fríggjadagur 30. mai 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 97 • 23. mai 2008
minst. Eitt skeivt orð, og tú varð
tikin og píndur.
Eingin tordi heldur at nevna
loyniløgregluna við navni. Tað
nærmasta var at nevna hana
“dreingirnar við teimum bláu
eygunum”. Tá vistu øll, hvat tað
snúi seg um.
Tað bar heldur ikki til at senda
brøv millum lond. Var tað roynt
komu tey als ikki fram.
Andrea greiðir frá, at hetta situr
so fast í mammuni, at tá hon enn
í dag koyrir eitt pappír í skrell,
syrgir hon altíð fyri at skræða tað
í smá petti. Loyniløgreglan plagdi
nevnliga at leita í skrellispannum,
og tí ráddi um, at hon ikki kundi
finna skjøl, sum vóru so mikið lítið
skrædd, at tey kundu vera sett
saman og lisin.
Í Rumenina var fosturtøka
bannað. Men hetta var ikki av
etiskum grundum. Hetta var fyri
at fáa fólkatalið i landinum at
økjast mest møguligt. Hetta kann
so vera sínar sakir. Men kvinnur
máttu javnan kannast hjá lækna,
hvørt tær høvdu fingið framt
ólógliga fosturtøku.
Grussan Elana
Støðan gjørdist verri og verri í
landinum. Støðan hjá forsetakonuni
Elana Ceaucescu bøttu ikki um.
Hon var illi andin hjá Nicolae. Hon
fekk heilt stórt vald. Millum annað
skuldi øll skúlabygging góðkennast
av henni.
Roynt var at gera hana nógv
meira enn hon var. Hon hevði
lítlan og ongan lærdóm. Hóast
hetta varð hon sett fram sum eitt
flogvit, sum gjørdi seg galdandi
innan ymisk vísindaøki. Men
hetta var alt fupp, og var bert ein
liður í hesi persónsdyrkan.
Hon fekk heiðursprógv frá ym
iskum lærdum háskúlum, eisini
í London, fyri sínar vísindaligu
ritgerðir, men sum onnur høvdu
skrivað. Men tá ið sannleikin kom
fram varð hetta alt afturtikið.
Henda persónsdyrkan varð
eisini førd inn í skúlarnar, har
børnini vóru lærd, at Elena og
Nicoalo Ceucesco vóru sum
foreldur hjá teimum. Hetta førdu
tey eisini fram í rættamálinum,
sum førdi til teirra avrætting.
Hvør skúlabók hevði mynd av
Ceaucesco á fremstu síðu.
Ceausescu sjálvur dugdi eisini
at føra seg fram uttanlands. Í 1980
var hann á statsvitjan í Danmark.
Í hesum sambandi vóru hansara
røður útgivnar á donskum, og hann
fekk Elefantordanin. Tá ið tað
rættuliga kom fram, hvat bølmenni
hann var, varð elefanturin afturtikin.
Fólkið gjørdi bart
Hetta gjørdist at enda ov nógv fyri
fólkið. Og í 1989 varð gjørt bart og
fólkið gjørdi uppreistur. Tey bæði
royndu at rýma, men vóru tikin og
sett fyri ein standrætt. Tað varð
gjørt skjótt av. Tey vóru avhoyrd,
dømd til deyða og beinanvegin
skotin. Hetta sást í sjónvørpum
um allan heimin. Hetta gjørdist
eisini minniligt, tí alt hetta gekk fyri
seg á jólum. Men tá lætnaði hjá
mongum.
Tað vóru altjóða atfinningar um,
at rættargongdin ikki var rættvís.
Men her var neyðugt at gera
skjótt av. Vandi kundi vera fyri,
at russarar vildu bjarga “sínum
manni”, og eisini mátti forðast fyri,
at stuðlar hjá hjúnunum báðum
fingu høvdið fyri seg aftur.
Nú gongur framá
So er spurningurin, hvussu støðan
er nú í Rumenina. Fyrst og fremst
hava teir fingið frælsi. Teimum
nýtist ikki longur at vera rædd
fyri at siga sína hugsan, og nú er
eisini møguligt at ferðast uttan
avmarkingar.
