mikudagur 11. juli 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 130 - 11. juli 2001
15
gult15 cyan15 magenta15 svart15
Eftir at hava gjørt
sína skyldu tóktust
føroysku fimleikarar-
nir sera spentir um,
hvat samlaða úrslitið
av royndunum fór at
verða
FIMLEIKUR
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
– Isle of Man
Umframt at hann mánadag-
in var partur av føroyska
liðnum, sum vann ?, so
hevi Høgni Øster eisini 29
ára føðingardag sín, og eftir
at føroyska liðið var liðugt
at kappast, vóru Høgni og
ein fimleikari av Jersey
bidnir um at koma fram á
gólvið, so áskoðararnir
kundu syngja teimum ein
føðingardag.
Gekk væl
Eftir at hava ynskt Høgna
tillukku
við
degnum,
spurdu vit hann, hvussu
hann var nøgdur við saml-
aða avrik sítt. Vanliga verð-
ur tikið til, at føroyingarnir
eru sterkari á gólvinum enn
í lopi, men Høgni tóktist tó
vera væl nøgdur um bæði
avrikini hjá sær.
- Eg haldi, at tað gekk
væl í báðum kappingunum.
Lopið var á eini leið, hóast
eg mátti flyta beinið eitt fet.
Tað telir so 0,1 niður, men
tað er so tað.
- Gólvserian haldi eg eis-
ini gekk heilt hampuligt.
Eg var um at traðka av
gólvinum ta einu ferðina,
men eg fekk so toga meg
innaftur, so tað var eisini í
lagi.
Spurdur, um hann helt, at
samlaða føroyska avrikið
fór at vera, segði Høgni, at
tað hevði hann ikki ánilsi
um. Eg sá bara eina seriu
hjá einum av Jersey, og hon
var rættiliga góð, so eg veit
slettis ikki, hvat eg skal
svara, segði Høgni Øster.
Teir vóru spentir
Høgni Øster helt saman við einum av Jersey føðingardag
mánadagin, og áskoðararnir heiðraðu teimum báðum eftir,
liðini vóru liðug
Longu áðrenn dómar-
arnir høvdu gjørt
sína niðurstøðu um
avrikini í
fimleikinum, hevði
landsliðsvenjarin sagt
teimum sína hugsan
FIMLEIKUR
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
– Isle of Man
Longu meðan dómararnir
sótu og tingaðust um,
hvørjar
karakterir
teir
skuldu geva monnum hjá
Isle of Man, sóust lands-
liðsvenjarin hjá Føroyum,
Henrik
Bertelsen,
og
starvsfelagi hansara av Jer-
sey tosa við dómaraborðið.
Meðan bíðað varð eftir
úrslitinum, spurdu vit Hen-
rik, hvat teir høvdu tosað
við dómararnar um, og um
talan var um ósemju av
nøkrum slag.
- Vit vita ikki enn, um vit
eru ósamdir, tí karakterirnir
eru ikki komnir enn, men
eg varð eitt sindur í íva, tá
eg sá Isle of Man gera sína
gólvseriu. Teir nýttu bert
helvtina av tíðini, sum teir
skuldu nýta. Eftir reglunum
skal gólvserian vera mill-
um 50 og 70 sekund, og
eftir okkara tíðartakan var
stytsta serian 25 sekund, so
eg vildi bara tryggja mær,
at hetta varð drigið frá.
Ov torført
Tað var tó serliga viðmerk-
ingin, sum Henrik tá fekk
frá dómaranum, sum veru-
liga gjørdi, at landsliðs-
venjarin fekk varhugan av,
at okkurt var galið.
- Áðrenn eg fekk sagt
tað, sum eg hevði upp á
hjartað, byrjaði dómarin at
tosa um okkara seriu, og
segði seg hava frádrigið
okkum stig, tí talan var um
ov nógvar torførar venj-
ingar.
