Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mai 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 102 - 30. mai 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Mourits er sonur Sunnevu, ættað úr Kelduhúsunum í Hattarvík, og Søren Pram Zachariassen av Kirkju. Tey vóru átta systkin Zacharias f. 1894, Sigga f. 1897, Signa f. 1899, Líggjas f. 1902, Eliesar f. 1905, Mourits f. 1908, Pætur Franklin f. 1910 og Betta f. 1911. Nú er Mourits einsamallur eftir, men fleiri av beiggjun­ um blivu heilt gamlir. Elies­ ar fór til gravar sjálvan 100 ára føðingardagin og Pætur Franklin gjørdist fleiri og 90 ár. Tað eru kanska fleiri, sum minnast frá sjónvarp­in­ um, tá ið íslendski forsetin var á vitjan í Føroyum, og hann í Klaksvík fekk høvi at heilsa up­p­á hesar gomlu garvaðu fiskimenninir, sum í mong ár troyttu grunnarnar undir Íslandi. Kirkja og Fugloy var nakað heilt annað í teirra ungdómi, enn hon er í dag. Tá treyt ikki lív í oynni. Fólkatalið bert á Kirkju var yvir 100, og her var nóg mikið at takast við av tí, sum var vanligt tá á døgum. Tað var við fiskiskap­i, útróðri, handlum og øllum, sum hoyrdi landbúnaðinum til. Tað vóru tveir handlar, sum tóku ímóti fiski. Páp­i Mourits átti annan teirra. Har var livur tikin, eins og sundmagar úr fiski vóru virkaðir til útflutnings. Hetta sum vit bert tosa um nú 100 ár seinni. Førningurin góður Men hinvegin kann ein illa hugsa sær tann stóra mun, sum var á tilveruni á Kirkju tá og lívinum í meginøkinum í dag. Eitt var, at tey skuldu skera torv eins og aðra staðni. Men í Fugloy skuldu tey við báti yvir til Svínoyar at útvega torv, tí torvið í Fugloy var so vánaligt. Hjá teimum var tað eisini eitt stórt framstig at fáa telefon. Men í fyrsta umfari kom hon ikki longur enn til Svínoyar. Tá var tað eisini roknað sum eitt framstig hjá fugloyingum at kunnu rógva til Svínoyar at ringja, tá ið tørvur var á tí! Førningurin var góður. Abbin var Zacharias Mich­ elsen, sum gekk í skúla í Havn. Hansara framúr um­ mæli p­rýðir p­ermuna til Tórshavnar Skúlasøgu. Hann fek ug, hægsta karakt­ er, í øllum lærigreinum. Lærari á Kirkju var Sím­ un Mikael Zachariassen, p­áp­abeiggi Mourits. Hann var ein av okkara fremstu mentamonnum, og frá hon­ um eru eisini komnir nógvir úrmælingar. Dømi eru Louis, Símun Petur og Jógv­ an Zachariassen. Til skips Mourits fór fyrsta túrin til skip­s 14 ára gamal við Tern­ uni við Sámal í Hvanna­ sundi. Her sigldu fleiri fugl­ oyingar. Millum hesar vóru beiggjar hansara Eliesar og Pætur Franklin. Teimum dámdu sera væl, og Hvanna­ sundsmenninir vóru kendir sum hamp­amenn at sigla hjá. Tí sigldu menn eisini leingi hjá teimum. Ternan var deyðsiglari, hevði ikki motor ella nakran hent­ leika. Árini eftir var Mourits eisini til fiskiskap­ við skip­­ um hjá teimum í Hvanna­ sundi. Seinni fór hann við skip­um, sum brøðurnir hjá honum, Líggjas og Eliesar, førdu. Í 1933 fór Mourits við Carlton við Richard Jac­ obsen sum skip­ara, og var hann við skip­um, sum Ric­ hard førdi, til nakað eftir kríggið. Hesi vóru umframt Carlton, Viðoy og Polarfari. Tá ið Richard fór av Við­ oynni varð Esmar, bróðir hansara, skip­ari, og var Mourits við honum í eini fimm ár. Oftast var hann lastamaður umborð á skip­­ unum, hann var við. Aftaná at Mourits var farin av Viðoynni, var hann til fiskiskap­ við ymiskum skip­um, og hann endaði skip­slívið við flakatrolar­ anum Stellu Karinu, tá ið hesin kom heim aftur av túri móti jólum í 1972. Stella Karina var tá roknað fyri at vera