mikudagur 11. juli 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 130 - 11. juli 2001
Nr. 130 - 11. juli 2001
7
gult6 cyan6 magenta6 svart6
gult7 cyan7 magenta7 svart7
Mannagongdin, tá ið
børn verða tikin inn á
dagstovn í Havn, er
broytt. Fyrsta barnið
á listanum hevur nú
fyrsta rætt, og tað
hevur longu ført við
sær, at aldursspjað-
ingin á fleiri stovnum
er farin út av lagi.
- Henda manna-
gongdin røkir fyrst og
fremst áhugamálini
hjá foreldrunum
heldur enn børnun-
um, sigur Elsa
Hansen, leiðari í Bý-
lingshúsinum á Flat í
Hoyvík
DAGSTOVNAØKIÐ
Turið Kjølbro
Seinastu nógvu árini hevur
mikið rumbul staðist av
listanum yvir børn, sum
bíða eftir stovnsplássi í
høvuðsstaðnum. Stór ó-
nøgd hevur verið millum
foreldur um, hvussu bíði-
listin hevur verið umsitin
og hvussu mannagongdin
hevur verið, tá ið børn
verða tikin inn á stovn.
Fleiri ferðir hava foreldur
fingið staðfest, at hóast
barn teirra hevur staðið
frammalaga á bíðilistanum,
hevur eitt barn, sum hevur
bíðað styttri, verðið tikið
fram um. Hetta argar og tað
skilja øll. Eisini politikar-
arnir, sum hava ábyrgdina
av økinum. Tískil er nýggj
reglugerð til upptøku av
børnum í umbúna og hon er
í grundini longu tikin í
nýtslu. Hon leggur upp til,
at barnið, sum stendur
ovast á listanum og tí hevur
bíðað longst, sleppur fyrst
framat. Hetta er eisini
skilagott, hugsa tey flestu,
men henda einfalda avgerð-
in hevur størri avleiðingar
við sær enn so. Og tær vísa
seg longu. Á fleiri dag-
stovnum, vit hava spurt
okkum fyri hjá, síggjast
ábendingar um, at aldurs-
býtið á stovnunum er við at
fara út av lagi.
- Á eini stovu hava vit
komandi ár bara eitt barn,
sum skal í skúla árið eftir,
ístaðin fyri 4-5 sum hevur
verið tradisjónin. Okkum
vantar elsta aldursbólkin.
Forskjótingin í aldursbólk-
unum ger, at útskiftingin
verður stór og royndir vísa,
at tað hevur avleiðingar fyri
trivnaðin
á
stovninum,
sigur Óli Midjord, virkandi
leiðari í Býlingshúsinum á
Norðasta Horni.
- Í vøggustovuni hjá okk-
um eru tíggju av tólv børn-
um fødd í 1999. Hesi fara
so øll úr vøggustovuni sam-
stundis. Tað krevur sera
nógv av starvsfólkunum at
taka ímóti eini rúgvu av
nýggjum børnum sam-
stundis, tá alt er nýtt fyri
øll. Av tí at børnini eru so
stór, tá ið tey koma á stovn-
in, eru kanska bara eitt ár í
vøggustovu, verður markið
millum
vøggustovu
og
barnagarð flótandi. Ein av-
leiðing kann verða, at ongar
vøggustovur vera til end-
ans, tey smæstu fara tá í
dagrøkt og ikki fyri at siga
nakað ringt um tað, men
ein vandi er, at børn, sum
onkursvegna hava ein ser-
ligan tørv, brek, eru sein-
ment ella annað, ikki verða
fangað nóg tíðliga tá, sigur
Elsa Hansen, leiðari í Bý-
lingshúsinum á Flat í
Hoyvík.
Óheppin gongd
Tað er ikki av ongum, at
stovnsleiðarar tvíhalda um
aldursbýtið og kynsbýtið
fyri ein part. Hetta er eisini
í samsvari við dagstovna-
lógina. Fyri trivnaðin á
stovninum er umráðandi at
javnvág er millum aldurs-
bólkarnar. At børn hava
javngomul børn at spæla
við, at samljóð er millum
aldursbólkarnar soleiðis at
teir hava gleði av hvør øðr-
um, og at útskiftið av stovn-
inum er natúrligt og ikki ov
brátt. Eru øll børnini á eini
stovu javngomul, fara tey
úr stovninum í senn og
sama tal av børnum byrjar í
senn. Hetta er sera óheppið,
siga stovnsleiðarar. Við-
víkjandi kyninum skilst, at
stovnarnir ikki longur tví-
halda um eina neyva javn-
vág ímillum býtið av gent-
um og dreingjum.
