fríggjadagur 30. mai 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 102 • 30. mai 2008
Vikuskifti
7
verður Ceaucescu aðalskrivari í
ráðandi kommunistaflokkinum. Í
1967 verður hann forseti og fær
so at siga alt vald. Fram til 1978
vóru liviumstøðurnar sum so í
lagi. Men tá setur Ceaucescu
sær fyri sum skjótast at fáa
afturgoldið alla uttanlandaskuld
hjá Rumenina. Hann hevði verið á
vitjan í Norður Korea, og her helt
hann seg hava nakað at læra!
Hetta merkti aftur, at tað
sansaði at hjá fólkinum. Nú fór
aftur nærum øll framleiðsla av
landinum fyri at náa hesum máli
at gjalda uttanlandaskuldina.
Úrslitið varð, at í Rumenia
var stórt sæð tørvur á øllum.
Ravmagnið varð kvett, meðan tað
vóru 30 kuldastig úti. Hetta merkti
10 kuldastig inni. Bensin var
skamtað til 40 litur um mánaðin,
sum ikki strekti tað stóra, serliga
tá familjan búði 250 km burtur. Tað
var eisini neyðugt at standa í kø í
dagar fyri at fáa bensin.
Tað ringasta var tó hetta við
at standa í bíðirøð á handlunum.
Tað var nærum einki at fáa av
nøkrum slag. Tað mátti farast
upp á miðjari nátt fyri at fáa so
grundleggjandi vørur sum kjøt og
mjólk. Og tey sum stóðu seinast í
røðini fingu ofta einki.
Men ofta kundi nógv fáast
burtur úr lítlum. Fekst fatur á
einum lítlum kúllingi, kláraði
mamman at gera eina góða
máltíð fyri øll trý burtur úr.
Fólkið innibyrgt
Samstundis varð fólkið fullkomi
liga innibyrgt. Tað fekk nærum
ongan møguleika fyri sambandi til
umheimin.
At ferðast vestureftir kom als
ikki uppá tal. Her var jú stórur
vandi fyri, at fólk ikki komu heim
aftur. Skuldi ferðast til onnur
kommunistisk lond, skuldi hetta
vera í bólki saman við øðrum.
Hetta gav møguleika fyri eftirliti
við hvørjum einstøkum.
Tann sjálvstøðugi uttanríkispol
itikkurin hjá Rumenia móti Sovjet
gjørdi eisini, at fólk úr Moskva
trúgvu londunum heldur ikki
sluppu til Rumenia.
Fólk fingu ikki pass heldur.
Skuldi farast uttanlands í arbeiðs
ørindum fekk viðkomandi eitt
arbeiðspass, sum hann skuldi lata
frá sær til myndugleikarnar, tá ið
komið varð heim aftur.
Sjúkligt eftirlit við
fólkinum
Tað allarringasta var tó politiska
eftirlitið við fólkinum, sum virkaði
heilt sjúkligt, tá vit onnur hoyra
um tað.
Hvør borgari skuldu tvær ferðir
árliga skriva sína egnu søgu niður
til brúk fyri myndugleikarnar.
Her skuldi einki dyljast. Megin
parturin kom sjálvsagt at vera
endurtøka, og tí skuldu alt sam
svara hvørja ferð. Annars kundu
tey fáa okkurt at svara fyri!
Øll ræddust tað loyniliga pol
itiið. Tað kundi vera alla staðni.
Tað var eisini alment kent, at
loyniløgreglan hevði eitt umboð
á hvørjum arbeiðsplássi. Øll livdu
í ótta. Tí ráddu um at siga sum
máttu kannast fyri
Her verða Ernst og Andra vígd í
ortodoksari kirkju. Tey bæði uttast
á myndini eru brúðargubbarnir hjá
henni
Øll skuldu vera limur í Pioner, ungmannafelagsskapinum hjá kommunista
flokkinum. Her luttekur Andrea tv í einum tiltaki. Sjálv ber hon flaggið hjá
kommunistaflokkinum, meðan drongurin ber rumenska flaggið
Tey búgva í Ploiesti við 250.000
íbúgvarum