mikudagur 11. juli 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 130 - 11. juli 2001
Nr. 130 - 11. juli 2001
9
gult8 cyan8 magenta8 svart8
gult9 cyan9 magenta9 svart9
TÓNLEIKAVITJAN
Tíðindaskriv
Íslendski
sangbólkurin,
Sólarmegin av Akranesi,
vitjar í Føroyum 12. – 19.
juli. Bólkurin kemur higar
at halda Vestanstevnu í
Sørvági, sum er vinarbýur
hjá Akranesi. Eisini er
fyriskipað
konsert
í
Listasavni Føroya í havn
týsdagin 17. juli klokkan
20.
Í Sólarmegin eru átta
sangarar, fýra kvinnur og
fýra menn. Sangbólkurin er
ein áhugabólkur, men fleiri
av limunum hava tón-
leikaliga útbúgving, bæði í
sangi og spæli. Leiðarin,
Guðmundur Jóhannsson,
sum eisini syngur bass,
spælir t. d. við lokala bólk-
inum, Melasveitin, sum
eisini er við til Vestan-
stevnuna.
Sólarmegin hevur sungið
síðani 1990 og givið út eina
fløgu. Bólkurin hevur spælt
til konsertir nógva staðni í
Íslandi og hevur vitjað
Danmark, Noreg, Finnland
og Svøríki. Reportiorið er
tónleikur í øllum sjangrum,
frá kirkju- og fólkatónleiki
til umskrivingar av popu-
lerum tónleiki. Á skránni
hesaferð er tónleikur úr
Føroyum, Íslandi og Ír-
landi.
Sangbólkurin hevði tvær
konsertir í Íslandi beint fyri
Føroyatúrin, og ummælari
frá Morgunblaðnum skriv-
aði 6. juni: »Sólarmegin er
ein
harmoniskur
sang-
bólkur; tey syngja glitrandi
reint og halda áhoyrarunum
við
fíntfølandi
sangi.
Vónandi verður bólkurin
eins ambitiøsur í fram-
tíðini…«
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Hvør eigur rættin til Føroya Lívstrygging? Før-
oyskir løntakarar ella Føroya Landsstýri vegna
føroyskar tryggingartakarar? Hetta er tann stóri
spurningurin, nú fimtan fakfeløg fyrireika eina
stevning ímóti landsstýrinum. Fakfeløgini halda,
at tað var ein ólóglig ognartøka, tá Føroya
Lívstryggin varð umskipað til alment partafelag.
Málið snýr seg bæði um ein eftirlønarspurning,
eina ognartøku og eina politiska framferð, sum
kanska ikki var ílagi. Fakfeløgini halda fast upp á
rættin til LÍV, tí fakfelagslimir eiga 80 prosent av
teimum virðum, sum eru LÍV eigur, tí tað eru
fyrst og fremst løntakarar, sum eiga lívs- og eftir-
lønartryggingarnar.
Hesum kunnu tey flestu vera samd um, hóast
landsstýrismaðurin, sum tá sat, segði í útvarps-
samrøðu, at hetta var landsstýrið tilvitandi um, og
var við til at fremja eina umskipan, næstan vegna
føroyska løntakaran. Eru vit samd um, at løn-
takararnir eiga virðini, so kunnu vit helst eisini
taka undir við, at fakfeløgini – í samstarvi við t.d.
Tryggingarfelagið Føroyar – fáa LÍV til keyps
fyri einar 25 milliónir krónur.
Tað er sjálvandi, at fakfeløgini saman eiga sítt
egna eftirlønartryggingarfelag. Tey vita, hvat er
best og rættast fyri limirnar! Men tá tað er sagt,
skal leggjast afturat, at tíverri hava fakfeløg, eins
og tað almenna, m.a. tí semja ikki er fingin til
eina veruliga loysn, verið eftirbátur, at tryggja
øllum føroyskum løntakarum eina veruliga eftir-
løn. Eina eftirløn, sum partvíst varð grundað á
eina samhaldsfasta skipan, og síðani við møgu-
leikum fyri einsæris tryggingum.
