mikudagur 11. juli 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 130 - 11. juli 2001
gult24 cyan24 magenta24 svart24
Komandi leygardag
verður føroyameist-
arin í snartalvi
funnin. Telvað verður
í Kommunuskúla-
skálanum og byrjað
verður kl. 13.00.
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Hetta er á øðrum sinni at
FM í snartalvi verður
telvað um summarið. Í fjør
eydnaðist tiltakið avbera
væl og tí verður sami háttur
royndur aftur í ár. Tó er ikki
fastlagt at soleiðis verður á
hvørjum ári, eftirsum tað er
upp til einstaklinga FM-
vertirnir at avgera.’
Klaksvíkingar vinna
Rákið seinastu tvey árini
hevur víst at klaksvíkingar
duga sær í snartalvi. Í 1999
vann Eyðun Nolsøe FM-
heitið eftir harða kapping
við annan klaksvíking,
Ólavur Simonsen. Í fjør
vann klaksvíkingurin Finn-
bjørn Vang rímiliga klárt
framanfyri
tveir
aðrar
klaksvíkingar,
nevnliga
Rana Nolsøe og Ólavur
Simonsen og havnarmann-
in Carl Eli N. Samuelsen.
Tað sæst tí at teir har norð-
uri eru væl fyri tá snartalv
viðvíkur. Ivaleyst hava tær
mongu snarkappingarnar
teir hava í talvfelagnum sett
síni spor.
Væntandi verða hesir
nevndu telvarar við at seta
sín dám á kappingina.
Nógvir av okkara talvúti-
setum eru eisini heima í
hesum døgum, og ætla teir
helst eisini at gera ein vørr.
Snartalv er undirhald,
eingin ivi um tað. Tað
gongur skjótt fyri seg,
hægst 10 minuttir tekur eitt
snartalv, og tí kunnu eisini
minni serkøn innan talv
taka lut. Í klubbum, barr-
um, heima við hús, á skip-
um,
allaðstaðni
verður
snartalv telvað. Nú kom-
andi leygardagin finna vit
sostatt føroyameistaran á
hesum øki og er hesin tittul
nógv virdur millum telvarar
Favorittar
Skal ein velja nakrar fa-
vorittar kemst ikki uttanum
núverandi føroyameistaran
Finnbjørn Vang. Eisini er
Ólavur Simonsen tiltikin
snartelvari, eins og Nolsøe-
beiggjarnir eru. Havnin
eigur eisini nógvar góðar
snartelvarar og sjálvandi
hava teir ikki hug at geva
øll steypini til norðoyingar,
men ringt verður kortini at
syfta og basa klaksvíkingar.
Kollfirðingurin Torbjørn
Thomsen hevur fyrr vunnið
Snar-FM og verður hann
við, ja so fáa hinir kapp-
ingarneytarnir úr at gera.
Telvað verður í einum
stórum opnum bólki. 11
dupultumfør verða telvd,
tað vil siga at hvør fáa eitt
hvítt og eitt svart ímóti
m ó t s t ø ð u m a n n i n u m ,
soleiðis at øll telva 22 talv
tilsamans. Tilmelding er á
staðnum og øll ung sum
gomul, roynd sum óroynd
eru hjartaliga vælkomin.
Byrjað verður kl. 13.00
og umleið á nátturða verður
steypahandanin og virðis-
lønir lætnar. Kostnaður er
75 kr. fyri vaksin og 50 kr.
fyri unglingar yngri enn 17
ár. Luttøkugjaldið verður
alt nýtt til virðislønir sum
tískil vera góðar.
Føroyameistarar í
snartalvi seinastu 5 árini
1996: Torbjørn Thomsen
1997: Carl Eli Nolsøe Samuelsen
1998: IM John Rødgaard
1999: Eyðun Nolsøe
2000: Finnbjørn Vang
FM í snartalvi 2001
Eingin veruleiki vísti
seg at vera í mongu
søgunum, sum teir
seinastu dagarnar
hava verið í fleiri
donskum fjølmiðlum
Tað eru nógvir lutir, sum
spæla inn, tá eitt fótbólts-
felag ger av, hvørjar spæl-
arar teir vilja hava at um-
boða seg. Áhugin er sjálv-
andi serliga stórur, tá tað
ræður um stóru feløgini,
har nógvu pengarnir eru at
vinna.
Hesar seinastu vikurnar
hevur áhugin verið stórur
fyri, hvør skal verja málið
hjá FCK. Jákup Mikkelsen
hevur millum fleiri aðrar
verið nevndur. Spurning-
urin, sum ongantíð verður
svaraður, er, um tað hevði
verið Jákup Mikkelsen,
sum komandi árið hevði
verið málverji hjá FCK, um
Roy Hodgson framvegis
hevði verið venjari har. Í
hvussu so er, er tað ein
veruleiki,
at
eingilski
venjarin í februar hevði
ætlanir um at knýta Jákup
at felagnum, men tíverri
fyri Jákup, so legði Her-
følge fótonglar fyri hesi
ætlanini. Nú er sáttmála-
skeiðið hjá Jákupi og Her-
følge av, men samstundis er
Roy Hodgson flogin til
Italia.
