mikudagur 11. juli 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 130 - 11. juli 2001
21
gult21 cyan21 magenta21 svart21
Hóast munurin ikki
var meiri enn ein
bátslongd, so tóktist
sigurin hjá klaksvík-
ingum sannførandi
KAPPRÓÐUR
Jóanes Hansen
8–mannafør:
Tað
var
spenningur um, hvussu nú
fór at vera hjá kvívíkingum
og klaksvíkingum. Í Fugla-
firði høvdu kvívíkingar so
at siga tikið fremsta plássið
frá Nevinum Reyða.
Í Hvalvík vóru nógvir
klaksvíkingar at síggja. Tað
tóktist næstan sum um, at
teir nú vildu fáa sigurin
burturúr útferðini, sum teir
ikki fingu fríggjakvøldið,
tá KÍ var í Gøtu.
Og teir umborð á Nev-
inum Reyða lótu ongan iva
vera um, hvør fór at vinna.
Á fyrstu metrunum í start-
spurtinum tóku teir ein
stóran skut frá hinum bát-
unum. Teir øktu spakuliga,
onkra løtuna vóru teir leys-
ir, men fyri tað mesta
høvdu
Kvívíkingur
og
Knørrur um róðrið og
onkuntíð reiðiliga tað á
Nevinum Reyða, og Argja-
báturin var heldur ikki
sørur.
Í Hvalvík ljóðaði tað, at
klaksvíkingar á ein serstak-
an hátt høvdu sett hvønn
annan upp at vinna á Kví-
víkingi, og Martin Venned
greiðir soleiðis frá:
– Á heimasíðuni hjá okk-
um er ein mynd, sum vísir,
hvussu lítil munurin á
varmakeldustevnu var frá
Kvívíkingi og til okkara.
Har er bara stavnurin ímill-
um. Vit høvdu printað
myndina út og allir høvdu
hana á rygginum, meðan
vit róðu. Vit vóru samdir
um, at vit skuldu gera alt,
sum tað bar okkum til at
gera, fyri at úrslitið í Fugla-
firði ikki skuldi endurtaka
seg, og tíbetur eydnaðist
tað, sigur Martin Venned,
sum er ein av veteranunum
umborð á Nevinum Reyða.
Tá teir umborð á kvívík-
ingi takkaðu klaksvíking-
um fyri róðurin, fingu teir
eina mynd frá teimum um-
borð á Nevinum Reyða,
sum vísti, hvussu tað sá út,
tá Kvívíkingur vann í
Fuglafirði.
Hví vunnu tit ikki í
Fuglafirði?
– Fyrst og fremst komst
tað av, at teir umborð á Kví-
víkingi róðu stak væl.
Sjálvandi hava vit eftirmett
okkara avrik ta ferðina.
Lotið var ímóti, og vit
skuldu ikki havt róð so
seigan ta ferðina. Ferðin á
bátinum gjørdist ongantíð
nóg góð. Hetta var ikki
nakar trupulleiki í Hvalvík,
tí har var lotið undan nokk
so fitt, staðfestir Martin
Venned.
Tríggir bátar skiftust
um at vera fremstir,
og enn eina ferð
megnaðu stranding-
arnir at vera drúgv-
astir
KAPPRÓÐUR
Jóanes Hansen
6–mannafør menn: Í fleiri
kappingum
kann
tað
kennast ikki so ógvuliga
áhugavert, tá ein og sami
bátur vinnur allar róðrarnar
og ongantíð í nøkrum róðri
fær kapping frá nøkrum
øðrum báti.
Soleiðis er tað avgjørt
ikki, tá 6–mannaførini við
monnum kappast. Í Hval-
vík vann Strálan av Strond-
um fyri triðju ferð. Munur-
in aftur til Sølmund og
Riddaran var ein knøpp
bátslongd, men kappingin
var sera spennandi.
Hvessingur var í heima-
sjógvi. Í níti árunum vann
hann FM heitið fimm ferð-
ir. Í ár hevur ikki hilnast
væl hjá teimum, men í
startinum í Hvalvík tóktust
teir ætla sær at vera við, har
tað gekk fyri seg. Hetta
eydnaðist kortini ikki heilt.
Á fjórða plássinum var
Hvessingur gott og væl
eina bátslongd aftanfyri
Riddaran. Páll Fangi, sum
bara var ein lítlan skut
aftanfyri
Hvessing
á
málinum, tvífaldaði sítt
stigatal – úr tveimum og
upp í fýra.
Strálan fekk ikki so góð-
an start, sum bæði Riddarin
og Sølmundur fingu, men
kortini var tað skjótt, at
Strálan var við, har tað
gekk fyri seg. Tá hálvt
málið var rógvið, var Strál-
an eina hálva bátslongd
undan hinum, men eftir tað
var
munurin
onkuntíð
minni enn so.
