Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juli 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 130 - 11. juli 2001 17 gult17 cyan17 magenta17 svart17 Góðar vónir Heldur ikki hesa ferð eydnaðist Rógva Johansen at vinna sær heiðursmerki á eink- ultstartinum í súkk- ling SÚKKLING Jákup Mørk/Álvur Haraldsen – Isle of Man Eftir at hava súkklað 50 kilometra langa einkult- startin uttan fyri Peel á vestursíðuni á Man, var tað sjálvandi ein vónsvikin Rógvi Johansen, sum kundi ásanna, at hann akkurát gjørdist ov stuttur at røkka nøkrum heiðursmerki. Eitt lítil minuttur skilti Rógva frá bronsuni, og eftir hetta kundi hann ikki annað enn staðfesta, at hann hevði ikki súkklað nóg væl. Vónbrotin Vágbingurin, sum annars hevur verið millum teir bestu í Danmark í einkul- startinum seinastu tíðina, var sum vera man ikki nøgdur um avrikið, men hann tóktist heldur ikki so nøgdur um umstøðurnar at súkkla í kappingini. - Sjálvandi visti eg, at tað fór at gerast torført, og serl- iga Andrew Roche (vann kappingina) og Carlos Riise (nr. 2) eri sera sterkir í einkultstartinum. Roche hevur verið yrkissúkklari í fleiri ár, og Riise er skotsk- ur meistari á teininum, so teir eru sera sterkir. Eftir kappingina hoyrdist eisini millum luttakararnar, at talan hevði verið um ein sera harðan súkklutéin, har brekkurnar vóru nógvar og brattar. Harumframt vísti tað seg eisini, at rutan var nærum dupult so long, sum føroysku súkklararnir høvdu fingið at vita, og hetta harmaði sjálvandi Rógva. - Tað er sjálvandi eitt sindur skuffandi, tí eg hevði veruliga vónað at fingið heiðursmerki hesa- ferð, men eg koyrdi ikki nóg væl í dag, ella í øllum førum koyrdu hinir betri. - Eg hevði aftur í dag trupulleikar av kervinum, og millum annað fór ketan av tríggjar ferðir. Hetta er kanska eisini tí vegirnir eru sera óslættir. Sjálvt í Suður- oynni hava tey betri vegir enn her, og tað ger so eisini, at tú hevur sera torført við at finna nakra góða siti- legu, men tær treytirnar eru so sjálvandi tær somu hjá øllum súkklarunum. Verður torført Hóast talan soleiðis ikki gjørdist um heiðursmerki, so taldi tað tó rætta vegin, at Jákup Johansen og Jó- hann Brend stóðu seg rætti- liga væl, og hetta kann um ikki annað geva góðar vónir til liðkappingina, har eisini kann roknast við, at Gunnar Dahl Olsen verður betri fyri, enn hann var mána- dagin, eftir at hava luttikið í thriathlon dagin fyri. - Vit hava sjálvandi góðar vónir, men tað vísir seg at gerast torførari fyri hvørt ár á leikunum. Vit betra okk- um støðugt, men tað gera hinir so eisini, og vit gerast heldur ikki yngri, so tað má mann bara taka, sum tað kemur, sigur Rógvi at enda. Týsdagin høvdu føroysku súkklararnir frí, men miku- dagin verður so aftur lagt til brots í landavegskoyringini. Rógvi ov stuttur Rógvi, sum her er á veg móti mállinjuni, var vónsvikin um, at tað ikki eydnaðist honum at vinna heiðursmerki Landsliðsvenjarin í badminton hevur góðar vónir undan einmansleikinum, hóast føroyska liðið ikki stóð seg so væl, sum hann hevði vónað BADMINTON Jákup Mørk/Álvur Haraldsen – Isle of Man Venjarin hjá badminton- landsliðnum, Aritra Nandy, var keddur um, at Føroyska liðið ikki vann seg í hálv- finaluna. Hetta tóktist annars vera møguligt, eftir at liðið hevði fyrst tapt á Gotlandi og síðani vunnið á Het- landi, men tá Hetlandi so púra óvæntað vann á Got- landi, vísti samanteljingin, at Føroyar høvdu vunnið ein dyst ov lítið. Føroyska liðið noyddist tí at enda við einum dysti móti Orkney, sum als ikki megnaði at geva