fríggjadagur 30. mai 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 102 • 30. mai 2008
Vikuskifti
9
Henry ræðist
Føroyar
Franski álopsspælarin Thierry Henry viðgongur, at
hann umhugsar at gevast á franska landsliðnum
eftir EM-endaspælið í summar. Onkur av
brúkarunum av heimasíðuni nym.fo vil verða við, at
tað kanska er orsaka av flogferðini til Føroya í fjør,
tá ið franska landsliðið fekk ein harðliga lending.
Frakland skal aftur til Føroya at spæla í næstu
undankapping, og tað hevur kanska fingið Henry at
umhugsa at gevast á landsliðnum.
Í rangastrúpan
Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið
heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við
teimum útsagnunum, sum vit hava prentað
niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á
prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja
vit við hesum senda eina áheitan til lesarar
okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar
ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu
miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast
okkum við bæði bræv- og telduposti.
Men vit geva tey ikki
Vit hava lyftir til øll endamál
Lýsingaskelti í Havn
Hví plaga tey annars at spara vatn?
Fyri fyrstu ferð í mong ár noyðast fólk í Hovi at spara vatn
orsakað av turki
Olivant
Øhh, hvat við fiskaprísinum
Fiskimenn mótmæla oljuprísinum
Olivant
Allastaðni eru teir
Pedagogar í Pakkhúsinum
Olivant
Vónandi gongur betur hesaferð
Høgni Hoydal á vitjan í Noregi
Olivant
Vónandi ætlar hon ikki at renna til Scrabster
Walisiska Rosie Swale-Pope kemur fyrsta dagin við Norrønu.
Síðani oktober 2003 hevur hon runnið allan heimin runt. Frá
Føroyum skal hon víðari til Scrabster.
Dimma
Darwin fór skeivur
Visti tú, at vespan fyrstu ferð varð sædd í Gundadali í 1999
Morgunsendingin í ÚF
Landsstýrið hevur júst sett ein
tunnilsbólk at arbeiða við stóru
útbyggingunum av føroyska
veganetinum – millum
annað undirsjóvartunnilin
til Sandoyar. Sosialurin
hevur fingið innlit í partar av
arbeiðnum hjá bólkinum, og
ein alternativur møguleiki
til undirsjóvartunnilin er ein
siglandi bussur, sum kann
verða í pedulfarti millum
Gomlurætt og Skopun.
Hvar er
bólturin
Spanski tennisspælarin
Rafael Nadal sær
lættari órógvaður út í
hesari støðuni. Hann
sær ikki út til at vita,
hvar bólturin er, men
hann var kringari í
øðrum støðum, tí
hann vann hendan
tennisdystin ímóti Denis
Gremelmayr 6-1, 6-0.
skemt
Tað er
ivaleyst ein tulk-
ingarspurningur,
um kongshúsið
er innanlands-
tíðindi í Føroyum
ella ikki. Onkur
vildi ivaleyst
hildið, at hatta
danska fjasið
hevur einki
við Føroyar
at gera, men
realisturin
vildi sagt, at
kongshúsið er eisini kongshús
fyri føroyingar. Dimmalætting er í øllum førum ikki í iva um, at kongaliga brúdleypið
í Danmark farna vikuskiftið eru tíðindi, sum koma undir teigin “Innanlands”. Sjáldan
hevur “Innanlands” staðið við so stórum og bjørtum stavum í gomlu Dimmu.
Okkara prinsessa
Alternativið til tunnilin