Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juli 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult13 cyan13 magenta13 svart13 Nr. 130 • mikudagur • 11. juli 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Landsliðsvenjarin í fimleikiheldur, at reglurnar fyri fim- leikin á Oyggjaleikum eiga at fylgja altjóða reglunum fyri ítróttina FIMLEIKUR Jákup Mørk/Álvur Haraldsen – Isle of Man Sum landsliðsvenjarin longu hevði varhugan av, so førdu dómaraavrikini í fimleikinum fyri manslið við sær, at Føroyar máttu taka til takkar við øðrum plássi. Ein av orsøkunum til, at hetta lat seg gera hjá dóm- arunum tykist vera, at reglurnar fyri fimleik á Oyggjaleikunum ikki eru so greiðar. Tá vit eftir allan hurli- vasan um gull- og silvur- merkini spurdu Henrik Bertelsen, hvussu hetta ber til, svaraði hann, at regl- urnar fyrst vórðu linkaðar í mun til altjóða fimleikin. - Hetta er gjørt, tí fim- leikurin her ikki er á sama støði sum altjóða fimleik- urin, og at tey tískil ikki hava viljað dømt hann eins hart. Trupulleikin er tó, at reglurnar í nógvum førum eru alt ov veikt orðaðar, og tískil kunnu tulkast eftir vild. - Tað ber als ikki til at samanbera avrikini hjá Isle og Man og tey hjá okkara fimleikarunum, men kort- ini fáa tey sama karakter. Dómararnir søgdu mær, at teir høvdu drigið frá fyri stuttu tíðina, sum Man- búgvarnir vóru á breytini, og hetta kann revsast við 0,4 stigum. At teirra venj- ingar so kortini geva somu karakter sum eitt nú tær hjá Helga, er at kalla ótrúligt. - Um hinir so bara høvdu drigið tíðina út, merkir hetta, at teirra seriur kanska skuldi givið átta komma fimm ella líknandi, og tað, sum teir framdu, var altso ikki serliga flott eftir mínari meting. Hatta er bara púr- asta ótrúligt. Broytið reglurnar Tá Sjónvarpið seinni spurdi venjaran, um hetta ikki kundi tulkast sum tekin um vánaligan ítróttaranda frá hansara síðu, segði hann, at tað kann onkur helst gera. - Eg havi tó ongan tíð áður upplivað nakað líkn- andi. Eg haldi at vit vórðu snýttir. Spurdur um, hvørja pla- sering hann helt, at Isle of Man hevði uppiborið, svar- aði venjarin, at í øllum før- um áttu Føroyar og Jersey at verið framman fyri vertirnar. Reglurnar fyri fimleik á Oyggjaleikunum eru ikki heilt teir somu, sum tá kappast verður í altjóða høpi, men Henrik Bertelsen helt tó á ongan hátt, at hetta kundi nýtast sum umbering fyri at frádøma føroyingum gullið. - Eg haldi meg í øllum førum hava lisið væl uppá, men tað tykist kortini so- leiðis, at dómararnir hava eina aðra fatan av støðuni, og tí verja seg við hesum. Spurdur um tað so eru reglurnar ella dómararnir, sum nakað er galið við, segði Henrik, at tað væl kann vera ein blanding av báðum. - Eg haldi kortini, at hetta í øllum førum vísir, at tað nú er tíð til at innføra nýtsluna av altjóða reglun- um. Tað vildi í øllum førum tryggjað, at rætti vinnarin varð funnin, tí tað hendi í øllum førum ikki í dag, segði venjarin, sum tó legði afturat, at hann vónaði at rætti venjarin verður funnin, tá kappast verður mikudagin. Landsliðsvenjarin er ikki í iva um, at reglurnar fyri fimleik á Oyggjaleikunum eiga at altjóðagerast. Reglurnar skulu broytast Lesið alt um fimleikagøluna á teimum báðum fylgjandi síðunum Bæði kvinnur og menn hjá Føroyum vunnu tryggar sigrar mánadagin FLOGBÓLTUR Jákup Mørk/Álvur Haraldsen – Isle of Man Tað var ikki væntandi, at føoysku flogbóltsliðini fingu trupulleikar av mót- støðuliðunum, sum tey høvdu mánadagin. Gjørdu skjótt av Menninir leiktu móti vertunum