fríggjadagur 30. mai 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 102 - 30. mai 2008
Fiskurin verður dýrari
Tann høgi oljuprísurin ávirkar nú fiskaprísin í Danmark, og
tað ger, at tað verður dýrari at fara í handilin at keypa sær
fisk til døgurða. Formaðurin í danska fiskimannafelagnum,
Flemming Kristensen, sigur við DR, at í handlinum fer prís
urin á fiski minst 10 prosent upp. Hann heldur, at almennur
stuðul ella minni avgjald er tað einasta, sum kann tálma
prísinum, men danskir fiskimenn fara tó neyvan í verkfall
fyri at fáa stuðul, sigur hann.
Kunna seg í Íslandi
Sunnudagin kemur ein grønlendsk sendinevnd til Íslands
at kanna, hvussu íslendingar hava skipað stórídnaðin og
serstakliga tey ovurstóru aluminiumsvirkini. Sendinevnd
in skal vitja á Eysturlandinum, og sunnudagin skulu
umboðini vitja aluminiumsvirkið á Reyðarfirði. Alcoa,
sum skal byggja aluminiumsvirki í Grønlandi, sigur hetta
virkið. Dagin eftir vitjar nevndin eitt annað virkið, og
týsdagin fer at hon at tosa við kommunupolitikarar.
Danska húsmóðurin skal rinda minst 10 prosent meiri fyri fiskin
Mynd: DR
ÆTTARSTEVNA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Leygardagin 14. juni hittist
Davidsenættin í Glæmuni í
Kvívík. Høvið til hesa ætt
arstevnu er, at Bertie David
son úr Kanada vitjar saman
við konu síni.
Bertie er abbasonur Johan
Hendrik Davidsen, sum
flutti til Kanada í 1903. Joh
an Hendrik var sonur Aggu
steinus og Biritu Davidsen í
Kvívík, og eru tað teirra
eftirkomarar, ið hava tikið
stig til samkomuna.
Johan Hendrik, sum í
Kanada
varð
kallaður
Harry, var føddur 17. des
ember í 1879. Sum ungur
fór hann til sjós. Hann var
við enskum trolara, til hann
flutti til Kanada í 1903.
Næstu fýra árini arbeiddi
hann sum arbeiðsmaður í
fiskivinnu og landbúnaði í
Siglunesøkinum, til hann
giftist við Wilhjelminu 7.
mars í 1908. Navnið Siglu
nes man vera frá íslendskum
niðursetufólki.
Wilhjelmina var eisini
føroysk, fødd á Válinum 7.
februar í 1884, dóttir Peter
Frederik Johannesen og
Angeliku, f. Reinert. Hon
flutti eisini til Kanada í
1903 saman við systrunum
Súsonnu og Tomminu og
einum beiggja, Ragnvald.
Vit vóna sjálvandi at
síggja so nógv skyldfólk
sum gjørligt hendan dagin,
sigur Marjun í Gong, fyri
reikari. Johan Hendrik var
langommubeiggi Marjuna.
Dóttir Marjuna, Lindis,
hevur havt teldusamskifti við
Bertie Davidson, og eitt
systkinabarn hansara, Lind
en Davidson. Nógv er at
síggja um ættina á heima
síðuni: www.faroeiceland.ca
Aggusteinus og Birita Dav
idsen fingu 11 børn. Tey
vóru:
Rakul Davidsen
Anna Davidsen
Dávur Davidsen
Julianna Davidsen
Hanus Davidsen
Kristianna Davidsen
Johannes Davidsen
Joen Hendrik Davidsen
Mikkjal Pauli Davidsen
Sunnuvá Davidsen
Magnus Davidsen
Bátafelagið Naddodd
ur á Tvøroyri fekk
hóskvøldið handað
gávukekk á 10.000
krónur frá Sjóvinnu
deplinum. Hetta er tøkk
fyri góðu umstøðurnar
og tænastuna, ið Sjó
vinnudepilin hevur
nýtt í samband við
trygdarskeið
GáVA
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Sjóvinnudepilin hevur havt
manningarnar á skipunum
hjá Strandferðsluni til trygd
arskeið á Tvøroyri. Sum út
gangstøði verður roynt at
hava skeiðini umborð ella
nærhendis skipunum, og ikki
t.d. í skúlastovum. Skeiðini
hava verið á Tvøroyri og øll
útgerð var umborð á Smyrli.
Men nógv praktiskt er við
víkjandi slíkum skeiðum,
nógv útgerð, og síðani var
farið á sonevndu Hvítanes
brúnna á Tvøroyri.