Stovnsleiðarar skilja væl
foreldur, sum illneitast og
eru ørg um, at barn teirra er
við sviðusoð, tá ið ræður
um stovnspláss. Hinvegin
hava teir ábyrgd av at fáa
stovnin at virka fyrst og
fremst.
- Tað sýnist sum nýggja
mannagongdin fyrst og
fremst røkir áhugamálini
hjá foreldrunum heldur enn
børnunum, sigur Elsa Han-
sen.
- Út frá námsfrøðiligum
sjónarmiði virkar ein stovn-
ur best, um spjaðing er í
aldursbýtinum,
bæði
í
vøggustovuni og barna-
garðinum. Harumframt er
normeringin av starvsfólk-
um eisini tengd at aldurs-
býtinum, tí ávísir aldurs-
bólkar
krevja
ymiskt.
Nýggja gongdin hevur eis-
ini avleiðingar fyri normer-
ingina og arbeiðið hjá ein-
staka starvsfólkinum, sigur
Óli Midjord.
Í dag ert tú sera heppin,
um barn títt fær eitt stovns-
pláss í økinum, har tit
búgva. Tað er ikki so sjáld-
samt, at foreldur hava børn
á ymsum stovnum, sum all-
ir liggja væl spjaddir. Eing-
in letur eitt pláss fara, tá ið
tað vísir seg, hóast hetta
førir við sær nógva koyring.
Men í býlingshúsinum á
Flat í Hoyvík hava tey fyri
fyrstu ferð upplivað, at for-
eldur hava latið pláss frá
sær, tí tey heldur vilja bíða
eftir einum plássi á stovni í
nærumhvørvinum.
- Tvey av seks hava sagt,
at tey heldur vilja bíða eftir
einum plássi nærri heimin-
um, og tað er nakað nýtt,
sigur Elsa Hansen.
Annað ber ikki til
Býráðspolitikarar og umsit-
ingin í býráðnum eru
kunnað um fyrstu ábend-
ingarnar um avleiðingar av
broyttu mannagongdini.
- Vit vóna, at tey hava
lurtað eftir okkum og tikið
til eftirtektar, at gongdin er
óheppin fyri trivnaðin á
dagstovnunum, sigur Óli
Midjord.
Formaðurin í mentamála-
nevnd Tórshavnar Býráðs,
Heðin Mortensen, metir
ikki, at avleiðingarnar, sum
stovnsleiðararnir vísa á,
viga so tungt, at manna-
gongdin skal broytast aftur.
Eftir summarfrítíðina verð-
ur nýggja reglugerðin eftir
øllum at døma samtykt.
- So leingi so stórur tørv-
ur er á stovnsplássum, eru
vit noydd at góðtaka støð-
una. Tá ið tørvurin er nøkt-
aður, ber til at tosa um økis-
listar og aðrar mátar at taka
børnini inn á stovn. Eg
skilji væl stovnsleiðararnar,
men hinvegin kunnu teir
taka hetta sum eina eyka
avbjóðing. Vit eru eisini
noydd til at lurta eftir borg-
arunum, sigur Heðin Mort-
ensen, sum alla tíðina hevur
verið heitur talsmaður fyri,
at fyrsta barnið á bíði-
listanum sleppur inn fyrst.
Tórfinn Smith, limur í
mentamálanevnd
Tórs-
havnar býráðs, heldur hin-
vegin, at ein millumloysn
hevði verið frægari.
- Fyrsta barnið á listanum
eigur í størstan mun at
sleppa fyrst inn, men vit
eiga samstundis at miða
eftir at taka atlit til aldurs-
býtið, soleiðis at vit koma
so nær tí námsfrøðiliga
rætta sum til ber. Eg skilji
væl foreldur, sum argast
um, at børn ið standa aftari
á listanum sleppa framum.
