mikudagur 11. juli 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 130 - 11. juli 2001
23
gult23 cyan23 magenta23 svart23
FM vinnararnir hava
ikki havt marginal-
irnar við sær í
landskappingini. Í
kvøld vóna teir, at
viljin, sum í fjør var
so sjónskur, rættuliga
fer at síggjast
Í kvøld skal VB fyri fyrstu
ferð royna seg í Europa
Cup. Vágbingar spældu í
Intertoto Cup í 1998. Tá
varð heimadysturin spæld-
ur í Hvalba. Mótstøðuliðið
var FC Boby úr Brno í
Kekkia. Í Hvalba vann
kekkiska liðið 3–0, og í
Kekkia var úrslitið 3–1.
Einasta altjóða málið hjá
vágbingum higartil skoraði
Birgir Jørgensen. Sekstan
minuttir vóru eftir, tá hann
pyntaði um.
Í kvøld fara vágbingar at
spæla á Tórsvølli. Teir hava
ikki verið suðuri í Vági
aftur, síðani teir taptu 3–2 í
Miðvági. Sunnumorgunin
vandu teir á Tórsvølli, og
tað skuldu teir gera aftur í
gjárkvøldið. Síðani seinna-
partin sunnudagin hava teir
hildið til á Svangaskarði.
Uttan mun til hvussu tað fer
at laga seg á vøllinum, so
vita vágbingar, at teir fara
at fáa eina stóra millión frá
UEFA afturfyri luttøkuna í
undankappingini til meist-
arakappingina.
Nógvar útskiftingar
Hóast tað bara eru trý ár
síðani, at VB var við í
Intertoto Cup, so er tað
merkisvert, hvussu nógv
liðið hjá teimum er broytt
síðani tá. Í Hvalba leygar-
dagin 20. juni í 1998 sá VB
liðið soleiðis út: Bjarni
Johansen – Hans Pauli
Dahl, Eyðun Jacobsen,
Magni Jacobsen, Jón Pauli
Olsen – Magni Magnussen,
Milan Kulic, Jón Gærdbo,
John Eystberg – Milan
Milanovic (Sigmund Mikk-
elsen, 85.), Dan Djurhuus
(Mikael í Lágabø, 70.).
Í Kekkia var Marner
Richardt á liðnum, meðan
Hans Pauli Dahl ikki var
við. Birgir Jørgensen kom
inn har niðri í 68. minutti.
Vit síggja, at fleiri spæl-
arar, sum vóru við í 1998,
als ikki vóru við í fjør og í
ár.
Millum spælararnar, sum
eru komnir afturat síðani tá,
er Palli Augustinussen. Í
1998 sat hann báðar Inter-
toto Cup dystirnar á tamb á
beinkinum. Tá VB í fjør var
betri enn øll hini liðini, var
ungi maðurin fastur maður
á liðnum, og tað hevur hann
eisini verið í ár.
Marginalirnir
Tá Palli Augustinussen
sammetir liðið og gongdina
í FM árinum í fjør við
gongdina í ár og við liðið,
sum í kvøld fer at spæla í
Europa Cup, so ásannar
hann, at marginalirnir í ár
ikki á sama hátt sum í fjør
hava verið í parti við
hansara liði:
– Vit venja eins nógv, og
vit royna at leggja tað sama
í, men tað hevur ikki
hilnast so væl. Av teimum
t
í
g
g
j
u
landskappingardystunum,
sum eru spældir higartil,
hava vit tapt fimm við
einum máli – tríggjar ferðir
2–1 og tvær ferðir 3–2. Tað
hevur kenst harmuligt, og
serliga meint hevur tað
verið, at vit í fleiri førum
hava fingið avgerandi mál
ímóti okkum í síðstu løtuni,
heldur Palli Augustinussen.
Hví hevur gongdin verið
so nógv øðrvísi, enn hon
var í fjør?
– Tað er rætt, at hon
hevur verið øðrvísi, tí í fjør
vunnu vit ofta í síðstu løtu.
Tað er torførari at spæla, tí
hini liðini eru uppsett at
spæla ímóti meistarunum,
og so er tað ivaleyst so, at
sjálvt um vit hava havt
viljan at vinna, so hava vit
ikki verið so grammir, sum
vit vóru í fjør.
Hvussu verður í Europa
Cup?
– Tað verður torført. Vit
kenna millum lítið og einki
til teir, men eg ivist onga
løtu í, at allir eru sera
uppsettir upp á, at okkara
partur ikki skal liggja eftir.