okkara fólki mót- støðu. - Sjálvandi var tað keði- ligt. Vit byrjaðu sera illa í dystinum móti Gotlandi, men síðani hetta hevur gingið betri, og vit vunnu vunnu so trígjar dystir á rað móti Hetlandi, Isle of Wight og nú Orkney. - Fyrsti dysturin kostaði okkum sostatt dýrt, um- framt at hini úrslitini ikki lagaðu seg, og tað harmar meg sjálvandi, tí eitt hálv- finalupláss hevði verið eitt sera gott úrslit fyri okkara viðkomandi. Góðar vónir Avrikini hjá spælarunum í seinastu trimum dystunum vóru eisini góð, og Nandy helt eisini, at hesi høvdu givið honum góðar vónir til einmansleikin, sum byrjað varð at spæla týsmorgunin. - Sjálvandi gevur hetta góðar vónir. Kanska kann miseydnaða liðkappingin eisini gera spælararnir eyka uppsettar til einmansleikin, men harumframt hevur lið- ið hóast alt vunnið tríggjar dystir á rað, og hetta hevur ivaleyst gjørt sítt til at styrkja um sjálvsálitið hjá leikarunum, og tað fer heilt víst at styrkja leikararnar í einmansleikinum, so tað síggja vit fram til við góðum vónum. Føroysku bogaskjúttarnir eru farnir ígongd, og longu nú tykist compound liðið at vera ávegis gullmerkjunum BOGASKJÓTING Jákup Mørk/Álvur Haraldsen – Isle of Man Hol varð sett á bogaskjótingina mánadagin, og ikki kann sigast annað enn, at føroysku skjúttarnir hava staðið seg væl. Serstakliga í compund kappingini hevur ligið væl fyri fyrsta dagin. Hjá kvinnunum var Sigrid Vang á odda, tá mánadagurin var lagdur aftur um bak, meðan Albert E. Dam var á odda hjá monn- um við Schandorff Vang í hølunum. Í liðkapping- ini Compund eru Føroyar klárt á odda. Í recurve var liðið á einum fimta plássi mána- dagin, eftir at skotini høvdu verið eitt sindur undir miðal hjá teimum, men enn eru fýra dagar eftir at kappast í, so tað er als ikki óhugsandi, at liðið komandi dagarnar fer at førka seg nakað upp eftir á stigatalvuni. Skjóta væl Hóast vónbrotin um endaligu støðuna hjá liðnum, so var Aritra Nandy væl nøgdur við spælið seinastu tríggjar dystirnar, og hevur hann eisini góðar vónir til einmansleikin, sum byrjaði týsmorgunin 17 16 Nr. 130 - 11. juli 2001 gult16 cyan16 magenta16 svart16 Sunnvá Bjarnastein var ikki í nær námind av heiðursmerkjum í 5.000 metra renningini RENNING Jákup Mørk/Álvur Haraldsen – Isle of Man Spenningurin var stórur millum føroysku áskoðar- arnar, tá 5.000 metra renn- ingin hjá kvinnum var á skránni mánadagin. Sunnvá Bjarnastein hevði her eitt bronsumerki frá í fjør at verja, og hóast hon ikki hevur betra tíðir sínar í seinastuni, so vóru vónirnar um eitt heiðurs- merki kortini til staðar. Ikki upp á tal Hetta kom tó ongantíð upp á tal. Beint, sum startað varð, lupu tvær frá Isle av stað í stórari ferð, og hesar báðar hildu seg frammi alla renningina á tamb. At tær løgdu so hart út, viðførdi, at alt feltið skjótt varð rættiliga spjatt, og skjótt varð sjónligt, at Sunnvá ikki megnaði at gera seg galdandi í heiðurs- merkjarøðini. Tá avtornaði gjørdist talan um eitt áttanda pláss hjá Sunnva, og tíðin hjá henni var ein góðan minutt verri, enn hon var fyri tveimum árum síðani. Tann tíðin hevði annars rokkið til á leið eitt fimta pláss í renningini mánadagin. Eftir renningina hittu vit Sunnvá, og sum vera man tóktist hon vónbrotin um egna avrik sítt. - Eg kláraði so als ikki at fylgja við teimum fremstu, og tá feltið gjørdist somikið spjatt felt, megnaði eg heldur ikki at fylgja við teimum næstfremstu. - At eg rann somikið einsamøll, var so avgjørt ikki nakar fyrimunur, og tá eg sá at møguleikin fyri heiðursmerkjum var burt- uri, gjørdist