av Isle of Man, og úrslitið gjørdist ein tryggur 3-0 sigur til okkara. Tað bert 61 minuttir at basa vertunum, og sett úrslitini vórðu 25-13, 25-15 og 25- 14. Við sigrinum heldur manslandsliðið framvegis status sum ósigrað, og spurningurin er so, hvussu fer at gangast, tá teir skulu spæla móti Saaremaa. Hesir spældu annars móti Cayman oggjunum mána- dagin, og eins og hjá Før- oyum gjørdist talan um 3-1 sigur til Saaremaa, so tað tykist gerast ein spennandi dystur, tá hesi tørna saman. Annars skal her gerast ein lítil rætting til greinina um flogbólt í blaðnum ígjár. Tá vit skrivaðu, at vit høvdu samrøðu við hin roynda Suna Juul Pedersen, var hetta eitt mistak. Talan skuldi sjálvsagt verið um Suna Hansen. Annars kom Høgni Viderø á vøllin í hesum dystinum og hevur hann sostatt fingið sín fyrsta landsdyst. Kvinnurnar halda stílin Kvinnurnar spældu sín dyst móti Grønlandi, og har var heldur einki ivamál um, hvat av liðunum var hitt betra. Einans 53 minuttir tók tað okkara kvinnum at gera av við mótstøðuna, og enn tykist liðið at halda beina kós móti fremsta plássinum í bólkinum, sum er so um- ráðandi fyri mótstøðuna í hálvfinalunum. Settúrslitini hjá kvinnun- um vóru 25-9, 25-15 og 25- 17. Tryggir flogbóltssigrar Føroysku flogbóltskvinnurnar tykjast framvegis at hava beina kós móti fremsta sessinum í bólkinum Eingin ivi var um, at føroyska avrikið var hitt besta, men kortini valdu dómararnir at geva Isle of Man sigurin 13 12 Nr. 130 - 11. juli 2001 gult12 cyan12 magenta12 svart12 Tíðindaskriv frá Føroya Verkfrøðinga- felag um arbeiðsum- støðurnar hjá Lands- verkfrøðinginum Í sambandi við óhepnu uppsøgn landsverkfrøð- ingsins á jólum 1998 gjørdi Føroya Verkfrøðingafelag saman við Starvsmanna- felagnum og Byggifrøð- ingafelagnum eina roynd at viðvirka til at fáa arbeiðs- umstøðurnar á stovninum í eina rímiliga legu aftur. Fólkið á stovninum má eisini sigast at hava gjørt sær stóran ómak av at vera viðvirkandi partur í at fáa stovnin aftur at virka. Hetta hevur víst seg í sjálvum arbeiðslagnum, har upp- gávurnar eru røktar, hóast stovnurin var í andaleypi at kalla. Harafturat hava starvsfólkini gjørt eitt týðandi arbeiði við at lýsa stovnsins virksemi og at seta orð á, hvussu ein menning á stovninum møguliga kundi halda fram, hetta í tveimum ritum, sum stovnurin greiddi úr hond- um í september 1999. Fólkið á stovninum royndi eisini gjøgnum gald- andi starvsfólkapolitik at ávirka setanina av nýggjum stjóra, soleiðis at ein menning av arbeiðspláss- inum eftir teirra meting var best møgulig. Fólkið hevði á starvs- fólkafundi tann 7. apríl 2000 einmælt viðtikið at heita á Henning Jacobsen at søkja og geva honum sítt besta viðmæli. At umboðini fyri starvsfólkini í setanar- bólkinum eisini hava fylgt hesi fundarsamtykt hevur felagið onga grund til at ivast í. Tá ið stjóri var settur í august 2000, tók starvs- fólkið - felagnum kunnugt - rættiliga væl ímóti nýsetta stjóranum. Nýggjur stjóri varð settur í august 2000. Á fyrsta leiðarafundi hjá nýggja stjóranum tann 21. august 2001 var boðað frá opinleika og at fólkið skuldi vera stolt av at arbeiða hjá Landsverk- frøðinginum. Hetta sama var eisini fráboðað á fyrsta starvsfólkafundi nakrar dagar seinni. Eisini var boðað frá, at ongar stór- vegis broytingar vóru í væntu fyrstu tíðina. Á leiðarafundi tann 3. oktober 2000 var uppskot 01 um munandi bygnaðar- broytingar lagt á borðið. Eingin teirra, sum hesar broytingar raktu meinast, var kunnaður um ætlaðar broytingar og høvdu tí ikki annað at