Hin parturin í aktuella málinum er framferðin hjá
landsstýrinum. Tað er longu eitt sindur síðani, at
tað kom undan kavi, at landsstýrið legði ikki við
eina løgfrøðiliga frágreiðing, tá Vinnumálastýrið
legði uppskotið um tryggingarlóggávuna fyri
løgtingið. Frágreiðingin gekk á tað borðið, at
sjálvsognarfelagið Føroya Lívstryging var ogn
hjá tryggingartakarunum.
Henda spurningin, hesa framferðina, skal Lands-
stýrismálanevndin kannað. M. a. við atliti til lóg
um ábyrgd landsstýrismanna.
Hetta málið er annas aftur eitt dømi um, at stór
mál skulu skundast ígjøgnum løgtingið. Tingið
fekk bara stutta tíð at viðgera málið, og ein stutt
viðgerð er ikki ein nóg dygg viðgerð. Hetta varð
eisini orsøkin til, at Javnaðarflokkurin atkvøddi
ímótiuppskotinum hjá landsstýrinum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Hvør eigur LÍV?
VIÐMERKINGAR
Lisbeth L. Petersen,
Sambandsflokkurin
Nú tíðin styttist, til uppskot
um fíggjarlóg fyri 2002
verður løgd fyri tingið,
frætta vit úr Útvarpi Føroya
tey tíðindi, at landsstýris-
maðurin við fíggjarmálum,
Karstin Hansen, er farin at
fregnast, um andstøðan vil
samstarva um eina lang-
tíðar íløguætlan.
Fyrst skal sláast fast, at
síðan Sambandsflokkurin
hevur fingið nýggja floks-
leiðslu, hevur Karstin Han-
sen ikki sett seg í samband
við okkum um hetta mál,
men tá hetta er sagt, so er
tað rætt, at tá spurningurin
var uppá tal seinast, fekk
landsstýrismaðurin at vita,
at
flokkurin
ikki
var
sinnaður at luttaka í hesum
arbeiði.
Flokkurin hevur ikki
gjørt nakra aðra niður-
støðu, og sostatt stendur
tann avgerðin við.
Tá útvarpsmaður seinri
spurdi undirritaðu um or-
søkina til hesa støðutakan,
so var svarið, at flokkurin
hevur sínar egnu priori-
teringar viðv. íløgum, og at
hetta er ein politiskur
spurningur, har vit halda
okkum til okkara stevnu-
skrá. At gera eina avtalu um
langtíðarætlan við tríggjar
flokkar, sum sita nakrar
fáar mánaðar aftrat, og sum
enn hava meiriluta, vildi
onga meining givið. Teir
hava jú tikið sera álvar-
samar avgerðir um fram-
tíðarstøðu Føroya uttanum
andstøðuna, sum gera, at
framtíðarvánirnar eru so
ógreiðar og ótryggar sum
ongantíð fyrr.
Veruligar
samráðingar
um ríkisveitingina eru ikki
byrjaðar enn, og tí vita vit í
andstøðuni ikki, hvussu
nógv verður at arbeiða við
komandi tíðina. Um sam-
gongan veit tað, kunnu vit
sjálvandi bert gita. Fíggj-
arligu møguleikarnir viga
tungt í hvørjari støðutakan,
og tí skilji eg als ikki
fíggjarmálastýrið,
sum
samb,
Útvarpi
Føroya
hevði ta viðmerking, at
langtíðar íløguætlanin og
inntøkumøguleikarnir onki
høvdu við hvørt annað at
gera.
Tað
er
av
alstórum
týdningi fyrst at vita,
hvussu nógv er at húsast
við, áðrenn tú veit, hvussu
nógv er til rakstur og íløg-
ur, og fyrst tá kann pri-
oriterast av álvara.
Harafturat hoyrist nú, at
samgonguflokkarnir
eru
týðiliga ósamdir um priori-
teringarnar, so hvar er
grundarlagið fyri støðu-
takan til langtíðarætlan ?
Sum nevnt hava vit í
Sambandsflokkinum longu
nakrar prioriteringar, og
okkara stevnuskrá er greið.
Tá valið er av, fara vit til
verka saman við øðrum við
tí endamáli, at føroyingar
ikki verða sleptir uppá fjall
í fullveldisrúsi, har tey
veiku verða tey, sum gjalda
prísin.
