fríggjadagur 30. mai 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 102 - 30. mai 2008
VB/Sumba dagur leygardagin
Leygardagin halda feløgini VB og Sumba føðingardagar sínar við hendingaríkum degi á Eiðinum
í Vági. Samstarvið millum VB og Sumba í felagnum VB/Sumba tykist ganga væl og leygardagin
er felags føðingardagstiltak. Byrjað verður við morginmati vesturi á Eiðinum í Vági frá klokkan
9 til 11. Klokkan 13 verður kynt í grillurnar og møguleiki er at grilla til klokkan 18. fólk hava
sjálvi grillmat við, men møguleiki er at keypa drykkivørur. Lagt er upp til at her verður nakað
fyri øll. M.a. hoppiborg, køkutombola, togtogan millum arbeiðspláss og sjálvandi eisini nakrir
fótbóltsdystir. Allir limir hava ókeypis atgongd til 1. deildardystin við at vísa limakort. Um
kvøldið verður skipað fyri kvøldsetu, har Robert McBirnie fer at syngja fyri. Okkurt verður
eisini til matna. Fyrireikarnir biða fólk um at hava Føroya Fólks sangbók við til kvøldsetuna,
sum byrjar kl. 19.30.
Ein maður noyðist
nú í fongsul eftir at
hann gjørdust frá sær
sjálvum í fyllskapi
og sló ein politist í
andlitið
Harðskapur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað kann vera dýrt at sláa
fólk.
Men tað kann verða upp
aftur dýrari at sláa ein poli
tist.
Tað mátti ein maður stað
festa í Føroya rætti í morg
un.
Hann noyðist nú í fongsul
í 30 dagar fyri at hava sligið
ein politist í andlitið.
Tað hevði onga ávirkan á
revsingina, at hetta hendi í
fyllskapi. Tað hjálpti heldur
onki, at hann fortaldi, at tá
ið hann varð komin til hús
eftir
hendingina,
hevði
hann stoytt níggju litrar av
brennivínið í vaskið. Tað
var alt brennivínið, hann
átti inni og síðani hevði
hann ikki drukkið fyri ikki
at koma í slíka støðu aftur.
Og Tað hjálpti heldur
onki, at hann hevði eitt gott,
fast starv, tí at sláa ein polit
ist, sum roynir at útinna sítt
arbeiði, sleppur ein ikki
órevsaður frá.
Maðurin var ákærdur fyri
at hava sligið ein politist í
eyðkennisbúna í andlitið
við knýttum neva. Hann var
somuleiðis ákærdur fyri at
herverk ímóti einum politi
bili, eftir at hann traðkaði
rútin í aðrari bakhurðini
ígjøgnum so at hann fór í
knús.
Maðurin játtaði seg sekan
í at hava brotið rútin í politi
bilinum, men hann mintist
onki til at hava sligið
Etandi skít
Tað var nýggjársaftan, at
maðurin fór í býin og hann
var blivin etandi skít.
Uttanfyri ein náttklubba í
Havn elvdi hann til trupul
leikar, tí tey vildi ikki hava
hann inn.
Sjálvur helt hann, at tað
kundi vera tí, at hann var ov
skít.
Tey ringdu eftir løgreglu
ni, tí hann hevði verið ólát
aður við okkurt starvsfólk í
náttklubbanum
Tá ið løgreglan kom á
staðið, var tað onki, sum
bendi á, at hetta skuldi enda
í harðskapi.
Hinvegin eru hann og
politisturin ikki samdir um,
hvat síðani hendi.
Sjálvir ørminnist hann at
tveir politistar komu og vil
du hava hann í bilin, tí teir
bjóðaðu sær at koyra hann
til hús.
Hann fortaldi eisini poli
tistunum, hvussu hann æt,
men politistarnir vildu ikki
svara, tá ið hann spurdi,
hvussu teir itu.
Tá bleiv hann nasvísur og
spurdu um teir báðir itu
James, tí tað itu allir tænarar
helt hann og sipaði til, at
politistarnir høvdu bjóðað
sær til at koyra hann heim.
Hetta hóvaði ikki politis
tunum báðum, tí teir svar
aðu aftur, at teir høvdu ann
að at gera enn at koyra fylli
byttur heim.
Fínt, lat meg so sleppa út,
svaraði maðurin. Men tá ið
hann tók í hurðina, var hon
læst.
Og so gekk
heilt galið.
Tað endaði við, at hann
traðkaði rútin ígjøgnum og
læt hurðina upp uttan í frá.
