fríggjadagur 30. mai 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 102 - 30. mai 2008
Tey, ið hava hug at upp
liva nakað ekstremt
í morgin, fáa høvið
til hetta í morgin. Tá
verður nevniliga møgu
leiki at síga í berginum
vestantil á Sandoynni
Ferðavinna
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Sandoy: - Vit fáa ofta fyri-
spurningar um møguleikar
fyri ekstremum ítrótti í Før-
oyum. Tað hevur higartil
verið trupult at eftirkoma
hesum ynskinum.
- Men nú hava vit so gjørt
okkara til at bjóða føroying-
um og útlendingum ein
einastandandi møguleika at
kunna síga í bjørgunum her
í Lonini, sigur Fríðtór Deb-
es, leiðari á kunningarstov-
uni í Sandoy.
Hetta tiltakið varð roynt
fyri innbodnum fyrr í mán-
aðinum, og fekk hetta sera
góð ummæli frá teimum
sum royndu hetta. Nú er ætl-
anin at almenningurin skal
sleppa at royna hetta ekstr-
ema, at kunna síga 300
metrar niður á einum staði
tey nevna í Lonini.
Sagt verður frá góðum
líkindum leygardagin, og tá
verður á fyrsta sinni roynt
at síga í bjørgunum saman
við áhugaðum fólki.
Ganga og síga
Leygardagurin er serstakur
dagur, við tað at tað verður
ókeypis at sigla við Strand-
ferðsluni. Tí verður vónað,
at mong fara at leggja leið-
ina til Sandoynna í hesum
sambandi.
Fyrireikararnir hava fyri-
reikað seg væl, og lagt alt til
rættis, soleiðis at øll skulu fáa
ein góðan túr burtur úr tí.
Ferðina byrjar á Gomlu-
rætt fyri tey, ið koma norð-
anfjørðs. Tá fer báturin av
Gomlurætt kl. 8:45, og í
Skopun stendur bussur fyri
fólki og koyrir tey tað vakra
strekkið til Søltuvíkar og
aftur eftir loknan túr.
Úr Søltuvík verður farið
til gongu við kønum fólki,
sum á teirri umleið 75 min-
uttir longu gonguferðini
greiðir frá ymiskum viður-
skiftum í oynni.
Tá komið verður til stað-
ið, har sígast skal, verður
ein góður biti við føroyskum
viðskera at fáa hjá fólki, aft-
urvið einum góðum drekka-
munni.
Síðani er løtan komin til
teirra, ið hava hug at síga
niður í Lonina. Hetta verður
leitt av kønum monnum, ið
hava roynt hetta mangar
ferðir áður.
- Tað eru kanska ikki øll,
ið hætta sær at síga í Lonini.
Hesi kunnu kortini fáa ein
frálíkan túr, tí náttúran sjálv
er bæði stórsligin og vøkur,
sigur Fríðtór Debes.
Eftir at liðugt er at síga
verður farið til gongu, og
tekur hesin túrurin slakar
45 minuttir. Gingið verður
til bussin, sum koyrir fólkið
aftur til Skopunar.
Sleppa at síga á fyrsta sinni
- Nú kunnu tey ekstremu sleppa at royna seg í bjørgunum
á Sandoynni, sigur Fríðtór Debes, leiðari á Sandoyar
Kunningarstovu
Mynd: Jens Kristian Vang
Mánadagin verður
ein serstakur møgu
leiki at ganga fjøll
ini norðarlaga á
Streymoynni. Tá
skipar fyritøkan
Faroe Adventure
fyri eini slíkari ferð
fyri føroyingum og
útlendingum
Ferðavinna
Snorri Brend
Norðurstreymoy:
- Vit
ætla at læra fólk at kenna ta
føroysku
náttúruna
og
síggja, hvussu vøkur hon
er. Og so ynskja vit eisini at
vísa á, hvussu neyðugt tað
er at hon ikki verður oyði-
løgd, sigur Eyðun Berg frá
Faroe Adventure.
Í eina tíð hevur verið
arbeitt við at fyrireika eitt
tilboð til øll tey, sum hava
áhuga fyri at ganga í fjøll-
unum.
Nú fáa hesi ein spennandi
møguleika at vitja fjøllini
norðarlaga á Streymoynni og
sleppa haraftrat at uppliva,
hvussu tað er at sova í tjaldi
úti í føroysku náttúruni.
