fríggjadagur 30. mai 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 102 • 30. mai 2008
Vikuskifti 11
Landssjúkrahúsið. Ein tignarlig og
trónandi heild, ið vendir út móti
vestaru vág. Ein viðurkend ímynd,
sum næstan tangerar Tinganes
sum skjaldarmerki Tórshavnar.
Kritahvíta Dronning Aleksandr
ines Hospital frá 1924 er sunnasti
parturin, ið bæði er fjálgastur,
elstur og vakrastur byggilistar
liga. Grundin er lagað í sama
stórsligna stíli sum fyrrverandi
sparikassin. Gluggarnir í neðra ha
va hválv. Har eru nógvir útbygning
ar; spelknir kvistar við bogaðum
mønuryggi, og borgartorn, sum
bretta sær á suður móti Sanda
gerði.
Knýttur í henda elsta partin
er Bbygningurin frá 1968. Her
ræður tað vinkulrætta. Ferhyrntir
gluggar standa í ferhyrntum hús
um, klødd við ferhyrntum betong
flísum, sum áður vóru hvítir men
eru gránaðir eftir aldri. Átta
hæddir við víðagitna 8 ovast.
Nýggjasti parturin er Gbygn
ingurin, sum varð tikin í nýtslu
í 2004. Kittið millum 1968 og
2004 er marglætismatstovan
við veldugu vindeygunum og
einum fimm favnum upp undir
loft. Nýggjasti bygningurin er teir
beru gluggar og glas, kransað av
koksgráum grótkarmi. Innast eru
vanlig vindeygu, og leysar uttan á
gluggunum eru grátónaðar, prikku
tar glasplátur. Norðari endi minnir
mest um ein ísakaldan, rimaðan
hjall.
Órættvísi og
eyðmýkt
Hetta sambygda tíðartyssið er
dukandi hjartað í Landssjúkrahúsi
num; almenna stovninum, sum
alsamt slær eitt slag fyri teimum
sjúku. Og innan er altíð yðjandi
lív. Uttan íhald ganga miðvís
og skimandi starvsfólk kyk eftir
gangunum. Við gullreinum sengr
um, ringlandi royndargløsum og
tungum sjúkradagbókum tita
tey tufluklødd eftir blágrøna
linoliinum hjá Aleksandrinu
drotning. Stetoskopini sveiggja
sum kykir klokkupendlar, tá
ið tey snara yvir á ljósabrúnu
tigulflísarnar í Bbygninginum
og kvika sær víðari eftir glitrandi
og glintandi marmorinum í G
bygninginum. Allastaðni ivast
tú ikki í, at tað angar av hesum
eyðkenda sjúkrahúsblandinum
av sóttreinsandi sápu, spritti og
heftiplástri.
Um morgunin eru tún, móttøka
og bíðirúm sum eitt stórt meyru
meingi. Hagar koma fólk stun
andi, stetlandi og stúrandi. Tey
hava ongar stundir at steðga, tí
tey hava tíð. Hýruvognar, høkjur
og hjálpandi hendur eru hvørt
um annað. Øll flutningsamboð
eru til at styðja býarkonur,
bygdamenn, børn, unglingar og
avgomul inn í vónina. Øll hava
tað sama fyri eyga: At leita sær
linna, lívsneyðuga grøðing ella
bara alneyðug svar. Onkur teirra
er ótolin eftir at endurvinna ta
áður óskalaðu heilsuna. Tey
skultra sær og halda seg vera
fyri øgiligum órættvísi. Onnur
krøkja seg eyðmjúkliga í eina
klæna glæmu av lívsvón. Telja
vit hvønn krók og hvørja útryðju á
Landssjúkrahúsinum við, standa
tvey hundrað sengur og áttahundr
að starvsfólk til reiðar at dugna
hesum ymisku fólkum. Gólvvíddin
er tilsamans 48.000 fermetrar.
Ein fermetur til hvønn einasta
føroying.
Sjey subjektivar
greinir
Nakrar mánaðir í 2007 arbeiddi
undirritaði sum dokumentaristur á
Landssjúkrahúsinum. Frá leiðsluni
fekk blaðmaðurin fullkomiliga
fríar teymar at eygleiða og skjal
festa upplivingarnar, hann hevði
saman við nógvum ymiskum
starvsfólkum og sjúklingum.
Næstan alla tíðina var blað
maðurin flugan á vegginum.
Onkur einstøk starvsfólk høvdu,
sum vera man, stundum hug at
kveistra blaðmannin burtur, men
samanumtikið hava ongar forðing
ar verið.
Torførast hevur verið at valt
frá. Undantikið eitt einstakt rend
á stongdu sálardeildina hevur
blaðmaðurin savnað eygleiðing
arnar um hjartað eystan fyri J. C.
Svabos gøtu við at leggja dent
á beinleiðis sambandið millum
sjúkrahússtarvsfólk og sjúkling.
Tíverri hevur hetta við sær, at
týdningarmiklar eindir, sum til
dømis tænastudepilin við sínum
stórt hundrað starvsfólkum, ikki
verða lýstar beinleiðis. Lítið og
einki er nevnt um, at matarliðið
er mett sum eitt tað besta, at
reingerðarfólkini vinda burtur úr
øllum, og at ergoterapi er góð
terapi. Hetta er sum við berandi
bjálkum í einum bygningi. Vit vita
tíbetur, at teir eru har, hóast teir
eru blendaðir burtur.
Blaðmaðurin takkar øllum
starvsfólkum, ið hava tolt og virt
hansara arbeiði hesa tíðina. Eisini
takkar hann øllum brúkarum; frá
gentuni, sum steig inn í heimin
á føðistovuni, til mannin, sum
doyði og varð endaliga kannaður
í líkrúminum. Serstøk tøkk verður
veitt portørunum fyri hugnaliga
samveru og opinleika. Eisini
kveikjandi menningarviðgerunum
og andliga ríkandi reinføris
serfrøðinginum á A3 verður
takkað hjartaliga fyri lívgandi og
reinsandi løtur.
Seinasta heilsan er til frøkun
Krog, sálu, sum altíð tóktist vera
við lið, tey stundum óunniligu
kvøldini, blaðmaðurin sat
einsamallur á A3 og skrivaði.
Høgni Mohr
Lívið á Lands
sjúkrahúsinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Lívið á Landssjúkrahúsinum
Reportasjurøð