Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mai 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 102 - 30. mai 2008 31. mai er altjóða roykfríur dagur, og hann verður eisini hildin í Føroyum. World Health Organ­ ization (WHO) stuðl­ ar degnum, World No Tobacco Day ROYKING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Sambært WHO er »tubbak høvuðsdeyðsatvoldin í heiminum. Tað er einasta brúkaravøra, ið drepur, tá hon verður brúkt. Tubbak drepur upp móti 50% av brúkarunum. Ágrýtin eggj­ ar tubbaksídnaðurin ung­ fólki til at royna hetta ógvuliga vanaelvandi evni, ið ein lættliga kann gerast bundin at alt lívið«. Evnið á roykfría degnum er »Tubbaksfríur ungdóm­ ur«. Fólkaheilsuráðið skipar fyri fleiri tiltøkum hendan dagin. Ein teknikapping fyri børn og ung upp til 14 ár hevur verið vikurnar fyri 31. mai, og vinnararnir eru kosnir. Eisini hevur Viku­ blaðið í saman við Fólka­ heilsuráðnum stuðlað eini spurnarkapping, og vinnarin var kosin í gjár. Tey seinastu mongu árini hevur tað eydnast Klaksvík rættiliga væl at forða fyri, at ung fara at roykja. Til heystar fer Fólkaheilsuráðið at skipa fyri einum fundi fyri umboð fyri Kommunu­ felagnum og skúlum at eggja øðrum plássum í landinum til at taka hetta góða úrslit til sín. Roykikanning Hvat kunnu fólk so gera? Roykjarar verða eggjaðir til at royna at leggja av í ein dag. Hvørt ár eydnast tað milliónum av fólki at leggja av uttan stórvegis hóvasták. Fólkaheilsuráðið hevur útarbeitt nøkur góð ráð til tey, sum kundu hugsað sær at lagt av, og tað ber til at fara inn á heimasíðuna at lesa hesi ráðini. Heimasíðan eitur www.folkaheilsa.fo. Eitt gott hugskot er at gera heimið roykfrítt. Tað er ein lættur máti at verja børn móti passivari royking. Men roykfrí heim eru ikki bert góð fyri heilsuna hjá børnum og ikki­roykjarum. Kanningar vísa, at børn, sum búgva í roykfríum heimum, fara helst ongantíð at roykja. Tøl úr Klaksvík vísa eisini, at so er. Eitt roykfrítt heim hjálpir eisini roykjarum. Kanningar vísa, at roykjarar stremba meiri eftir at leggja av at roykja, um teir búgva í einum roykfríum heimi. Til ber at síggja meiri um hesar kanningar á omanfyri nevndu heimasíðu. Í morgin er roykfríur dagur 496 tekningar komu inn til teknikappingina. Vinnararnir vóru upp til 7 ár: Andrew Gunnarsson, Hoyvík, 7-10 ár: Eyðun Mellemgaard, Vestmanna og 11-14 ár: Sólfríð Hjørleifsdóttir Joensen, Vestmanna. Hans Pali Strøm, landsstýrismaður, handaði vinnarum peningagávu Tað ringasta farið Ólafur Ísleifsson, sum er professari í búskapi á lærda háskúlanum í Íslandi, heldur, at kreppan, sum rakti íslendskt vinnu­ og handilslív herfyri, er farin at hasa av, og at tað ringasta er farið. Í einum fyrilestri í Stockholm segði Ólafur Ísleifsson, at støðan var ringast í mars, tí tá hevði marknaðurin lítið og einki álit á teimum íslendsku bankunum. Nú hevur Seðlabankin fingið heimild at læna pengar, og tað tryggjar bankarnar, segði hann. Heimasíðan hjá Faroe Petroleum hevur vunn­ ið prísin sum besta heimasíðan í ár. Tað er Sansir, sum hevur gjørt heimasíðuna úr enda í annan HEIMASÍÐA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað er Investor Cronicle hjá Financial Times, sum á hvørjum ári skipar fyri fleiri ymsum kappingum fyri virkir á sonevnda AIM­ marknaðinum. Hetta eru virkir, sum eru á veg fram, men enn ikki eru nóg sterk at fara út á the Main Market. Tað eru umleið 1700 virkir skrásett hjá AIM, teirra millum Faroe Petroleum, sum telist millum 100 tey sterkastu. Ein nevnd nominerar seks heimasíður, og so verða tað lesararnir hjá Investor Cronicle, sum velja bestu heimasíðuna, og tað valið fall á Faroe Petroleum. Tað er lýsingafyritøkan Sansir, sum hevur gjørt heimasíðuna í samstarvi við og eftir ynskjum hjá Faroe Petroleum. Tað er Elin Michelsen á Sansum, sum hevur staðið fyri arbeiðinum at gera heimasíðuna. ­ Vit eru sjálvandi ógvu­ liga fegin og errin av at heimasíðan hjá Faroe Petroleum hevur vunnið hesa virðislønina, sigur Elin Michelsen. Hon sigur, at heimasíðan er føroysk burturav, og alt arbeiðið er gjørt av einum toymi á Sansum. ­ Bæði design og innihald er skapt á Sansum. Vit hava sjálvandi fylgt ynskjum hjá Faroe Petroleum, men vit hava somuleiðis verið noydd at fylgt strongu lóg­ arkrøvunum, sum AIM setur til heimasíður, sigur Elin Michelsen. Brúkaravinarlig Sansir hevur lagt stóran dent á, at heimasíðan skal verða brúkaravinarlig, men eisini, at fólk skulu kunna brúka hana interaktivt. ­ Um fólk ynskja nakað meira enn bert turr tøl, so skulu tey hava møguleikan at spæla sær eitt sindur á síðuni, sigur Elin Michelsen. Tað verður gjørt nógv burtur úr, tá hesar virðislønir verða lætnar. ­ So sum eg havi skilt tað er tað ein stórhending, tá virðislønirnar verða lætnar. Skipað verður fyri einum rættiligum gallakvøldi. Meiningin var, at Niels Sørensen skuldi vera við og taka ímóti virðislønini, men orsakað av ov stuttum skot­ brá bar tað honum ikki til at fara til London, sigur Elin Michelsen. Í staðin var tað Julian Riddick, sum er skrivari hjá Faroe Petroleum, ið tók móti virðislønini, felagsins vegna. ­ Hetta er eitt stórt herða­ klapp og vísir, at vit kunnu, bara vit vilja, sigur Elin Michelsen, sum altso hevur staðið á odda fyri at menna heimasíðuna hjá Faroe Petroleum. Sansir altjóða virðisløn Elin Michelsen, projektleiðari, við eini uppvarping av heimasíðuni hjá Faroe Petroleum Mynd: Álvur Haraldsen Julian Riddick (í miðjuni) tók móti virðislønini á gallakvøldi í London í gjárkvøldið