Alt er ikki nóg gott enn, og
tað tekur sína tíð at koma
burtur úr eini skeivari gongd.
Innan heilsuverkið ruggar ikki
rætt enn. Hóast øll viðgerð skal
eitast fyri at vera ókeypis, so má
gjaldast undir borðið til mong lið í
viðgerðarskipanina.
Stættarmunurin er framvegis
ov stórur. Tey eru nøkur, sum hava
tað gott. Miðalklassin er minni
her enn í nógvum øðrum londum.
Tískil eru nógv, sum langt frá
hava tað nóg gott enn.
Men tað er vón fyri framman.
Rumenia er komi í ES við øllum
teimum møguleikum, sum hetta
gevur.
Tað gongur framá, men nógv
halda tað ikki ganga nóg skjótt.
Men Andrea sigur við sínar
ótolnu vinir heima í Rumenia, at
hon sær í hvussu er mun hvørja
ferð, hon kemur heim.
Nú er eisini satt trúarfrælsi.
Fyrr var ein veruligur vandi í at
vísa seg í eini kirkju. Loyniløgregl
an var eisini til staðar har. Annars
eru Constantin og Elana limir í
ortodoksu kirkjuni, men tey leggja
dent á, at tey eru hóglig.
Hava álit á
forsetanum
Høvuðsvinnurnar í Rumenia eru
annars olja, alumininum, stál og
landbúnaður. Tað er eisini nógv
kol, men góðskan á kolinum er
ikki góð.
Annars er Rumenia eitt uppá
seg stórt land. Tað er 237.500
ferkilometur og her búgva um
21 mill. fólk. Umleið 88% av
fólkinum eru etniskir rumenarar.
Meginparturin av restini eru
ungarar. Hesir hava ofta hildið
seg vera fyri vanbýti í landinum.
Forsetin í Rumenia eitur Trajan
Básescu, og tey eru øll samd um,
at hann er ein góður maður. Hann
hevur eina greiða kós, og hann dug
ur eisini at seta sínar ætlanir í verk.
Hvussu endaði
dóttirin í Føroyum?
Elena og Constantin eru bæði
verkfrøðingar. Tey giftust í 1968,
og tey fingu bert tað ein barnið,
Andreu, sum er fødd í 1969.
So er spurningurin, hvussu ein
rumensk genta endar í Havn?
Jú, tað er gjøgnum alnótina!
Tey bæði fóru at chatta saman.
Hetta endaði við, at Ernst fór
til Rumenia at ferðast. Tey fullu
bæði fyri hvørjum øðrum. Ikki var
tað verri, at foreldrunun eisini
dámdu væl Ernst.
Tey blivu gift í eini
ortodoksari kirkju í Rumenia.
Hetta var nógv øðrvísi enn í
Føroyum. Ortodoksa kirkjan er
kend fyri at gera meira burturúr
tí glæsiliga, enn vit kenna
til. Tí mátti presurin hava ein
hjálparmann undir vígsluni. Ein
partur av vígsluni er, at hvør av
pørtunum hevur ein manligan og
ein kvinnuligan gubba. Hesi verða
so eisini gubbar tá og um, tað
koma børn. Verður tað ein genta
er tað kvinnan, og er tað ein
drongur verður tað maðurin, sum
verður gubbi.
Andrea trívist væl í Føroyum.
Hon er útbúgvin verkfrøðingur, og
hon hevur gott arbeiði í Havn.
Annars hevur verið so mikið
av sambandi millum Rumenia og
Føroyar, at fleiri rumenar búgva í
Føroyum. Hetta samband er eisini
við teimum nógvu ferðunum við
klæðum og øðrum til Rumenia. Men
hetta er meira norðalaga í landinum.
Tað var stak hugnaligt at hitta
hesa rumensku familju og at fáa
innlit í eitt lív, sum hevur verið
so nógv øðrvísi enn tað, sum vit
kenna til.
Vit ynskja teimum góða ferð
heim aftur og ynskja teimum væl
komin aftur.
Ortodoks kirkja í Rumenia
Bygd í Rumenia
Tjóðartingið í Rumenia. Hetta sær
gott út. Men sum ting var tað bert
eitt eiti.