Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mai 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 102 - 30. mai 2008 GPG í gjaldssteðg Alt bendir á, at norska fiskivinnufyritøkan GPG Norge fer í gjaldssteðg fyrsta dagin, ella at felagið verður lýst sum trotabúgv. GPG hevur tvey fiskavirkir í Norður­ noregi. Umleið 100 fólk hava arbeitt á virkjunum, men tey hava ikki verið til arbeiðis síðani tann 5. mai. Fiska­ ren skrivar, at bankin, sum hevur fíggjað raksturin, hev­ ur mist tolið við eigarunum. Sambært blaðnum kann arbeiðsfólkið missi nógvan pening, fer felagið av knóranum. Leitaðu eftir sild Íslendska havrannsóknarskipið Árni Friðriksson er júst liðugt at kanna, hvussu nógv er til av sild og svartkjafti á Vesturlandinum, Suðurlandinum og Eysturlandinum. Tað vísti seg, at umleið 1,4 millión tons av sild vóru innan fyri íslendska markið, og tað er ein millión tons minni enn í fjør. Tað mesta av sildini sunnanfyri var frá 1998 og 1999, men longri norðuri var tað serliga sild frá tí stóra árganginum frá 2003, siga fiskifrøðingarnir. Tvey fiskavirkir í Norðurnoregi verða ætlandi stongd (Mynd: Vísir) - Veðrið var gott, og streymurin góður. Havið ger einki uttan so, at tað verður ávirkað av øðrum viðurskiftum. Havið flytir seg ikki av sær sjálvum, sigur Bogi Hansen, havfrøðingur Fyribrigdi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Bogi Hansen, havfrøðingur, sigur, at hann hoyrdi um løgna fyribrigdið í Hvanna­ sundi, tá fólk haðani ringdu til hansara seint mikudagin og søgdu frá tí, tey høvdu sæð. Havfrøðingurin er fyribils av somu áskoðan, sum Lis Mortensen, jarðfrøðingur, sum segði við Dimmalætt­ ing í gjár, at talan helst hev­ ur verið um okkurt oman­ lop. ­ Tað er torført at siga, hvat kann vera hent, so leingi vit ikki vita nakað við vissu, men eg giti mær til, at eitt hvørt er farið fram á landi ella á botni, sigur Bogi Hansen. Eisini aðrastaðni Líkt er til, at fyribrigdið, sum hendi í góðveðrinum í Hvannasundi seinnapartin mikudagin, í ein ávísan mun eisini hevur verið at sæð eitt nú á Árnafirði og Klaksvík. Jógvan Ziska Dahl, havna­ fúti í Klaksvík, sigur við Dimmalætting, at knappliga eina lítla løtu hendan sama dagin var fjøra í Klaksvík, tá tað annars skuldi verið flóð. Samstundis var sjógv­ urin gruggutur. Á Árnafirði súðaði eisini, men Árnafjørður er breiðari enn Hvannasund. Kortini øktist vatnstøðan ein metur um somu tíð, sum fyri­ brigdið var í Hvannasundi, har munurin á hægstu flóð og lægstu fjøru var einar 2,5­3 metrar. Einki av ongum Í samrøðu við Dimmalætt­ ing sigur Tóri Simonsen, sum seinni hetta mikukvøld var í báti á Hvannasundi, at tá fór aftur at súða, men kortini ikki so ógvusliga sum fyrr um dagin. Tóri heldur, at tað, sum hendi hendan dagin, má hava havt okkurt við sjóv­ arfall at gera. Bogi Hansen, havfrøðing­ ur, dugir ógvuliga illa at ímynda sær, at fyribrigdið kann hava havt nakað við sjóvarfall einsamalt at gera. ­ Veðrið var gott, og streymurin góður. Havið ger einki uttan so, at tað verður ávirkað av øðrum viðurskiftum. Havið flytir seg ikki av sær sjálvum, sum hann tekur til. Havfrøðingurin leggur dent á, at tað er sera torført at meta um, hvat tað var, sum hendi, fyrr onkur orsøk kemur