- Tað hugsaði eg sum so
ikki um beinan vegin, men
á veg yvir aftur stúrsaði eg
brádliga við, og hugsaði
hvat hetta var fyri nakað,
og tí fór eg yvir at spyrja,
hvørji skálkabrøgd teir nú
høvdu funnið uppá.
- Nú mugu vit bíða og
vita, hvat úrslitið verður,
men skal metast eftir tí,
sum fimleikararnir hava
víst, so er púra greitt, at
Føroyar eiga at vinna gull,
segði Henrik Bertelsen í
minuttunum
undan,
at
endaliga úrslitið varð greitt.
Tey høvdu varhugan
Longu áðrenn dómararnir
høvdu givið sínar karakterir,
vóru føroyski
landsliðsvenjarin og
starvsfelagin av Jersey hjá
dómaraborðinum
Høgni Øster var ikki
blíður, tá vit spurdu
hann, hvat hann helt
um avrikið dómarun-
um
FIMLEIKUR
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
– Isle of Man
Einki var at ivast í, at før-
oysku fimleikararnir vóru í
ringum hýri, tá dómararnir
høvdu
kunngjørt
sínar
karakterir.
Beinleiðis snýttir
Gron er heldur rættasta
orðið at lýsa føroysku
menninar við hesa løtuna,
og
føðingardagsbarnið,
Høgni Øster, var heldur
ikki í iva, tá vit spurdu
hann, um hetta var tann
føðingardagsgávan,
sum
hann hevði ynskt sær.
- Hvørja gávu. Hatta
snýtið frá dómarunum ella
silvurið. Silvur havi eg í
øllum førum nóg mikið av,
og hesa ferð hevði eg
veruliga eina stóra vón um
gull. At tapa upp á snýt er
so í øllum førum ikki tað,
sum eg hevði roknað við.
Spurdur um hann veru-
liga helt, at talan var um
beinleiðis
snýt,
segði
Høgni, at tað helt hann.
- Ja, tað var tað. Eg veit
ikki um tað er tí, at teir
royna at vinna á Jersey í
samlaða talinum av heið-
ursmerkjum, ella hvat tað
er, men snýt er tað í hvussu
so er. Annað kann mann
ikki siga, var avgjørda
hugsanin hjá mest royna
fimleikaranum á føroyska
liðnum.
Hatta var snýt
Høgni Øster var ikki í eitt sekund í iva um, at hann og
liðfelagarnir vórðu snýttir, tá dómararnir gjørdu av, at Isle of
Man skuldi vinna liðkappingina í fimleiki
15
14
Nr. 130 - 11. juli 2001
gult14 cyan14 magenta14 svart14
Talan var um fyrstu
føroysku heiðurs-
merkini á hesum
Oyggjaleikunum, tá
mansliðið í fimleiki
vann silvur, men und-
ir vanligum umstøð-
um átti talan at verið
um gull
FIMLEIKUR
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
– Isle of Man
Beint eftir døgurða mána-
dagin fóru menninir hjá
Føroyum at kappast í fim-
leiki.
Fyrsta
kappingin
á
skránni var kappingin fyri
lið, og vóru tað teir fýra,
Helgi W. Olsen, Høgni Øst-
er, Tórarin Holm Petersen
og Pól Esper Hanusson.
Tað luktaði
Lop og gólv vóru kapping-
arnar, sum kappast skuldi í,
og eins og hjá kvinnunum
vóru føroysku menninir teir
fyrstu, sum trinu inn á
gólvið. Hesa ferð saman
við Jersey
Hetta tóktist tó á ongan
hátt at nerva føroyska av-
rikið, og leingi tóktist eisini
greitt, at júst hesi bæði lið-
ini vóru tey sterkastu. Eingi
av hinum komu nærhendis
karakterunum hjá føroying-
unum og Jersey, og eftir at
Isle of Man, sum var sein-
asta liðið, hevði framt sína
gólvíðkan, vóru áskoðarar-
nir ikki í iva. Føroyar
høvdu tryggjað sær gull.