halda seg til, enn fráboðanina á fyrsta leiðarafundi 5 vikur áðrenn um, at ongar broytingar vóru í væntu. Sama 3. oktober 2000 vóru hesar bygnaðarbroytingar fráboð- aðar á starvsfólkafundi. Broytingarnar vóru settar í verk, sum ætlað 1. januar 2001. Verkfrøðingafelagið varð kunnað um hesar broyting- ar og metti ikki, at slík framferð var gagnlig fyri arbeiðsplássið og vendi sær til løgmansskrivstovuna um málið. Løgmansskrivstovan boðaði felagnum frá, at mannagongdin var í sam- svari við endamálið við starvsfólkapolitikkinum (- !). Felagið kann í dag konstatera: - at síðani november 2000 hava 7 av teimum 8 yngstu verkfrøðingun- um, sum vóru á jólum 1998 – allir virknir í ar- beiðinum at fáa stovnin framhaldandi at virka – søkt farloyvi sambært galdandi sáttmála - at ein limur felagsins er beinleiðis trýstur út úr tí starvsætlan, sum eftir lýsing og starvssetan í 1998 var avtalað - at ein annar limur felag- sins er beinleiðis frystur úti úr tí virkisøki, sum hann nú í búnum aldri hevur røkt í yvir 20 ár - at royndir hjá starvsfólki at ávirka gongdina sam- bært galdandi starvs- fólkapolitikki verða upp- fatað sum at mótarbeiða stjóranum - at ein triði limur fe- lagsins hevur fingið eina ávaring, sum felagið heldur at lítið høpi er í, og hevur átalað.partvíst ber boð um, at leiðslan stýrir við slatri og giting- um og partvíst ber boð um, at stjórin í einkultum føri áleggur leiðara stjórauppgávur. Eisini ber hendan ávaringin boð um, at stjórin savnar saman slíkt, sum hann ikki metir verða rætt og nýtir til lóður, tá ið hann heldur tíðina vera búna at skjóta, heldur enn til konstruktiva menning, meðan tað er aktuelt - at truplar uppgávur verða brúktar til at lasta ein- stakar medarbeiðarar hjá stovninum við heldur enn til at hjálpa at loysa tær - at øll leiðslan frá stjóra yvir aðalstjóra, lands- stýrismann, løgmans- stjóra og løgmann eru kunnaði um kenna viður- skiftuni Føroya Verkfrøðingafelag hevur ikki ábyrgd av at fáa ein stovn undir landinum at virka. Felagið virðir leiðslurættin hjá lands- stýrinum og fer ikki at leggja seg út í, hvussu hesin verður røktur. Men Føroya Verkfrøð- ingafelag hevur skyldur í sambandi við onnur áhuga- mál. VIÐMERKINGAR Til kunningar verður við hesum send skjøl o.a. í sambandi við arbeiðsumstøðurnar hjá limum felagsins, sum starvast hjá Landsverkfrøðinginum. Við tað at júst arbeiðsumstøður hjá fólki eru týðandi partur í tí vit nevna rættartrygd og trivnaður, sendir felagið hesi skjøl til tygara kunnleika, soleiðis at tygum sjálvur kunnu meta um, hvørt tað hevði verið gagnligt við einhvørjum tiltaki, sum kann vera við til at bøta um arbeiðsviðurskiftuni á summum arbeiðsplássum undir landinum. Tað er helst trupult at tryggja eitt gott og gagnligt arbeiðsumhvørvi við lóg. Spurningurin er so, um tað lóggevandi valdið við síni eftirlitsfunktión kann vera við til at tryggja arbeiðsumstøðurnar hjá teimum, sum starvast undir karmunum á løgtingsins fíggjarlóg og á tann hátt fáa í lag eitt slag av “rættartrygd” eisini á tí økinum. Tað er helst eisini trupult at tryggja eitt gott vinnuligt arbeiðsumhvørvi við lóg. Landsverkfrøðingurin er ein týðandi partur av føroyskari byggivinnu – og skal sambært ætlan verða at kalla einasti keypari av byggivinnuligum tænastum, sum verða fíggjaðar yvir løgtingsins fíggjarlóg. Í sambandi við at fleiri verkfrøðingar velja at fara frá Landsverkfrøðinginum, kann tað hugsast, at menniskjaligir veikleikar í leiðsluni hjá stovninum eru við til at “forfylgja” teimum, sum “gjørdu