Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mai 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 102 • 30. mai 2008 Vikuskifti 6 Tey bæði eita Elena-Lygina og Constantin Popescu. Dóttirin eitur Andrea-Lygia, og hon er gift við Ernst Joensen í Havn. Andrea hevur búð í Føroyum í seks ár, men hetta er fyrstu ferð, at foreldrini eru í Føroyum. Hetta er eisini fyrstu ferð, tey rættuliga eru uttanlands. Tey hava sæð nógv av landinum, og tey lata væl at Føroyum, bæði landi og fólki. Sjálvi eru tey dámlig og fryntlig fólk, og teimum dámar væl at greiða frá. Pápi Constantin var politik- ari, hann var eina tíð limur í rumenska tinginum fyri tjóð- skaparliga bóndaflokkin, sum var leiðandi flokkurin í Rumenia undan krígnum. Pápi Elenu var yvirmaður í her- inum, og tey áttu rættuliga nógva jørð. Báðar familjurnar vóru hampiliga væl fyri. Rumenia var í parti við Týsklandi Undir seinna heimsbardaga var Rumenia í parti við Týsklandi nærum til endan. Hetta merkti Elena mest til, tí hon búðu eysta- laga í landinum á markinum til Sovjetsamveldið. Tá ið russisku herarnir komu vesturyvir í 1944 og eisini tóku Rumenia, gjørdist hon flóttarfólk. Constantin var betri fyri, tí hann búði vestantil í landinum. Hann hevði sum so ikki nakrar ringar royndir av týskarum. Sum sameint við Týskland var landið ikki hersett. Tað mesta, tey merktu, vóru hermenn, sum vóru á veg suðureftir til týskt hersett økir. Tey búgva í býnum Ploiesti, sum er um 60 km norðanfyri høvuðsstaðin Bukarest. Her búgva umleið 250.000 fólk. Hesin býur var illa bumbaður av teimum sameindu undir krígnum. Í hesum øki var nevniliga stórur oljuídnaður, sum hevði stóran týdning fyri týsku krígsførsluna. Tíðin eftir krígið var sera trupul. Rumenia var jú við í tapandi partinum, og hetta kom fólkið eisini at svíða fyri. Pápi Constantin var fýra mán- aðir í fongsli í 1947. Hetta hevur neyvan verið stuttlig, sum tað er komið fram seinni av øðrum, sum hava sitið. Men sjálvur greiddi hann ong- antíð frá tí, hann hevði upplivað. Tá ið hann varð leyslatin, mátti hann undirskriva eina váttan um ikki at gretta eitt orð um viður- skiftini í fongslinum. Hann tordi ikki annað enn at halda hetta. Ótti var fyri tær avleiðingar, sum tað kundi hava fyri seg og familjuna, um hann fór at greiða frá. Í 1952 var hann 12 mánaðir í tvingsilsarbeiði, har hann var við til at byggja eina siglingarveit út til Svartahavið. Í fleiri longri tíðarskeiðum var familjan heilt uttan inntøku, og tey máttu liva av pengum, sum tey fingu fyri at selja sínar ognarlutir. Ein slík kúging varð framd fyri at halda tey niðri, sum høvdu eina útbúgving. Hetta er ikki óvanlig mannagongd hjá eina- ræðisstýrum. Hjá familjuni hjá Elenu var ikki stórt mætari. Pápin misti arbeiði, og jørðin sum tey áttu varð tikin frá teimum. Tað bøtti heldur ikki um, at ein mammubeiggi var fyristøðumaður í einum kleystri í fjøllunum, har tað framvegis var mótstøða móti nýggja kommunistiska valdinum. Munkarnir vórðu lagdir undir at vera í teirra parti, og hetta fekk systirdóttirin eisini at svíða fyri. Hetta førdi eisini til ágang ímóti religiøsum virksemi yvir- høvur, og Andrea minnist enn, hvussu tey í skúlanum lærdu, at religión var av tí ónda. Fyrsta og onnur neyðin Tað, sum gjørdi støðuna enn verri var, at Sovjet í árini eftir kríggið legði hald á ein stóran part av matframleiðsluni í Rumenia. Hetta var skaðabót, sum Sovjet kravdi vegna luttøkuna hjá Rumenina í krígnum, og sum eisini kostaði Sovjet dýrt. Rumenski herurin luttók nevniliga saman við tí týska í bardøgunum við Stalingrad. Hetta hevur neyvan bøtt um russisku vælvildina! Hetta merkti, at tað var sera lítið av mati at fáa, og tað sindri sum var, varð eisini hart skamtað. Ofta var eisini hungur. Ikki fyrr enn í 1957 lætti í, og fólkið fekk tað betri. Men í 1964 Rumenia: Kvinnur m ólógliga fosturtøku Vit hava hitt eini rumenensk hjún, sum beint nú hava verið í Føroyum og vitjað dótrina, sum er gift her. Tey bæði eru fødd í 1931 og hava eina áhugaverda søgu at fortelja. Serstak­ liga hava tey upplivað alla tíðina hjá Ceausescu, sum stýrdi Rumenia við harðari hond, til hann var avrættaður á jólum 1989 Elena og Constantin saman við dótrini Andrea Mynd frá barndóminum hjá Andreu Samrøða Óli jacobsen olij@sosialurin.fo