Hetta mundi eisini vera
fatanin fram til løtuna, tá
dómararnir fóru at lesa upp
karakterirnar fyri gólv-
íðkanina hjá Isle of Man.
Hesar vóru sera høgar, og
hóast lopini ikki vóru eins
góð, so var hetta júst nóg
mikið til at vinna seg fram
um okkara, sum stóðu sum
lamslignir.
Ikki minst tóktist tað løg-
ið, at Man-búgvar høvdu
somikið betri karakterir á
gólvinum, tí flestu í høllini
vóru samd um, at teir stóðu
seg betri í lopunum, og
tískil fór eisini alt fyri eitt
at lukta av einari skipaðari
ætlan at geva vertunum
gullmerkini.
Moralskir vinnarar
Hetta tóktist eisini greitt, tá
tey trý liðini skuldu fara á
sigurspallin at taka ímóti
heiðursmerkjunum. Teir av
Man fingu sjálvsagt síni
klapp, men hetta var lítið
afturímóti tí, sum hendi, tá
føroyingar
fingu
silvurmerkini. At kalla øll
høllin livdi við, tá áskoðar-
arnir áhaldandi klappaðu til
heiður fyri føroyingunum,
sum undir vanligum um-
støðum so avgjørt áttu gull-
merkini.
Rópt varð nærum eins
leingi, tá Jersey fekk síni
bronsumerki, sum helst áttu
at vera úr silvuri, og eftir at
tjóðsangurin varð spældur
fyri vinnarunum, byrjaði so
alt umaftur. Í fleiri minuttir
horydust bert rópini á før-
oyingar, og hóast teir sóu
heldur nipnir út, sum teir
stóðu við silvurmerkjunum
um hálsin, so mundu teir so
avgjørt kenna seg sum mor-
alskar vinnarar hesa løtuna.
Bert spell at hetta ikki
sæst aftur í hagtølunum,
sum
verða
førd
fyri
Oyggjaleikirnar. Har fer
framyvir at standa, at Isle
of Man vann liðkappingina
hjá monnum í 2001, og so
hjálpti tað lítið, at hallar-
varparin at enda takkað øll-
um fyri ein óvanliga góðan
dag fyri fimleikin sum
ítrótt.
Dómararnir tóku gullið frá Føroyum
Føroysku menninir í fimleiki
vunnu fyrsta heiðursmerki til
Føroyar á hesum leikunum,
men ikki kann sigast, at teir
vóru serliga væl nøgdir um
hetta
Helgi Winther Olsen
gjørdi eina væleydn-
aða roynd at gera út-
slag, tá menninir
kappaðust í lopi
FIMLEIKUR
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
– Isle of Man
At talan er um eitt slag av
gambling, tá lopið verður í
fimleiki hjá monnum, var
lopið hjá Helga W. Øster
eitt gott dømi um. Hóast
talan bert var um eina
roynd, so royndi hann at
gera eitt útslag, og ikki
kann sigast annað enn, at
hetta eydnaðist væl.
Væl nøgdur
Sjálvur tóktist Helgi eisini
at vera væl nøgdur um lop-
ið, tá vit fingu orðið á hann
beint eftir fyrru kapp-
ingina.
- Jú, eftir umstøðunum
gekk tað helt væl. Spring-
brettið er øðrvísi enn tað,
sum eg eri vanur við, og
eisini var renningarbreytin
ov stutt til mín.Vit hava
eisini bara vant eina ferð
undan kappingini, so alt í
alt gekk tað kortini fínt.
Spurdur, um tað so ikki
er at satsa eitt sindur, tá
mann í einasta lopinum
roynir eitt somikið torført
lop, svarar Helgi, at sjálv-
andi er tað tað.
- Jú sjálvandi er tað ein
stórur kjansur at taka, men
hann skal takast. Tað er tað,
sum mann vinnur uppá,
segði Helgi at enda.
Kjansir mugu takast
Helgi helt, at eftir
umstøðunum var hann væl
nøgdur um lopið hjá sær
C
M
Y
K
14