Tí varð hann koyrdur í
brummuna og sleptur út aft
ur dagin eftir.
Fullkomiliga óvart á
Politisturin, sum varð sligin,
greiddi frá, at tað kom full
komiliga óvart á hann, tí tá
ið teir tosaðu við mannin í
fyrstuni, var hann hampilig
ur púra róligur og tað var
onki, sum bendi á, at tað
skuldi ganga galið.
Men hann var fullur, so
báðir politistarnir tóku und
ir hvør sín arm á honum at
styðja hann yvir til politibil
in og hann fylgdi góðvilligur
við.
Men tá ið annar politistur
in so slepti arminum at lata
hurðina á bilinum upp,
reiggjaði hann brádliga og
púra ómotiverað nevan og
sló hin politistin inn á síðu
na á andlitið.
Politisturin sá ikki slagið
og hann sá tí heldur ikki,
um tað var við knýttum
neva. Men hann hevði so
ongan skaða fingið uttan at
hann kanska var eitt sindur
groggy ta fyrstu løtuna at
hann var eitt sindur eymur.
Tá komu fleiri politistar
til og teir fingu lagt mannin
í hondjørn, men hann varð
fullkomiliga frá sær sjálvum
og bardust alt hann orkaði
fyri at sleppa leysur og tað
helt hann fram við allan
vegin á politistøðina.
Ákærin vísti á, at fyri
nøkrum árum síðani var
maðurin eisini dømdur 30
dagar í fongsul fyri harð
skap og tí helt hann, at 30
dagar var eisini ein hóskandi
revsing í hesum føri.
Verjin vísti á, at hin dóm
urin var so gamal, at tað vís
ti, at tað var ikki gerandis
kostur at hann var so harð
ligur og helt ikki, at maðurin
skuldi í fongsul, serliga tá
ið hugsað verður um, at
hann hevur fast starv og
familju og at hann var givin
at drekka.
Men dómarin gav fútan
um rætt og trúði heldur
politistinum enn tí ákærda.
Tí var maðurin dømdur at
sita í fongsli í 30 dagar,
hóast hann ikki helt, at tað
var prógvað, at politisturin
varð sligin við knýttum
neva.
Hann skal eisini betala
2630 krónur fyri bilrútin.
Maðurin tók við dóminum
og so er hetta málið úti av
verðini.
Tað kostaði einum manni 30 dagar í fongsul at hann bleiv púra frá sær sjálvum eftir eina váttliga
nátt í býnum og tað endaði við, at hann smekkaði til ein politist og breyt ein rút í politibilinum.
Savnsmynd
Kostaði 30
dagar at
smekka til
ein politist
Ein unglingi er drigin
í rættin fyri at rópa
ókvæmisorð eftir
einum politisti
Ókvæmisorð
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er ólógligt at rópa
ókvæmisorð eftir politist
um.
Í morgun fekk ein ungur
maður 1000 krónur í bót
fyri at hava rópt ókvæmisorð
eftir einum politisti ímeðan
ein stór fjøld av fólki hoyr
di.
Tað var í góðari kenning,
at maðurin gekk og dreivaði
mitt á vegnum seint á kvøld
ið, so at bilarnir ikki fingu
koyrt fyri honum.
Tá ið ein politistur á
motorsúkklu kom á staðið í
eini roynd at fáa hann inn á
gongubreytina, gav hann
framhjólinum á súkkluni
eitt gypp.
Men tá ið politisturin so
fortaldi honum, at hetta kos
taði eina bót, bleiv hann í
øðini og fór at rópa ókvæmis
orð eftir politistinum.
“Fucking
reyvarhol”,
“fucking tøs” og “fucking
idiot” vóru ókvæmisorð,
sum politisturin mátti leggja
oyra til.
Og tá ið hann so framvegis
heldur ikki vildi flyta seg
av vegnum, so at bilarnir
fingu koyrt, varð hann lagd
ur í hondjørn og koyrdur í
fullbrummu eina løtu.
Hann bleiv ákærdur fyri
at rópa ókvæmisorð eftir
einum politisti í eini manna
múgvu og fyri at hava óróg
va ferðsluna og tað kostaði
honum 1000 krónur í bót.
Sjálvur vildi maðurin
bara hava alt yvirstaðið, so
hann tók við dóminum.
Hann hevði verið fullur og
býttur, sum tikið var til í
rættinum og hann hevur
heldur ongantíð áður verið í
hóslagi við løgregluna.
Fekk bót fyri at rópa eftir politisti