fríggjadagur 30. mai 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 102 - 30. mai 2008
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Karsten Hansen misskilt
sína uppgávu
Tað stendur á fíggjarlógini í løtuni. Hóast ovurstóru
hækkanina av útreiðslunum í komandi fíggjarlóg,
so koma umbønir um pengar allastaðni frá.
Inntøkurnar eru eisini yvirmettar, so fíggjarlógin
kemur at hava hall í ár. Hetta merkir, at
Fíggjarmálaráðið í løtuni leitar við lúsakambi eftir
øktum avgjaldsmøguleikum. Tað seinasta er so, at
tað frá 1. juli ikki longur skal vera loyvt at innføra
sigarettir tollfrítt.
Fyri tað fyrsta, so er tað sera vinnu- og borgara-
fíggindaligt at samtykkja nakað við so at siga
ongum varsli, uttan at hoyra nakran. Fyri tað næsta,
so eigur Karsten Hansen at steðga á eina løtu og
hugsa um, hvat hansara arbeiði er. Hann er valdur
í landsstýrið at umsita fíggjarmál. Hann er ikki
lóggevari, hann er útinnari. Hann hevur ikki fingið
mandat frá Føroya Løgtingi at ansa eftir heilsuni hjá
føroyingum. Tað er heilt einfalt ikki hansara arbeiði.
Harafturat er tað skrúvan uttan enda. Fólk hava
góðgæti við tollfrítt, tá tey hava verið uttanlanda.
Hetta er neyvan heilsugott. Ferðafólk hava javnan
eina fløsku av rúsdrekka við sær. Hetta er heldur
ikki beinleiðis heilsugott. Men soleiðis hava vaksin
fólk valt at disponera. Tað er so nógv her í verðini,
sum ikki er gott fyri heilsuna. Konufólkaskógvar við
høgum hæli eru neyvan góðir fyri føturnar, nógvar
luktilsisvørur eru neyvan heilsugóðar. Merkir hetta,
at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum av sínum
eintingum skal hækka avgjaldið á hesar vørur?
Sjálvsagt ikki. Um KH hevur hug at lóggeva niður um
oyrini á vaksnum fólki um teirra egnu heilsu, eigur
hann at fara úr landsstýrinum aftur í Løgtingið, har
slík politisering eigur heima.
Fólk hava meir og minni skaðiligar óvanar, men talan
er um vaksin folk, ið velja sjálvi. Tað er sjálvandi
gott, um fólk gevast at roykja, men tað almenna
kann bara fara til eitt vist, áðrenn man kemur til
bann. At pilka sigarettir úr tí, ið man fær við sær
til Føroya tollfrítt, er skeivt. Góðtaka vit, at KH við
einum pennastroki kann avtaka tollfríu kvotuna av
sigarettum við heilsu sum argument, so verður bara
ein spurningur um tíð, áðrenn fíggjarmálaráðharrin
ger tað sama við rúsdrekka og góðgæti.
Fyriuttan at atlit mugu vísast til ferðavinnuna, so vísa
hagtøl, at føroyingar - arbeiðsgevararnir hjá KH -
eru sera glaðir fyri tollfríu vørurnar, ið teir hava loyvi
til at innføra. Vit innføra tollfrítt í stórum nøgdum.
Tað er kanska júst tað, sum Karsten Hansen sær sum
ein trupulleika?
Flutningsfyritøkurnar innan ferðavinnuna eru longu
hóttar eftir lívinum av hækkandi oljuprísunum. Við
seinasta pennastrokinum í FMR verða milliónir í
umsetningi tiknar frá hesum feløgum. Og einasti
máti at vinna hetta aftur er væl við øktum prísum, ið
vit øll - eisini ikki-roykjarar - mugu bera.
Samgongan má seta Karsten Hansen uppá pláss, so
føroyingar framhaldandi hava møguleikan at keypa
tollfrítt, um teir hava hug.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Niels Petersen niels@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Barnatænastan er lógar
ásett tænasta ætlað øllum
børnum og barnafamiljum
og fylgir tilráðingum frá
Heilsustýrinum.
Henda tænasta er einasta
heilsufyriskipan, ið er ætl
að sum eitt fakligt trygdar
net á sosiala, heilsuliga og
tí pedagogiska økinum. Tí
er Barnatænastan einasti
myndugleiki, sum kemur
inn til allar barnafamiljur í
Føroyum og sum hevur
samrøður við øll skúla
børn, íalt 7.500 skúlabørn.
Eisini er eitt tætt samstarv
við sosialan, pedagogiskan
og læknaligan mynduleika.
Barnatænastan er saman
sett av heilsufrøðingum, ið
eru sjúkrarøktarfrøðingar, ið
hava nomið sær eina serút
búgving innan heilsufremjan
á barna og familjuøkinum.
Manglandi játtan!
Tað hevur í nógv ár verið
sera torført at fingið fak
fólk við hesi serútbúgving
í starv.
Fyri fyrstu ferð nakaran
tíð eru øll størv sett. Í hes
um døgum, tá tað annars er
stórur mangul upp á starvs
fólk, er týdningarmikið at
halda upp á hesi starvsfólk.