Langtíðarætlanir
Góða Sólborg
Nú tú fer at gevast, vil eg siga tær takk fyri alt. Tú
hevur verið ein góður stuðul og hjálp fyri
Blákrossheimið.
Vit, sum hava verið búfólk, vilja takka tær fyri
tín kærleika, og vit ynskja tær alt tað besta í
framtíðini. Jesus signi teg. Tú ert eitt deiligt
menniskja.
Sólborg, takk fyri alt!
Tær kærastu heilsanir,
Elma Fornagarð
Sanghópurinn Sólarmegin í Føroyum
VIÐMERKINGAR
Eivind Jacobsen
Strendur
Mest beinrakna yvirskrift
eg havi skriva, má verða
tann um illa lídda sann-
leikan. Í hvussu so er hevur
Helena Dam á Neystabø
tikið hana til sín. Við-
merking hennara í Dimma-
lætting 7/7 líkist mest
heilsanum frá familjuni.
Helena sigur nakað sum er
beinleiðis ósatt, umframt at
hon niðurger mín persón.
(mura)
Men, eg bíði framvegis
eftir, at hon afturvísur tí eg
havi sagt. Meðan eg bíði,
kann eg tað sama afturvísa
tí hon sigur.
Helena sigur, at Landið
betalur lønir á Sambýlum,
og tí er tað ósatt, sum eg
havi skriva. Helena átti at
vita, at Finnleif Guttesen,
sum eg endurgav, úttrykki-
liga tosaði um íløgur í
nýggj sambýli. Tað hevði
Helena eisini skilt, um hon
gav sær tíð at lesa, og ikki
gjørdi viðmerkingar í óðum
verki. Harumframt skal sig-
ast, at nú fleiri sambýlir eru
bygd, og heimahjálpin er
farin í tey at arbeiða, er í
hvussu so er í okkara
kommunu skorið tilsvar-
andi niður á heimahjálp í
heiminum. Tí hevur landið,
fyri at útreiðslurnar ikki
skulu hækka, flutt heima-
hjálpirnar úr heimunum inn
á sambýlir, við tí úrsliti, at
fólk liggja óhjálpin heima.
Tá tú ikki hevur tíð at
lesa uppá, krevst sera gott
minni. Tað svíkur av og á
hjá Helenu. Í øllum føri tá
hon tosar um Sambýlið á
Skála. Kunngerð um hetta
frá 27 august 1998 er
undirskriva av Helenu Dam
á Neystabø. Sjóvar Komm-
una fekk at vita frá ovasta
embætismanni hjá Lands-
stýrismanninum, at kunn-
gerðin skuldi lesast so-
leiðis, at fólk sluppu inn
eftir tørvi. Metast skuldi
fagliga um tørv. Tí hevur
tað ongan tídning hvør
eigur eitt sambýli.
Tá vit vóru útblaka av
Skála, við hjálp frá Lands-
stýrinum, sum Helena var
partur av, (Sí grein um
hetta) umhugsaðu vit at
byggja okkara egna. Tá
fingu vit greitt at vita, frá
heimahjálpini, at tey fingu
ongar pengar frá Helenu,
og tí kundu tey ikki seta
starvsfólk í okkara Sam-
býli. So um Helena setti 1
mió meira av til heima-
hjálpina, hevði eitt nýtt
sambýli møguliga verði
bygt í hennara ministaratíð
og 10 fólk, sum trongdu
fingið innivist. Tí er tað
Helena sum hevur alla
skyldina av, at vit ikki hava
eitt sambýli meira enn vit
hava í dag. Men Helena
gjørdi einki, og tí kundi
Sjóvar Kommuna einki
gera.
Tá Helena førur fram, at
nú Skála og Runavík leggja
saman verða vit við sviðu-
soð, vísur hetta bert, at
Helena ikki dugir sínar
egnu lógir. (Bústaður er
órelevantur og almanna-
lógin er líka fyri øll) Men
hetta er ikki nakað nýtt. Tá
Anfinn Kallsberg følur seg
noyddan at taka eina støðu,
er málið ógvuliga greitt.
Tá Helena kom í Lands-
stýri var tað Landið sum
rak eldrasambýlið á Skála.
Stutt eftir fingu vit kravboð
um at vit skuldu yvirtaka
Eldrasambýlið.