undan kavi – so ella so. Havið ger einki av sær sjálvum - Tað er sera torført at meta um, hvat hendi í Hvannasundi, fyrr enn onkur orsøk kemur undan kavi, sigur Bogi Hansen, havfrøðingur - Tað, sum hevur týdning fyri okkum, er at fáa so nógvar ábendingar sum gjørligt, so vit kunnu gera okkum eina heildarmynd av tí, sum fór fram. Tað er ikki vist, at allar frágreiðingarnar samsvara við hvørja aðra, men tær eru týdningarmiklar kortini, sigur Lis Mortensen, jarðfrøðingur Fyribrigdi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Enn hevur Jarðfrøðisavnið ikki havt møguleikar at verið í Norðoyggjum og tosað við fólk, ið eygleiddu tað, sum hendi seinnapartin mikudagin, tá tað fjaraði og fløddi so nógv, sum eingin áður veit um at siga. Lis Mortensen, jarðfrøð­ ingur, sigur, at tá slíkar hendingar fara fram, er omanlop á landi tað fyrsta, ið hugsað verður um, men enn er einki frætt um oman­ lop. ­ Fólk, sum búgva í økin­ um, eru sera staðkend, og tey eru ógvuliga góðir eyg­ leiðarar, tá broytingar fara fram í umhvørvinum. Jarðfrøðingurin sigur, at hóast landið er lutfalsliga lítið, kann enn ikki útilokast, at omanlop hevur verið á landi. ­ Tað kann taka sína tíð, áðrenn fólk hava sæð alt landið kring um á leiðini, har omanlop kann hava verið. Hon sigur, at sárið frá einum møguligum oman­ lopi sæst leingi, og soleiðis fara vit eisini við tíðini at kunna staðfesta, um hetta var orsøkin til órógvið í sjónum, sum mikudagin varð staðfest sunnanfyri byrgingina í Hvannasundi og partvís aðrastaðni í Norðoyggjum. ­ Sum vit hava skilt, var talan ikki um eina veruliga aldu, men heldur um flóð og fjøru, har rættiliga stórur munur var á lægstu fjøru og hægstu flóð. Lis sigur, at sambært teimum upplýsingum, hon hevur fingið og tí, sum frammi hevur verið í fjølmiðlunum, er líkt til, at órógvið sunnanfyri byrging­ ina í Hvannasundi byrjaði við, at sjógvurin fjaraði – og síðan fløddi og fjaraði nakrar ferðir. Vit spurdu, um eitt møgu­ ligt omanlop kann føra til, at sjógvurin fyrst fjarar í sundinum, og síðan fløðir aftur. ­ Jú, tað ber saktans til. Stingur tú hondina knapp­ liga niður í vatn í einum passaligum kari, kemur líka sum eitt »hol« í vatnið, sum dregur til sín. Hevur tú hondina undir vatninum og flytir hana knappliga upp­ eftir, sæst hinvegin ein »toppur« oman á vatn­ skorpuni. Lis sigur, at tey fara at tosa við fólk í Hvannasundi og aðrastaðni, sum vita eitt hvørt at siga um hendingar hendan dagin. ­ Ein »mekanisk« rørsla byrjar við onkrum, og tað kann vera áhugavert at fáa at vita, hvussu fólk upplivdu fyribrigdið hendan dagin – eitt nú, um broytingar í sjónum byrjaðu við, at sjógvurin fjaraði ella fløddi. Hon sigur, at man veit nøkulunda, hvussu sjógvur uppførir seg og tann fyrsti »ringurin«, sum stendst av hendingini, kann avspegla byrjanina og kann kanska geva eina ábending um, hvat tað var, sum hendi. ­ Tað, sum hevur týdning fyri okkum, er at fáa so nógvar ábendingar sum gjørligt, so vit kunnu gera okkum eina heildarmynd av tí, sum fór fram. Tað er ikki vist, at allar frágreið­ ingarnar samsvara við hvørja aðra, men tær eru týdningarmiklar kortini, sigur Lis Mortensen, jarð­ frøðingur. Omanlop nærliggj- andi orsøk Lis Mortensen, jarðfrøðingur