Hóast kappingin ikki er
púra avgjørd, so bendir
nógv á, at tað verður Strál-
an, sum fer at vinna FM og
harvið endurtaka sigurin
frá í fjør. Men tað verður
sera spennandi at síggja,
hvussu tað fer at tørna út í
teimum báðu síðstu kapp-
ingunum. Ikki minst ólav-
søkuróðurin kann hugsast
at gerast rættuliga spenn-
andi.
Mest spennandi kappingin
Teir á Nevinum Reyða róðu
við Kvívíkinginum á rygginum
21
20
Nr. 130 - 11. juli 2001
gult20 cyan20 magenta20 svart20
Starturin hjá Sílinum
var so mikið vána-
ligur, at tað ongantíð
kom upp á tal, at teir
skuldu endurtaka sig-
urin frá í Fuglafirði
KAPPRÓÐUR
Jóanes Hansen
5–mannafør dreingir:Tjald-
ursdreingirnir vórðu ordu-
liga tiknir við nøsini, tá teir
í Fuglafirði fyri fyrstu ferð,
síðani báturin kom í fjør,
ikki endaðu fremstir.
Í Hvalvík lótu teir ongan
iva
vera
um
sigurin.
Tjaldrið stakk seg framum
hinar í fyrstu tøkunum, og á
málinum vóru teir eina lítla
bátslongd
frammanfyri
Blik av Argjum.
Teir umborð á Bliki vóru
sera knáir. Tá hálvur tein-
urin var rógvin, høvdu teir
hug at bjóða Tjaldurs
dreingjunum av, og tað
kann væl vera, at teir eina
lítla løtu vóru frammanfyri.
Í hvussu so er var munurin
ikki serliga stórur, men í
startspurtinum var Tjaldrið
drúgvast.
Tað kom ongantíð upp á
tal, at nýggi báturin hjá
Havnar Róðrarfelag, Sílið,
skuldi endurtaka sigurin frá
í Fuglafirði. Havnardreing-
ir fingu ein sera vánaligan
start. Stríðið hjá teimum
galt um at fáa Fípuna Føgru
aftur um seg, og tað eydn-
aðist.
Men
klaksvíks-
dreingirnir, sum allir royna
seg fyri fyrstu ferð í ár,
vístu enn eina ferð, at teir
hava møguleika at gera um
seg komandi árini.
Jarnbardur hevði ein
øgiligan start, men
áðrenn teinurin var
hálvrógvin, høvdu
tær í Klaksvík víst,
hvar skápið skuldi
standa
KAPPRÓÐUR
Jóanes Hansen
6–mannafør kvinnur: Í
níti árunum og til og við í
fjør vann Jarnbardur seks
FM heiti. Í ár hava havna-
kvinnurnar staðið í skugg-
anum á teimum umborð á
Páll Fanga.
Leygardagin tóktist tað
eina løtu sum um, at nú
vildu tær umborð á Jarn-
bardi sleppa úr aftur skugg-
anum. Jarnbardur hevði ein
framúr góðan start. Tær
lupu eina hálva bátslongd
framum, og tær vóru næst-
an leysar, áðrenn tær um-
borð á Páll Fanga so at siga
høvdu stabiliserað seg,
hildu tørn og so spakuliga
fóru at taka tað, tær høvdu
mist aftur.
Tá einir trý hundrað
metrar vóra lagdir afturum
gekk skjótt hjá Páll Fanga.
Á einum tvey hundrað
metrum megnaðu tær at
vinna tvær bátslongdir so-
leiðis at skilja, at tær í stað-
in fyri at vera eina báts-
longd aftanfyri vórðu eina
bátslongd
frammanfyri
Jarnbard.
Á málinum var Páll Fangi
leysur av Jarnbardi, sum
aftur var leysur av Søl-
mundi og Gongurólvi, ið
kappaðust øgiligt um triðja
plássið.
Ta
kappingina
vunnu tær í róðrarfelagnum
NSÍ, men munurin var sera
lítil.
Eingin ivi tykist vera um,
at Páll Fangi fer at vinna
FM. Tað tykist eisini sann-
líkt, at tær fara at vinna all-
ar róðrarnar. Um nakar skal
hótta tær, so verður tað
Jarnbardur. Spurningurin
er, um tær megna at venja
treystleikan so mikið, at tær
í Sørvági og kanska serliga
á ólavsøku fara at megna at
geva teimum í Klaksvík ta
kappingina, sum tær higar-
til ikki hava fingið. Men
tað fer neyvan at endurtaka
seg fleiri ferðir, at Páll
Fangi fer at geva so nógv
frá sær í startinum.
Tjaldrið upp á pláss aftur
Páll Fangi lat seg ikki lumpa
C
M
Y
K
20