fríggjadagur 30. mai 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 102 - 30. mai 2008
13
viðmerkingar
3. umfar
Jørgen Lindegaard, stjóri
á ISS og fyrrverandi
stjóri í SAS, vil hava fleiri
vinnulívsleiðarar at gerast
meiri sjónskir í fjølmiða
orðaskiftinum. – Hetta
átti eisini at verið í
Føroyum
Fyri nú fleiri árum síðani,
fekk eg bók sendandi,
skrivað av Kosangasstjór
anum Knud Tolstrup, sum
um ta tíðina lá ovastur í
danska fjølmiðlakjakinum.
Bókin, hóast lítil í vavi, er
sera áhugaverd, hevur
heitið “Tale er sølv,
tavshed er underkastelse”!
Um dagarnar skrivar
stjórin á ISS og fyrrverandi
SAS stjórin, Jørgen Linde
gaard m.a. í Berlingske
Tidende, at: ”Mong við
dyggari vitan og drúgvum
royndum, eisini vinnulívs
leiðarar, áttu at farið nógv
meiri inn í politiska
fjølmiðlaorðaskiftið”
Fleiri kendir og dugna
ligir vinnulívsleiðarar, taka
undir við Lindegaard, eitt
nú Jørgen Mads Clausen,
stjóri á Danfoss, annar er
Asger Aamund, stjóri á
Bavarian Nordic, sum
eisini er kendur í Føroyum.
Tíverri, hetta er eisini
støðan í Føroyum. Ov fáir
taka til máls ímóti órætt
vísum álopum á vinnuna.
Onkuntíð eru sæddar
greinar, skilagóðar greinar
frá monnum sum vita, hvat
teir tosa um, t.d. Olaf
Olsen, Osmund Justinus
sen og Poul Mohr. Tó ov
fáir leggja til brots. Verður
órættur sagdur nóg ofta,
økjast tey, sum trúgva
órættinum.
Ókeypis fiskiloyvi siga teir
Hóraldur Joensen, gransk
ari, hevur í áðurnevndu
grein latið upp fyri mein
ingum og metingum har
hann – eftir míni meining
eins og aðrir fer á somu
skeivu rás sum aðrir, nevni
liga, at: “Reiðararnir hava
fingið veiðuloyvini
ókeypis....”
Ilt er at sleppa undan
hesi sannføring, tí vinstra
vendir politikarar, øvundin,
fleiri formenn í búskapar
ráðnum, almennir akadem
ikarar o.o. hava áravís trútt
að hetta niður í fólk okkara
ígjøgnum fjølmiðlar og frá
tingsins røðarapalli.
Greftligur munur
Kanka kundi verið rætt, at
vent málinum eitt sindur,
við tvinnanda dømum:
Dømi 1
Persónur hevur 10 ára
skúlagongd, síðani 3 ár og
so helst 7 ára hægri
útbúgving, har samfelagið
saman við hesum persóni
leggur rygg til. Hann fær
“ókeypis” starv, uttan at
gjalda nakað. Tað almenna
hevur bygt umsitingar
bygning, latið honum
arbeiðsplássið ókeypis, fær
sína løn óskerda hvønn
mánað. Hesin arbeiðir við
fólksins ognum. Sjálvandi
hevur hann týdning fyri
land okkara.
Dømi 2
Persónur hevur 910 ára
skúlagongd. Møguliga í
arbeiði eitt til tvey ár, fer
aftur á skúlabonk eini 34
ár. Hesin setur síðani pen
ing í egið arbeiðspláss, t.d. í
skip, er við til at finna
okkum føroyingum nýggjar
fiskileiðir, berjir seg ígjøgn
um í upp og niðurgongdum,
nemir sær við egnum
peningi serkøna útbúgving
á sjógvi, skapar samstundis
øðrum arbeiðspláss, skapar
øðrum avleiddum vinnum
arbeiði, so allur hesin
samfeldi partur kann verða
við til at upp og útbyggja
okkara land. Ger at um og
fyrisiting, heilsuverk o.a.
kann mennast samstundis,
sum hesin ger, at bókliga
vælútbúgvin fólk, kunnu
seta búgv her heima og
bæði fáa starv innan privata
men oftast innan alment
starvsøki. Nú so ofta verður
sagt: “vit mugu fáa fólkið
heimaftur”. Hesin fremur
við fólksins ognum, at allir
partar í landinum kunnu
mennast. Samstundis er
partur á landi ónøgdur, tí
hesin persónurin ikki kann
útvega honum meiri pening.
Tað hevur eydnast,
serlstakliga nú samfelagið
alt meiri er sentraliserað,
órealistiskt og á skeivum
grundarlagi at skeikla veru
leikan. – Neyðugt er at
okkara høvuðsvinna verður
vird og ikki minst persón
arnir, sum eru í henni.
Tástani fæst gevandi
samstarv.