Vit vóna eisini, at vit fara at
kenna á undirtøkuni, at vit
eru á heimavølli. Vit rokna
við, at nógvir vágbingar
fara at koma norður til
Havnar, og vit vita, at
nógvir vágbingar í høvuðs-
staðnum fara at taka undir
við okkum.
Lyklaspælarar skaddir
Sum vit søgdu í blaðnum
leygardagin, so er tað
greitt, at Popczynski er so
mikið skaddur, at hann ikki
verður førur fyri at spæla í
Europa Cup.
Í fjør var Predrag Ziv-
kovic stórstuðul í VB verj-
uni. Tær seinastu vikurnar
hevur einki verið at sæð til
hansara. Í landskappingar-
dystinum á jóansøku, tá
EB/Streymur var í Vági,
varð Zivkovic so mikið
skaddur í økslini, at hann
ikki fekk vant. Men nú
hevur hann vant aftur, og
tað er sannlíkt, at hann
verður við í kvøld.
Ivaleyst fer VB liðið at
síggja soleiðis út: Bjarni
Johansen – Predrag Ziv-
kovic, Jón Gærdbo, Eyðun
Jacobsen, Magni Jacobsen
–
Palli
Augustinussen,
Tórður
Holm,
Marek
Wierzbicki,
Jón
Pauli
Olsen – Birgir Jørgensen,
Robert Cieslewic.
jh
VB missir ofta
á stokkinum
Hvítarussland hev-
ur ikki gjørt serliga
nógv um seg í
Europa Cup, men
landsliðið hjá
teimum hevur
seinastu tíðina
staðið seg væl
Gestirnir hjá VB hava
ikki gjørt nógv um seg í
europeiskum
høpi.
Hvítarussiska
lands-
kappingin er bara tíggju
ára gomul. Tað kemst av,
at tað er so stutt síðani,
at Sovjettsamveldið datt
sundur. Slavia Mozyr
hevur verið við í fremstu
røð øll árini.
Grundarlagið er ein
býur við 110 túsund
íbúgvum. Hann liggur
suður ímóti markinum
til Ukreina, og tað er
ikki so ógvuliga langt til
Tjernobyl, sum liggur
ukreinsku megin markið
og ikki so langt frá
Hvítarusslandi.
Tvær ferðir hevur tað
eydnast Slavia Mozyr at
vinna meistaraskapin.
Báðu ferðirnar tóku teir
rívan til, tí bæði í 1996
og í 2000 vunnu teir
meistaraskapin
og
s t ey p a k a p p i n g i n a .
Kappingarárið í Hvíta-
russlandi er sum tað í
Føroyum – tað vil siga
álmanakkaárið.
Altjóða íslettið
Síðani 1996 hevur Slav-
ia Mozyr luttikið í euro-
peisku kappingunum á
hvørjum ári, men tað
hevur ikki hilnast so væl
hjá
teimum.
Besta
úrslitið fingu teir, tá tað
eydnaðist teimum at
senda Dinamo Tblisi úr
Georgia úr kappingini.
Hetta er eitt kent felag,
sum rakk sítt besta úrslit
í 1981, tá teir vunnu
Europa Cup fyri steypa-
vinnarar.
Í fjør spældi Slavia
Mozyr í fyrsta umfarin-
um ímóti Maccabi Haifa
úr Ísrael. Hetta felagið
sendi í síni tíð KÍ burt-
urúr europeisku kapp-
ingini. Tað eydnaðist
Slavia Mozyr at sleppa
undan tapi í báðum
dystunum, men kortini
vóru teir ov stuttir. Í
Ísrael var málleyst, og í
Hvítarusslandi var úr-
slitið 1–1, og harvið
slapp Maccabi Haifa at
halda fram í kappingini,
tí teir høvdu skorað
fleiri mál á útivølli.
Á liðnum hjá Slavia
Mozyr eru ikki færri enn
níggju
útlendingar.
Tríggir eru úr Russlandi,
m.a. liðformaðurin Oleg
Samatov, sum í síni tíð
hevur spælt bæði við
Lokomotiv og Dinamo
Moskva. Seks spælarar
eru úr Jugoslavia, og
venjarin,
sum
eitur
Vladimir Petrovic, er
eisini jugoslavi. Ivaleyst
hevur hann spælt fót-
bólt, men vit duga ikki
at siga, hvar hann hevur
spælt.