sera torført at halda ferðini uppi. Eg royndi nakrar ferðir at koma upp í ferð, men tá møguleikin er burtur, er hetta eisini torført sálarliga, umframt at eg kendi tað sum um eg als ikki orkaði nóg væl. Spurd, um tað sostatt verður talan um bananir og spaghetti fram til 10.000 metra renningina, sigur Sunnvá flennandi, at tað verður tað helst, umframt eitt sindur av rísi. Meira álvarsom svarar hon, at hon sum so ikki ordiliga veit, hvørjum hon skal rokna við til hesa kappingina. - Eg hevði so ikki roknað við, at tær fóru at renna somikið skjótt í dag, men vertirnir av Isle of Man tykjast veruliga at hava spílað seg út í frælsu ítróttini, har tey vinna tað allarmesta. - Eg eri bangin fyri, at tað sama fer at gera seg galdandi á 10.000 metra teininum, har tær eisini hava onkra við, sum vann í hálvum marathon, men sjálvandi fari eg at gera mítt besta, tá rennast skal, sigur Sunnvá at enda. Fekk ikki ferð á Sunnvá Bjarnastein fekk ongantíð somu ferð á leggirnar, sum hon hevði fyri tveimum árum síðani á Gotlandi Gekk skjótt fyri seg Tá vit eftir fjórðingsfinalurnar ði 200 metra renningini tosaðu við Heina, gitti hann, at um hann kláraði at renna upp til sítt besta, skuldi tað verið nóg mikið til eitt finalupláss. Soleiðis varð tó ikki. Í hálvfinalunum gekk sera skjótt fyri seg, og hóast Heini rann teinin í 23,12 sekundum, so var hetta ikki nóg mikið til at vinna seg í finaluna, har allir luttakararnir høvdu undir 23,00, sum er besta tíðin hjá Heina. -jm/áh Magni aftastur Magni Mouritsen gjørdist aftastur í finalurenningini á 800 metra teininum, men hetta var eisini á leið tað, sum roknast kundi við. Flestu av hinum rennarunum í finaluni hava sínar bestu tíðir væl undir føroyska metinum á teininum, og longu undan finaluni hevði Magni eisini sagt, at hann so ikki roknaði við nøkrum sum helst. -jm/áh Randi nummar átta Fyrsta føroyska kvinn- an, sum luttók í spjót- kasti á Oyggjaleikum, Randi Kúrberg, gjørdist mánadagin nr. átta í kappingini. Randi tveitti spjótið 26,04 metrar, og tá vinnandi kastið var 40 metrar, reint, sigur tað seg sjálvt, at Randi einki hevði at siga í so máta. Talan var tó ikki um tann heilt stóra munin nøkur fet upp eftir í røðini, og hevði talan verið um ein av bestu døgunum hjá Randi, kundi hon verið eini tvey fet longri uppi, men soleiðis varð tó ikki hesaferð. Hinvegin hevur luttøkan ivaleyst givið Randi nakað av royndum, soleiðis at hon komandi tvey árini kann menna seg enn meira. -jm/áh Føroyska metið hevði rokkið til bronsu hjá Ása Mikkelsen, men hetta vildi ikki rigga, sum tað skuldi, mánadagin FRÆLSUR ÍTRÓTTUR Jákup Mørk/Álvur Haraldsen – Isle of Man Ási Mikkelsen hevur áður vunnið heiðursmerki í longdarlopi á Oyggjaleik- unum, og tí vónaðu før- oyingar sjálvsagt, at hetta eisini kundi lata seg gera, tá longdarlop var á skránni mánadagin. Tað vísti seg tó skjótt, at gull ella silvur fór talan at verða um, tí tveir leyparar av ávíkavist Rhodos og Guernsey lupu hvør sítt lop, sum var væl oman fyri føroyska metið. Bronsan var nær við Ási kom tó væl og virðiliga víðari í kappingin við ein- um lopi á 6,85 metrar, men annað enn at røkka somu longd enn einaferð megn- aði Ási ikki hendan dagin. Einki er at ivast í, at Ási iðraði seg um, at hann ikki fekk sett eitt lítið sindur betri av í onkrum av roynd- um sínum. Føroyska met hansara er 7,10 metrar, og hetta hevði so væl og virðiliga tryggjað honum bronsumerkið. Tað fór ístaðin til ein saaremaa- búgva, sum hevði 6,90 metrar sum longsta lop sítt. Ási á fjórða plássi C M Y K 16