Uppskot Hóralds um
skrivandi sjómenn
Tíverri hevur eydnast
mongum ótroyttiliga
ígjøgnum fjølmiðlar og frá
tingsins røðarapalli at
trýsta niðurbrótandi hug
mynd niður í part av okk
ara fólki, at reiðarar og
fiskimenn hava fingið
fiskiloyvini ókeypis. Nú
skal sosialistiska stýrið
hava hesar at lata pening
fyri at sleppa til arbeiðis,
sum skal í landskassan,
uttan at nakar hevur gjørt
sær veruliga greitt, hvussu
hetta skal skipast fyri at vit
onnur, kunnu liva og láta,
sum vit vilja.
Hóraldur og aðrir ynskja
at leggja fleiri skip, so
manningarnar kunnu verða
umskúlaðar, so hesir eitt
nú kunnu byrja at kappast
við Dan Brown “Da Vinci
mysteriet” og J. K. Roling
“Harry Potter” um at
skriva heimskendar bøkur.
Sama óveruliga
droymaríið!
Men nú so nógv skip
liggja, kundi verið hóskandi
tíð at byrja hesa kapping
móti mentanarligu heims
stjórnunum. Okkurt skulu
okkara sjómenn liva av!
Ov fáir vinnulívsleiðarar í fjølmiðlaorðaskiftinum
Jógvan við
Keldu
Í lesarabrævi “Eystur
oyingar gíslar í tunnils
málinum” setir Martin V.
Heinesen fleiri spurningar
í sambandi við uppleggið
frá undirritaðu og Vinnu
málaráðnum, sum varð
viðgjørt í samgonguni í
farnu viku.
Í stuttum gongur upp
leggið út upp á at gera
báðar tunlarnar sum eina
felags verkætlan.
Við at seta 50 milliónir
krónur av á fíggjarlógini í
10 ár, ber til at gera bæði
Sandoyar og Eysturoyar
tunnilin við avleiddum
verkætlanum, samstundis
sum landið hevur ráð at
gera aðrar átrokandi íløgur
í útbúgving, gransking,
mentan, heilsu og
almannaverk.
Talan er um ein búskap
arliga forsvarligan leist,
har vit ikki taka størri váða
á landið enn neyðugt, og
varðveita kredittvirði
landsins.
MVH spyr, hvaðani eg
havi tølini, sum vísa, at tað
er neyðugt at seta 80 mió.
kr. á fíggjarlógina í 10 ár,
um bert Sandoyartunnilin
verður gjørdur, meðan tað
er nóg mikið at seta 50
mió. kr. á fíggjarlógina í
10 ár, um Sandoyartunnilin
og Skálafjarðartunnilin
verða gjørdir sum ein
felags verkætlan.
At neyðugt er at seta 80
mió. kr. árliga á fíggjar
lógina, um Sandoyar
tunnilin skal fíggjast yvir
10 ár, er einfalt at rokna út.
Byggiútreiðslurnar verða
væntandi 690 mió. kr. Tað
tekur á leið fýra ár at gera
tunnilin, og tí er neyðugt
hjá partafelagnum at taka
lán, um peningurin til verk
ætlanina skal játtast yvir
eitt 10 ára skeið. Umframt
byggiútreiðslurnar skal
felagið tí gjalda rentur av
láninum, og kostnaðurin
verður tí á leið 800 mió. kr.
til samans. Hetta er á leið
1/3 av íløgukarminum hjá
landinum, og tí er torført at
seta so stóra upphædd av í
heili 10 ár.
Men verður ein minni
upphædd til dømis 50
mió. árliga játtað til Sand
oyartunnilin, skal tað ger
ast í fleiri enn 20 ár, av tí
at nýtslugjøldini frá hesum
tunli neyvan klára at fíggja
rakstur og viðlíkahald av
tunlinum. Bíligast fyri
landskassan hevði verið at
goldið Sandoyartunnilin
“kontant”, men tað krevur
175 mió. kr. á fíggjarlógini
í fýra ár á rað, og er mett at
vera púrasta órealistiskt.
Ein felags verkætlan
Í uppskotinum frá Vinnu
málaráðnum verður skotið
upp at gera Eysturoyar
tunnilin og Sandoyartunn
ilin í forleingilsi hvør av
øðrum, sum ein felags
verkætlan. Við hesi loysn
ber til hjá landinum “bert”
at seta 50 mió. kr. í verk
ætlanina um árið í eitt 10
ára skeið. Restin verður
fíggjað við láni. Útrokn
ingarnar vísa, at nýtslu
gjøldini saman við 500
mió. úr landskassanum
lættliga fíggja báðar tunl
arnar. Tað er enntá sann
líkt, at landið kann fáa ein
fittan part av teimum 500
mió., sum landið setir í
felagið, afturgoldið, um vit
rokna yvir 2530 ár.