Tveir av hvítarussisku
spælarunum eru lands-
liðsspælarar. Talan er
um tveir álopsspælarar.
Annar er Valeri Stri-
peikis, og hin er Roman
Vasiliuk. Hesin seinni
verður roknaður sum
stjørnuspælari á lands-
liðnum, sum hevur stað-
ið seg væl ta seinastu
tíðina. Teir hava fram-
vegis
møguleika
at
sleppa upp í part í HM
endaspælinum komandi
summar. Hvítarussland
er næstfremst í sínum
bólki. Teir eru aftanfyri
Pólland, men teir eru
frammanfyri
Wales,
Armenia og Noreg. Á
útivølli ímóti Noregi var
úrslitið 1–1, og á heima-
vøllinum í Minsk vann
Hvítarussland 2–1. Tað
var omanfyri nevndi
Roman Vasiliuk, sum
var meistari fyri sigurs-
málinum.
Í løtuni er Slavia
Mozyr á fimta plássi í
landskappingini.
Teir
hava 20 stig fyri 12
dystir. Síðsta vikuskifti
vunnu teir 4–2, eftir at
teir í steðginum høvdu
verið frammanfyri 4–0.
jh
Nógvir jugoslavar
og russarar
Sum vit søgdu í blaðnum leygardagin, so er tað greitt, at Popczynski er so mikið skaddur, at hann ikki verður førur fyri at spæla í
Europa Cup
23
22
Nr. 130 - 11. juli 2001
gult22 cyan22 magenta22 svart22
Í Hvalvík varð undir-
strikað, at tað sær
svart út hjá hinum
bátunum at taka
Havnarbátin á tvey
túsund metrum
KAPPRÓÐUR
Jóanes Hansen
10–mannafør: Havnarbát-
urin stevnir miðvíst fram
ímóti FM heitinum, sum
hann ikki hevur vunnið síð-
ani í 1996. Í Hvalvík vunnu
havnarmenn fyri fjórðu
ferð av fýra møguligum.
Teir vóru eina bátslongd
undan Vestmenninginum,
og sum róðurin myndaðist á
sundalangsstevnuni, er tað
torført at ímynda sær, at
nakar av hinum bátunum
skal
gera
nakað
við
Havnarbátin, tá vestan-
stevnuróðurin verður á
skránni í Sørvági komandi
leygardag.
Um nakar skal skala
komandi FM vinnaranum,
so verður tað á ólavsøku.
Havnarbáturin hevur víst
seg at hava mestu orkuna
og størstu motivatiónina á
2000
metra
teininum.
Hvussu teir fara at leggja
tað til rættis á styttra tein-
inum er sjálvandi óvist,
men starturin í Hvalvík
vísti, sum á fleiri av hinum
stevnunum, at Eysturoying-
urin megnaði at vera væl
við teir fyrstu sjey hundrað
metrarnar.
Vestmenningar plaga ofta
at koma vánaliga frá start-
inum, men soleiðis var tað
ikki hesa ferð. Vestmenn-
ingurin sprakk avstað, og
inntil bátarnir vóru komnir
eitt sindur inn um 1500
metra málið, var Vestmenn-
ingurin fremstur.
So var tað, at Havnarbát-
urin so at siga hevði funnið
stevið. Í hvørjum taki
vunnu teir seg fram á og
síðani framvið hinum báðu
bátunum, sum høvdu bjóð-
að av í kappingini um
fremsta plássið, og á seinna
partinum
av
róðrinum
broyttist myndin lítið og
einki. Havnarbáturin var
eina bátslongd framman-
fyri, og tað megnaðu hinir
einki at gera við.
Á málinum var gott og
væl leyst frá Vestmenning-
inum og aftur til Eystur-
oyingin. Nólsoyingurin var
eina bátslongd aftanfyri
gula bátin, meðan Skála-
báturin, sum fekk gult kort
fyri í fyrstu atløgu at starta,
áðrenn skotið gelti, var
tvær bátslongdir aftanfyri
Nólsoyingin. Ettir at teir í
fjør høvdu eitt hvíldarár,
hevur tað í ár avgjørt ikki
gingið soleiðis, sum teir á
Skálabátinum høvdu ætlað.
Men á ólavsøku verður
teinurin bara knappar eitt
túsund metrar. Tá verður
møguleiki hjá øllum hinum
manningunum at bjóða
Havnarbátinum av. At tær
fara at hava nakran møgu-
leika í Sørvági tykist veru-
leikafjart at rokna við.
