fríggjadagur 30. mai 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 102 • 30. mai 2008
Vikuskifti 13
á blink
Petur iðrar seg eitt sindur um,
at hann ikki setti elektrodur á
mannin og tók hjartamynd. Hann
skrivar ambulansujournalin
lidnan, meðan Rani fer at gera
sjúkrabilin kláran til næsta túr.
Á veg út hoyra vit læknan spyrja
sjúklingin, um hann er trongur. Og
sandoyingurin svarar:
- Ja! Eg eri gorhungraður!
Tað sker bara EINKI!
Petur og Rani flyta uttan íhald
sjúklingar inn á Landssjúkrahúsið
og millum deildirnar. Petur fegn-
ast um, hvussu gevandi tað er at
vera saman við einum hjartatroytt-
um abba, sum Jenis av Rana legg-
ur inn, og Rani harmast um, at ein
fitt, krabbasjúk langomma, ið teir
koyra til kanningar, neyvan verður
livandi leingi. Løtu seinni gleðist
Rani hinvegin um, hvussu vælsign-
að tað er at síggja framgongdina
hjá eini yngri, heilaskaddari konu,
sum hann koyrir av fysioterapiini
niðan á E3. Og Patch Adams
stendur neyvan Peturi av Kák kurl,
tá ið portørurin fær tríggjar sjúkar
vágamenn á somu stovu at renna
saman í ein sannan skreyteld av
skellilátri.
Meðan Petur og Rani alsamt
føða sjúkrahúsið við rávøru, sæst
ein stuttbeintur nólsoyingur við
treystligum gongulagi fara í allar
ættir innandura. Maðurin er um
fimmti ára aldur. Hann eitur Niels
Danielsen og er eisini portørur.
Høvuðsskyldurnar hjá Nielsi eru
at heinta rusk, skitið toy og brúkt-
ar sengur í dagtímunum.
Fyrsta leiðin hjá Nielsi um morg-
unin er til E3, sum er uppvenjin-
gardeild til sjúklingar, ið hava
hava verið raktir av heilabløðing
ella hava sklerosu. Ruskið er í
svørtum plastikkposum, og toyið
er í hvítum toyposum. Alt er
savnað í skolirúmunum. Niels
tveitir toyposarnar á ein parkerað-
an vogn í tunlinum. Seinni koma
kviku katakombikkini at avheinta
vognin við trukki og sleipa tunga
toyfjallið allan vegin undir jørð
niðan í vaskaríið.
Ruskið fer út í kjallaratúnið
eystanfyri. Okkurt lamskotið
flogvit hevur fingið tað andleysa
innskot, at ruskbingjan ikki kann
standa aðrastaðni enn beint við
inngongdina til kapellið. Bingj-
an er ikki feld niður í túnið; hon
stendur bara har sum eitt falliskt
listaverk og blómar í fullari hædd.
Og hon lekur eisini eins og ein
onnur Oljshana. Fleiri ferðir um
dagin noyðist lágvaksni nólsoying-
urin av almakt at tveita rokaðar
ruskposar eina slaka manshædd
upp í loft, fyri at fáa ruskið inn um
bingjukantin.
- Her er eisini nógv gamalt
blóð, sigur Niels um medisinska
ruskið frá rannsóknarstovuni.
Hetta ruskið fer í eina serliga
bingju, sum stendur uppaftur
tættari inngongdini til Kapellið
enn áður nevnda, bláa ruskbingja;
hon, ið ein lýggjan dag loypur
bæði í eygu og nasar.
Niels fer síðan í skolirúmini
á seingjardeildini til skurðsjúk-
lingar, medisinsku dagdeildini,
skurðgongini, rannsóknarstovuni
og intensivu deild, áðrenn hann
sum tað seinasta tømir ruskrúmið
í kioskini.
Arbeiðsskyldurnar við innbygd-
um óskynsemi dugir hann uttanat.
Ikki minst hevur Niels vant seg
við at bíða eftir, at ein lyfta
skal verða tøk. Í sambandi við
drepandi bíðitíðina hevur onkur
speisom sál klistrað eina parker-
ingsskivu á vognin hjá honum.
- Man ger vart við hetta og hitt,
men tað sker bara EINKI, suffar
Niels, sum hevur starvast her í
28 ár.
Umsíðir eydnast tað at leggja
hald á eina lyftu við lyklinum, ið
Niels hevur krógvað aftan fyri
Kapel-skeltið í kjallaranum. Með-
an lyftan togar okkum heilt upp á
átta, roynir Niels at týna tøgnina.
Hann klappar fyri seg sjálvan,
ger prumpiljóð við hondunum og
mutlar miðleyst:
- Bumm, bumm, bumm!
Niels steðgar við hvørja deild
frá átta og niðureftir. Hann kagar
út um lyftukarmin at vita, um
starvsfólkini hava hildið fyriskip-
anina og sett brúktu sengurnar
við lyftuna. Sengurnar verða
handaðar Salvør Reynagarð
og Marthu Johannesen í kjall-
aranum. Tær kunnu vaska
seytjan skitnar sengur í senn,
hóast madrassurnar mangan eru
mettaðar við mannatrekki, spýgg-
juløgum og slintrum av storknað-
um sveita.
Í sambandi við sengurnar liggur
Niels í einum endaleysum stríði
um territorium. Alneyðugt er at
hava smáar seingjagoymslur
allastaðni, so at honum ikki
nýtist niður til Salvør og Marthu
eftir reinum sengrum hvørjaferð.
Enn sleppur hann at hava fýra á
goymslu uttan fyri rannsóknarstov-
una, men tað verður valla leingi,
skilst.
Klokkan 9 taka vit ein innlagd-
an mann út úr móttøkuni. Hann
er lagdur niður í song og skal upp
á átta.
- Nú, tygum eru ússaligur í
morgun, sigur Niels við mannin.
- Ja, svarar tann gamli. Eg
skuldi fara at svimja í morgun,
men so fór alt at sigla fyri mær.
- Góðan morgun, tit! Her er ein
maður til tykkara!
- Fínt, Niels! Koyr hann bara
innar á stovu eitt!
- Ókey, sigur Niels
og gevur sjúkrasystru-
num eitt lítið nevs
Við høvdalagið, Petur av Kák, portørur. Við fótalagið, Rani í Líð, portørur
Mynd: Jens Kristian Vang
➘
- Lívið á Landssjúkrahúsinum
Reportasjurøð