Svenski Kent Karlsson er
venjari í FCK, og á tíð-
indafundi mánadagin varð
almannakunngjørt, at tað
verður ein landsmaður hjá
venjaranum, sum tey næstu
trý árini skal á lønarlistan
hjá FCK sum málverji.
Maðurin, sum svenski FCK
venjarin hevur størst álit á
sum málverji, eitur Magnus
Kihlstedt.
29 ára gamli málverjin er
ikki hvør sum helst. Síðani
í 1998 hevur hann verið
knýttur at svenska lands-
liðnum, og higartil hevur
hann umboðað føðilandið
tíggju ferðir.
Magnus
Kihlstedt
er
keyptur leysur av sáttmála,
sum hann hevur havt við
norska Brann.
Hugflogið og
veruleikin
Søluhagtølini vísa, at ítrótt-
artilfar er gott tilfar í bløð-
unum. Í Danmark hava
sølutølini hjá bløðunum
ikki verið serliga góð tey
seinnu árini, og tí er
kappingin skerpað rættu-
liga nógv, tá tað ræður um
ítróttartilfarið.
Søgurnar tær seinastu
vikurnar
um
málverju-
plássið í FCK og um Jákup
Mikkelsen og hansara fót-
bóltsframtíð hava verið góð
dømi um hetta. Í fyrradagin
stóð fyri triðju ferð at lesa á
heimasíðum hjá bløðunum,
at Jákup Mikkelsen var á
veg til Onglands at roynd-
arvenja.
Jákup
var
í
Danmark í fyrradagin, og
Jákup hevur ikki verið í
Onglandi. Vit hava skilt á
lagnum, at tað er rætt, at
Jákup hevur verið tætt við
at skriva sáttmála við
okkurt felag í næstbestu
donsku deildini, og at hann
samstundis hevur umhugs-
að tilboð úr útlandinum.
Í síðstu viku nevndu vit,
at onkur av donsku fjøl-
miðlunum visti fyri vist at
siga, at pólverski málverjin
hjá Viborg var á veg til
FCK. Tað vísti seg, at einki
var í hesum tíðindunum.
Í fyrradagin vóru stóru
tíðindini í BT, at eykalands-
liðsmálverjin, Peter Kjær,
var á veg úr Silkeborg og til
FCK. Samstundis var lagt
afturat, at hetta var partur í
býtishandli.
Silkeborg
skuldi keypa FCK álops-
mannin, Heine Fernandez,
sum longu í 1994 var við til
at tryggja Silkeborg DM
heitið. Heine, sum undan
summarsteðginum
ikki
megnaði at tryggja sær fast
pláss í FCK álopinum
–
Zuma og Todi vóru
honum ov boysnir – segðist
skula lyfta arvin í Silkeborg
eftir Henrik Tømrer Peter-
sen, sum er farin til Bolton.
Men seinnapartin í fyrra-
dagin vísti tað seg, at talan
var um fjølmiðla fusarar.
Tað er einki serligt fyri fjøl-
miðlarnir. Í staðin fyri at
vera mettir sum fjølmiðlar,
sum eru fyrstir við síðstu
tíðindunum, so verða teir
stemplaðir fyri at bera
ósannar søgur.
Soleiðis endaði langa
søgan um málverjuplássið í
FCK. Á tíðindafundinum
mánadagin var einki sagt
um, hvussu nógv nýggi
svenski málverjin er keypt-
ur fyri, og hvat hann fer at
fáa í løn. Brann og FCK eru
samd um, at hetta skal
haldast loyniligt, men tað er
neyvan við síðuna av, tá vit
siga, at árslønin fer at vera
omanfyri
eina
millión
krónur.
jh
Svenskur landsliðsmaður
skal verja málið í FCK
Í gjár gjørdist greitt, at Jákup Mikkelsen og Todi Jónsson ikki verða liðfelagar komandi kappingarár
C
M
Y
K
24
Nr. 130 - 11. juli 2001
25
gult25 cyan25 magenta25 svart25
Sethús í Havn
til sølu
Um hóskandi boð fæst selja vit sethúsini á
Heygsmannavegi 9. Húsini eru í 2 hæddum
og bygd í 1967. Áhugað kunnu venda sær
til
Advokatskrivstovuna
Fr. Petersensgøta 9
Halgir Winther Poulsen, adv.
Magnus S. Petersen, adv.
Fríða Patursson, adv.
Ólavur Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Tlf. 311145
Fólk til
goymsluna
Søkt verður eftir einum fólki til goymsluna í
Keypssamtøkuni í Hoyvík, at byrja beinanvegin,
ella skjótast tilber.
Tann, ið settur verður, má vera røkin og álítandi
og hava vanligt koyrikort. Tað er ein fyrimunur,
men eingin treyt, um viðkomandi hevur royndir
sum goymslufólk og hevur lokið trukkskeið.
Talan er um fulltíðarstarv. Løn sambært sáttmála
við Havnar Arbeiðsmannafelag.