Fyri 1500 krónur kunnu
fólk nú fáa hesa uppliving-
ina, har stórur dentur verður
lagdur á trygdina. Við í
kostnaðinum er eisini mat-
ur, ferðaleiðari, tjalding og
annað.
- Upplivingarnar á ferðini
eru kortini ókeypis!, sigur
Eyðun Berg við einum
brosi.
Fyrsta ferðin verður gjørd
nú mánadagin. Neyðugt er
at tekna seg hjá Eyðuni á
fartlf. 287373, tí ferðin
verður bert gjørd um minst
fýra luttakarar boða frá
luttøku.
Í fyrstu syftu er ætlanin
at gera túrar í Streymoynni,
men sum skilst eru eisini
fleiri áhugaverdir møguleik-
ar í Suðuroynni.
Varðveita náttúruna
Tað eru helst tey, ið sita heima
og droyma um ein gongutúr í
fjøllunum við ferðaleiðara,
yvirnátting, góðum mati og
góðari uppliving.
Henda tørvin ætlar nú
Faroe Adventure at hjálpa
fólki við, sum ein part av
arbeiði teirra at skipa eina fyri-
tøku á vistfrøðiligum støði.
Lagt verður til brots frá
Leynavatni á middegi fyrra
dagin, og síðani verður
gingið niðan á fjøllini, har
møguleiki er at fara á toppin
á Sneis. Haðani verður
leiðin løgd ímóti Vestmanna
og at enda verður kósin sett
ímóti Saksun, har komið
verður um nátturðatíð kvøld-
ið eftir.
Á ferðini verður sovið í
tjaldi, eins og alt verður gjørt
fyri at luttakararnir ikki á
nakran hátt skulu ganga
svangir. Borðreitt verður við
góðum og orkugevandi mati,
soleiðis at fólk megna henda
túrin, sum annars krevur eitt
sindur av tí einstaka.
Í
fyrireikingunum
til
henda serstaka gongutúrin
hava fyrireikararnir lagt dent
á, at tey luttakandi uppliva
vakurleikan og friðin, sum
valdar í føroysku náttúruni.
Eitt annað endamál er at
vísa fólki á týdningin av at
fara væl um náttúruna. Á
túrinum verður tí skipað fyri,
at hvør einstakur luttakari
skal taka okkurt ruskið, sum
sløðist í náttúruni við sær
heimaftur til ruskspannina.
- Alt ger mun. Á henda
hátt kunnu vit so líðandi
minka um dálkingina av
náttúruni, sigur Eyðun Berg.
Sunnudag 15. juni verður útferð gjørd til Stóru Dímunar
við útróðrarbátinum »Hvíthamri« av Sandi um viðrar
Stóra Dímun: Ætlanin er at fara úr Sands Havn kl. 10.30,
har siglt verður við hesum útróðrarbátinum út í oynna.
Umborð er tað bátasmiðurin, Jóan Petur Clementsen, ið
er skipari. Tá komið er til Dímunar, verður gingið upp
gjøgnum Kleivina, saman við Dímunarbóndanum. Hann
verður eisini ferðaleiðari á oynni, her hann vísir fólki runt
og greiðir frá.
Sagt verður, at túrurin verður einans sigldur, um veðrið er
til vildar. Neyðugt er at melda til á Sandoyar Kunningar-
stovu. Pláss er fyri 12 fólkum.
Ætlanin er at gera nakrar túrar út í Dímunar nú í summar
um veður og vindur loyva tí. Ber ikki til hjá fólki at fara á
túrin 15. juni, verður hesin møguleiki aftur 29. juni, 13. juli,
20. juli og 10. august. Teistin siglir av Gomlurætt kl. 9.45 og
í Skopun er busssamband til havnina á Sandi.
sb.
Fara til Dímunar við báti
Føroyska náttúran er vøkur. Tað ynskir Faroe Adventure at vísa føroyingum og útlendingum á
Aktivur og vistfrøði
ligur túrur í fjøllunum
Alt er gjørt so at luttakararnir skulu fáa eina veruliga uppliving
í náttúruni. - Neyðugt er við góðum og orkugevandi mati á
slíkari ferð, sigur Eyðun Berg sum her stendur fyri matgerðini