malør”. Fyritøkur, sum krevja sín rætt, kunnu eisini fáa tað heiti, at tær gera “malør”. Spurningurin er so, um tað lóggevandi valdið við síni eftirlitsfunktión kann vera við til at tryggja arbeiðsumstøðurnar hjá fyritøkum. Ábendingar eru longu um, at fyritøkur velja at tiga heldur enn at gera síni krøv galdandi í sambandi við útbjóðingar. Føroya Verkfrøðingafelag er altíð til reiðar at vera viðvirkandi partur í eini konstruktivari gongd, um eitthvørt tiltak verður sett í verk, men takkar annars í forhond fyri vælviljaða umhugsan av omanfyrinevndu spurningum, sum sendir eru til tygara kunnleika – ikki sum kæra. Vinarliga Suni Joensen, formaður Yvirlýsing frá Føroya Verkfrøðingafelag Um arbeiðsumstøðurnar hjá Landsverkfrøðinginum: Føroya Verkfrøðingafelag hevur skyldu at kunna limir sínar um arbeiðsumstøðurnar, soleiðis at verkfrøðingar verða ávaraðir um arbeiðsvið- urskiftuni, áðrenn søkt verður um arbeiði sum verkfrøðingur hjá stovninum. Føroya Verkfrøðingafelag hevur síðani trupul- leikarnir stungu seg upp roynt at hjálpa limum sínum og annars at ávirka arbeiðsumstøðurnar á stovninum til tað betra, hetta við samskifti við stjóran, Vinnumálastýrið, landsstýrismannin, Løg- mansstjóran og løgmann, men til fánýtis. Felagið kennir tað tí sum sína skyldu, at kunna sínar limir um arbeiðsviðurskiftuni, áðrenn søkt verður um arbeiði sum verkfrøðingar hjá stovninum. Felagið metir ikki arbeiðsumstøðurnar hjá limum sínum, sum starvast hjá Landsverkfrøðinginum, eru virðiligar og gagnligar. Felagið metir umstøðurnar óvirðiligar bæði fyri teir limir, sum eru settir út í “kuldan” og fyri teir limir, sum óbeinleiðis – og í flestu førum helst eisini uttan sjálvir at vilja tað - eru við til at gera arbeiðsumhvørvið hjá starvsfeløgum ótolandi. Felagið metir eisini arbeiðsumstøðurnar hjá Landsverkfrøðinginum vera lítið gagnligar hjá limum sínum í sambandi við persónligar menn- ingarmøguleikar innan verkfrøðifakið. Felagið vil við hesum ávara kunna limir sínar um ivasomu arbeiðsviðurskiftuni hjá Landsverkfrøð- inginum, og heita á tann, sum møguliga søkir starv hjá stovninum, at seta seg inn í arbeiðsumhvørvið á stovninum, áðrenn tikið verður við setan. Tíverri má felagið í dag staðfesta, at tað onga ávirkan hevur havt á gongdina higartil. Hóast hetta ætlar felagið framhaldandi at virka fyri betri arbeiðsumstøðum hjá limunum. Soleiðis sum umstøðurnar eru, kann limur ikki rokna við at felagið fær gjørt stórvegis, um hann verður útsettur fyri tí, sum líkist “chikanu”, men sum tó ikki er beinleiðis lógarbrot. Um umstøðurnar í byggivinnuni: Føroya Verkfrøðingafelag hevur sum áhugafelag ein ótta fyri, hvussu umstøðurnar í byggivinnuni fara at hátta sær tey næstu árini, serliga havandi í huga, at øll byggiumsiting hjá landinum at kalla nú ætlandi verður stýrd undir Landsverkfrøðinginum. Ábend- ingar eru longu um, at fyritøkur velja at tiga heldur enn at gera síni krøv galdandi í sambandi við útbjóðingar. Felagið óttast, at tær umstøður, sum nú hava gjørt, at fleiri av limunum velja Landsverkfrøðingin frá, seinni fáa ávirkan á arbeiðsumstøður í ráðgevandi vinnu, entreprenørvinnu og aðrari vinnu, sum hevur tilknýti til stovnin. Felagið vil tí heita á tann politiska myndugleikan um at gera sítt til, at umstøðurnar í byggivinnuni gerast rímiligar. Limir eru vælkomnir at venda sær til felagið. Nevndin í Føroya Verkfrøðingafelag 15. mai 2001 Til Løgtingsins Umboðsmann Verkfrøðingafelagið: Óttast umstøðurnar hjá limum í starvi hjá Landsverkfrøðinginum C M Y K 12