Men vit eru noydd at taka
fyrilit soleiðis at dagstovn-
arnir kunnu virka sum
námsfrøðiligir stovnar og
uppalingarstøð heldur enn
goymslur rætt og slætt.
Treytin fyri góðum trivnaði
á stovnunum er eitt nú ein
góð spjaðing í aldursbýt-
inum, sigur Tórfinn Smith.
Nýggju upptøkureglurnar
stytta sum kunnugt ikki um
bíðilistan. Hann var 402
børn 28. mars. Í øðrum
londum snýr kjakið seg um
dygd og góðsku og hvørji
tilboð børn skulu hava á
dagstovnunum. Í Føroyum
tosa vit framvegis um tøl,
aldur og kyn.
Trivnaðurin á barnagørðum í vanda
Stór ónøgd hevur verið millum foreldur um, hvussu mannagongdin hevur verið, tá ið børn verða tikin inn á stovn í Havn. Nú mannagongdin er broytt, vísa
stovnsleiðarar á, at aldursbýtið á stovnunum er við at fara út av lagi.
Savnsmynd
Hendrik Old, ting-
maður, ætlar sær
hvørki at møta til
tingfundin ella skrúð-
gonguna á ólavsøku.
Orsøkin er, at tingfor-
maðurin fyri fyrstu
ferð í nýggjari tíð ætl-
ar at seta tingið ein
sunnudag
TINGFUNDUR
John Johannessen
– Eg ætli mær ikki at møta
til tingfund sunnudag. Tí
gongur løgtingið ikki und-
an at virða halgidagslógina,
er ikki neyðugt hjá øðrum
at gera tað.
Hetta sigur Hendrik Old,
tingmaður, í sambandi við,
at løgtingsformaðurin hev-
ur sent tingfólkum skriv,
har hann boðar frá, at løg-
tingið verður sett ólavsøku-
dag, sunnudagin 29. juli,
klokkan 13.
Tað er siðvenja, at løg-
tingið verður sett ólav-
søkudag. Men vanligt hev-
ur verið, at útseta setanina
til mánadag og í staðin bert
ganga skrúðgongu og fara í
kirkju ólavsøkudag, um
ólavsøkudagur fellur á ein
sunnudag.
Heldur ikki hevur áður
verið loyvt at seta tingið ein
sunnudag. Men nýggja
stýrisskipanin gevur heim-
ild til at seta tingfund
sunnudag, um hetta er á
ólavsøku.
Brýtur halgi-
dagslógina
Hendrik Old heldur, at løg-
tingsformaðurin í hesum
føri eigur at viga tingskipan
og stýrisskipanarlóg upp í
móti halgidagslógini.
– Hóast tað í nýggju
stýrisskipanini er heimilað
tingformanninum at seta
tingið sunnudag á ólav-
søku, eigur tingformaðurin
at virða halgidagslógina,
sum er púra greið.
– Tingformaðurin eigur
at hava í huga, at sjálvt um
tað í nýggju stýrisskipanini
stendur, at tingfundurin
kann haldast sunnudag, so
er tó ikki neyðugt at halda
hann. At tingfundurin kann
haldast sunnudag merkir
ikki, at hann skal haldast
sunnudag, sigur Hendrik
Old.
Hendrik Old vísir á, at
tað hevur verið gamal
siður, ikki at halda politisk-
an fund sunnudag. Tí
heldur hann tað vera skeivt
at løgtinginum at bróta
hesa gomlu siðvenju og
halda sín fyrsta politiska
arbeiðsdag ein sunnudag.
– Ólavsøkurøða løgmans
er sanniliga ein politisk
røða. Og tingfundurin á
ólavsøku er fyrsti arbeiðs-
dagurin hjá tinginum í
nýggju setuni. Tí brýtur
løgtingið halgidagslógina
við at fara til arbeiðis ólav-
søkudagin í ár, sum fellur á
ein sunnudag.
– Fyri at vísa á hesa
prinsipiellu støðu mína,
ætli eg hvørki at møta til
tingfundin ella ólavsøku-
skrúðgonguna í ár, sigur
Hendrik Old.