Meira fæst at vita um starvið hjá Bent Lunds-
gaard, tlf. 314149.
Umsókn skal sendast til FK Hoyvík, Box 349, 188
Hoyvík.
Keypssamtøkan í Hoyvík
Útbúgving í
samskifti, skipan
og leiðslu
Føroya Læraraskúli og Jydsk Pædagogisk
Center skipa í felag fyri útbúgving í
samskifti, skipan og leiðslu. Útbúgvingin
verður á Føroya Læraraskúla.
Sama útbúgvingin verður í Danmark skipað
sambært lóg um “Åben uddannelse”.
Samskifti, skipan og leiðsla er útbúgving fyri øll,
sum arbeiða við pedagogiskari leiðslu, t.d. á dag-
og bústovnum. í útbúgvingarverkinum, í al-
mennaverkinum o.s.fr.. Útbúgvingin varar 240
tímar, og er skipað í 7 eindir, sum hvør varar 5
dagar. Umleið tríggjar vikur eru millum hvørja
eindina. Útbúgvingin er skipað við støðugum
skifti millum ástøðiliga og praktiska vitan,og hon
endar við próvtøku. Útbúgvingin byrjar 10.
september 2001.
Kostnaðurin fyri allar 7 eindirnar er 9.000,- kr. Tá
er kaffi og døgurði uppií prísinum.
Tey,ið hava áhuga í útbúgvingini,kunnu seta seg
í samband við Paula Nielsen, rektara á Føroya
Læraraskúla, tlf. 424242, at fáa meira at vita.
Hyggið eisini í heimasíðu okkara www.flsk.fo
Tilmelding skrivliga, annaðhvørt við postbrævi
ella teldubrævi til Føroya Læraraskúla innan 20.
august 2001.
Føroya Læraraskúli,
Frælsið 20,
Postrúm 348,
FO-110 Tórshavn
E-mail: flsk@flsk.fo
Tímalærarastørv
á Føroya
Læraraskúla
Á
Føroya
Læraraskúla,
sum
hevur
læraraútbúgving og pedagogútbúgving, er
tímalærarastarv í handarbeiði og evning leyst at
søkja komandi skúlaárið:
Starvið er umleið 10 tímar um vikuna.
Starvið verða sett frá 1. august 2000.
Umsøkjarar skulu skjalprógva neyðugan undir-
vísingarførleika.
Innlit og royndir í undirvísing á lærara- og
pedagogútbúgving eru ein fyrimunur.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Magistarafelag Føroya og Føroya Landsstýri.
Áhugað, sum vilja vita meira, kunnu seta seg í
samband við Paula Nielsen, rektara, tlf. 424242,
teldupostsamband paulini@flsk.fo
Umsóknirnar skulu stílast til
Føroya Læraraskúla,
Postrúm 348,
FO-110 Tórshavn.
Umsóknarfreistin er úti 31. juli.
Summarferia
Vegna summarferiu er kommunuskriv-
stovan bert opin frá kl.13–15 í tíðarskeið-
num frá 9. juli – 13. august.
Runavíkar
býráð
Stranda Skúli
Søkt verður eftir 1 sáttmálasettum lærara í tíðar-
avmarkað starv, skúlaárið 2001/2002.
Starvið er 26 t/v, harav 6 tímar eru undirvísing í
dreingjaítrótti.
Starvið er lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokki
18.1 til 27.4.
Umsóknir skulu vera skúlanevndini í hendi í
seinasta lagi 25. juli 2001.
Sjóvar sóknar skúlanevnd
Mass Djurhuus,
tlf. 448338 / 214722,
494 Innan Glyvur
Summarferia
Bókasavnið er stongt vegna feriu frá 16.juli til 20.
august.
Vágs Bókasavn
Kvilt hárfríðkan
søkir eftir dugnaligum og kreativum næmingi at
byrja tann 15. juli.
Hevur hetta tín áhuga, so ring til okkum.
Kvilt hárfríðkan
Tlf. 316362
Søkt verður eftir
framleiðsluleiðara
Vit søkja eftir einum framleiðsluleiðara til mjøl-
deildina á Havsbrún. Vit kunnu bjóða eitt spenn-
andi arbeiði í einum dynamiskum umhvørvi, har
menningin gongur við rúkandi ferð.
Arbeiðsuppgávur:
Ábyrgd av framleiðsluni av fiskamjøl og lýsi, her-
undir ábyrgdina av:
• operatørum og framleiðslustarvsfólkum
• støðugt at optimera framleiðsluna
• at framleiðslutólini eru í góðum standi
• at góðskukrøvini verða hildin
• at menna framleiðslu og góðsku á lidnu vørunum
Vit rokna við at tú hevur
• eina holla, tekniska útbúgving
• kunnleika til maskinur og teldur
• góð samstarvsevni
Umsóknir skulu verða okkum í hendi innan 13.aug-
ust 2001. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at
ringja til okkum.
Pf. Havsbrún
FO-530 Fuglafjørður
Tlf. 414400 · Fax 414401
Mail: bep@havsbrun.fo
25