fríggjadagur 30. mai 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 102 • 30. mai 2008
Vikuskifti
12
SJÚKRAFLUTNINGUR. Rani
í Líð, Petur av Kák og Niels
Danielsen eru høvuðsleik
arar í hesi mynd av portør
starvinum á Landssjúkra
húsinum. Vit hava tikið úr
rúgvuni av upplivingum, vit
høvdu saman við teimum
eina tólv tíma langa vakt.
Lesið um sjúkraflutning við
ketogandoyvdum sandoy
ingi, stríð móti óskynsom
um loysnum og eitt ísakalt
og angandi andlát
- Blóðtrýstið er ókey! Hann hevur
fingið Primperan, Voltaren og
injektión av Ketogani frá læknan-
um!
Klokkan er trý korter til ellivu
ein vanligan fyrrapart. Vit eru á
veg av Gomlurætt til Havnar. Í
ljósabláari skjúrtu við stuttum
ermum situr 42 ára gamli Petur
av Kák og viðger sjúklingin á
børuni. Tríogtretivu ára gamli
Rani í Líð, sum koyrir sjúkrabil-
in, er í hvítari t-troyggju. Boðini
frá kommunulæknanum eru, at
sjúklingurin, sum er sandoyin-
gur um seksti ára aldur, hevur
gallstein. Ella kanska hjartatrupul-
leikar. Hann hevur ógvuliga ilt og
fær ilt gjøgnum Hudson-masku.
Petur av Kák heldur fram at kunna
vakthavandi í Havn í telefonini:
- Læknin visti ikki, um tað møgu-
liga var gallsteinur. Men hann
helt ikki, at tað var hjartað. Mað-
urin hevur einki tikið fyri hjart-
að. Blóðtrýstið var 152 yvir 85
klokkan 10.36. Vit máta blóðtrýst-
ið aftur nú. Hann saturerar 100,
og pulsurin er 53. Her stendur
returkoyring 1 í journalinum, men
vit koyra kotu 2. So tað er í fínas-
ta ordan. Ókey, bei!
Sjúklingurin er róligur, hóast
hann enn fær ringar ríðir við pínu.
Tá ið herðindini eru harðast, trív-
ur hann við høgru hond í eitt hand-
tak uppi undir loftinum og lyftir
seg uppfrá. Hann spennir, so hvør
spong spílast. Men komin á Vel-
bastaðarháls fjara líðingarnar so
líðandi av. Júst sum Rani hyggur í
speglið, spitar upp og fer fúkandi
fram við einum bili, yvirhálar
Ketoganið pínsluna hjá tí sjúka.
Petur mátar blóðtrýstið. Tað er í
lagi. Ketogankáti sjúklingurin fer
at tosa um gamlar dagar, tá ið
Tórshavn Radio og Reyði Krossur
vóru álitið. Petur smírist heldur
hveppin, men leggur enn dent á
at halda øllum ótta burturi.
- Tú hevur havt herðindi av pí-
nu, ha? Eg síggi, at læknin segði,
at tað kundi vera gallsteinur, og
at tað neyvan var hjartað. Tað
er gott! Koma herðindini í høgru
síðu?
- Ja, svarar sjúklingurin og
leggur so afturat, nøgdur sum
bara ein maður við uppgangandi
kenning kann vera:
- Nei, tað var ikki lív við Reyða
Krossi!
Petur tekur kjansin og smekkar
heitasta politiska evnið á børn-
una: Sandoyartunnilin!
- Hvat heldur tú; skulu vit hava
handa tunnilin?
Men sandoyingurin á børuni
tekur øll á bóli. Hann avdúkar, at
hann ikki torir at siga, at hann er
rættiliga væl nøgdur við Teistan!
Flent verður hjartaliga, og soleið-
is gjørdi eitt leystligt prát um fast
samband høvuðsorsøkin til, at
langi túrurin tóktist munandi stytt-
ri. Tí nú eru vit brádliga beint við
bráðmóttøkuna í G-bygninginum.
Petur loysir blóðtrýstmátaran
av arminum, beint áðrenn vit
bakka inn móti hurðini. Hann
hevur eisini loyst iltslanguna frá,
tá ið Rani togar børuna út. Vit
rulla mannin inn á skaðastovu 1,
har ið læknin tekur um endan.
Ikki bara bl
Reportasja
Høgni Mohr
Rithøvundur
post@sosialurin.fo
Reportasjurøð
- Lívið á Landssjúkrahúsinum