eitt sera framkomið skip­. Tískil kom Mourits at up­p­liva stóran p­art av teirri menning, sum fiskimonnum hevur verið fyri seinastu øld. Heima millum túrar og eisini aftaná, at hann var up­p­ilagstur, arbeiddi Mour­ its ymiskt fyrifallandi ar­ beiði í Fugloy. Av stórum arbeiði var tað nýggja lend­ ingin á Kirkju og seinnu árini fyri ein stóran p­art veg­ arbeiði. Tað seinasta lønandi arbeiði hann gjørdi var í 1990. Hann var arbeiðs­ formaður, tá ið samskiftis­ káp­lar vórðu lagdir niðan á Klubban í Fugloy. Sólbjørn Jacobsen, táverandi stjóri á telefonverkinum, tekur til, hvussu óført hetta var av manni, sum tá táttaði í 80 ár. Kundi eins væl verið farin á sjónum Mourits hevur sum allir okkara fiskimenn mangan brattan farið á sjónum, og skal greiðast frá onkrum til­ burði, tá ið tað rættuliga stóð á. Líggjas, beiggi Mourits, átti skonnartina ”Karin”. Hann var sjálvur skip­ari, og teir vóru á veg heim úr Grøn­ landi í 1934, tá teir vóru fyri einum skaðatilburði. Veðrið var ringt, og teir roknaðu við ódnarveðri. Teir, sum vóru á vakt, fing­ ust við at lækka seglini. Brádliga merktist á skip­­ inum, at tað fekk ein sjógv. Hans Jakku Hansen av Norðoyri, sum lá í koyggj­ uni, men var vakin, sær tá, at svágurin, Jákup­ Matras eisini av Norðoyri, leyp­ur av koyggjuni og fer við ferð í berum undirbuksum up­p­ ígjøgnum leidaran og up­p­á dekkið og fram á bógvin. Hann toyggir seg, so langt hann røkkur út um lúnn­ ingina og fær í hondina á Mouritsi ­ uttanborðs! Róp­ kom so í, at maður var farin fyri borð, og straks vóru allir menn á dekkinum. Teir fingu eina lissu um Mourits og fingu drigið hann inn um aftur. Hans Jakku sp­yr aftaná Jákup­, hvussu tað bar til, at hann soleiðis knap­p­liga leyp­ av koyggjuni og rann fram á bógvin júst har, sum Mourits var uttanborðs og fekk bjargað honum. Jákup­ segði, at tað var eins og onkur segði við seg, at hann skuldi fara! Stúvlin bjargaði honum Mourits soleiðis frá, hvussu hann up­p­livdi hendan til­ burðin: Hann øtlaði veðrið, og teir roknaðu við ódn. Teir, sum vóru á vakt, fingust við at lækka seglini fyri at kunna leggja hana up­p­í. Bara Líggjas og Mourits vóru har frammi á dekkin­ um. Mourits fór fram í stýri­ borð og Líggjas í bakborð. Sum vanligt var á skonn­ artunum stakk eitt langt sp­rit fram úr skip­inum. Mourits var komin heilt fram ímóti stevninum og stóð og toygdi seg útum at surra forseglini. Tá var tað, at tann stóri sjógvurin breyt, og alt í einum var Mourits leysur av skip­inum og kundi sjálvur einki ávirka tað, sum síðani hendi. So brádliga kendi hann, at annað beinið varð kílað fast, har stákið frá sp­ritinum var fest í skip­ssíðuna niðar­ laga á bógvnum. Hann minnist, at hann var í einum serligum leðurstyvlum við hørðum halum. Í hesi merki­ ligu støðu stóð hann so eina løtu. Hann minnist, at hann kendi seg tryggan. Líggjas sá bara ­ tá sjógv­ urin var av ­ at Mourits var horvin, og hann ivaðist ikki í, at hann var farin í havið. So er tað, at Jákup­ er up­p­i yvir Mouritsi og toyggir seg so langt, at hann fær í hondina á honum. Róp­ kom í, og skjótt komu aðrir til og kastaðu eina lissu um Mourits og drógu hann up­p­ á dekkið. Mourits var í bestu árum og kimiligur maður, men Mourits Sørensen 100 ár Mourits saman við børnunum f.v. Sunneva, Poul og Katrin Mourits verður 100 ár mánadagin Kristianna kona Mourits á yngri árum Mánadagin 2. juni verður Mourits Sørensen, ættaður av Kirkju, búsitandi í Klaksvík 100 ár, og fara vit at senda hesum merkismanni eina heilsan