joensen Tað hevur gingið heilt væl hjá nótabátunum higartil í ár. Bæði Christian í Grótinum og Norðborg hava fiskað fyri góðar 30 milliónir í part FISKISKAPUR Áki Bertholdsen Tað hevur gingið gott hjá teimum føroysku nótaskip- unum í ár. Í hvussu so er hjá teimum í Klaksvík, men gongdin er helst tann sama sum heild. Palli Ziska í Klaksvík, reiðari á Christiani í Grót- inum og Norðborg, sigur, at hjá teimum hevur árið í ár higartil roynst eitt sindur frægari, enn árið í fjør. –Vit kunnu ikki lata illa at. sigur hann. Hann sigur, at Christian í Grótinum hevur fiskað 50.000 tons higartil í ár. Hjá Norðborg er eitt sindur øðrvísi. hon fiskar sild nú í summar og har verður fisk- urin virkaður umborð, so tað er ringt at gera saman- beringar. Men hann sigur, at teir báðir bátarnir hava fiskað fyri góðar 30 milliónir í part higartil í ár og tað er heldur frægari enn í fjør. Tað er eisini eitt lítið sindur meiri enn teir høvdu vænt- að frammanundan. Tó er nøgdin, teir hava fiskað eitt vet minni higar- til í ár, samanborið við í fjør, kanska 200 - 300 tons færri, men afturfyri er prís- urin heldur frægari. Prísurin hækkaður Palli Ziska sigur, at fíggjar- liga úrslitið hjá bátunum í ár er tískil heldur frægari enn teir frammanundan høvdu væntað, at tað fór at vera. Umframt at avreiðingar- virðið hevur verið heldur betri, hevur oljan eisini ver- ið heldur bíligari, enn teir høvdu væntað. Annars hava flest øll gramt seg um, hvussu dýr oljan er. Reiðarin heldur eisini, at oljan er rættiliga dýr. Men tá ið teir løgdu fíggjarætlanina fyri í ár, løgdu teir eisini upp fyri, at oljan fór at verða dýr, men hon hevur altso ikki verið so dýr, sum teir høvdu væntað. Annars lata teir ikki illa at prísinum. Í fjør fekk Norðborg slakar fýra krónur fyri kilo av sildafløkum. Í ár hevur hon fingið umleið átta krónur, ella tvær ferðir so nógv. Svartkjaftaprísurin er eis- ini nøkunlunda, hóast teir kundu hugsað sær hann eitt sindur hægri. –Svartkjaftaprísurin hev- ur gingið eitt sindur upp- eftir aftur, men hann er ikki komin nóg høgt upp enn. Higartil í ár hava vit fingið góð 70 oyru fyri og tað er hampiligt. – Tað vísir seg, at tá ið prísurin liggur á hesum støðinum, er hann javnari, og sveiggini verða ikki so ógvuslig, sum tey hava verið. Hann minnir á, at í 1998 vóru prísirnir sjáldsama høgir, tí tá táttaði hann í eina krónu fyri kilo. Men so rapaði hann heilt niður á undir 30 oyru aftur. Nú er hann so komin upp aftur á 70 oyru og har tykist hann nú at hava lagt seg, sigur Palli Ziska. Góð inntøka Tann góða gongdin hjá nótabátunum, sæst sjálv- sagt aftur í manningahýr- unum. Nú ein dagin visti Sosialurin at siga frá, at tað var ikki óvanligt, at dekk- arahýran lá omanfyri 100.000 krónur um mán- aðin í ár. Hetta heldur Palli Ziska vera at gera nakað nógv av. Men hýrururnar eru góðar og teir, sum sigla við nóta- skipum, koma at gera tað gott í ár, játtar hann. Christian í Grótinum av- reiðir mest til Havsbrún og hann er ein týðandi partur av rávørugrundarlagnum hjá virkinum í Fuglafirði. Av teimum 50.000 tonsun- um, Christian í Grótinum, hevur fiskað, hevur hann avreitt 40.000 tons í Fugla- firði, og tað táttar ivaleyst upp ímóti einum triðingi av tí, sum Havsbrún hevur tik- ið ímóti higartil í ár. Hava havt eitt gott ár –Christian í Grótinum hevur fiskað 50.000 tons higartil í ár og prísurin hevur gingið uppeftir. So sum heild er reiðarin vælnøgdur við gongdina – Tað er ógvuliga ó- heppið, at vit geva út- lendingum fatan av, at ósemja er í Før- oyum um, hvussu nógv, vit skulu krevja av samlaðu svart- kjaftakvotuni, heldur reiðarin á Christiani í Grótinum og Norð- borg KVOTUBÝTI Áki Bertholdsen –Eg haldi ikki, at vit skulu hava minni enn 30%. Palli Ziska í Klaksvík er ein av okkara fremstu nóta- monnum. Og nú tað er greitt, at fiskiskapurin eftir svartkjafti skal skerjast, eftir at fiskifrøðingar hava rópt varskó, er lítið annað væntandi enn eitt hart stríð ímillum tey londini, sum hava rætt til svartkjaftin um, hvussu nógv hvør skal fáa av kvotuni, sum skal fiskast. Reiðarin úr Klaksvík er ikki fegin fyri at leggja seg út í tað kjakið, ella at geva politikarum góð ráð um, hvat føroyingar eiga at gera, fyri at tryggja okkum okkara part av kvotuni. –Tað er ein politiskur spurningur. Politikararnir skulu leggja karmarnar og tað haldi eg, at teir skulu gera, so mugu vit rætta okkum eftir tí. Ikki minni enn 30% Kortini heldur hann, at før- oyingar eiga ikki at góðtaka at fáa minni enn 30% av samlaðu kvotuni. –Føroyska útspælið er nú at fáa gott 30% av samlaðu kvotuni og eg haldi avgjørt ikki, at vit eiga at góðtaka at fara niður um 30%. Hann vísir á, at tá í svart- kjafturin er feitur og góður, og tískil er mest verdur, er tá ið hann er undir Føroyum og undir Íslandi. – Tað eigur at geva okk- um góð kort á hondinum. Hann heldur, at tað er neyðugt at halda fast um sína støðu, tí gongdin er meiri og meiri tann vegin, at hann verður brúktur til matnað. Mugu standa saman Men eitt, sum hann í hvussu so heldur, er, at tað hevur ógvuliga stóran týdn- ing, at føroyingar úteftir standa saman sum ein mað- ur, nú svartkjafturin skal býtast. –Herfyri kom fram uttan- lands, hvussu stór ósemja er í Føroyum um, hvussu svartkjafturin skal býtast og tað er ómetaliga óheppið. Hóast flest øll duga at rokna út, at sjónarmiðini í Føroyum eru ymisk, er tað ómetaliga óheppið, at draga tað kjakið út um landodd- arnar og harvið boða hinum londunum frá, at í Føroyum er stór ósemja um málið. Palli Ziska sigur, at spurningurin um, hvussu føroyingar halda, at svart- kjafturin, eigur at verða viðgjørdur innanlendis í Føroyum. – Og tá ið niðurstøðan so er tikin, eiga vit at standa saman um ein maður úteftir um hesa niðurstøðuna, sig- 0ur hann. Mugu standa sum ein maður –Eg haldi ikki, at vit eiga at góðtaka at fáa minni enn 30% av samlaðu svartkjaftakvotuni, heldur Palli Ziska í Klaksvík C M Y K 5 4