Tingið verður sett sunnudag:
Tingmaður noktar at møta
Jenis av Rana úr
Miðflokkinum fer
at heita á
tingformannin um
at bíða við at seta
tingið til
mánadagin eftir
ólavsøku
TINGFUNDUR
John Johannessen
– Eg haldi tað ikki vera
neyðugt at seta tingið
ein sunnudag. Tí fari eg
at heita á tingformannin
um at lata vera, sigur
Jenis av Rana.
Jenis av Rana úr Mið-
flokkinum er samdur við
grundgevingunum hjá
Hendriki Old. Men hann
hevur kortini ikki gjørt
av at boykotta tingfund-
in og skrúðgonguna.
Jenis av Rana sigur
seg rokna við, at tingfor-
maðurin fer at flyta ting-
fundin til mánadagin
eftir ólavsøku. Men um
formaðurin ikki ger tað,
fer hann at umhugsa, um
hann skal møta til fundin
sunnudagin.
– Sum sagt eri eg
samdur við grundgev-
ingunum móti at seta
tingið sunnudag. Men eg
haldi tað vera løgi, at
tingmenn brádliga eru í
øðini um hetta. Tí tá eg
áður havi boðað frá, at
eg haldi tað vera skeivt,
at samgonga og and-
støða spæla fótbólt móti
hvørjum øðrum sunnu-
dag og tí ikki vil møta,
hava tingmenn verið í
øðini um tað. So eg má
bara staðfesta, at tað
finnast nógvir hyklarar,
sigur Jenis av Rana.
Biður formannin
flyta fundin
Fólkaflokkurin við-
gjørdi á fundi í gjár,
um tingmanningin
í felag skal mót-
mæla, at tingið fer
til arbeiðis Sunnu-
dagur
TINGFUNDUR
John Johannessen
Eisini í flokkinum hjá
løgmanni, Fólkaflokkin-
um, halda tingfólk tað
vera skeivt at seta tingið
sunnudag. Jógvan við
Keldu við Keldu er ein
teirra.
– Føroyingar hava
higartil hildið seg rela-
tivt væl til halgidags-
lógina. Og tí haldi eg, at
tingformaðurin ikki skal
halda fast uppá at seta
tingið ólavsøkudag, tá
hetta er sunnudagur.
Fyrsti tingfundurin og
ólavsøkurøðan eru nevn-
iliga ógvuliga politisk,
heldur
Jógvan
við
Keldu.
Jógvan við Keldu boð-
aði flokki sínum frá
støðu síni á fundi í gjár,
og sum Sosialurin skilir,
ætlar flokkurin at melda
út í felag, at hann heldur
tað vera skeivt at seta
tingið sunnudag.
Sambandsflokkurin
fer eisini at viðgera mál-
ið. Sosialurin hevur tos-
að við Alfred Olsen úr
Sambandsflokkinum, og
hann sær onga meinging
í at seta tingið sunnu-
dagin 29. juli.
Heini O. Heinsen úr
Tjóðveldisflokkinum
heldur, at tað kann skapa
trupulleikar, um fundur-
in verður settur mána-
dagin eftir ólavsøku. Tí
so er vandi fyri, at ting-
fólk ikki møta til skrú-
gonguna.
Helena Dam á Neysta-
bø úr Sjálvstýrisflokkin-
um sær onga forðing
fyri, at tingið verður sett
sunnudag.
– Vit eru sum so ikki
til arbeiðis ólavsøkudag.
Tí vit viðgera ikki røð-
una fyrr enn fleiri dagar
seinni, sigur hon.
Fólkaflokkurin
viðger málið
Finnbogi Ísakson,
tingformaður, hevur sent
tingfólkum skriv, har hann
boðar frá, at løgtingið verður
sett ólavsøkudag, sunnudagin
29. juli. Hetta er fyrstu ferð,
at tingfundur verður settur
sunnudag
Hendrik Old úr
Javnaðarflokkinum verður
hvørki at síggja í
ólavsøkuskrúðgonguni ella á
ólavsøkutingfundinum í ár.
Orsøkin er, at hann
mótmælir, at tingformaðurin
hevur gjørt av at seta tingið
ein sunnudag
C
M
Y
K
7
6