Orsøkin
var, at heimahjálpin ikki
hevði pengar til at reka
eldrasambýlið. Hesi krav-
boð fingu vit staðfest á
fundi 16. November 1998.
Um vit noktaðu bleiv
eldrasambýlið stongt. Hetta
var væl eftir boðum frá
Helenu. Hvar var umsorg-
anin fyri teimum gomlu?
Tá byrjaði kampurin um
húsið á Skála. Hví skuldu
vit gjalda, tá húsið er fyri
alla
Eysturoynna?
Vit
høvdu tey góðu argument-
ini, meðan Helena og henn-
ara fólk høvdu maktina at
taka avgerð, sum vit einki
kundu gera við. Toppurin
hevur altíð ábyrgdina, og tí
var tað Helena, sum tveitti
Sjóvar Kommunu út úr
samstarvinum um Eldra-
sambýli á Skála. So at geva
mær skyldina er langt við
síðuna av, og prógvar bert,
at Helena als ikki hevur skil
á sínum málsøki.
Moralur
Merkir, sambært mínari
Fremmedordbog:
Indbe-
grebet af hvad der anses for
rigtigt og sømmeligt mht.
menneskers handle- og
tænkemåde.
Tí tosa vit um moral, tá
vit siga, at samsvar skal
verða millum orð og gerðir.
Hetta havi eg víst á mangl-
ar hjá Helenu. Tá onkur
vísur á hesar manglar, ber
ikki til at øsa seg upp, og
umbera seg við at Eivind er
minst líka ringur. Ein góður
politikari hevur eina frá-
greiðing uppá, hví so er. Eg
havi ikki viðgjørt Sjálv-
stýrisflokkin,
men
po-
litikaran Helenu. Tá Helena
sigur, at muran í undir-
ritaða ikki er góð, tosar hon
um mín persón. Eg fari ikki
at viðgera persónin Helenu.
Tað er privat. Moralin vísa
vit á, og lata veljaran døma.
Tað
er
eftir
mínari
uppfatan grundleggjandi
neyðugt, at politikarar hava
góðan moral, og at samsvar
er millum orð og gerðir. Tí
er neyðugt, at vit lúka við
jøvnum millumbilum.
Eg fari at geva Torbjørn
Jacobsen rætt, tá hann
sigur, at vit ikki hava brúk
fyri livibreyðspolitikarum.
Vit eru báðir (fyrrverandi)
sjómenn, og tí vanir við 12
tímar arbeiðsdag. Hóast vit
enn ikki hava fingið lykilin
til vaskirúmið, rokni eg við,
at báðir, saman við øðrum,
fara at vaska innanfloks
eftir næsta val. Og eg ivist
onga løtu í, at vit um
neyðugt bróta vakt fyri at
hjálpa í øðrum flokkum,
har tað treingir munandi
meira til enn hjá okkum.
Tað sum vit hava brúk
fyri eru menn og kvinnur,
sum spyrja:” Hvat kann eg
gera fyri Føroyar?” Til at
stýra
landinum
krevst
meira enn við himmalvend-
um eygum at beundra eitt
spegl.
Til vildar øllum kann eingi gera
ELDRATILHALDIÐ
Frá 3. juli til 17. august
er Tilhaldið í Tórsgøtu í
Havn opið mánadag til
fríggjadag frá klokkan
14 til 18.
Á ólavsøku, 27., 28.
og 29. juli frá klokkan
14 til 18 verður fram-
sýning av listaverkum
hjá Fridjof Joensen á 1.
hædd, og í kjallaranum
verður framsýning av
úrvali av klæðum frá
Sirri, og drekkamunnur
og ábit verður at fáa,
sigur Tilhaldið í tíðinda-
skrivi.
EPILEPTIKARA-
FELAG
Tíðindaskriv
5. juli hevði Epileptik-
arafelagið aðalfund í
MBF-húsinum í Havn,
og skipað nevndin seg
við Randfríð Sørensen,
Tórshavn,
sum
for-
manni. Næstformaður er
Sólbjørn Jensen í Fugla-
firði. Skrivari er Ása
Østerø, Tórshavn, kassa-
meistari er Elma Berg
Danielsen, í Havn, og
nevndarlimur er Mari
Johannesen í Hoyvík.