Men so varð víst til Helga
Enni og Bátafelagið Nadd
odd og neyst teirra. Har
hevur Sjóvinnudepilin notið
góðar umstøður. Kynt var í
ovninum, og so komu skeið
sluttakarar til heit høli, heitt
kaffi og góðar umstøður at
skifta og spula og turka
draktirnar. Nú var ikki long
ur talan um kaldar skeiðslut
takarar og vátar draktir at
frakta aftur til Havnar.
7 skeið hava verið, og
sum nakað eyka, so hava 40
fólk fingið fingið lut í tí, at
tyrlan tvær ferðir hevur ver
ið partur av skeiðunum.
Nú liðugt er við skeiðun
um á hesum sinni, vildi Sjó
vinnudepilin fegin vísa sína
tøkk til Bátafelagið Nadd
odd, sigur Lassi Borðoy frá
Sjóvinnudeplinum.
Og
hóskvøldið
hittust
manning frá Naddoddi og
manning frá Sjóvinnudeplin
um í Naddoddaneystinum á
Tvøroyri, har Lassi Borðoy
handaði Helga Enni frá
Bátafelagnum Naddoddi ein
gávukekk á 10.000 krónur.
Um ynski framyvir er um
at hava trygdarskeið á Tvør
oyri, so er ongin forðing
fyri hesum, eru báðir partar
samdir um.
Naddoddur fingið gávu frá
Sjóvinnudeplinum
Johan Hendrik Davdisen í 1960
Hóskvøldið hittust manning frá Naddoddi og manning frá
Sjóvinnudeplinum í Naddoddaneystinum á Tvøroyri, har Lassi
Borðoy handaði Helga Enni frá Bátafelagnum Naddoddi ein
gávukekk á 10.000 krónur
Mynd; D. Olsen
Davidenættin
hittist í Kvívík
Tvíburðarnir Árni og
Marnar Andreasen
og brøðurnir Jens
og Marner Lisberg
eru kendir frá tón
leikapallinum síðstu
30 árini og leyg
arkvøldið eru teir á
palli í Trongisvági
TóNlEikuR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tað er róðrarfelagið á Tvør
oyri, sum hevur fingið hes
ar garparnar á pall saman
leygarkvøldið í Trongisvági.
Teir hava roynt hetta áður,
og tað riggaði stak væl, so
talan er í roynd og veru um
eitt væleydnað og afturvend
andi tiltak.
Jens og Marner Lisberg
av Tvøroyri stóðu í mong ár
á odda í bólkinum Sputnik.
Bólkurin hevði ymsa mann
ing ymsastaðni úr Suður
oynni, og millum limirnar
ymsu tíðarskeiðini taldust
so navnframir menn sum
Johan Dahl og Rasmus
Magnussen.
Sputnik spældi frá áleið
1975 og heilt til áttati árini
tóku at halla. Bólkurin var
óføra væl umtóktur, kanska
serliga millum dansandi
fólkið. Eftir 198889 var tað
mest Jens Lisberg, ið helt á
undir egnum navni, men tó
hava hann og Marner av og
á spælt saman. Og tá tað í
veruleikanum eru teir, ið eru
kjarnin í Sputnik, so ber á
ein hátt til at siga, at bólkurin
hevur verið virkin av og á.
Bæði Sputnik og Jens hava
lagt vælumtóktar útgávur
eftir seg.
Árni og Marnar úr Havn
vóru frá ungum árum í
sjeytiárunum stovnarar og
virknir í bólkinum Black
Birds. Ein bólkur, ið spældi
í mong ár, og sum ikki
slakði, fyrr enn 90’ini
høvdu sæð dagsins ljós.
Eftir hetta fóru teir aftur at
spæla undir gamla heit
inum Julianneboys og síð
ani sum Árni og Marnar.
Seinnu árini hava teir givið
vælumtóktar útgávur út.
Black Birds var annars
millum virknastu og best
umtóktu bólkarnar í áttati
árunum, og gav eisini onkra
útgávu út. Bólkurin hevði
Oskar Eiriksson á trumm
um og nokkso støðugir lim
ir vóru eisini Ronnie Niel
sen og beiggi tvíburðarnar,
Jóan Petur Andreasen, men
aðiri taldust eisini í vælleik
andi bólkinum, ið hevði
breiða sangskrá, alt frá tí, ið
var frammi í sjeyti og áttati
árunum, til meira vanligan
dansitónleik.
Leygarkvøldið
verða
tað m.a. Kolbein Simon
sen, Arnbjørn Sivertsen
og Kaj Johannesen, ið fara
á pallin sum tónleikarar,
tá pallvandu brøðurnir úr
Havn og av Tvøroyri fara
á pall í Trongisvági til eitt
rimmar dansikvøld.
Nú er hetta tónleikasøga. Sputnik í nú farnum døgum, men
leygarkvøldið verða gonlu tónarnir aftur at hoyra
Pallvandir
brøður á pall
í Trongisvági