5-mannafør, dreingir
Róðrar
Kort
Stig
Tjaldrið
4
26
Sílið
4
17
Blikur
4
17
Fípan Fagra
4
12
Frúgvin
4
11
Havfrúgvin
4
5
Erla Kongsdóttir
4
0
Drekin
4
0
Beinta
4
0
Firvaldur
2
0
5-mannafør, gentur
Róðrar
Kort
Stig
Fípan Fagra
4
28
Sílið
4
19
Blikur
4
17
Tjaldrið
4
12
Ørnin
4
6
Hvassi
4
2
Frúgvin
4
1
Havfrúgvin
4
1
Firvaldur
4
0
Beinta
4
0
Dúgvan
4
0
Snípan
4
0
Báran
4
0
6-mannafør, kvinnur
Róðrar
Kort
Stig
Páll Fangi
4
28
Sølmundur
4
18
Jarnbardur
4
17
Gongurólvur
4
8
Víkingur
4
7
Leirvíkingur
4
6
Hvessingur
4
3
Fortuna
4
1
Lómur
4
0
Snopprikkur
3
0
6-mannafør, menn
Róðrar
Kort
Stig
Strálan
4
1G
26
Sølmundur
4
21
Riddarin
4
17
Hvessingur
4
12
Snopprikkur
4
4
Páll Fangi
4
4
Fortuna
4
2
Gongurólvur
4
2
Fuglfirðingur
4
0
Kollfirðingur
4
0
Hósvíkingur
3
0
Lómur
4
1G
0
Víkingur
3
0
8-mannafør
Róðrar
Kort
Stig
Nevið Reyða
4
26
Kvívíkingur
4
20
Knørrur
4
17
Argjabáturin
4
13
Ørvur
4
5
Ormurin Langi
2
4
Heiðabáturin
2
3
10-mannafør
Róðrar
Kort
Stig
Havnarbáturin
4
1G
28
Vestmenningur
4
18
Eysturoyingur
4
1G
17
Nólsoyingur
4
12
Skálabáturin
4
1G
9
Suðuroyingur
4
3
Vágbingur
1
0
Støðan
5-mannafør,
dreingir
Tjaldrið
04.57.19
Blikur
04.59.03
Sílið
05.03.12
Fípan Fagra 05.05.05
Frúgvin
05.06.03
Havfrúgvin
05.08.23
Drekin
05.10.23
Erla Kongsd.05.20.06
Beinta
05.28.06
5-mannafør, gentur
Fípan Fagra 05.14.16
Blikur
05.15.22
Sílið
05.19.03
Tjaldrið
05.20.10
Ørnin
05.26.20
Havfrúgvin
05.28.24
Firvaldur
05.29.15
Frúgvin
05.31.06
Hvassi
05.32.02
Drekin
05.32.22
Báran
05.38.18
Dúgvan
05.40.23
Beinta
05.42.01
Snípan
05.53.04
6-mannafør,
kvinnur
Páll Fangi
05.06.00
Jarnbardur
05.09.01
Sølmundur
05.13.06
Gongurólvur 05.13.22
Hvessingur
05.18.00
Leirvíkingur 05.18.15
Fortuna
05.19.07
Snopprikkur 05.24.23
Víkingur
05.25.01
Lómur
05.28.15
6-mannafør, menn
Strálan
07.17.09
Sølmundur
07.19.27
Riddarin
07.20.09
Hvessingur
07.26.01
Páll Fangi
07.26.22
Gongurólvur 07.33.11
Snopprikkur 07.35.11
Fortuna
07.39.19
Kollfirðingur07.48.15
Lómur
07.55.10
Fuglfirðingur 07.56.01
8-mannafør
Nevið Reyða 07.06.02
Kvívíkingur
07.09.07
Knørrur
07.09.12
Argjabáturin
07.11.08
Ørvur
07.21.15
Heiðabáturin 07.29.13
10-mannafør
Havnarbáturin 09.03.15
Vestmeningur 09.06.09
Eysturoyingur 09.11.10
Nólsoyingur
09.14.22
Skálabáturin
09.20.06
Suðuroyingur 09.46.22
Úrslit av kappróðróðrinum
á Sundalagsstevnu
Ólavsøkuróðurin skal bjarga
kappingarárinum
C
M
Y
K
22