Sum tiltakslimir vórðu
vald Gullberg Gullfoss,
Hoyvík og Elisabeth
Leo, Skopun.
Ú nevndini fór Annika
Krossstein, ið bar seg
undan afturvali.
Felagið hevði seinast í
mars mánaði vitjan av
Bjarka á Rógvu Hansen,
neurologi á Ríkissjúkra-
húsinum og Lene Sahl-
holdt, psykoneurologi
frá Dianalund og møttu
ein i 70 fólk fyri at hoyra
tey siga frá um epilepsi,
ymisk herðindi, heilivág
og lívskvalitet.
Nevndin fer at arbeiða
í komandi ári við at
røkka meiri út á ø.kini
runt um í landinum við
onkrum tiltøkum, so
sum okkurt fyri tey
ungu, ið hava epilepsi.
Eisini kemur kanska
onkur uttanífrá at greiða
meira frá um epilepsi.
Ynski hjá nevndini er
eisini, at fleiri epi-
leptikarar vilja gerast
limir í felagnum, sigur
Epileptikarafelagið í tíð-
indaskrivi.
Epileptikarafelagið
nýggja nevnd
Framsýningar
í Tilhaldinum í Havn
Ì hesum døgum hevur
Náttúruvísindadeildin
vitjan av Reinert Møbjerg
Kristensen professara á
Universitetinum í Keyp-
mannahavn.
Reinert
Kristensen er her saman
við 4 studentum.
Tey havan verið úti á
Føroyabanka við Magnusi
Heinason og tikið prøva
av botninum til at kanna
dýralívið. Nú sita tey í
laboratoriunum á Náttúru-
vísindadeildini og kanna
dýrini, tey hava funnið.
Hetta er ikki fyrstu ferð
at Reinert hevur verið á
Føroyabanka. Hann hevur
verið har nakrar ferði fyrr,
seinast í 1998. Tað sum
hevur fangað hansara stóra
áhuga, er skeljasandurin á
botninum á bankanum. Ì
millum sandkornini liva
evarska smá bjarnadýr og
korsettdýr,
sum
hann
annars bert hevur funnið
við Bermuda.
Eitt annað áhugavert
projekt,
sum
Reinert
arbeiður við, er at send
bjarnadýr út í rúmduni, fyri
at kannað hvussu tann
kosmiska strálingini úti í
rúmduni ávirkar livandi
verur. Hetta hevur
áhuga, tá finnast skal út
av, hvaðani lívið á jørðuni
hevur sín uppruna.
Náttúruvísindadeildin
á
Fróðskaparsetrinum hevur
sent alivinnuni innbjóðing
um at luttaka í skeiði um
aling, sum verður á
Náttúruvísindadeildini
eftir summarferiuni.
Skeiðið, sum er partur av
lívfrøðisútbúgvingini á
Fróðskaparsetrinum,
gevur eina grundleggjandi
vitan um aling og tær
fortreytir, ið skulu vera til
staðar fyri at fá sum mest
burtur úr hesi vinnuni. Evni
sum verða gjøgnumgingin,
eru grundleggjandi ting um
alifisk og umhvørvi, smolt-
framleiðslu og framleiðsla
av vaksnum fiski, kynbóta-
rarbeiði, sjúka og at enda
hvørja ávirkan streym-
viðurskift hava á alingina.
Tað verður Hørður Ward-
um frá P/F Skretting sum
kemur at taka sær av mesta
partinum av undirvísingini,
meðan Knud Simonsen frá
Náttúruvísindadeildini fer
at taka sær av tí partinum,
sum hevur við streym-
viðurskifti at gera. Knud
arbeiður m.a við at finna
fram til nýggj aliøki. Hetta
verður gjørt við útgangs-
støði í einum streym-
modelli, sum hann hevur
gjørt fyri Føroyar.
Djóragranskari vitjar
Fróðskaparsetrið bjóðar alivinnuni
á skeið um aling aling
LISTAFRAMSÝNING
28. juli kl 14 hevur Arn-
gerð Joensen í Hoyvík
fernisering í Føroya-
húsinum í Keypmanna-
havn.
Arngerð Joensen sýnir
fram málningar í olju,
akryl og mixed media.
Framsýninign er opin til
17. august.
Arngerð í
Føroyahúsinum
C
M
Y
K
9
8