Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juli 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 130 - 11. juli 2001 19 gult19 cyan19 magenta19 svart19 Genturnar á Argjum tykjast vera tær ein- astu, sum kunnu vera orsøk til, at tær í Klaksvík ikki vinna allar róðrarnar KAPPRÓÐUR Jóanes Hansen 5–mannafør gentur:Nýggja 5–mannafarið í Klaksvík við gentumanning hevur ongantíð roynt annað enn at vinna. Soleiðis sum tað hevur lagað seg í teimum fýra FM kappingunum, sum higartil hava verið í ár, so er eingin sum helst ivi um, at Fípan Fagra fer at vinna FM heitið. Spurningurin er heldur, um tað fer at eydnast hjá teimum umborð á Fípuni at fara ósigraðar úr hesum kappingarárinum. Aftur í Hvalvík var munurin aftur til næstfremsta bátin ikki so ógvuliga stórur, men sigur- in tóktist ongantíð at vera í vanda. Fípan legði seg fremst í fyrstu tøkunum í startspurt- inum. Blikur av Argjum royndi at fylgja við, og tær gjørdust tær drúgvastu í kappingini um næstfremsta plássið. Á málinum vóru tær bara ein stóran skut ella eina evarska lítla hálva bátslongd aftanfyri Fípuna Føgru, og spurningurin er, um Blikur fer at megna at gera nakað við Fípuna í Sørvági ella á ólavsøku. Munurin aftur til nýggja Sílið á triðja plássinum var meiri enn ein bátslongd. Tjaldrið fylgdi væl við, meðan Ørnin á fimta pláss- inum var meiri enn tvær bátslongdir aftanfyri Tjald- rið. Í Hvalvík vunnu allar tær somu manning- arnar, sum vunnu í fyrsta FM róðrinum á norðoyarstevnu KAPPRÓÐUR Jóanes Hansen Tað er synd at siga, at talan er um stórar útskiftingar, tá tað ræður um bátar, sum vinna í FM kappróðrunum. Í Hvalvík gekk kappróð- urin upp á stás, tá fyrsta skotið endiliga var latið av. Undarligt er tað, at tað skal ganga so illa at fáa fyrsta róðurin frá hondini til tíð- ina. Klokkan var næstan hálvgum fýra, áðrenn dreingirnir tóku fyrstu tøk- ini. Tað var spell, tí annars gekst sum eftir ánni. Kanska hevði tað verið eitt hugskot hjá sørvingum, at teir fóru at leggja dreingja- bátarnar ein hálvan tíma, áðrenn tað tykist vera van- ligt á stevnunum. Havnarbáturin fer at vinna FM í Sørvági kom- andi leygardag. Tað fara kvinnurnar umborð á Páll Fanga og genturnar umborð á Fípuni Føgru eisini. Hesir manningarnar hava vunnið allar fýra kappingarnar, sum hava verið. Tær hava fult stigatal, og um bátarnir koma á mál, so skal vilja meiri enn illa til, um FM heitini ikki verða vunnin. Tjaldrið við dreingjum og Nevið Reyða snávaðu í Fuglafirði, men tey vunnu aftur hesa ferð. Strálan við monnum setti enn eina ferð Sølmund og Riddaran upp á pláss. Tjaldrið, Strálan og Nevið Reyða liggja eisini sera væl fyri í FM kapp- ingini. Tað er møguleiki fyri, at allar kappingarnar verða avgjørdar undan ólavsøku- róðrinum. Um tað verður soleiðis, so verður komandi leygardagur størsti dagurin í kappróðrarsøguni í Klaks- vík. Tað er ongantíð áður komið fyri, at tríggjar manningar í Klaksvík hava vunnið FM í einum ári. At áhugin fyri kappróðri er sera stórur í Klaksvík sást leygarkvøldið. Tá Dúgvan kom á vánna klokkan knapt hálvgum níggju, var gylt av fólki og tók ímóti, og tað var rættu- liga trongligt í neystinum, tá tey bjóðaðu drekka- munn. Leygardagin skipar róðrarfelagið í Klaksvík fyri útferð vestur í Vágar, og tað kann gerast ein minnilig ferð. Gomlu kenningarnir gingu aftur Fípan heldur pláss 19 18 Nr. 130 - 11. juli 2001 gult18 cyan18 magenta18 svart18 Vónirnar vóru um gull, men Føroyar máttu taka til takkar við tveimum silvur- merkjum á fyrsta svimjidegnum SVIMJING Jákup Mørk/Álvur Haraldsen – Isle of Man Hóast talan ikki gjørdist um tey heiðursmerki, sum før- oyingar høvdu vónir um, tá hol varð sett á svimji- kappingina, so helt lands- liðsvenjarin, Petur Heðin á Fløttu, kortini, at svimj- ararnir høvdu svomið upp til sítt besta. Svumu