Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mai 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 102 • 30. mai 2008 Vikuskifti 14 fy­ri at hava gloy­mt tvær skitnar sengur inni á stovu eitt. Tað er kanska ikki uttan orsøk, at okkurt eitur serlæknar. Á veg eftir eini tómari song, fara vit fram við einum ógvuliga álvar­ somum av slagnum. Niels hy­ggur skálkakendur upp á blaðmannin og strýkur sær um stubbuta y­vir­ skeggið: ­ Hasin fýrurin, tú møtti har; hann er súrasta menniskjað í húsinum! Guli og angandi deyðin ­ Eg veit ikki, hvussu dýrt tað var, men tað var ið hvussu er eitt helvitis stríð, tá ið babba fór til gravar. Eini 300 fólk skuldu hava sangir og alt møguligt. Men tað var ókey­ aftaná … Petur av Kák hugsar hart um overvandi ervið hjá pápanum. Orsøkin er, at prátingarsama grav­ arhjálpin, Herman Ey­sturoy­, er komin við eini tómari kistu. Petur og Rani hava ongan sjúkraflutn­ ing júst nú, so teir kunnu koy­ra kistuna niðan í kølirúmið. Herman veit at siga, at dýrasta jarðarferð, hann hevur skipað fy­ri, kostaði 116.000 krónur. Petur ristir við høvdinum, tá ið vit rulla inn í ly­ft­ una við tómu kistuni: ­ Ja, nógv sjáldsom fólk eru. Eitt lík, sum vit lótu í, skuldi partú jarðast í eini t­troy­ggju við áskrift­ in: Welcome to Mallorca! Um middagsleitið koma boð frá vakthavandi Jógvan Pálli Hansen. Dey­ði maðurin er nú komin í kistuna í øllum góðum, og børan skal úr kølirúminum niður í kapellið. Á sonevndu sek­ tiónsstovuni hevur onkur hongt eitt pappír, sum vísir, hvussu tú bindur Windsor­slipsknútin í seks stigum. Tað er sjálvandi til portørarnar, sum skulu binda slipsknút fy­ri tey­ dey­ðu. Hurðin til sjálva líkuppskeringina stendur á gloppi. Vit fara innar. Eitt lík liggur á borðinum. Uppi y­vir tí dey­ða stendur portørurin, Ove Berg Jacobsen. Ove er í hvítum klæðum og svintu. Hann ger klárt at skera líkið upp og finna dey­ðsorsøkina. Beint tá ið hann stendur við stóra knívinum, sum patologurin brúkar at skiva gøgnini við, koma telefonboð um seinking: Tey­ læknalesandi, sum skuldu ey­gleiða líkuppskurðin, vilja eta døgurða áðrenn. Hin seinni dey­ði maðurin; tann, sum Rani og Petur eru sendir eftir, sær alt annað enn livandi út, har ið hann liggur í kistuni í kølirúminum beint við. Hann gapar og er rættiliga gulur. Og nøsin er eitt sindur skeiv. Men hann er ógvuliga snøgt ílatin. Børan verður rullað úr kølirúm­ inum á stovuhæddini og y­vir í ly­ftina. Í kapellinum try­ggja Rani og Petur sær, at maðurin sær virðiligur út, og at børan stendur áraka gula trækrossin á brósti­ num. Avvarðandi hjá hinum mann­ inum, sum varð skorin upp, hava ringt til trissuna. Tey­ vilja sleppa at síggja hann og geva honum klæði til seinastu ferðina. Petur og Rani fara innar at gera mannin til reiðar. Hann liggur enn á borðinum. Vit kaga niður á kravda navnaseðilin á høgru stórutá og ganga stillisliga fram til høvdalagið. Lítillætna andlits­ bragdið fær rúmið at smakka av stingandi sorg. Her luktar søtt, og nakni maðurin er ísakaldur. Men hann er merkiliga lítið merktur av at hava verið opaður og kannaður út í æsir. Ein lítil, hvít klisturrípa niður eftir bulinum er at kalla alt, ið er at síggja. Jú, arbeiðið hjá Ova er ótrúliga væl frágingið. Petur leggur eitt handklæði inn undir nakkan á líkinum, og Rani tekur í beinini. So ly­fta teir tað av borðinum og y­vir í seingina. Mað­ urin er lítil men ógvuliga tungur at at fáast við. Fy­rst fer seingin undan, men so riggar at enda. Brádliga dettur høgri armur niður við seingini. ­ Stakkalin, sigur Petur virðiliga og leggur armin inn við liðina aftur. Teir leggja lak út y­vir hvíta kroppin og fara út við seingini. Rani og Petur mugu kísta ein forvitnan, fimm ára gamlan drong burtur frá ly­ftuni, sum skal lora líkið niður í sekstímarúmið, har ið tey­ avvarðandi skulu síggja tað. Komnir niðurundir, leggja teir lakið beint og slætt. ­ Trissan kemur niður at tendra stearinljós um ein løtu, greiðir Rani spakmæltur frá og letur hurð­ ina varliga aftur. Greinarøðin Lívið á Landssjúkrahúsinum heldur fram næsta vikuskifti. Høgni Mohr fy­lgir tá arbeiðnum á skaðastovuni, bráðfeingis móttøkuni, viðrakningini og intensivu deild: ­ Anda djúpt, sigur narkosusjúkrasy­stirin, Anna Maria, tá ið Theodor sprænir evnini inn í æðrarnar. Og kvinnan er burtur alt fy­ri eitt. Beinanvegin verður ein blá plastikkverja stungin í munnin á sjúklinginum, so hann ikki bítur seg í vørr og tungu. Og so verða elektrodurnar settar á tinningin, áðrenn tað verður stoy­tt. Men sum nevnt: Har eru eingi volt! Næstu ferð ­ Lívið á Landssjúkrahúsinum Reportasjurøð Mynd: Jens Kristian Vang