fríggjadagur 30. mai 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 102 • 30. mai 2008
Vikuskifti
10
mítt land
Føroyar
Aftur hesa vikuna vóru fimm spennandi evni umrødd í sendirøðini “Føroyar mítt land”,
sum er á Rás2 hvønn gerandisdag. Sendingarnar hesa vikuna verða savnaðar í eini
sending á Rás2 sunnudagin klokkan 13. Innihaldið í teimum fimm sendingunum hesa
vikuna var: eitt sindur um lívsleið Símun Jógvanssonar av Glyvrum, sum búsettist í Hoyvík
í 1835; um kirkjuna á Kirkju í samband við 75 ára dagin, ið hildin verður sunnudagin 1.
juni; um føroyska tjóðbúnan, hesa ferð um vestin; um rutukoyring eftir Oyggjarvegnum
tíðliga í sekstiárunum, áðrenn vegurin varð samanbundin á Hórisgøtu; og seinasta
sendingin í vikuni, fríggjadagin 30. mai, hevði samband við at henda dagin fyri 100 árum
síðani varð Sanatoriið í Hoydølum tikið í brúk. Tey, sum løgdu sendingarnar til rættis
hesa vikuna, vóru Ólavur Clementsen, Jenny Lydersen, Nicolina Jensen Beder, Magnus
Gunnarsson og Hanus A. Samuelsen.
Rás2, sunnudagin klokkan 13
Føroyar mítt land í næstu viku:
2/6 Turið Sigurðardóttir
3/6 Andreas Andreasen
4/6 Nicolina Jensen Beder
5/6 Janus Mohr
6/6 Hanus Kamban
Hvønn gerandisdag kl.8, kl.9, kl.22 og kl.23, (týsdag tó 22.30)
Føroyar mítt land
Eftir at rithøvundin Salman
Rushdie gav út bókina Satanisku
Ørindini 1988, fekk hann ein
sonevndan fatwa-dóm hangandi
yvir høvdið. Tað var iranski
leiðarin Ayatollah Khomeini,
sum heitti á einhvønn, sum hevði
møguleikan til tað, at gera av
Rushdie. Á einari bókastevnu í
Wales nú um dagarnar tosaði
Salman Rushdie um truplu árini
við hóttandi deyðadóminum.
- Eg varð noyddur at skilja, hvat
tað var, sum eg stríddist ímóti,
og hvat eg stríddist fyri, segði
Rushdie, sum takkaði teimum
mongu, sum høvdu hjálpt honum
og stuðlað honum í truplu tíðini.
Rushdie takkar
sínum stuðlum
Jákup Dahl, próvstur, og H. Ringberg,
amtmaður, saman við nøkrum av Føroya
prestum uttan fyri kirkjuna á Kirkju í
samband við vígsluna 28. mai 1933
Mynd: Føroya Fornminnissavn