Men við játtanini í fíggjar
lógaruppskotinum ber
hetta ikki til!
Nýggj kunngerð, uttan
viðfylgjandi pening
Í nov 2007 varð nýggj
kunngerð til lóg um fyri
byrgjandi heilsuslkipanir
fyri børn og ung samtykt.
Ráðgeving av starvsfólk
um á m.a á stovnum og
skúlum
Ráðgeving til fakfólk viðv
sálarligari, sosialari og
likamligari heilsu og trivn
að hjá børnum
Eftirlit viðv heilu og
trivnaðarumstøðum á
stovnum og skúlum
Eftirlit viðv reinføri og
heilsu á skúlum
Skúlalæknan er tikin úr
skúlunum, og gevir hetta
Barnatænastuni eisini
munandi størri ábyrgd á
barna, familju og
skúlaøkinum.
Tíðanverri má staðfest
ast, at hóast arbeiðsøki og
uppgávur eru øktar, fylgir
ikki peningur við.
Broytingaruppskotið
Avvarðandi leiðsla er gjørt
varug við hesa støðu, so
skjótt sum fíggjarlógar
uppskotið var fari oman í
tingi, men í broytingarupp
skotinum til fíggjarlóg er
ongin meirjáttan. Ì einum
minnilutauppskotið stendur
enntá, at uppskot er um at
skerja Barnatænastuna við
1,2 mill. Hetta vildi verið at
máa støðið undan stórum
pørtum av hesi tænastu, og
velja vit tí ikki at trúgva at
Føroya Løgting tekur undir
við hesum.
Vónandi vísa landsins
myndugleikar ábyrgd,
soleiðis at henda fyri
byrgjandi og heilsufremj
andi tænastu til okkara
børn ikki verður fyri
vanbýtið. Ov lítil játtan
merkir minni heilsufremj
andi tænastu til børn og
barnafamiljur og kann ikki
forsvarast í einum fram
komnum samfelag, har tað
í løtuni verður sett focus á
fólkaheilsu.
Barnatænastan við sviðið so!
Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar
VÁR Í GoNG
Stóra takk Bjørn Kalsø fyri
skrivið á bls. 15 í Sosial
inum 28. mai 2008!
Við tínum stuðli, kunnu
bæði fólk í Kalsoynni og í
Nólsoynni kenna seg trygg,
at samferðslan kemur á tað
støði, ið útoyggjar hava
tørv á í 2008.
Eg taki fult undir við
áskoðan tíni, at Sam skal
verða trúgvur í siglingini
um Kalsoynna. Tó hongur
tað saman við at Ritan
verður skift út, soleiðis at
við í Nólsoy eisini hava
møguleika at fáa annað
enn trillibøru og persón
bilar til Nólsoyar!
Vónandi kann tú gera títt
til at politikkarar halda orð
og fáa okkum nýggju
ferjuna at røkja farleiðina
um Nólsoyarfjørð komandi
summar. Tað ber til, um
peningur er tøkur at skipa
útbjóðingartilfar, kanna
tilboð o.a., soleiðis at
byggjast kann í januar.
Kanska vit kunnu bakka
ein tumma og siga at tað
gerst ikki við um vit bíða
einar tveir mánaðir, men so
heldur ikki meira.
Okkum er lovað nýggja
ferju á sumri 2009 og tó at
hetta er nakað seinni enn
tað sum áður er lovað
okkum, so seta eg álit á
tykkum fólkavaldu at tit
eisini hugsa um okkum, ið
eru nær og tó so fjar og
kanska telja í so lítið
millum allar atkvøðurnar
norðanfjørðs.
Fá okkum nýggju ferjuna
í bygging og tryggið tykkum
harvið trygga samband
tykkara hjálp til sjálvhjálp.
Við samferðslukvøðu
Fiskimannafelagið heitir á
limir sínar um ikki at gera
sjálvstøðugar avtalur við
reiðarar, hóast meginreglan
er, at slíkar avtalur, sum
ikki eru í samsvar við
sáttmálan, eru ógildugar.
Um fiskimaður kortini
ger serliga avtalu við
reiðara, so kann hetta vísa
seg at hava víðfevndar
neiligar avleiðingar fyri
einstøku sjófólkini. Hesi
kunna fara niður í løn, og
missa aðrar sáttmála og
lógarágóðar, so sum eftir
løn, trygging og frítíðarløn,
hóast hetta er brot á sátt
málan og landsins lógir.
Fiskimannafelagið heitir
á reiðarafelagið, um at fáa
limir sínar um at halda
galdandi sáttmála.
Eisini heitir felagið á
manningarnar um at venda
sær til fiskimannafelagið,
um galdandi sáttmáli ikki
verður hildin, ella um reið
arar royna at fáa øðrvísi
avtalur við manningarnar.
Áheitan á limirnar í fiskimannafelagnum
formaður í Føroya
Fiskimannafelag
JAN HøJGAARd
Sam í Kalsoynna og nýggj Rita til Nólsoyar!
JÁKUP AV
SKARðI