mikudagur 11. juli 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 130 - 11. juli 2001
Nr. 130 - 11. juli 2001
11
gult10 cyan10 magenta10 svart10
gult11 cyan11 magenta11 svart11
Nýggja sandoyar-
skipið hjá Strand-
faraskipum Landsins,
Teistin, verður nú sett
í sigling millum
Skopun og Gomlu-
rætt. Ætlanin er at
royna Teistan í dag og
seta hann í fasta
rutusigling í morgin,
hósdagin.
SAMFERÐSLA
Rúnar Reistrup
Skrúvan á nýggja Teist-
anum hevur ikki malið í
skjótt tríggjar mánaðir, men
í dag fer Teistin eftir
ætlandi siglandi av Skála,
har hann hevur ligið spild-
urnýggjur, men óvirkin, í
skjótt tríggjar mánaðir.
Fyrst var tað ósemjan
millum Fíggjarmálastýrið
og Skipara- & Naviga-
tørfelagið, sum forðaði
nýggja skipinum at fara í
sigling, og síðan tann træt-
an varð loyst, hava Strand-
faraskip Landsins bíðað
eftir einum lítlum elek-
troniskum eykaluti, sum
Teistanum vantaði, og sum
forðaði honum í at fara í
sigling.
Eykaluturin, sum skuldi
fáast til vega úr Týsklandi,
kom við flogfari til Føroya
fyrrapartin í gjár, og vænt-
andi fór Teistin at gerast
siglingarførur
seinni
á
degnum.
Skal roynast umaftur
Magnus Magnussen, tekn-
iskur leiðari á Strand-
faraskipum Landsins, sigur,
at nú Teistin hevur ligið í
tríggjar mánaðir, skal nógv
av útgerðini, ið varð roynd
fyri
trimum
mánaðum
síðan, roynast aftur, áðrenn
skipið kann setast í sigling.
– Tríggir mánaðir eru
lang tíð hjá einum skipi at
liggja, og hóast Teistin
hevur ligið væl, so mugu
vit ganga ígjøgnum út-
gerðina einaferð afturat,
sigur Magnus Magnussen.
Manningin á strandfara-
skipinum Trónda arbeiðir í
tveimum vaktum, og tað
verður onnur av hesum
vaktum, sum fer at royna
nýggja Teistan í dag, meðan
hin vaktin fer at røkja
rutusiglingina við Trónda.
Sum kunnugt var tað
ætlanin at Teistin skuldi
takast í nýtslu fyri langari
tíð síðan, og tað hevði
eisini passað Strandferðsl-
uni nógv betur. Nú verður
Teistin tikin í nýtslu í
hægstu feriutíð, men tað
hevur skund at fáa nýggja
skipið í sigling, so Strand-
faraskip Landsins fara ikki
at bíða eftir, at starvsfólkið
kemur aftur úr feriu.
Teistin siglir hósdagin
Um alt gongur sum ætlað, liggur Teistin klárur at taka ímóti ferðafólki í Skopun hósmorgunin.
Av tí at tað gjørdist
ov møtumikið at
ferðast millum
Klaksvíkina og
Havnina, hevur
Rani Nolsøe valt at
siga starv sítt upp
sum menningar-
stjóri á Kalli.
STARVSSKIFTI
Rúnar Reistrup
Rani Nolsøe hevur sagt
seg úr starvi sum menn-
ingarstjóri á fjarskiftis-
fyritøkuni Kall. At hann
hevur valt at fara úr
starvinum kemst sam-
bært Rana Nolsøe ikki
av nakrari ósemju, men
hinvegin av at ferða-
sambandið
millum
Klaksvíkina
og
meginøkið gjørdi tað
ómøguligt hjá honum at
røkja sítt starv í Havn og
samstundis vera virkin í
Klaksvík.
Rani Nolsøe er bý-
ráðslimur í Klaksvík, og
millum annað av hesi
orsøk vildi hann ikki
flyta bústað til Havnar.
Rani Nolsøe hevur
havt farloyvi frá starvin-
um sum havnar- og
menningarstjóri í Klaks-
vík og fer nú aftur í hetta
starv.
Úr Kalli
til Klaksvíkar
ÓLÓGLIG VEIÐA
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
"Brimi" gjørdi eitt rættuligt
hál í mánadagin, tá hann
kannaði veiðuna hjá trol-
arum, sum royndu vestur úr
Mikinesi.
Trolararnir
høvdu alt ov nógv av
ungfiski í hálunum upp í
yvir 70 prosent, og mest
loyvda veiðan av ungfiski
er 30 prosent.
Lógin um vinnuligan
fiskiskap ásetir, at skip
skulu boða frá beinanvegin
tey eru varug við, at ov
nógvur ungfiskur er í
veiðuni.
Men
"Rock
Amador", "Columbus" og
"Nornagestur" høvdu ikki
fylgt hesi áseting, tá menn
av "Brimli" komu umborð
at kanna veiðuna.
Hesir tríggir trolararnir
fáa nú veiðubann í tvær
vikur sum revsing
Vakthavandi á Vaktar-
tænastuni sigur, at í ein-
støkum hálum var yvir 70
prosent ungfiskur. Leiðin
vestanfyri er nú stongd eina
viku og Vaktartænastan
vónar, at ungfiskurin tá
hevur spjatt seg. Tað er
vanligt hesa tíðina, at
ungfiskur er upp í veiðuni.
Eitt par av kubatrolarunum
bóru eisini við ungfisk á
Suðuroyarbankanum
um
somu tíð. Teir boðaðu frá,
og hendan leið er eisini
stongd nú.
Stórur ungfiskur
Føroysku myndugleikarnir
seta stór krøv til fiski-
mannin, og ungfiskur undir
Føroyum er tað sum stórur
fiskur í Norðsjónum. Regl-
urnar siga, at upsi undir 55
sentimetur verður roknaður
sum ungfiskur, toskur unfir
50 sentimetur og hýsa undir
45 sentimetur.
Norðmenn royna eftir
seiði, sum er minni enn 50
sentimetur við nót.
Trolarar á seiðabergi vestanfyri
"Columbus"
"Nornagestur"
"Rock Amador"
Tlf. 312727
Uppskriftin
hesa vikuna
Damu- og
harratroyggja
v/mynstri
C
M
Y
K
11
10