Í hesum roknistykki eru
byggiútreiðslurnar fyri
Sandoyartunnilin mettar at
vera 690 mió. kr., fyri
Eysturoyartunnilin 950
mió. kr., umframt góðar
200 mió. kr. til avleiddar
íløgur. Tær 950 mió. kr.
eru grundaðar á ta dýrastu
linjuføringina, av teimum,
sum eru í uppskoti.
Avleiddu verkætlanirnar
eru nýggjar íløgur í infra
kervið, ið eru neyðugar at
gera í sambandi við Eystur
oyartunnilin. Tað hevði
ikki verið rætt at viðgjørt
hendan tunnil uttan tær
meiríløgur, hann krevur.
Hvør skal gjalda?
Skuldi tað hent – sum
MVH spyr um at byggi
kostnaðurin verður hægri
enn mett, eru tað bert tveir
partar, sum kunnu gjalda
meirkostnaðin: brúkarin
ella landið (sum er skatt
gjaldarin). Hjá privata
felagnum verður brúkarin
at gjalda bæði tað, sum
felagið skal hava í avkasti
og ein møguligan meir
kostnað, um byggiútreiðsl
urnar verða hægri enn
mett. Við almennum parta
felag, hevur landið møgu
leika at velja, í hvønn mun
ein møguligur meirkostn
aður skal verða goldin av
brúkaranum ella av lands
kassanum.
Inntøkurnar frá Eystur
oyartunlinum eru roknaðar
við støði í einum ferðslu
modelli, sum Rambøll &
Nyvig hava ment fyri
Landsverk. Hetta er mær
vitandi sama ferðslu
modell, sum P/f Skála
fjarðartunnilin hevur grund
að sínar ferðslumetingar á.
Prísmunur millum
alment og privat
MVH sigur meg hava eitt
postulát um ein veldigan
mun á kostnaðinum, um
Eysturoyartunnilin verður
bygdur alment ella privat.
Eg veit meg ikki hava sagt
nakað um prísin á privatu
verkætlanini, tí júst hvørja
rentu P/F Skálafjarðartunn
ilin skal gjalda lánveit
arum, veit eg av góðum
grundum ikki.
Men tá nú MVH spyr
um hetta, so benda samrøð
ur við Landsbankan og
fíggjarstovnar á, at tað sum
heild er ein munur í láni
kostnaði millum alment og
privat. Tá talan er um
hundraðtals milliónir yvir
eitt langt tíðarskeið, kunnu
heilt fá prosentstig enntá
hálv prosentstig gera sera
stóran mun. Harumframt
má eitt privat partafelag
hava eitt kappingarført
árligt avkast av sínum
eginpeningi. Landið kann
fáa sera góðar lánstreytir.
Rokning uttan vert
MVH sigur eysturoyingar
verða tiknir gíslar og vísir
til, at tað á ólavsøku verða
18 mánaðir síðani P/F
Skálafjarðatunnilin sendi
umsókn til Vinnumálaráð
ið. Her skrivar hann rokn
ing uttan vert, tí landsstýris
kvinnan í vinnumálum
kann ikki taka ábyrgd fyri
vilja og verki hjá undan
farna landsstýrismanni.
Tað eru 3,5 mánaðir síðani
sitandi samgonga tók við.
Hesa tíðina hevur arbeiðs
setningurin hjá mær verið
at finna útav, um til ber at
fíggja hesar stóru verk
ætlanir – Sandoyartunnilin
og Eysturoyartunnilin á
ein slíkan hátt, at tær ikki
ávirka møguleikan hjá
okkum at byggja samfelag
ið út á øðrum økjum. Tað
er hesum uppleggi politiski
arbeiðsbólkurin, við um
boðum frá samgonguflokk
unum, nú fer at arbeiða
víðari við.
Við tilmæltu loysnini
koma eysturoyingar ikki at
gjalda meira, enn teir
annars høvdu gjørt, og tí
gevur tað ikki meining at
tosa um gíslar ella eyka
skatt. Verða tunlarnir
gjørdir sum ein felags
verkætlan, er munurin ein
ans, at tey, sum koyra
gjøgnum Eysturoyartunnil
in, koma at gjalda til sam
felagsíløgur í staðin fyri
avkast til eitt privat felag.
Men her er vert at nevna,
at okkara yvirskipaða mál
er, at tað skal vera lætt og
ódýrt at ferðast kring alt
landið. Tí fari eg eisini í
næstum at seta eina fakliga
nevnd at endurskoða fígg
ingina av samlaða sam
ferðslukervinum í landi
num, so atlit verða tikin til
samfelagsbúskap, um
hvørvi, økismenning og
samhaldsfasta fígging. Í
framtíðini er tí ikki vist, at
tunnilsgjøld verða, sum vit
kenna tey í dag.
Svar til Martin V. Heinesen um Eysturoyartunnilin
BJørt
SamuelSen