væl Hetta gjørdist tó akkurát ikki nóg mikið, tá talt varð saman. Í 4X50 metra bland- aðari svimjing var føroysku liðið ein triðings sekund frá gullinum, og í 100 metra bringu var Ásbjørn Hansen 18 hundraðpartar av einum sekundi frá sama heið- ursmerki. - Sjálvandi høvdu vit sett nøsina upp eftir tveimum gullmerkjum, men okkara tíðir vóru bara ikki nóg góðar, segði Petur Heðin av Fløttu. - Eg kann tó ikki seta ein fingur á avrikini hjá svimj- arunum, tí hesir svumu allir upp til sítt besta. Í liðkapp- ingini eri eg nøgdur um av- rikið hjá øllum á liðnum, og Ásbjørn setti persónligt met í 100 metra svimjingini um morgunin, og hóast hann var eitt lítið sindur seinni um kvøldið, so hevði hann kortini ikki vunnið gull við tíðini, sum hann svam um morgunin. - Tað vísir seg bara, at hini londini hava ment seg sera nógv, og vit kunnu so bara staðfesta, at vit ikki hava ment okkum samsvar- andi, segði Petur Heðin, tá vit prátaðu við hann mána- kvøldið. Vónirnar um gull eru tó á ongan hátt gloymdar, og spennandi verður at síggja, um fyrsta gullmerkið á leikunum fer at koma týs- dagin, tá føroysk luttøka verður í seks av teimum tíggju kappingunum, sum eru á skránni. Tvey silvurmerki í svimjing Blandaða stafettin á 50 metrum vann silvur mánadagin Eisini Ásbjørn Hansen svam seg til silvermerki. Í innleiðandi bólkunum setti hann eisini persónligt met, og var hann beint undir hesum í finaluni Ynos Mon fekk at kalla somu viðferð frá fótbóltskvinnunum mánadagin, sum vert- irnir høvdu fingið sunnudagin FÓTBÓLTUR Jákup Mørk/Álvur Haraldsen – Isle of Man Líkt er til, at fólk veruliga hava fingið eyguni upp fyri, at føroysku fótbólts- kvinnurnar í øllum førum eru nakrar klassar oman fyri tað, sum tey vanliga hava sæð her á leiðini. Heilt fitt av fólki - og sjálvandi nógvir føroyingar – høvdu leita sær til eystur- síðuna á Man, har kvinn- urnar spældu dyst mána- dagin. Tol gav úrslit Mótstøðuliðið hesa ferð var Ynos Mon, og í mun til dystin móti Man, so møttu føroysku kvinnurnar hesa ferð einum liði, sum legði alstóran dent á verjupartin, so málini ikki skuldu gerast ov nógv. Tá føroyska spælið samstundis ikki gekk heilt nøktandi í fyrra hálvleiki, eydnaðist væl hjá Ynos Mon at halda fast, og talan gjørdist bert um hitt eina málið í fyrra hálvleiki. Tað skeyt Helga Ellings- gaard, og tá hon stutt inn í seinna hálvleik hevði skot- ið tvey afturat, var leyst og liðugt hjá føroysku gentun- um. Fýra føroysk mál komu afturat, so tá samanum kom, var als eingin ivi um, hvat av liðunum var hitt betra. Rannvá Andreasen, sum í fyrsta dystinum skeyt ikki færri enn fimm mál, fekk einki hesaferð, men hinveg- in var hon við í so at siga øllum málunum, og fimm ferðirnar átti hon næst sein- asta føroyska fótin á, áðrenn mál varð skotið. Til meira dramatiska partin av dystinum hoyrdi, at Maria Vang í fyrra hálv- leiki noyddist av vøllinum, eftir at hon í hornasparks- støðu rendi saman við verjuspælara. Úrslitið var ein skeina oman fyri eyga, men vónandi fer hetta ikki at forða sterka verjuspælar- anum í at taka lut í hálv- finaluni, sum verður spæld hósdagin. Áland í finaluni Vinna føroysku kvinnurnar hálvfinaluna, tykist sann- líkt, at tað verður Áland, sum bíðjar í finaludyst- inum. Higartil hava tær av Álandi leikt tveir dystir, og úrslitið hevur í báðum før- um verið stórsigrar. Móti Guernsey vunnu tær 9-1, meðan dysturin í gjár móti Isle of Wight endaði heili 13-0. Líkt er soleiðis til, at tal- an verður um eina finalu millum Føroyar og Áland, og ivaleyst verður tá talan um ein sera spennandi dyst, soleiðis at føroysku kvinn- urnar hóast alt fáa sterka mótstøðu á ferðini. Kvinnurnar bumbaðu aftur Maria Vang mátti av vøllinum í fyrra hálvleiki, tá hon fekk eina skeinu í pannuni eftir samanbrest í hornasparksstøðu C M Y K 18